Eitt navn umboðar ein persón. Ein og hvør persónur hevur bert eitt rætt navn; onnur nøvn eru eyknevni, ella spott-nevni. Hvussu eitur so Guð Faðir?
JE-HO´-VAH ella Jahwe?
Jú, hann eitur enn JE-HO´-VAH.
Veitst tú hví vantrúgvandi, ófrelstir bíbliu-kritikarar funnu uppá at siga, at Guð eitur “Jahwe” og ikki JE-HO´-VAH, sum vit trúgvandi hava vitað, at hann eitur, í túsundavís av árum?
Tað er av tí at tað er ein andi aftanfyri, sum vil lúgva fyri okkum og vilja fáa okkum at trúgva, at tað er líkamikið, hvussu Guð eitur, at tað er bara ein Guð allíkavæl; at tað er hann, øll hava við at gera; at hann býr í øllum bla bla bla; og at hann er tann, sum hann er, óansæð hvat vit kalla hann osv osv.
Hvør heldur tú, stendur aftanfyri hatta gassið har?
Hmmm.
… Lukti villleiðandi, stinkandi andar í hasum langa leið!
– Along comes “Chrislam”.
Nú lúgva Rick Warren og Bryan Houston og aðrir, at Jødanna Guð og Allah skulu vera ein og tann sami, og mong blind, góðtrúgvin greythøvd falla fyri teirra lygnum og fara á glið við teimum út í totala falslæru og niður í helviti.
Tann, sum sigur, at Islam og Christindómurin eru í grundini tað sama, er andaliga steindeyður, starrandi blindur, gaggandi groggy, og avnoktar Jesus sum EINASTA veg til Guð, sum Son Guðs, og sum Guð komin í kjøti. Hann er ikki longur ein Christin, so einfalt er tað.
Og hetta er alt samalt frukt av hasum óteljandi “bíbliu” perVersjónunum, sum SATAN, ikki Guð, hevur givið tykkum.
Hvussu varð handan villleiðingin møgulig?
Jú, við at tykjast kunna broyta Guðs navn frá JE-HO´-VAH til Jahwe, og harvið skera í rótina í trúnni hjá fólki um Guðs identitet og óbroytiligleika, so at tú fært lirkað tey á glið.
Jahwe er okkurt ókent, flótandi nakað, onkustaðni har úti í rúmdini. JE-HO´-VAH er Bíbliunnar ítøkiligi, kendi Guð, sum Jødarnir og vit Christnu hava trúð á og fylgt í 6000 ár. Hansara navn stendur svart uppá hvítt í okkara reformatións Bíblium.
Hetta fyribrigdið kalla teir í dag fyri “Hegelian Dialectic”. Man flytir tankagongdina hjá mannamúgvunum stigvís, eitt lítið, óskyldugt petti í senn. Best er, um tey einkið meina sjálvi, tí so kunnu teir stýra teimum.
Hann, sum kennir sín Guð JE-HO´-VAH, flyta tit ikki ein millimetur.
Fyrr skulu tit fáa eitt gott, fast, gamaldags, gresjandi biiiiip-spark, – og verða hiiivaðir út tilsaman við Jeze-mette-bel & Co., so pakkið tykkum av Allah og til, tykkara lúgvandi pakk.
Vit kenna okkara Guð. Tit kenna hann ikki.