KAPITUL 1
Byrjanin av gleðiboðskapi Jesu Christs, Sonar Guðs;
2 Eins og skrivað stendur í prophetunum, Sí, eg sendi mítt sendiboð undan tínum andliti, sum skal tilreiða tín veg undan tær.
3 Røddin á einum sum rópar í oyðuni, Tilreiðið veg Harrans, gerið gøtur hansara beinar.
4 Jóhannes doypti í oyðuni, og prædikaði umvendingardópin til eftirgeving syndanna.
5 Og tað fóru út til hansara alt Judæu land, og tey úr Jerusalem, og vórðu øll doypt av honum í Jordans ánni, játtandi syndir sínar.
6 Og Jóhannes var klæddur við kamelhári, og við gyrðli av einum skinni um lendar sínar; og hann át grashoppur og villan hunang;
7 Og prædikaði, og segði, Tað kemur ein, sum er mektigari enn eg, eftir meg, tvongina á hvørs skóm eg eri ikki verdur at boyggja meg niður og loysa upp.
8 Eg víst havi doypt tykkum við vatni: men hann skal doypa tykkum við Halga Andanum.
9 Og tað hendi í teimum døgum, at Jesus kom úr Nazareth í Galileu, og varð doyptur av Jóhannesi í Jordan.
10 Og beinanvegin, tá ið hann kom upp úr vatninum, sá hann himnarnar upplatnar, og Andan eins og dúgvu stíga niður á hann:
11 Og tað kom rødd av himni, ið segði, Tú ert mín elskaði Sonur, í hvørjum eg eri væl toknaður.
12 Og við tað sama drívur Andin hann í oyðuna.
13 Og hann var har í oyðuni í fjøruti dagar, freistaður av Sátan; og var hjá villdjórunum; og einglarnir tæntu fyri honum.
14 Men eftir at Jóhannes var koyrdur í fongsul, kom Jesus til Galileu, og prædikaði gleðiboðskap kongadømis Guðs,
15 Og segði, Tíðin er uppfylt, og kongadømi Guðs er við hondina: vendið um, og trúgvið gleðiboðskapinum.
16 Men sum hann gekk við Galileu sjógvin, sá hann Símun og Andreas, bróður hansara, kasta eitt garn í sjógvin: tí at teir vóru fiskimenn.
17 Og Jesus segði við teir, Komið aftaná mær, og eg vil fáa tykkum at verða mannafiskarar.
18 Og beinanvegin yvirgóvu teir gørnini, og fylgdu honum.
19 Og tá ið hann hevði gingið eitt sindur longur haðani, sá hann Jákup — son Zebedeeusar, og Jóhannes — bróður hansara, sum eisini vóru í bátinum, og bøttu síni gørn.
20 Og beinanvegin kallaði hann teir: og teir eftirlótu Zebedeeus, faðir sín, í bátinum, við teimum leigaðu tænarunum, og fóru aftaná honum.
21 Og teir fóru inn í Capernaum; og beinanvegin á sabbatsdegnum fór hann inn í sýnagoguna, og frálærdi.
22 Og teir vórðu ovfarnir yvir hansara doktrinu: tí hann lærdi teir sum ein ið hevði myndugleika, og ikki sum hinir skriftlærdu.
23 Og í teirra sýnagogu var tað ein maður við einum óreinum anda; og hann rópaði út,
24 Og segði, Lat okkum vera; hvat hava vit at gera við teg, tú Jesus úr Nazareth? ert tú komin at oyðileggja okkum? eg kenni teg hvør tú ert, Hin Heilagi Guðs.
25 Og Jesus hartaði hann, og segði, Halt friði tínum, og kom út úr honum.
26 Og tá ið óreini andin hevði skrætt í hann, og rópað við harðari rødd, kom hann út úr honum.
27 Og tey vórðu øll ovfarin, so mikið at tey spurdust ámillum sín, og søgdu, Hvat ting er hetta? hvør nýggj doktrina er hendan? tí við myndugleika býður hann sjálvt teimum óreinu andunum, og teir akta hann.
28 Og alt fyri eitt spreiddist hansara giti umkring út um alt umráðið runt um Galileu.
29 Og við tað sama, tá ið teir vóru komnir út úr sýnagoguni, fóru teir inn í húsið hjá Símuni og Andreasi, við Jákupi og Jóhannesi.
30 Men móðir konu Símunar lá sjúk av hitasótt, og straks siga teir honum frá um hana.
31 Og hann kom og tók í hondina á henni, og lyfti hana upp; og alt fyri eitt fór hitasóttin frá henni, og hon tænti fyri teimum.
32 Og um kvøldið, tá ið sólin setti, førdu tey til hansara øll ið vóru sjúkufongd, og tey sum vóru heltikin við djevlum.
33 Og allur staðurin var savnaður saman við dyrnar.
34 Og hann grøddi mong ið vóru sjúk av ymsum sjúkdómum, og kastaði út mangar djevlar; og loyvdi ikki djevlunum at tala, tí at teir kendu hann.
35 Og um morgunin fór hann upp eina góða stund fyri dag, fór út, og fór burtur á eitt avsíðis stað, og har bað.
36 Og Símun, og teir sum vóru við honum, fylgdu aftaná honum.
37 Og tá ið teir høvdu funnið hann, søgdu teir við hann, Allir menn søkja eftir tær.
38 Og hann segði við teir, Latum okkum fara inn í næstu býirnar, at eg má prædika har eisini: tí tessvegna kom eg fram.
39 Og hann prædikaði í sýnagogum teirra út um alla Galileu, og kastaði út djevlar.
40 Og har kom ein spitalskur til hansara, bønaði hann, og knelaði niður fyri honum, og segði við hann, Um tú vilt, sokanst tú gera meg reinan.
