Tá ið Guð kann brúka EIN mann at skriva bøkur í Bíbliuni, so kann hann vissuliga brúka EIN mann at týða allan tekstin

… serliga tá ið grundarbeiðið er gjørt, og finst á nágreiniligasta nútíðarmáli ið til er, í báðum Testamentum.



…Eg skuldi siga har til síðst: á Enskum og á Føroyskum.

Sigur man, at Guðs orð er ALLAR bíbliur tilsamans, so hevur man ein sjálv-mótstríðandi myndugleika, sum í veruleikanum er EINGIN myndugleiki.

Nei, Guð hevur EINA Bók: KJB/FKJ. (Sum man ikki eingong vil nevna, tí at soleiðis er religiøs-politikkur nú einaferð).

Man tosar um “TAÐ GRIKSKA, TAÐ GRIKSKA, TAÐ GRIKSKA”, men hvønn Grikskan tekst meinar man við? Tosar man um Textus Receptus: er tað so teksturin hjá Erasmusi, ella hjá Stephanusi, ella hjá Beza? Tosar man um kritiska tekstin, er tað so Westcott & Hort, Tregelles, UBS, ella Nestle? (um so, hvørja útgávu av teimum 29 útgávunum av Nestle?)

Hesar spurningar er man ikki førur fyri at feysa. Í veruleikanum AVNOKTAR man, at tað grundleggjandi finnast TVEIR GRUNDLEGGJANDI YMISKIR Grikskir tekstir av Nýggja Testamenti: Annar Guðs reini varðveitti tekstur sum er Textus Receptus / King James Bíblian, hin er Satans perverteraði gnostiski tekstur úr Alexandriu; sum er í veruleikanum har man stendur. TÍ er man ikki førur fyri at feysa sannleikan.

Ikki at trúgva, at tað finst ein FULLKOMIN Bíblia á jørðini í dag, er ikki at trúgva at Guð hevur varðveitt sítt orð. Ein fullkomin Bíblia í himni gagnar okkum einkið!. Ein fullkomin Bíblia, bert á frummálinum, gagnar okkum palleba trúgvandi einkið!. Íblást upprunahandrit, sum ikki finnast í dag, eru ikki meira enn støv verd, tí tey finnast jú ikki!. Men, jú: Guð hevur víst varðveitt sítt orð, savnað tað, útgivið FULLKOMNAR útgávur av tí á Grikskum (Textus Receptus), og valt JÚST hvat og hvussu hann vildi hava tað týtt yvirá heimsmál endatíðarinnar, Enskt, í King James Bíbliuni, A.V. 1611. Guðs orð er King James: King James er Guðs orð. Fyri tað vil eg fegin líða alt spott og háð, og verða sæddur uppá sum luft, sum eitt sum ikki eingong er vert at nevna, í eygum mangra.

Onnur tíðindi