Fyri mær er tað ÓTRÚLIGT, at tað skulu vera sokallaði trúgvandi fólk, sum skulu vera millum tey fyrstu, sum gera seg til almennar forsprákarar fyri, at halgidagslógin skal dagførast.
Fyri mær er tað púra greitt, at sleppur dagsins Guðleysa pakk har suðuri í Havnini framat at pilka við halgidagslógina, so skolast halgidagurin púra burtur, so sum longu er hent í grannalondunum rundan um okkum.
Tað mundi nokk vera tað, sum hasin anti-christusin meinti við, tá ið hann mælti til, at hon skuldi gerast meira nútíðarhóskandi.
Tað einasta, sum treingir til at dagførast í halgidagslógini, er at broyta orðið “hestavognur” til “bilur”, og “livandi blómur” til “buldrandi bátamotorar”; tí, sært tú: essensurin í núverandi halgidagslógini er heilagur; men hann, sum gjarna vildi sæð lógina gjørda nútíðarhóskandi, er ikki.
Tann, sum elskar Guðs lóg, kann bara ynskja eftir, at hennara støða má gerast enn tryggari, – ikki at hon skal gerast veikari, enn hvat hon longu er vorðin.
Hvíludagurin er ikki ímillum klokkan 11 og 12, og 17 og 18;
– hvíludagurin er sjálvandi ALLAN DAGIN. –
………………………………………………………………………………..
Stalin og Satan royndu at fjerna hvíludagin í hasum falna, anti-christiliga sovjettsamveldinum við tí úrsliti, at fólkið útlúgvaðist og gjørdist sjúkt. So broyttu teir hvíludagin til tíggjunda hvønn dag, – við sama úrsliti. GUÐ hevur givið okkum ta vælsignaðu forskrift, at vit eiga at hvíla ein dag í vikuni, og halga tann dagin til at søkja hann. TAÐ burdi Símun gandakallur vitað, virt og viljað vart við sínum munni yvirfyri øllum Føroya fólki. Men akk!.
Var Símun ein elskari av Guðs lóg, og vildi hann vart tað, at vit enn yvirhøvur halda hvíludag í Føroyum; so hevði hann verið SERA VARIN og sagt, at har eru ymis orð, sum mugu dagførast, so sum hestavognur o.a.; men, nei, maðurin tosar sum ein kavheiðin hatari av Guðs lóg, okkurt um at “halgidagslógin treingir til at gerast nútíðarhóskandi”. Jamen, nútíðin virðir allarhelst ikki halgidagin yvirhøvur!!!. Ein vakin trúgvandi veit, hvat eitts slíkt orðalag merkir: at man gjarna vildi sæð hana 75% skolaða burtur, og so tað sísta nosið vekk um eini 5-10 ár.
Hatta er fráfallið í dag.
Og so er tað enntá fólk, sum sigst vera trúgvandi, sum tosar fyri tí.
Tey gomlu, Guðsóttandi fólkini sita og øøøtast og grøøøtast!
Slíkt saltloysi er hvat man fær, tá ið PETRA, Stryper, Johnny Cash og U2 eru eins prophetar; ikki Móses, Ámos, Jóhannes Doyparin, Paulus og …
Jesus.
Blaka plátirnar í skrell, tín kloddi, og far og les tína Bíbil!
Vit eru ikki frelst til at vera lóg-leys.
Tað helt eg, tit vitstu niðri í Berøa.
ÓTRRRRÚLIGT FRÁFALL Í DAG.
Grøøøtiligt!.
VEND UM, Símun Jóhannesarson.
Skamma teg av, tín fráfalni, anti-christiligi, fíggindi av Guðs ævigu, heilagu lóg.
Vitsti ikki av, at tú vart ein marxist.
Eg verður tað so ikki.
Hetta fráfalna fólkið hópar at sær svikaprophetar.
Lat bara vera við at heilsa uppá meg, næstu ferð, tú sært meg.
16 Thus saith the Lord, Stand ye in the ways,
and see, and ask for the old paths, where is the good way,
and walk therein, and ye shall find rest for your souls.
But they said, We will not walk therein.
17 Also I set watchmen over you, saying,
Hearken to the sound of the trumpet.
But they said, We will not hearken.
( Jeremiah 6:16 KJB )
Hetta er eitt treiskt, mótræsið harkalið.
Helt annars, at tað bara var í Lívdini, at menn vóru vorðnir SO útvatnaðir.
Jamen, Sjúrður, nú elskar tú ikki tín bróður.
Hatta er eingin bróður.
Og at fleingja hatta av er kærleiki.
Nýggjar tíðir?
Ja, tykkara fráfall