Syrgið við mær í tveir minuttir, við flaggi í húna hálvt

Lækkið flaggið niður í hálva stong, sláið tykkum fyri bróst og syrgið við mær í tveir minuttir yvir, at Gudiliga, heimagangandi húsfrúgvin er ruddað út í Føroyum; og at ordiligar, heimagangandi, undirgivnar ektakonur ikki finnast longur; og at allar konur nú einans hugsa um rættindi, sum av røttum tilhoyra manninum; og at tær ikki vilja hoyra talan um tey tingini, sum tilhoyra hennara Guð-givna lutverki: Heimið og børnini.

Syrgið mest av øllum við mær yvir, at sjálvt tey kristnu leggja ikki eitt petti í tilstandin, men dansa sjálv við í hasum Guðleysa, marxistiska, familju-fíggindarliga, gullkálvs-dansinum. Guðs orð verður sanniliga Guðsspottað.

Ja, eg sigi tykkum sannleikan, so sum Guðs orð sigur mær hann.

Kvinnudagur?
Sig heldur reyðsokkadagur; dagur endatíðarinnar tøldu Evu og Satans.

Hálva stong;
einmanssong;
—og giftiring við Guði, hans Anda, og hans æviga sannleiksorði, sum enn hevur rætt, og altíð sigur satt.

Kvinnurætt?
Ja, hon hevur allan rætt at fara íaftur kýsu, vera kýsk, og passa hús og børn.
Inntil tá, so kann vesturlendska heksin fáa herpis, doyggja út, og Teilendska frúgvin taka yvir, – for all I care!.

Stutt sorg,
gloym dorg;
—tí tøgn,
finst ikki øgn.


At vera hóvsamar, kýskar, passarar við hús, góðar, lýdnar fyri sínum egnu ektamonnum, at Guðs orð verði ikki Guðsspottað.
(Titus 2:4 FKJ)

Onnur tíðindi