41 Og rørdur við várkunn, rætti Jesus fram sína hond, og nam við hann, og sigur við hann, Eg vil; vert tú reinur.
42 Og so skjótt sum hann hevði talað, við tað sama fór spitalskusjúkan frá honum, og hann varð reinsaður.
43 Og strangliga álegði hann honum, og sendi hann við tað sama avstað;
44 Og sigur við hann, Síggj til at tú einkið sigi við nakran mann: men far tín veg, sýn teg fyri prestinum, og ofra fyri tína reinsan tey tingini sum Móses beyð, teimum til vitnisburðar.
45 Men hann fór út, og tók at kunngera tað mikið, og at spreiða sakina útum, so mikið at Jesus kundi ikki meira opinlýsliga fara inn í staðin, men var fyri uttan á oyðistøðum: og tey komu til hansara frá hvørjum heraðshorni.
KAPITUL 2
Og aftur fór hann inn í Capernaum, eftir nakrar dagar; og tað ljóðaðist at hann var í húsinum.
2 Og beinanvegin vóru mong savnað saman, so mikið at tað var einkið pláss at taka ímóti teimum, nei, ikki so mikið sum við dyrnar: og hann prædikaði teimum orðið.
3 Og teir koma til hansara, og høvdu við sær ein sjúkan av lamninginum, sum varð borin av fýra.
4 Og tá ið teir ikki kundu koma nær honum fyri troðkanini, dekkaðu teir tekjuna av, har hann var: og tá ið teir høvdu brotið hana upp, sigu teir niður seingina sum hin sjúki av lamninginum lá í.
5 Tá ið Jesus sá teirra trúgv, segði hann við hin sjúka av lamninginum, Sonur, tínar syndir veri tær fyrigivnar.
6 Men tað sótu ávísir av teimum skriftlærdu har, og grundaðu í sínum hjørtum,
7 Hví talar hesin maður soleiðis gudsspottanir? hvør kann fyrigeva syndir, uttan Guð eina?
8 Og við tað sama tá ið Jesus varnaðist í sínum anda, at teir soleiðis grundaðu innan í sær, segði hann við teir, Hví grunda tit hesar lutir í hjørtum tykkara?
9 Hvørt er tað lættari at siga við hin sjúka av lamninginum, Tínar syndir veri tær fyrigivnar; ella at siga, Reis teg, og tak upp song tína, og gakk?
10 Men at tit mega vita, at Menniskjusonurin hevur vald á jørð at fyrigeva syndir, (tá sigur hann við hin sjúka av lamninginum,)
11 Eg sigi tær, Reis teg, og tak upp song tína, og far tín veg til hús títt.
12 Og í stundini reistist hann, tók upp seingina, og fór út frammi fyri teimum øllum; so mikið at tey vórðu øll ovfarin, dýrðmettu Guð, og søgdu, Vit sóu tað aldri á hetta snið.
13 Og hann fór fram aftur við sjóvarmálan; og øll mannfjøldin leitaði til hansara, og hann lærdi tey.
14 Og sum hann fór framvið, sá hann Levi, son Alphæusar, sita við tollheintubúðina, og segði við hann, Fylg mær. Og hann reistist og fylgdi honum.
15 Og tað bar á, at sum Jesus sat til matar í húsi hansara, sótu nógvir tollarar og syndarar eisini saman við Jesusi og lærusveinum hansara: tí har vóru mangir, og teir fylgdu honum.
16 Og tá ið teir skriftlærdu og Phariseararnir sóu hann eta við tollarum og syndarum, søgdu teir við hansara lærusveinar, Hvussu er tað at hann etur og drekkur við tollarum og syndarum?
17 Tá ið Jesus hoyrdi tað, sigur hann við teir, Teir, sum eru heilir, hava ongan tørv á læknanum, men teir, sum eru sjúkir: Eg kom ikki at kalla teir rættvísu, men syndarar til umvendingar.
18 Og lærusveinar Jóhannesar og Pharisearanna plagdu at fasta: og teir koma og siga við hann, Hví fasta lærusveinar Jóhannesar og Pharisearanna, men tínir lærusveinar fasta ikki?
19 Og Jesus segði við teir, Kunnu brúðarkamarsbørnini fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum? so leingi sum tey hava brúðgómin hjá sær, kunnu tey ikki fasta.
20 Men teir dagar fara at koma, tá ið brúðgómurin verður tikin burtur frá teimum, og tá skulu tey fasta í teimum døgum.
21 Eisini seymar eingin maður eitt stykki av nýggjum toyi á eitt gamalt klæði: annars tekur tað nýggja stykkið, sum fylti tað upp, burtur úr tí gamla, og skræðingin verður gjørd verri.
22 Og eingin maður koyrir nýtt vín í gamlar kíkar: annars brestur tað nýggja vínið kíkarnar, og vínið stoytist, og kíkarnir munnu skemmast: men nýtt vín má koyrast í nýggjar kíkar.
23 Og tað bar á, at hann fór ígjøgnum korn akrarnar á sabbatsdegnum; og hansara lærusveinar byrjaðu, sum teir ferðaðust, at slíta kornøks.
24 Og Phariseararnir søgdu við hann, Sí, hví gera teir á sabbatsdegnum tað sum ikki er lógligt?
25 Og hann segði við teir, Hava tit aldri lisið hvat Dávid gjørdi, tá ið hann hevði tørv, og var ein hungraður, hann, og teir sum við honum vóru?
