KAPITUL 1
.
Paulus, ein tænari Guðs, og ein ápostul Jesu Christs, samsvarandi trúnni hjá Guðs útvaldu, og viðurkenningini av sannleikanum sum er eftir gudiligleika;
2 Í vón um ævigt lív, sum Guð, sum kann ikki lúgva, fyrijáttaði áðrenn heimurin byrjaði;
3 Men hevur í sínum tíðum eyðsýnt sítt orð ígjøgnum prædikan, sum mær er litin til eftir boði Guðs Frelsara várs;
4 Til Titusar, mín egna son eftir hini felags trúnni: Náði, miskunn, og friður, frá Guði Faðir og Harranum Jesusi Christi Frelsara várum.
5 Fyri hesa grund læt eg teg eftir á Kretoy, at tú skuldirt seta í rættlag teir lutir sum vanta í, og innseta elstar í hvørjum staði, so sum eg hevði fyriskipað tær:
6 Um onkur veri ólastandi, einar konu maður, og hevur trúføst børn sum ikki eru ákærd fyri óryggjuskap ella óstýrlig.
7 Tí at ein biskupur má vera ólastandi, sum umsjónarmaður Guðs; ikki sjálvráðin, ikki skjótt firtin, ikki givin til vín, eingin sláari, ikki givin til skitnan vinning;
8 Men ein elskari av gestablídni, ein elskari av góðum monnum, edrúiligur, rættlátur, heilagur, fráhaldandi;
9 Haldandi fast tað trúfasta orðið so sum hann er vorðin lærdur, fyri at hann má vera førur fyri, við heilnæmari doktrinu, bæði at áminna og at sannføra andmælararnar.
10 Tí tað eru mangir óstýrligir og fáfongdir tosarar og villarar, serliga teir av umskeringini:
11 Hvørs munnar mugu verða teptir, sum endavenda heil hús; við at frálæra lutir sum teir ikki áttu, fyri skitnan vinnings skyld.
12 Ein av teimum, enntá ein prophetur av teirra egnu, segði, Kretoyingarnir eru alveg lygnarar, ónd beist, seinir búkar.
13 Hesin vitnisburður er sannur. Hvørsvegna harta teir hvassliga, at teir mega verða heilnæmir í trúnni;
14 Og ikki geva gætur eftir Jødiskum fáblum, og mannaboðum, sum venda frá sannleikanum.
15 Hjá skírum eru øll ting skír: men hjá teimum, sum eru dálkaðir og vantrúgvandi, er einkið skírt; men sjálvt teirra sinni og samvitska er dálkað.
16 Teir vátta at teir kenna Guð; men í verkum teir avnokta hann, andstyggiligir sum teir eru, og ólýdnir, og at hvørjum góðum verki afturrekingar.
.
.
.
.
KAPITUL 2
.
Men tala tú teir lutir sum søma heilnæmari doktrinu:
2 At hinir aldraðu menn veri edrúiligir, virðiligir, fráhaldandi, heilnæmir í trúgv, í vælvild, í tolmóð.
3 Hinar aldraðu kvinnur líkaleiðis, at tær veri í atferð so sum sømir heilagleika, ikki falskir ákærarar, ikki givnar til nógv vín, frálærarar av góðum lutum;
4 At tær mega læra hinar ungu kvinnur at vera edrúiligar, at elska menn sínar, at elska børn síni,
5 At vera hóvsamar, kýskar, passarar við hús, góðar, lýdnar fyri sínum egnu monnum, fyri at Guðs orð verði ikki gudsspottað.
6 Ungar menn somuleiðis formana at vera edrúiliga sinnaðir.
7 Í øllum lutum sýnandi teg sjálvan sum eitt mynstur um góð verk: í doktrinu sýn óspiltleika, sómasemi, ærligleika,
8 Heilnæma talu, sum ikki kann fordømast; fyri at hann, sum er av tí mótsatta partinum, má skammast, tí hann einkið ilt hevur at siga um tykkum.
9 Formana tænarar at vera lýdnir sínum egnu meistarum, og at toknast teim væl í øllum lutum; og ikki svara aftur;
10 Ikki drýggja, men sýna allan góðan trúskap; fyri at teir mega prýða doktrinu Guðs Frelsara várs í øllum lutum.
11 Tí Guðs náði, sum viðførir frelsu, er birt fyri øllum monnum,
12 Og hon lærir okkum, at vit skuldu avnokta ógudiligleika og verðsligar lystir, og liva edrúiliga, rættvísiliga, og gudiliga, í hesi núverandi verøld;
13 Væntandi eftir hini sælu vón, og dýrdmiklu birting hins mikla Guðs og Frelsara várs Jesu Christs;
14 Sum gav seg sjálvan fyri okkum, so at hann mátti endurloysa okkum frá allari misgerð, og skírga sær sjálvum eitt seregið fólk, vandlætið um góð verk.
15 Hesi ting tala, og formana, og harta við øllum myndugleika. Lat ongan vanvirða teg.
.
.
.
.
KAPITUL 3
.
Legg teimum í huga at vera undirgivnir fúrstadømum og máttum, at lýða stýrismenn, at vera fúsir til hvørt gott verk,
2 Ongan at tala ilt um, eingir ófriðarkroppar at vera, men mildir, sýnandi alla spakføri at øllum monnum.
3 Tí vit sjálvir eisini vóru einaferð fávitskutir, ólýdnir, villleiddir, tæntu ymsum girndum og njótingum, og livdu í illvilja og øvund, hatursfullir, og hataðu hvør annan.
4 Men eftir at góðska og kærleiki Guðs Frelsara várs mótvegis monnum birtist,
5 Ikki av rættvísisverkum sum vit hava gjørt, men eftir síni miskunn hann frelsti okkum, við tváingini av endurføðing, og endurnýggjan av Halga Andanum;
6 Sum hann úthelti á okkum ríkiligani ígjøgnum Jesus Christ okkara Frelsara;
7 Fyri at vit, rættvísgjørdir við hansara náði, skuldu verða gjørdir til arvingar samsvarandi vónini um ævigt lív.
8 Hetta er ein trúføst útsøgn, og hesi ting vil eg at tú staðfestir støðugt, at teir, sum hava trúð á Guð, máttu vera vandnir um at halda uppi góð verk. Hesi ting eru góð og monnum gagnlig.
9 Men skýggja fávitskutar spurningar, og ættartøl, og trætur, og stríðingar um lógina; tí tey eru nyttuleys og fáfongd.
10 Ein mann, sum er ranglærari, skalt tú eftir fyrstu og aðru ávaring avvísa;
11 Vitandi, at hann, sum er slíkur, er rangvørgur, syndar, og er fordømdur av sær sjálvum.
12 Tá ið eg sendi Artemas til tín, ella Tykíkus, tá ver íðin at koma til mín til Nicopolis: tí at eg havi avrátt at vetra har.
13 Før løgfrøðingin Zenas og Apollos á teirra ferð við ídni, so at einkið skal fattast teimum.
14 Og lat okkara eisini læra at halda uppi góð verk fyri neyðugar nýtslur, fyri at teir ikki skulu vera fruktarleysir.
15 Allir, sum eru hjá mær, lata heilsa tær. Heilsa teimum ið elska okkum í trúnni. Náði veri við tykkum øllum. Amen.
¶ Hann varð skrivaður til Titusar, innsettur sum fyrsti biskupur í kirkju Kretoyinganna, frá Nicopolis í Macedóniu.