1) Hank Hanograph um hetta
2) Steve Myers um hetta
3) Gotquestions Ministries um hetta
4) Steve Humley um hetta (kemur)
5) Steve Humley um hetta (kemur)
Eg seti meg nú nærri inn í Enochs bók. Hoyri fólk tosa um hana í heilum. Eri vísur í, at hon er ikki skrivað av Enochi sjálvum; hon er ikki heilagt, innblást rit, og skal ikki takast sum Guðs orð. Stóli ikki longur uppá menn, sum vitna til Enochs bók. Apocryphurnar eru altso IKKI Guðs orð. Guð hevur givið okkum Bíbliuna, tær 66 bøkurnar í henni, sum sum so eru 63 (9x7), tí Kongabøkurnar, Krýnikubøkurnar og Sámuelsbøkurnar vóru upprunaliga heilar, men vórðu ávikavist deildar í tvey seinni. Við nærri eftirkanning sær man, at Enochs bók er full av mótsøgnum í mun til canónisku bøkurnar. Til dømis lýgur Enochs bók, at tað regnaði á jørðina áðrenn syndaflóðina, hon tosar um landslutin Dán, sum jú ikki varð til fyrren eftir Jácob, (Dán var sonur Jácobs), og so sigur hon, at syndin varð lærd monnum av onkrum falnum eingli, sum jú Bíblian IKKI lærir; Bíblian lærir heilt greitt, at hjarta mansins varð spilt og at ímyndanir hjarta hansara vóru illar áframhaldandi. At Judas siterar Enoch merkir bara, at Enoch í roynd og veru segði tey orðini, – og hava tey helst verðið munnliga avhandað niður ígjøgnum øldirnar, – men tað sigur tó IKKI, at øll bókin, sum tey kalla Enochs bók, er íblást. Ófatiliga nógvir vitna til Enochs bók í hesum døgum, t.d. Chuch Missler, Tom Horn, Christian J. Pinto og Sid Roth. Eg klippi altso slíkar útsagnir um Enochs bók av frá mær hervið og sigi: Chuck Missler out, Saw the horns off Tom, bið Christian pynta uppá reinari filmir, and tell Sid not to make God wroth. At kalla nakað fyri Guðs orð, sum ikki er Guðs orð, vil uttan iva føra inn villleiðing, opna fyri gudslærum av djevlum (UFO o.a.) og fremja fráfall frá Guðs sanna orði og Guðslæru. Alt hetta Nephilim tvætlið er fullkomiliga av sporinum, tí Jesus sigur sjálvur, at einglar giftast ikki, sum merkir, at teir ikki eru kynsligar verur, og tí ikki kunnu føra ættina víðari, teir hava jú einkið sáð. Hetta fáa teir alt samalt burtur úr EINUM VERSI í Bíbliuni, t.e. Genesis 6:4, .. og so “Enochs bók”. Gev mær kraft. Og so tolir man ikki Guðs orðs Guðslærur, men leitar uttanfyri, droymir um UFO, devlar og alt møguligt. Trúgvi, at hetta er soleiðis, ið villleiðingin kemur enntá inn ímillum Guðs fólk; altso, at man hyggur MEIR uppá hvat Satan ger og finnur uppá, enn hvat Guð so púra klárt sigur í sínum orði, – og so fer man sjálvur á glið, og rekur langt út í myrkur. Nei, haldi meg til Guðs orðs ljós. Ger tú so við, og kom við, ja, til himins, ikki í einum ufo, men lyftur upp av einum skýggi, júst sum Jesus.