26 Hvussu hann fór inn í Guðs hús á døgum Ábjathars høvuðsprests, og át sýnisbreyðini, sum ikki er lógligt at eta uttan hjá prestunum, og gav eisini teimum ið við sær vóru?
27 Og hann segði við teir, Sabbaturin varð gjørdur fyri mannin, og ikki maðurin fyri sabbatin:
28 Tí er Menniskjusonurin Harri, eisini av sabbatinum.
KAPITUL 3
Og hann fór aftur inn í sýnagoguna; og ein maður var har, sum hevði eina visnaða hond.
2 Og teir eygleiddu hann, hvørt hann vildi grøða hann á sabbatsdegnum; at teir máttu ákært hann.
3 Og hann sigur við mannin sum hevði ta visnaðu hondina, Stíg fram.
4 Og hann sigur við teir, Er tað lógligt at gera gott á sabbatsdøgunum, ella at gera ilt? at frelsa lív, ella at drepa? Men teir hildu friði sínum.
5 Og tá ið hann hevði litið runt íkring at teim við vreiði, verandi harmur fyri harðleikan av teirra hjørtum, sigur hann við mannin, Strekk fram tína hond. Og hann strekti hana út: og hansara hond varð gjørd aftur heil, eins og hin.
6 Og Phariseararnir fóru út, og hildu beinanvegin ráð saman við Heródiarunum ímóti honum, hvussu teir kundu oytt hann.
7 Men Jesus hevði seg undan við sínum lærusveinum til sjógvin: og ein mikil mannfjøld úr Galileu fylgdi honum, og úr Judæu,
8 Og úr Jerusalem, og úr Idumæu, og frá handanfyri Jordan; og tey kring Týrus og Sidon, ein mikil mannfjøld, tá ið tey høvdu hoyrt hvørjar miklar lutir hann gjørdi, komu til hansara.
9 Og hann talaði til sínar lærusveinar, at ein lítil bátur skuldi bíða eftir honum vegna mannfjøldina, at ikki tey skuldu treingja hann.
10 Tí hann hevði grøtt mong; so mikið at tey troðkaðust yvir hann, fyri at nema við hann, so mong sum høvdu plágur.
11 Og óreinir andar, tá ið teir sóu hann, fullu niður frammi fyri honum, og róptu, og søgdu, Tú ert Sonur Guðs.
12 Og strangligani álegði hann teimum, at teir skuldu ikki gera hann kunnan.
13 Og hann fer niðan á eitt fjall, og kallar til sín hvønn hann vildi: og teir komu til hansara.
14 Og hann innsetti tólv, at teir skuldu vera við honum, og at hann kundi senda teir út at prædika,
15 Og at hava vald til at grøða sjúkdómar, og at kasta út djevlar:
16 Og Símun tilnevndi hann Pætur;
17 Og Jákup, son Zebedeeusar; og Jóhannes, bróður Jákups; og hann tilnevndi teir Boanerges, sum er, Torusynirnir:
18 Og Andreas; og Philippus; og Bartholomæus; og Matthæus; og Tummas; og Jákup, son Alphæusar; og Thaddæus; og Símun Cánaanitan;
19 Og Judas Iscarjot, sum eisini sveik hann: og teir fóru inn í eini hús.
20 Og mannamúgvan kemur saman aftur, so at teir kundu ikki so mikið sum eta breyð.
21 Og tá ið hansara vinir hoyrdu um tað, fóru teir út at leggja hald á hann: tí at tey søgdu, Hann er frá sær sjálvum.
22 ¶ Og hinir skriftlærdu, sum komu oman frá Jerusalem, søgdu, Hann hevur Beelzebub, og við djevlanna prinsi kastar hann út djevlar.
23 Og hann kallaði teir til sín, og segði við teir í dømisøgum, Hvussu kann Sátan kasta út Sátan?
24 Og um eitt kongadømi veri sundurbýtt ímóti sær sjálvum, tá kann tað kongadømið ikki standast.
25 Og um eitt hús veri sundurbýtt ímóti sær sjálvum, tá kann tað húsið ikki standast.
26 Og um Sátan rísi upp ímóti sær sjálvum, og veri sundurbýttur, tá kann hann ikki standast, men fær ein enda.
27 Eingin kann fara inn í húsið hjá einum sterkum manni, og ræna ognir hansara, uttan hann fyrst bindi hin sterka mannin; og tá vil hann ræna hús hansara.
28 Sanniliga sigi eg tykkum, Allar syndir skulu verða mannasonunum fyrigivnar, og gudsspottanir hvarvið sumhelst teir munnu gudsspotta:
29 Men hann, ið gudsspottar ímóti Halga Andanum, fær aldri fyrigeving, men er í vanda fyri ævigari heldøming:
30 Av tí at teir søgdu, Hann hevur ein óreinan anda.
31 ¶ Har komu tá brøður hansara og móðir hansara, sum stóðu fyri uttan, og sendu til hansara, og rópaðu hann.
32 Og mannamúgvan sat íkring hann, og tey søgdu við hann, Sí, móðir tín og brøður tínir uttanfyri søkja eftir tær.
33 Og hann svaraði teimum, og segði, Hvør er móðir mín, ella brøður mínir?
34 Og hann hugdi runt íkring á tey sum sótu um hann, og segði, Sí móður mína og brøður mínar!
35 Tí hvørsumhelst ið ger vilja Guðs, hin sami er bróðir mín, og systir mín, og móðir.
KAPITUL 4
Og hann fór aftur undir at frálæra við sævarmálan: og tað var savnað at honum ein mikil mannfjøld, so at hann fór í ein bát, og sat í sjógvinum; og øll mannfjøldin var við sjógvin á landinum.
