Til tykkara, sum lesa FKJ á netinum

Hvønn mánadag leggi eg út nýggjan fíl av FKJ, har umleið 70-90 síður eru rættlisnar afturat fyri síðstu ferð.


Eisini eru ymsar orðaleitingar, og tekn leitingar, vorðnar gjørdar út gjøgnum alla Bíbliuna, og hesar rættingarnar vorðnar gjørdar leypandi so hvørt.

Fyri at nýggjasti fílurin skal síggjast á júst tínum teldu skíggja, mást tú trýsta CTRL (kontrol) og F5 samstundis, meðan pdf fílurin er frammi á skíggjanum. Sostatt verður pdf fílurin endurnýggjaður. Hetta er av tí at teldur minnast gamla fílin; og tá síggjast rættingarnar ikki, uttan hetta verður endurfrískað við hesi handling.

Um tú finnurt onkun feil, sum heilt víst er feilur, lat so endiliga frætta frá tær.

Teknsetingar feilir finnast ikki, tí at, sum øllum monnum kunnugt, so fylgir Føroyska King James ikki nútíðar teknsetingar-betong-idiot-pisu-reglum fólkaskúlans yvirhøvur, (sum ikki longur eingong dugir at læra sínar pisur at lesa).

Bíblian Halga dømir meg, dømir teg : alsikki eg og tú hana.

alsikki saman við vilja
slíkt ikki eg vil dylja
men lygn, fals sundur mylja
so beintframaná
– hvat tá!

Vilt ímóti bert tú stá
tá hoyra tú skalt fá:
Far mær frá!

Lat ikki tað so ljóða
frá Dómaranum góða
tí so fert sjvups tú niður
Bið tá!


P.S. Í helviti eru øll trúgvandi.

Onnur tíðindi