Tá ið Guð lær



Hann, ið situr í himnunum, skal læa: Harrin skal halda teir fyri gjøldur.
(Psálmur 2:4 FKJ)

Guð kemur óivað at læa eftir mongum ið spottaðu og flentu eftir T’num í endanum á sagnorðum í øðrum persóni eintal, nútíð og tátíð, í Føroysku King James, og sum søgdu at hon tí ikki kundi brúkast. Soleiðis hevur hatta vælsignaða T’ið ta vælsignaðu virkni, at tað skilur tey sum elska og virða Guðs orð frá teimum sum ikki gera tað, men spotta og flenna, (og fara á GLS ístaðin). Hvat skuldu vit sitið í somu suppu til?

Tað merkið, sum maðurin, klæddur við líni, skuldu seta á tey sum suffaðu um misgerð Jerusalems, í Ezekiel 9:4, var hebraiski stavurin Tau, sum svarar til okkara T.

Eg beri Guðs T á enni mær.
Bert tú?

P.S. Eitt T er annars sum ein krossur.

Og HARRIN segði við hann, Far ígjøgnum miðjan staðin, ígjøgnum miðja Jerusalem, og set eitt merki uppá ennini á monnunum sum suffa og sum rópa fyri allar tær andstygdir sum verði gjørdar í miðjuni harav.
(Ezekiel 9:4 FKJ)

Ert tú ein av teim fáu ið suffa?
— Suffff!


T.D. Jakes er ein talari á GLS 2019.
Tað sigur mær nokk.
Men eg vitsti alt áðrenn.
Guð gav mær eygu.
Hevurt tú?

Onnur tíðindi