2 Og hann lærdi tey mong ting við dømisøgum, og segði við tey í síni doktrinu,
3 Lýðið á; Sí, tað fór út ein sáðmaður at sáa:
4 Og tað bar á, sum hann sáaði, at sumt fell við vegkantin, og fuglarnir í luftini komu og gloyptu tað upp.
5 Og sumt fell á grýtuta jørð, har tað ikki hevði nógva mold; og alt fyri eitt spratt tað upp, av tí at tað onga dýpd av mold hevði:
6 Men tá ið sólin var uppi, varð tað avsviðið; og, av tí at tað onga rót hevði, so følnaði tað burtur.
7 Og sumt fell millum tornir, og tornirnir vuksu upp, og køvdu tað, og tað veitti onga frukt.
8 Og annað fell á góða jørð, og veitti frukt, ið spratt upp og vaks; og bar fram, sumt tríati, og sumt seksti, og sumt hundrað.
9 Og hann segði við tey, Hann ið hevur oyru at hoyra, hann hoyri.
10 Og tá ið hann var einsamallur, spurdu teir, sum vóru um hann, við teimum tólv, hann um dømisøguna.
11 Og hann segði við teir, Tykkum er tað givið at kenna loyndardóm kongadømis Guðs: men teimum, sum eru uttanfyri, verða øll hesi tingini gjørd í dømisøgum:
12 At síggjandi tey mega síggja, og ikki varnast; og hoyrandi tey mega hoyra, og ikki skilja; at ikki til nakra tíð tey skuldu verðið umvend, og teirra syndir skuldu verðið teimum fyrigivnar.
13 Og hann segði við teir, Skyna tit ikki hesa dømisøgu? og hvussu skulu tit tá skyna allar dømisøgur?
14 ¶ Sáðmaðurin sáar orðið.
15 Og hesi eru tey við vegkantin, har orðið verður sáað; men tá ið tey hava hoyrt, kemur Sátan alt fyri eitt, og tekur burtur orðið sum varð sáað í teirra hjørtu.
16 Og hesi eru somuleiðis tey sum verða sáaði á grýtuta jørð; sum, tá ið tey hava hoyrt orðið, alt fyri eitt taka við tí við gleði;
17 Og hava onga rót í sær, og so halda út bert í eina tíð: síðan, tá ið líðing ella atsókn rísur upp fyri orðsins skuld, fáa tey meinboga alt fyri eitt.
18 Og hesi eru tey sum verða sáaði millum tornir; slík sum hoyra orðið,
19 Og stúranirnar av hesum heimi, og svikaligsemin av ríkidømum, og girndirnar eftir øðrum tingum, ið fara inn, køva orðið, og tað verður ófruktsamt.
20 Og hesi eru tey sum verða sáaði á góða jørð; slík sum hoyra orðið, og taka við tí, og bera fram frukt, summi tríatifalda, summi seksti, og summi hundrað.
21 ¶ Og hann segði við teir, Verður eitt kertaljós ført fram at verða sett undir eitt skeppumál, ella undir eina song? og ikki at verða sett í ein ljósastaka?
22 Tí at einkið er fjalt, sum ikki skal eyðsýnast; eiheldur varð nakað hildið loynt, uttan at tað skuldi koma út umkring.
23 Um onkur hevur oyru at hoyra, tá hoyri hann.
24 Og hann segði við teir, Gevið gætur hvat tit hoyra: við tí máli tit mála, skal tykkum verða mált: og tykkum, ið hoyra, skal meira verða givið.
25 Tí hann ið hevur, honum skal verða givið: og hann sum ikki hevur, frá honum skal verða tikið sjálvt tað sum hann hevur.
26 ¶ Og hann segði, Soleiðis er kongadømi Guðs, sum um ein maður skuldi kastað sáð í jørðina;
27 Og skuldi sovið, og risið nátt og dag, og sáðið skuldi sprottið og vaksið upp, hann veit ikki hvussu.
28 Tí jørðin ber fram frukt av sær sjálvari; fyrst nálina, síðan aksið, eftir tað tað fulla kornið í aksinum.
29 Men tá ið fruktin er borin fram, tá alt fyri eitt setur hann akurknívin til, tí at heystið er komið.
30 ¶ Og hann segði, Hvørjum skulu vit líkna kongadømi Guðs? ella við hvørjum samanburði skulu vit samanbera tað?
31 Tað er líka sum eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll sáðkornini sum veri seg á jørðini:
32 Men tá ið tað er sáað, veksur tað upp, og verður størri enn allar urtir, og skjýtur út miklar greinar; so at fuglarnir av luftini mega búleikast undir skugganum av tí.
33 Og við mongum slíkum dømisøgum talaði hann orðið til teirra, sum tey vóru før fyri at hoyra tað.
34 Men uttan dømisøgu talaði hann ikki til teirra: og tá ið teir vóru einsamallir, útlegði hann øll ting fyri sínum lærusveinum.
35 Og sama dagin, tá ið kvøldið var komið, sigur hann við teir, Latum okkum fara yvirum hinumegin.
36 Og tá ið teir høvdu sent mannfjøldina avstað, tóku teir hann heilt sum hann var inn í bátin. Og tað vóru eisini við honum aðrir lítlir bátar.
37 Og tað reis ein mikil stormur í vindi, og aldurnar brutu inn í bátin, so at hann nú var fullur.
38 Og hann var í tí aftara partinum av bátinum, sovandi á einum kodda: og teir vekja hann, og siga við hann, Meistari, leggurt tú ikki í at vit glatast?
