Til villeiðararnar, Bergur og Armgarð.
Tit lifra fyri anti-christi fyri okkara protestantisku tjóð. Tí havi eg gjørt innslag, sum ávarar ímóti at líta á tykkara villeiðing, har eg prógvi, at pávadømið er lítla hornið í Dániel 7, og católska kírkjan er skøkjan í Opinberingini 17. Jesus biður fólk sítt koma út úr skøkjukirkjuni, fyri at tey ikki skulu vera luttakarar í syndum hennara, og ikki fáa av plágum hennara. Hon er drukkin av blóði teirra heilagu og Jesu martýra. Síðsti pávin verður skjótt valdur, síðsti anti-christ, hann kann ikki vera góður, hann er glatanarsonurin. Tit eru bæði drukkin og blind, ikki míni systkin í Harranum, og skulu biðjast venda um í sekk og øsku, og æra Christ Jesus Harra váran aleina, ikki tann ið sigur seg vera VIKAR hansara, sum víst er sjálvasta definitiónin av hvat tað er at vera anti-christ.
Her er saltaða innslagið til tykkum at tváa tykkum eyguni við:
https://youtu.be/FK06DbmsEfg?si=FnIa42krC-mA6Thv
Her eru 13 titlar pávanna og vaticansins, sum geva 666:
https://fkj.fo/wp-content/uploads/2024/04/Antichrist-avdukadur.pdf
Vaknið so, vendið tykkum 180 gradur, og komið við til himins, ikki við glatanarsyninum og villleidda fylgi hans til helvitis.
Sjúrður Højgaard.