Teir, sum læra ella hava lært falslæruna JDS, skulu fáa breitt, brúnt klistur fyri munnin; og skerast av, um teir ikki venda um frá hasi heldømiligu ranglæruni beint her og nú



1)

Eingin frelsur hevur illan anda!
Guðs Andi deilir ikki hús við illar andar
(II. Cor. 1:22 ; I. Sám. 16:14)


2)
Prosperity er ikki ein bíbilsk læra!
(Matth. 8:20 ; I. Tim. 6:5-11 FKJ)


3)
Jesus doyði ikki andaliga, bara likamliga; og fór so við Andanum og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðveitslu!
(Sí tey trý vitnini niðanfyri)


4)
Jesus gjørdist ikki ein demon, og leið undir Satan í helviti! Nei: Jesus leið frá Gethzemane til Golgatha, prædikaði í helviti, og kom sigrandi upp úr helviti.


5)
Jesus reis ikki upp í andanum (sum Dahl og Victor falslæra í I. Pætur. 3:18), men varð reistur av Andanum (KJB/FKJ); hann reis upp andi, sál, og likam, og fór upp inn í himin andi, sál, og likam, og kemur aftur andi, sál, og likam!


6)
Jesus er ikki ein eingitin ella einborin gudur, eiheldur ein gitin Guð (falslæra úr alexandriskum “bíbliu”-perversjónum av Jóh. 1:18), tí so fært tú TVEIR Guðar. Nei; Jesus er hin eingitni Sonurin (Jóh. 1:18 KJB/FKJ) og hann er Guð givin til kennar í kjøtinum (I. Tim. 3:16 KJB/FKJ); tí at tríeindin er EIN Guð, (ikki tríggir Guðar), men tað eru tríggir persónar í Guðhøvdinum (Godhead, t.e. tríeindini).


Undarligt at tey, sum læra 1 av omanfyristandandi 6, læra altíð 5 ella 6 av teimum (tað síðsta varierar viðhvørt hjá falslærarunum).

Hví tað er so?

– Tí at lærdómar av illum andum kunnu bara føra við sær enn fleiri lærdómar av illum andum.

Eg siti heldur heima við sannleikanum: sannleikans orði, og sannleikans Anda. Men kann gjarna koma og læra tykkum, um tit klára at sita still og lurta væl eftir í hálvan annan tíma.


Falslærararnir:

Nei!
Jesus leið fyri okkum í kjøtinum, tá ið hann leið og píndist úti á Golgatha.

Bíblian sigur EINKIÐ um, at hann leið fyri okkum í andanum í helviti.


Vitni 1:

12 Hvørsvegna Jesus eisini, til
tess at hann mátti halga fólkið við
sínum egna blóði, leið uttanfyri
portrið.
13 Latum okkum tí fara út til
hansara útum leirin, berandi
vanvirðing hansara.
( Hebr. 13:12-13 FKJ )


Uttanfyri portrið: t.e. uttanfyri býarportur Jerusalems, t.e.
úti á Golgatha. Har leið Jesus fyri okkum, og har halgaði hann okkum við sínum egna blóði.


Vitni 2:

EFTIRSUM tá at Christus
hevur liðið fyri okkum í kjøtinum,
brynjið tykkum á sama
hátt við hinum sama sinni: tí at
hann, sum hevur liðið í kjøtinum,
er hildin uppat frá synd;
( I. Pætur. 4:1 FKJ )


 Vitni 3:

18 Tí at Christus eisini hevur
eina ferð liðið fyri syndir, hin rættvísi
fyri hinar órættvísu, at hann
mátti føra okkum til Guðs, verðandi
tikin av lívi í kjøtinum, men
livandigjørdur av Andanum:

19 Viðˆ hvørjum eisini hann
fór og prædikaði fyri andunum í
fongsli;
( I. Pætur. 3:18-19 FKJ )


II. Pætur. 2 FKJ:
MEN tað vóru eisini falskir
prophetar millum fólksins,
enntá sum tað skulu verða falskir
frálærarar tykkara millum, sum
loyniliga skulu føra inn heldømiligar
ranglærur, enntá avnoktandi
Harran sum keypti teir, og
føra uppá seg snara oyðing.
2 Og mangir skulu fylgja teirra
herviligu vegum; viðˆ grund av
hvørjum sannleikans vegur skal
verða ilt talaður um.
3 Og gjøgnum havisjúku skulu
teir við falsaðum orðum gera
handilsskap úr tykkum: hvørs
dómur nú frá langari tíð drálar
ikki, og teirra heldøming durvar
ikki.
4 Tí um Guð eirdi ikki einglunum
sum syndaðu, men kastaði
teir niður til helvitis, og gav
teir yvir í myrkurs ketur, at verða
goymdar framat dómi;
5 Og eirdi ikki hinum forna
heimi, men frelsti Nóah, hin áttanda
persón, ein rættvísis-boðara,
førandi inn flóðina omanyvir
heim hinna ógudiligu;
6 Og broytandi staðir Sodomu
og Go-mor´-rhu yvirí øsku, avdømdi
teir við eini hvølving, gerandi
teir til eitt fyridømi teimum
sum aftaná skuldu liva ógudiliga;
7 Og útfríaði rættvísa Lot, plágaður
við hin gravskitna levnað
hinna vondu:
8 (Tí hasin rættvísi maðurin,
búgvandi teirra millum, í hoyrn
og sjón, plágaði sína rættvísu sál
frá degi til dags við teirra ólógligu
gerðir;)
9 Harrin veit hvussu at útfría
hinar gudiligu burtur úr freistingum,
og at goyma hinar órættvísu
framat dómsdeginum at verða
revsaðar:
10 Men serliga teir sum ganga
eftir kjøtinum í óreinsku-girndini,
og vanvirða stjórn. Frekir teir
eru, eginviljaðir, teir firnast ikki
at tala ilt um tignir.
11 Hvar ið einglar, sum eru
størri í kraft og mátti, koma
ikki við spottandi ákæru ímóti
teimum framfyri Harran.
12 Men hesir, eins og náttúrlig,
vitleys djór, gjørd til at verða
tikin og oydd, tala ilt um tey
tingini sum teir skilja ikki; og
skulu fullkomiliga glatast í teirra
egnu spilling;
13 Og skulu móttaka órættvísis
endurgjald, sum teir sum telja tað
njóting at óryggjast á deginum.
Blettir teir eru og lýtir, válkandi
sær sjálvum við teirra egnu villleiðingum,
meðan teir veitslast
við tykkum;
14 Havandi eygu full av hordómi,
og sum kunnu ikki halda
uppat frá synd; tølandi óstøðugar
sálir: eitt hjarta teir hava vant
við havisjúkum gerðum; bølbiðin
børn:
15 Sum hava yvirgivið hin rætta
vegin, og eru farnir av leið, fylgjandi
vegi Bá´-laam-s Bo´-sor-s sonar,
sum elskaði órættvísis løn;
16 Men varð hartaður fyri sína
misgerð: hin málleysi asnin, talandi
við mansrødd, aftraði ørskapin
hjá prophetinum.
17 Hesir eru keldur uttan vatn,
skýggj sum verða rikin við einum
harðveðri; til hvørja myrkurs
disið er goymt um ævir.
18 Tí at tá ið teir tala mikil,
uppblásandi fáfongdar-orð, lokka
teir, gjøgnum girndir kjøtsins,
gjøgnum mikið teymaloysi, teir,
sum reint høvdu komist undan
teimum sum liva í villu.
19 Meðan teir lova teimum
frælsi, eru teir sjálvir tænararnir
hjá spilling: tí av hvørjum ein
maður verður yvirvunnin, av hinum
sama verður hann førdur í
trældóm.
20 Tí at um, eftir at teir
hava komist undan dálkingum
heimsins, gjøgnum kunnleikan
til Harrans og Frelsarans Jesu
Christs, teir verða aftur fløktir
harí, og yvirvunnir, hin seinni
endin verður verri hjá teimum
enn byrjanin.
21 Tí at tað hevði verið betri
fyri teir ikki at havt kent veg rættvísis,
enn, eftir at teir hava kent
hann, at venda frá hinum heilaga
boði teimum varð fingið.
22 Men tað er hent teimum
samsvarandi við hitt sanna orðtak,
Hundurin er vendur til egnu
spýggju sína aftur; og súgvin,
sum varð tvigin, til sína veltan í
móruni.


Walter Martin setur alt skák-mát, prosperity og JDS og alt hitt Guðsspottiliga svansið (spola fram til 33:10):

Onnur tíðindi