39 Og hann reistist, og hartaði vindin, og segði við sjógvin, Friður, ver stillur. Og vindurin steðgaði, og tað varð blikalogn.
40 Og hann segði við teir, Hví eru tit so óttafullir? hvussu er tað at tit onga trúgv hava?
41 Og teir óttaðust avbera nógv, og søgdu hvør við annan, Hvørsháttar maður er hesin, at sjálvt vindurin og sjógvurin akta hann?
KAPITUL 5
Og teir komu yvirum hinumegin sjógvin, inn í landið hjá Gadarenunum.
2 Og tá ið hann var komin úr bátinum, møtti honum við tað sama úr grøvunum ein maður við einum óreinum anda,
3 Sum hevði sín bústað millum gravirnar; og eingin kundi binda hann, nei, ikki eingong við ketum:
4 Tí at hann hevði ofta verið bundin við fótjørnum og ketum, og keturnar høvdu verðið slitnar sundur av honum, og fótjørnini brotin í stykkir: eiheldur kundi nakar temja hann.
5 Og altíð, nátt og dag, var hann í fjøllunum, og í grøvunum, og geylaði, og skar seg við steinum.
6 Men tá ið hann sá Jesus langt burturifrá, rann hann og tilbað hann,
7 Og rópti við harðari rødd, og segði, Hvat havi eg at gera við teg, Jesus, tú Sonur hins hægsta Guðs? Eg eiðsvørji teg við Guð, at tú pínsli meg ei.
8 Tí hann segði við hann, Kom út úr manninum, tú óreini andi.
9 Og hann spurdi hann, Hvat er navn títt? Og hann svaraði, og segði, Mítt navn er Legión: tí at vit eru mangir.
10 Og hann bønaði hann nógv, at hann ikki vildi senda teir avstað úr landumráðnum.
11 Men har var, nær við fjøllini, eitt stórt svínafylgi á biti.
12 Og allir djevlarnir bønaðu hann, og søgdu, Send okkum í svínini, at vit mega fara inn í tey.
13 Og við tað sama gav Jesus teimum loyvi. Og teir óreinu andarnir fóru út, og fóru inn í svínini: og fylgið rann harðligani oman eitt bratt stað í sjógvin, (tey vóru um tvey túsund;) og kódnaðust í sjógvinum.
14 Og teir, sum føddu svínini, flýddu, og søgdu frá tí í staðinum, og úti á landinum. Og tey fóru út at síggja hvat tað var sum var gjørt.
15 Og tey koma til Jesus, og síggja hann ið var heltikin við djevlinum, og hevði legiónina, sitandi, og klæddan, og í sínum rætta sinni: og tey óttaðust.
16 Og teir, sum sóu tað, søgdu teimum hvussu tað viðfórst honum ið var heltikin við djevlinum, og eisini viðvíkjandi svínunum.
17 Og tey tóku at biðja hann fara burtur úr sínum breddum.
18 Og tá ið hann var komin í bátin, bað hann, sum hevði verið heltikin við djevlinum, hann, at hann mátti vera hjá honum.
19 Hvussu enn er, so loyvdi Jesus honum ikki, men sigur við hann, Far heim til tínar vinir, og sig teimum hvussu mikil ting Harrin hevur gjørt fyri teg, og hevur havt várkunn yvir teg.
20 Og hann fór avstað, og tók at kunngera í Decápolis hvussu mikil ting Jesus hevði gjørt fyri seg: og allir mennundraðust.
21 Og tá ið Jesus var farin yvirum hinumegin aftur við báti, savnaðist nógv fólk at honum: og hann var nær sjógvinum.
22 Og sí, har kemur ein av stjórnarunum av sýnagoguni, Jairus at navni; og tá ið hann sá hann, fell hann við føtur hansara,
23 Og bønaði hann nógv, og segði, Mín lítla dóttir liggur fyri deyðanum: Eg biði teg, kom og legg tínar hendur á hana, at hon má verða grødd; og hon skal liva.
24 Og Jesus fór við honum; og nógv fólk fylgdi honum, og trongdi hann.
25 Og ein ávís kvinna, sum hevði blóðgang í tólv ár,
26 Og hevði útstaðið mong ting av mongum læknum, og hevði brúkt alt tað hon hevði, og var einkið batnað, men heldur gjørdist verri,
27 Tá ið hon hevði hoyrt um Jesus, kom í troðkanum aftanfyri, og nam við hansara klæði.
28 Tí hon segði, Um eg má nema bara við hansara klæðir, skal eg verða heil.
29 Og beinanvegin varð hennara blóðkelda tornað upp; og hon kendi í sínum kroppi, at hon var grødd frá tí pláguni.
30 Og í stundini vitsti Jesus í sær sjálvum at magn var farið út úr sær, og vendi sær við í troðkanum, og segði, Hvør nam við míni klæðir?
31 Og hansara lærusveinar søgdu við hann, Tú sært mannfjøldina treingja teg, og sigurt tú, Hvør nam við meg?
32 Og hann hugdi runt umkring at síggja hana sum hevði gjørt hetta.
33 Men kvinnan, óttandi og piprandi, vitandi hvat var gjørt í sær, kom og fell niður frammi fyri honum, og segði honum allan sannleikan.
34 Og hann segði við hana, Dóttir, tín trúgv hevur gjørt teg heila; far í friði, og ver frísk frá tíni plágu.
35 Meðan hann enn talaði, komu frá húsinum hjá stjórnaranum av sýnagoguni ávísir sum søgdu, Dóttir tín er deyð: hví órógvart tú Meistaran longur?
