Um synd, skuld, feilir, játtan og fyrigeving; loddrætt og vatnrætt, í King James Bíbliuni.
Og fyrigev okkum skuldir okkara, sum vit fyrigeva skuldnarum okkara.
( Matth. 6:12 FKJ )
Og fyrigev okkum syndir okkara; tí vit eisini fyrigeva hvørjum tí sum er skyldugur mót okkum.
( Luk. 11:4 FKJ )
Játtið feilir tykkara hvør fyri øðrum, og biðjið hvør fyri øðrum, at tit mega verða grøddir. Hin virknaðarsama inniliga bøn av rættvísum manni megnar mikið.
( Jácob. 5:16 FKJ )
Altso:
Mótvegis Guði: synd
Manna millum: skyld, feilir
Against thee, thee only, have I sinned, and done this evil in thy sight: that thou mightest be justified when thou speakest, and be clear when thou judgest.
( Psalm 51:4 KJB )
Skyldið ongum manni nakað, uttan at elska hvør annan: tí hann sum elskar annan hevur uppfylt lógina.
( Rom. 13:8 FKJ )
Tí tað er ein Guð, og ein millumgongumaður millum Guðs og manna, maðurin Christus Jesus;
( I. Tim. 2:5 FKJ )
23 Tessvegna um tú komi við gávu tíni til altarsins, og har minnirst til at bróður tín hevur okkurt ímóti tær;
24 Lat eftir gávu tína har frammi fyri altarinum, og far leið tína; fyrst verð samdur við bróður tín, og kom so og ofra gávu tína.
25 Semst við mótstøðumann tín skjótliga, meðan tú ert á veginum við honum; at ikki á nøkrum sinni mótstøðumaðurin gevi teg upp til dómarans, og dómarin gevi teg yvir til tænastumansins, og tú verði kastaður inn í fongsul.
( Matth. 5:23—25 FKJ )
Vei tykkum, tá ið allir menn skulu tala væl um tykkum! tí soleiðis gjørdu fedrar teirra við hinar følsku prophetar.
( Luk. 6:26 FKJ )
Ein mann sum er ein ranglærari eftir hina fyrstu og aðru ávaring avvís;
( Titus 3:10 FKJ )
Og orðastríðið varð so hvast teirra millum, at teir skildust sundur hvør frá øðrum: og so Barnabas tók Markus, og sigldi til Cýpros;
( Gern. Ap. 15:39 FKJ )
( Hvast orðastríð nýtist ikki at merkja at hatur, beiskleiki, ella fíggindskapur var til staðar. Hvør berjist ikki fyri tað, hann elskar? )
.. og bara at sita og hugsa um hvat man burdi havt gjørt, ja, hvat spyrst so burturúr?
(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)