Teldupostur í dag sendur bispi, ávarandi hann um hansara vandastøðu yvirfyri Guðs helvitis dómi, um hann ikki nú vendir um og ávarar land og fólk ímóti hasi til-helvitis-dømandi Sodomu-syndini

Evni: Álvarskvøður til bisp Føroya lands‏.

Gópi bispur.

 

Sodomi er tann álvarsamasta syndin, sum til er. Tað er tann syndin, sum var strikan, sum, tá ið fólkið fór yvirum hesa í Sodomu og Gomorruh, Guð tá avgjørdi, at hann fór at oyða staðirnar, og hann gjørdi tað eisini. Slíkt var eisini galdandi beint áðrenn Nóah flóð. Harrin Jesus segði, at eins og dagarnir vóru áðrenn flóðina, soleiðis skuldu dagarnir vera, beint áðrenn hansara afturkomu. Og soleiðis er støðan vorðin í dag. Sodomu-andin bankar støðugt uppá yvir elskaða landi várum, og tú stendur við slúsurnar, við portrini. Tað undrar meg, at tú ikki brúkar tína støðu til at ávara land og fólk ímóti tí dómi, sum vil raka hetta land, um tað verður lóggivið soleiðis, at sodomitiskt ólevnað verður alment góðtikið og vælsignað, kanska enntá í kirkjunu. Eftir míni metan hevur tú einkið annað enn víst, at tú ert ein stuðlari av hesi andstyggiligu synd. Sostatt meti eg, at tú ert samsekur í hesi synd, og at Guð fer at døma teg saman við hesum andstyggiligu syndarum við at kasta teg niður inn í helvitis eld. Tá ið eg ávaraði land og fólk um eina prestinnu, sum gjørdi seg til almennan forsprákara fyri sodomii, (og, – sum prestinna,- óivað eisini víging av hesum í kirkjuni), tá hevði tú at mær í almennum fjølmiðlum fyri landi og fólki, men tú talaði ikki eitt orð ímóti sodomu-prestinnuni, og einkið hevur bent á, at tú hevur rættleitt hana, ella ætlar at koyra hana frá.

 

Tí má eg syrgiliga staðfesta, at tú ert Jógvan sodomu-bispur, og vendir tú ikki um, so fert tú at brenna í helvitis heita eldi í allar ævir. Og tú veitst betur! Tú ert FULT VITANDI um hvat tú gert! Eg meti teg sum ringasta svikaprophet, sum hetta land higartil hevur sæð, svassandi um “tolsemi”, og IKKI ávarandi ímóti sodomu-syndini og Guðs dóm ímóti henni. Guð er ikki broyttur. Altso, eg helt, at tú vart ein rættur Bíbliu-trúgvandi maður? Má Guð geva tær umvending til frelsu, harra bispur, so at tín lagna ikki verður “udi helvedes ild”.

 

Sjálvandi elska vit øll fólk, men vit blástempla ikki ringastu synd í Bíbliuni, sum Guðs orð í Rómverjabrævinum sigur vera strikan, sum tá ið fólk gongur yvirum, tey harvið verða trífalt uppgivin av Guði; sí Rómverjabrævið 1, vers 24, 26 og vers 28. Sí eisini í vers 32, at ikki bert hesi eru verd til deyða, men eisini slík, sum hava hugnað í hesi andstygd. Tað haldi eg, at alt landið hevur inntrykk av, at tú hevur víst at tú hevur einkið yvirhøvur ímóti hesi synd. Sostatt má eg gera ta niðurstøðu, at tygum er størsti sodomittur í Føroyum, og hvussu tú kanst komast undan at fáa sama dóm, og mikið verri enn tey, tað dugi eg ikki at ímynda mær. Eg noyðist sostatt í mesta álvara at biðja tygum um at venda um, og koma aftur til trúnna, sum í 1986 norðuri í KFUM tú kendi. Um tú ikki vendir um og ávarar land og fólk (sum títt starv sum bispur í kirkju Jesu Christs krevur at tú gert), so gevi eg teg upp til Satan til oyðingina av kjøtinum, og biði Guð í himni geva tær somu viðferð sum hann við Halga Andanum gav Ananiasi og Sapphiru.

 

Hetta landið er á dundrandi fráfallsleið, og tú stendur og spælir klovn. Vei tær, harra bispur!

 

At ganga í kirkju frelsir ongan!

At fara til “altars” frelsir ongan!

At vera barnadoyptur frelsir ongan!

Evangelisk boðan til persónliga trúgv og almenna játtan við munninum frelsti meg, .. og eg helt eisini teg. Nú rokni eg teg í øllum førum ikki longur sum ein bróðir. Eg kalli teg Jógvan

sodomu-bisp på vej udi den helvedes ild, forførende land og folk med stort smil og klovneskab.

 

Vendið tygum um, harra Jógvan sodomu-bispur!

 

 

Álvarskvøður,

Sjúrður Reformatør Højgaard.



P.S.

Her verður einkið gjørt í loyndum, og stríðið er bert andaligt (við munni og penni), ikki jihad-ligt; (man er nokk noyddur til at tryggja fólk um slíkt í hesum Breiðvíks/ISIS døgum; ikki minst tá ið tíðindafólk eru devlar).

Viðmerking til hetta álvars bræv

Onnur tíðindi