36 So skjótt sum Jesus hoyrdi tað orðið sum varð talað, sigur hann við stjórnaran av sýnagoguni, Óttast ikki, trúgv eina.
37 Og hann loyvdi ongum at fylgja sær, uttan Pæturi; og Jákupi; og Jóhannesi, bróður Jákups.
38 Og hann kemur til hús stjórnarans av sýnagoguni, og sær hávan, og tey sum grótu og stórliga venaðust.
39 Og tá ið hann var komin inn, sigur hann við tey, Hví leika tit so í, og gráta? gentan er ikki deyð, men svevur.
40 Og tey læðu hann í háð. Men tá ið hann hevði sent tey øll út, tekur hann faðirin og móðrina at gentuni, og teir sum við honum vóru, og fer inn har sum gentan lá.
41 Og hann tók í hondina á gentuni, og segði við hana, Talitha kumi; sum er, tá ið tað er týtt, Genta, eg sigi tær, reis teg.
42 Og beinanvegin reistist gentan, og gekk; tí hon var tólv ára gomul. Og tey vórðu ovfarin við miklum ovfarni.
43 Og hann álegði teimum strangligani, at eingin skuldi vita tað; og beyð at okkurt skuldi gevast henni at eta.
KAPITUL 6
Og hann fór út haðani, og kom inn í sítt egna land; og hansara lærusveinar fylgja honum.
2 Og tá ið sabbatsdagurin var komin, fór hann undir at frálæra í sýnagoguni: og mong, ið hoyrdu hann, vórðu bilsin, ogsøgdu, Hvaðani hevur hesin maður hesi ting? og hvør vísdómur er hetta sum honum er givin, at enntá slík mektig verk verða virkaði av hansara hondum?
3 Er ikki hetta træsmiðurin, sonur Mariu, bróðir Jákups, og Jósesar, og Juda, og Símunar? og eru ikki hansara systrar her hjá okkum? Og tey tóku sær meinboga av honum.
4 Men Jesus segði við tey, Ein prophetur er ikki uttan heiður, uttan í sínum egna landi, og millum sítt egna skyldfólk, og í sínum egna húsi.
5 Og har kundi hann ikki gera nakað mektugt verk, uttan at hann legði sínar hendur á nøkur fá sjúk fólk, og grøddi tey.
6 Og hann undraðist vegna teirra vantrúgv. Og hann fór runt um bygdirnar, og frálærdi.
7 ¶ Og hann kallaði til sín teir tólv, og fór undir at senda teir út sum tveir og tveir; og gav teim makt yvir óreinum andum;
8 Og beyð teimum, at teir skuldu einkið taka til sína ferð, uttan bara stav; ongan pjøka, einkið breyð, ongan pening í sín pung:
9 Men vera skøddir við sandalum; og ikki fara í tveir kyrtlar.
10 Og hann segði við teir, Í hvørjum staði sumhelst tit fara inn í eitt hús, har verðið verandi til tit fara avstað frá tí staði.
11 Og hvørsumhelst ið tekur ikki ímóti tykkum, ella hoyrir tykkum, tá ið tit fara avstað haðani, tá ristið støvið av undan tykkara fótum til vitnisburðar ímóti teimum. Sanniliga sigi eg tykkum, Tað skal vera úthaldiligari hjá Sodomu og Gomorrhu á dómadegi, enn hjá tí staði.
12 Og teir fóru út, og prædikaðu at menn skuldu venda um.
13 Og teir kastaðu út mangar djevlar, og salvaðu við olju mong ið vóru sjúk, og grøddu tey.
14 Og Heródes kongur hoyrdi um hann; (tí hansara navn varð spreitt umkring:) og hann segði, At Jóhannes Doyparin var risin frá teimum deyðu, og tí sýna seg fram mektig verk í honum.
15 Aðrir søgdu, At tað er Elias. Og aðrir søgdu, At tað er ein prophetur, ella sum ein av prophetunum.
16 Men tá ið Heródes hoyrdi um tað, segði hann, Tað er Jóhannes, sum eg hálshøgdi: hann er risin frá teimum deyðu.
17 Tí Heródes sjálvur hevði sent út og lagt hald á Jóhannes, og bundið hann í fongsli fyri skuld Heródiasar, konu Philippusar, bróður síns: tí hann hevði gift seg við henni.
18 Tí Jóhannes hevði sagt við Heródes, Tað er tær ikki lógligt at hava konu bróður tíns.
19 Tí hevði Heródias nakað inni við hann, og vildi dripið hann; men hon kundi ikki:
20 Tí Heródes óttaðist Jóhannes, vitandi at hann var rættlátur maður og ein heilagur, og ansaði hann; og tá ið hann hoyrdi hann, gjørdi hann mong ting, og hoyrdi hann fegin.
21 Og tá ið ein lagaligur dagur var komin, at Heródes á sínum føðingardegi gjørdi ein kvøldverð fyri sínum aðalsmonnum, høgu herovastum, og hægst standandi av Galileu;
22 Og tá ið dóttir áður nevndu Heródiasar kom inn, og dansaði, og toknaðist Heródesi og teimum ið við honum sótu, segði kongur við gentuna, Umbið av mær hvatsumhelst tú vilt, og eg vil geva tær tað.
23 Og hann svór henni, Hvatsumhelst tú manst umbiðja av mær, eg vil geva tær tað, til helvtina av mínum kongadømi.
24 Og hon fór fram, og segði við móður sína, Hvat skal eg umbiðja? Og hon segði, Høvdið á Jóhannesi Doyparanum.
25 Og hon kom inn beinanvegin við skundi til kongs, og umbað, og segði, Eg vil at tú gevi mær við tað sama á einum fati høvdið á Jóhannesi Doyparanum.
