Til ókomna framtíð: Haldið tykkar egnu fótnotur í tykkar egnu bókum, uttanfyri Guðs BÓK

 2  Háttelskaðu, nú eru vit synir
Guðs, og tað sýnist ikki enn hvat
vit skulu verða: men vit vita at,
tá ið hann skal birtast, skulu vit
verða honum líkir; tí vit skulu
síggja hann sum hann er.
( I. Jóh. 3:2  FKJ )
 48  Sum er hin jarðiski, slíkir eru
teir eisini sum eru jarðiskir: og
sum er hin himinski, slíkir eru teir
eisini sum eru himinskir.
 49  Og sum vit hava borið mynd
hins jarðiska, vit skulu eisini bera
mynd hins himinska.
 50  Nú, hetta sigi eg, brøður,
at kjøt og blóð kann ikki arva
kongadømi Guðs; eiheldur arvar
forgongiligleiki óforgongiligleika.
 51  Sí, eg kunngeri tykkum ein
loyndardóm; Vit skulu ikki allir
sova, men vit skulu allir verða
umbroyttir,
 52  Í einum viðbragdi, í einum
eygnablunki, við hina síðstu basúning:
tí basúnan skal ljóða, og
hinir deyðu skulu verða reistir
óforgongiligir, og vit skulu verða
umbroyttir.
 53  Tí hetta forgongiliga má latast
í óforgongiliga, og hetta deyðiliga
má latast í ódeyðiligleika.
 54  So tá ið hetta forgongiliga
skal hava latist í óforgongiligleika,
og hetta deyðiliga skal hava
latist í ódeyðiligleika, tá skal vera
fingin at henda hin framsøgn
sum stendur skrivað, Deyði er
uppslúkaður í sigur.
 55  O deyði, hvar er broddur tín?
O grøv, hvar er sigur tín?
 56  Broddurin hjá deyða er synd;
og styrkin hjá synd er lógin.
 57  Men tøkk veri til Guðs, sum
gevur okkum sigurin gjøgnum
Harra váran Jesus Christ.
 58  Tessvegna, háttelskaðu brøður
mínir, verið tit støðufastir, óvikiligir,
altíð ríkiligir í Harrans verki,
við tað at tit vita at arbeiði tykkara
er ikki til einkiðs í Harranum.
( I. Cor. 15:48-58  FKJ )
Onnur tíðindi