Tá ið tað, sum fyrr var andaligur sangur, sum skuldi dýrðmeta Jesus, verður broytt til framførslu á konsertum, tá hevur man reist sær ein gullkálv í Jesu stað
Guðs elstar mugu ikki bakka út, men mylja gullkálvin, og so standa saman um at halda honum úti viðvarandi. Teirra uppgáva og ábyrgd er jú at stýra undir Guði, eftir hansara orði, – NEVERMIND hvat hatta syndiga harkaliðið vil hava. Gera teir elstu ikki tað rætta, má Guð so knúska bæði gullkálvin og teir sjálvar í smæsta pulvur!; – og má so hatta fólkið DREKKA pulvurið, inntil tey læra at óttast Guð og gera rætt.
Tá ið tey ungu sleppa at gera Guðs hús til eitt SIRKUS, tá eru ikki tey ábyrgdig; – teir elstu eru.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
<
div>
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
Hetta er andaligur sangur, sum er boðan í sangi (ikki kjøtligur, ger seg ikki upp, ikki fokus á sangaran) Odd Dubland syngur Jesus til tín:
Hetta er IKKI framførsla, ikki konsert, men boðan í sangi. Tá er tað Guði verdugt. ALT annað STINKAR!!!! Marit og Irene syngja Jesus til fólkið (tær eru ikki fokus)
Ein 90 ára gomul kvinna úr Veldres fekk eina sjón frá Gudi í 1968
Emanuel Minos helt møti, har hon búði. Og hon fekk høvi at greiða honum frá tí, hon hevði upplivað. Hann festi tað á blað, men helt tó, at tað tyktist so óskiljandi, at hann valdi at leggja tað í eina skuffu. Men nú, næstan 30 á seinni, hugdi hann at tí og skilti, at hesum mátti hann siga onkrum frá. Hetta er skrivað av eftir eini upptøku frá einum møti í Sunnmøre í 1995. Henda gamla kvinna var ein vakin sannorðað kristin, ið fekk gott ummæli frá øllum, sum kendu hana.
1. Eg sá heimin sum eitt slag av globus. Eg sá Evropa, land fyri land. Eg sá Norðurlond. Eg sá Noreg. Eg sá slíkt, sum fer at henda, áðrenn Jesus kemur aftur – beint áðrenn tann síðsta vanlukkan kemur yvir mannaættina; ein vanlukka, sum vit ikki áður hava kent makan til. Hon nevndi 4 bólkar. Beint áðrenn Jesus kemur, verður ein linni, sum vit ikki áður hava havt. Tað verður friður, og friðurin fer at vara í eina tíð. Í hesi friðartíð fara nógvar tjóðir at avvápna, eisini Noreg, og vit verða heldur ikki hesaferð fyrireikað, tá ið tað kemur. Triði veraldarbardagi fer at byrja á ein hátt, sum eingin hevði væntað – og frá óvæntaðum stað.
2. Hugburðurin millum tey kristnu fer at verða meira flógvur enn nakrantíð áður. Eitt fráfall frá sannari og livandi trúgv, og kristin fara ikki at verða opin fyri rannsakandi boðskapi. Tey fara ikki eins og áður at vilja hoyra um synd og náði, lóg, gleðiboðskap og heilaggering. Ístaðin kemur ein eftirgerð: Eydnukristindómur. Tað ræður um at hava framgongd: Materiellir hentleikar, ting, sum Gud aldri hevur lovað okkum á henda hátt. Kirkjur, bønhús og fríkirkjur fara at gerast alt meira t
ómar. Ístaðin fyri tann boðskap, vit eru von við gjøgnum fleiri ættarlið – sum t.d. at taka upp kross sín og fylgja Jesusi – fer undirhald, list og mentan at ráða, har sum vekingarmøtir áttu at verið. Hetta kemur at henda í stóran mun, beint áðrenn Jesus kemur – og vanlukkur koma yvir okkum, og fólk fara at verða sovandi í sínum anda.
3. Tað kemur ein tíð fylt við eini moralskari sundurmoltan, sum gamla Noreg ikki áður hevur upplivað. Fólk fara at liva sum gift, uttan at vera gift (hetta var í 1968, og eg trúgvi ikki, at hugtakið pappírleyst hjúnarlag var til tá, (E.M.). Óreinska áðrenn hjúnalag og ótrúskapur í hjúnalagi fara at vera tað vanliga, og á allan hátt verður borið í bøtuflaka fyri tí. Tað fer eisini at sníkja seg inn ímillum Christin, og vit geva eftir – eisini tá tað snýr seg um synd móti náttúruni. Beint áðrenn Jesus kemur aftur, fer sjónvarpið at verða fylt við harðskapi: Ein harðskapur so ræðuligur, at hann fer at læra fólk at drepa og oyðileggja hvønn annan, og tað verður vandamikið at ganga á gøtuni. Talið á sjónvarpsrásum verður stórt, eins og innan útvarpið. Morð og oyðilegging verða roknað sum undirhald og fara at breiða seg til alt samfelagið. Tey mest intimu tingini, sum hoyra hjúnarlagnum til, fara at verða fyri opnum skýggja. (Hetta var í 1968, og eg mótmælti við at vísa á, at vit høvdu lógir, sum forðaðu fyri slíkum, E.M.). Tá segði tann gamla konan: Tað kemur at henda, og tú fært at síggja tað. Alt tað, vit áður hava havt, verður brotið niður, og tað mest ósømiliga verður víst fyri eygum okkara.
4. Fólk úr fátøkum londum fara at koma í stórum tali til Evropu, (í 1968 høvdu vit ikki innflytarar, E.M.). Tey koma til Norðurlond og Noreg. Tey fara at gerast so nógv í tali, at fólk fara at venda sær ímóti teimum. Tey fara at verða viðfarin eins og jødarnir áðrenn kríggið. (Eg skilti hetta ikki tá og mótmælti, E.M.). Tá runnu tár av kinnum hennara. Eg fari ikki at síggja tað, men tú fert at síggja tað. Tá brádliga kemur Jesus aftur, og triðji verðaldarbardagi brestur á. Tað verður eitt stutt kríggj. Øll kríggj, eg áður havi upplivað, eru sum spæl samanborin við hetta, og at enda verða kjarnorkubumbur nýttar. Luftin verður dálkað, soleiðis at ein ikki kann anda hana. Tað fer at raka fleiri heimspartar: Amerika, Japan, Australia, tey ríku londini. Vatnið verður oyðilagt; jørðin kann ikki longur dyrkast. Úrslitið verður, at bert leivd verður eftir, og leivdin í teim ríku londunum fer at royna at flýggja til tey fátæku londini, men tey verða líka hørð ímóti okkum, sum vit vóru ímóti teimum. Eg eri so glað fyri, at eg ikki fari at síggja hetta, men tá hendan tíðin nærkast, mást tú taka mót til tín og siga frá hesum. Eg havi fingið hetta frá Guði. Einki av hesum stríðir ímóti Bíbliuni, sí Opb. 6 og frameftir. Men tann, sum hevur Jesus til Frelsara og Harra, er tryggur.