26 Og kongur varð avbera syrgin; tó, fyri eið sín skuld, og fyri teirra sakir ið sótu við honum, vildi hann ikki avvísa hana.
27 Og í stundini sendi kongur ein avrættara, og beyð høvur hans at verða fingið: og hann fór og hálshøgdi hann í fongslinum,
28 Og førdi hans høvur á einum fati, og gav gentuni tað: og gentan gav móður síni tað.
29 Og tá ið hansara lærusveinar hoyrdu um tað, komu teir og tóku upp lík hansara, og løgdu tað í eina grøv.
30 Og ápostlarnir savnaðu seg saman at Jesusi, og søgdu honum øll ting, bæði hvat teir høvdu gjørt, og hvat teir høvdu frálært.
31 Og hann segði við teir, Komið tit sjálvir burturfrá inn á eitt oyðistað, og hvílið tykkum eina løtu: tí at mong komu og fóru, og teir høvdu onga frítíð so mikið sum at eta.
32 Og teir fóru burtur á eitt oyðistað við báti einsærisliga.
33 Og fólkið sá teir fara avstað, og mong kendu hann, og runnu til fóts hagar úr øllum staðum, og komu undan teimum, og komu saman at honum.
34 Og Jesus, tá ið hann kom út, sá nógv fólk, og varð rørdur við várkunn mótvegis teimum, tí at tey vóru sum seyðir sum ongan hirða hava: og hann fór undir at læra tey mangar lutir.
35 Og tá ið dagurin nú var langt umliðin, komu hansara lærusveinar at honum, og søgdu, Hetta er eitt oyðistað, og nú er tíðin langt liðin:
36 Send tey avstað, at tey mega fara inn í landið runt umkring, og inn í bygdirnar, og keypa sær breyð: tí at tey hava einkið at eta.
37 Hann svaraði og segði við teir, Gevið tit teimum at eta. Og teir siga við hann, Skulu vit fara og keypa tvey hundrað denara virði av breyði, og geva teimum at eta?
38 Hann sigur við teir, Hvussu mong breyð hava tit? farið og vitið. Og tá ið teir vitstu, siga teir, Fimm, og tveir fiskar.
39 Og hann beyð teimum at fáa øll at setast niður í flokkum á tað grøna grasið.
40 Og tey settust niður í raðum, við hundraðum, og við fimmtium.
41 Og tá ið hann hevði tikið tey fimm breyðini og teir báðar fiskarnar, hugdi hann upp til himins, og vælsignaði, og breyt breyðini, og gav sínum lærusveinum tey at seta frammanfyri teimum; og teir báðar fiskarnar deildi hann millum tey øll.
42 Og tey ótu øll, og vórðu mettað.
43 Og teir hentaðu upp tólv tægur fullar av molunum, og av fiskunum.
44 Og teir, sum ótu av breyðunum, vóru umleið fimm túsund menn.
45 Og beinanvegin noyddi hann sínar lærusveinar at fara í bátin, og at fara yvirum hinumegin undan til Bethsajdu, meðan hann sendi fólkið avstað.
46 Og tá ið hann hevði sent tey avstað, fór hann burtur á eitt fjall at biðja.
47 Og tá ið kvøld var komið, var báturin á miðjum sjógvinum, og hann einsamallur á landinum.
48 Og hann sá teir stríðast í róðuri; tí at vindurin var andstøðis teimum: og um fjórðu náttarvøku kemur hann til teirra, gangandi á sjógvinum, og hevði farið framvið teimum.
49 Men tá ið teir sóu hann ganga á sjógvinum, hildu teir at tað kundi verið ein andi, og róptu út:
50 Tí at teir sóu hann allir, og vórðu órógvaðir. Og í stundini talaði hann við teir, og sigur við teir, Verið við gott treyst: tað eri eg; óttist ikki.
51 Og hann fór upp til teirra í bátin; og vindurin steðgaði: og teir ógvaðust sára í sær sjálvum útum mát, og undraðust.
52 Tí at teir hugleiddu ikki kraftarverkið við breyðunum: tí teirra hjarta var hert.
53 Og tá ið teir vóru farnir yvirum, komu teir inn í Gennesarets land, og drógu til strandar.
54 Og tá ið teir vóru komnir úr bátinum, tá kendu tey hann beinanvegin,
55 Og runnu ígjøgnum alt tað umráðið runt íkring, og tóku at bera um í songum tey sum vóru sjúk, har tey hoyrdu hann var.
56 Og hvagarsumhelst hann fór inn, inn í bygdir, ella staðir, ella garð, har løgdu tey hini sjúku á gøturnar, og bønaðu hann at tey máttu nema, um tað so bara var við faldin á klæði hansara: og so mong, sum nomu við hann, vórðu gjørd heil.
KAPITUL 7
Tá komu saman til hansara Phariseararnir, og ávísir av teimum skriftlærdu, sum komu frá Jerusalem.
2 Og tá ið teir sóu summar av hansara lærusveinum eta breyð við óreinum, tað vil siga, við ótváaðum hondum, funnu teir feil.
3 Tí at Phariseararnir, og allir Jødarnir, uttan teir tvái sínar hendur ofta, so eta teir ikki, tí at teir halda sið hinna eldru.
4 Og tá ið teir koma av torginum, uttan teir tvái sær, so eta teir ikki. Og mong onnur ting tað veri seg sum teir hava tikið við at halda, so sum tváingina av bikørum, og grýtum, kopar íløtum, og av borðum.
