Stemmar tú vælferð, og ikki kristna grundstøðið, so er mammon tín gudur


Tín stemma styrkir ein av tveimum andum í Føroyum – og ger teg nú ikki samsekan í barnamorði og sodomusyndini saman við satansa útvaldu tænarum. Eisini, um tú atkvøður fyri einum navnkristnum, sum í sínum devulrenda býttleika stillar upp í einum gudleysum flokki, um hann ikki kemur inn á ting, so styrkir tín stemma tó tann flokkin at fremja sína ógudiligu stevnuskrá undir sínum harra Sátan. Lat ongan villleiða teg. Gerist nú síggjandi. Hvørja ferð, ið val er, so stemma vit ikki bara uppá fólk, men eisini um, hvør andi ið stýrir í Føroyum: Guðs Andi, ella heimsins andi sum er Sátan. So hvørjum atkvøður tú fyri? Mammon? Liberaliteti (frælsi til ryggjaloysi) Morði av óføddum børnum? Sodomusynd? Ella monnum, sum vilja, at Føroyar skulu stýrast við Guðs orði sum grundarlagi í øllum tingum? Hjá mær ein eingin ivi yvirhøvur, tí at eg elski Guð og ikki mammon. Setur tú vælferð uppum kristnu virðini, so er tað av tí at tú elskar mammon meira enn Guð, og so elskar tú als ikki Guð. Tú hevur bara eitt at gera: AT VENDA UM, tín fráfalni, kvaheidni kloddi!
Eingin maður kann tæna tveim meistarum: tí at annaðhvørt vil hann hata tann eina, og elska hin; ella annars vil hann halda seg afturat tí eina, og vanvirða hin. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon (Matthæus 6:24)
Nú, vit hava fingið, ikki anda heimsins, men andan sum er av Guði (I. Cor. 3:12)
Í hvørjum gudurin av hesum heimi hevur blindað hugarnar á teimum sum trúgva ikki (II. Cor. 4:4)
Aftur tekur djevulin hann niðan á eitt ovurhonds høgt fjall, og sýnir honum øll kongadømir heimsins, og dýrd teirra; Og sigur við hann, Øll hesi ting vil eg geva tær, um tú vilt falla niður og tilbiðja meg. Tá sigur Jesus við hann, Slepp tær hiðani, Satan: tí at skrivað stendur, Tú skalt tilbiðja Harran Guð tín, og honum eina skalt tú tæna. Tá fer djevulin frá honum, og sí, einglar komu og tæntu honum. – Mugu kristnu politikararnir gera eins og Jesus. Um ikki, hvørjum tæna teir so? Hmmm? Sínum egna búki, mammon, mannaæru, og lygn.
Onnur tíðindi