Má Guð geva hasum sukurmunna-pinsunum í Føroyum sín sanna eld, so teir gevast at standa og blabra og blása sápubløðrur við krossaðum beinum, men heldur fara út og tala skillig orð, monnum til frelsu. Men so mugu teir fyrst blaka fals-brøðurnar út, og tá er allarhelst bert ein ørlítil stumpur eftir.
Suff!
Havið salt í tykkum sjálvum.
Sukur er ringt fyri tenninar, og ger teg harafturat feitan og latan og sjúkan: sukursjúkan.
Salt varðveitir lív; men svíðir í kjøtinum, … hjá teimum, sum eru í kjøtinum, og ganga eftir kjøtinum. Ikki soleiðis hjá teimum, sum eru í andanum. Tey elska salt. Og tola tað.
Far og legg teg í salt í einar tveir mánaðir, far!