Tá ið nú alt í einum tað vísir seg, at tjúgu eru ímóti, einans fimm fyri, so vendir revurin í holuni

Hví eg ikki stóli uppá bisp, sjálvt um hann nú gevur í skin, at hann er vendur í holuni?
Tí eg veit hví hann noyðist at venda sær í holuni, (denn revur hann er).
Har er eitt sum eitur prestafelagið. Har, er mær sagt, er tað ótrúliga undur hent, at tað eru 20 prestar ímóti at víga sodomitar, og einans 5 fyri.
So revurin NOYÐIST at venda sær í holuni, og halda við fleirtalinum.
Soleiðis er religiøs-politikkur, skilji eg á lagnum: man ger tað sum loysir seg best.
Hevði tað verið umvent, so hevði revurin enn vent hinvegin; tað hevur hansara sleiska tunga fyri øllum landi víst.
Eitt er at venda sær í holuni: nakað annað er at hava vent um fult og heilt í hjartakúluni, og altíð tala reint og beint samsvarandi við umvending. Mátti tó bispur – og ALLIR prestarnir – komið hartil. So vóru teir allir prestar Guðs.
Annars eru vit mangir, sum ongantíð fóru á teologiskúla, men tó hava verið prestar (og kongar) í áravís.


 30  Og tíðirnar av hesi fákunnu læt Guð fara afturvið borðinum; men nú býður øllum monnum allar staðir at venda um:

 31  Av tí at hann hevur útpeikað ein dag, í hvørjum hann vil døma heimin í rættvísi við manni, hvønn hann hevur

fyriskipað; hvarum hann hevur givið øllum monnum fullvissu, í at hann hevur reist hann frá teimum deyðu.

(Gern. Áp. 17:30-31 FKJ)



Onnur tíðindi