5 Tá spurdu Phariseararnir og teir skriftlærdu hann, Hví ganga ikki tínir lærusveinar eftir siði teirra eldru, men eta breyð við ótváaðum hondum?
6 Hann svaraði og segði við teir, Væl hevur Esaias propheterað um tykkum hyklarar, sum skrivað stendur, Hetta fólk ærir meg við sínum vørrum, men teirra hjarta er fjart frá mær.
7 Men til fánýtis tilbiðja tey meg, tá ið tey frálæra fyri doktrinur boðini hjá monnum.
8 Tí at tit leggja til viks Guðs boð, og halda mannasið, so sum tváingina av grýtum og bikørum: og mong onnur tílík ting gera tit.
9 Og hann segði við teir, Fullvæl vraka tit Guðs boð, at tit mega halda tykkara egna sið.
10 Tí at Móses segði, Æra faðir tín og móður tína; og, Hvøriðso bølbiður faðir ella móður, hann doyggi deyðan:
11 Men tit siga, Um maður sigur til sín faðir ella móður, Tað er Corban, tað vil siga, ein gáva, við hvørjumsumhelst tú kundirt verðið gagnaður av mær; so skal hann vera fríur.
12 Og tit loyva honum ikki longur at gera okkurt fyri faðir sín ella móður sína;
13 Og gera Guðs orð av ongari virkni gjøgnum tykkara sið, sum tit hava avhandað: og mangar slíkar lutir gera tit.
14 ¶ Og tá ið hann hevði kallað alt fólkið til sín, segði hann við tey, Lýðið á meg hvør einstakur av tykkum, og skiljið:
15 Tað er einkið uttanífrá einum manni, sum, tá ið tað fer inn í hann, kann dálka hann: men tey tingini sum koma út úr honum, tey eru tey sum dálka mannin.
16 Um onkur hevur oyru at hoyra, tá hoyri hann.
17 Og tá ið hann var farin inn í húsið frá fólkinum, spurdu hansara lærusveinar hann viðvíkjandi dømisøguni.
18 Og hann sigur við teir, Eru tit eisini so uttan skil? Fata tit ikki, at hvatsumhelst ting ið uttanífrá fer inn í mannin, taðkann ikki dálka hann;
19 Tí at tað fer ikki inn í hjarta hansara, men inn í búkin, og fer út í frárenningina, og reinskar út allar matir?
20 Og hann segði, Tað, sum kemur út úr manninum, tað dálkar mannin.
21 Tí at innanífrá, út úr hjartanum hjá monnum, renna út illar hugsanir, horfremjanir, leysalevnaðir, myrðir,
22 Tjóvaríir, ágirnd, vondska, tølan, skammloysi, eitt ónt eyga, gudsspottan, hugmóð, fávitska:
23 Øll hesi illu tingini koma innanífrá, og dálka mannin.
24 ¶ Og haðani reis hann, og fór inn í landamørkini av Týrus og Sidon, og fór inn í eitt hús, og vildi hava ongan at vita tað: men hann kundi ei vera fjaldur.
25 Tí ein ávís kvinna, hvørs unga dóttir hevði ein óreinan anda, hoyrdi um hann, og kom og fell við hansara føtur:
26 Kvinnan var ein Grikkisk, ein Sýrofønikkisk av tjóð; og hon bønaði hann, at hann vildi kastað út djevulin úr síni dóttur.
27 Men Jesus segði við hana, Lat børnini fyrst verða mettað: tí at tað er ikki sømiligt at taka breyðið hjá børnunum, og at kasta hundunum tað.
28 Og hon svaraði og segði við hann, Ja, Harri: hundarnir undir borðinum tó eta av molunum hjá børnunum.
29 Og hann segði við hana, Fyri hesa framsøgn far tín veg; djevulin er farin út úr dóttur tíni.
30 Og tá ið hon var komin til hús sítt, fann hon djevulin farnan út, og sína dóttur lagsta á seingini.
31 ¶ Og hann fór avstað aftur úr umráðunum av Týrus og Sidon, og kom til Galileu sjógvin, ígjøgnum miðjuna av Decápolis umráðunum.
32 Og tey føra at honum ein ið var deyvur, og hevði eitt brek í talu síni; og tey bøna hann at leggja sína hond á hann.
33 Og hann tók hann til viks frá mannamúgvuni, og stakk sínar fingrar inn í oyru hansara, og hann spýtti, og nam við tungu hansara;
34 Og hann hugdi upp til himins, suffaði, og sigur við hann, Effatha, tað er, Verð opnað.
35 Og beinanvegin vórðu oyru hans upplatin, og hansara tunguband varð loyst, og hann talaði raðið.
36 Og hann álegði teimum, at tey skuldu ongum siga frá: men tess meira hann álegði teimum, so mikið meira ríkiligani kunngjørdu tey tað;
37 Og vóru út um mát bilsin, og søgdu, Hann hevur gjørt øll ting væl: hann fær bæði tey deyvu at hoyra, og tey málleysu at tala.
KAPITUL 8
Í teimum døgum, við tað at mannfjøldin var sera mikil, og hevði einkið at eta, kallaði Jesus sínar lærusveinar at sær,og sigur við teir,
2 Eg havi várkunn yvir mannfjøldina, tí at tey hava nú verið hjá mær í tríggjar dagar, og hava einkið at eta:
3 Og um eg sendi tey avstað fastandi til egnu hús síni, so vilja tey maktast eftir vegnum: tí at ymis teirra komu fjarvegisfrá.
4 Og hansara lærusveinar svaraðu honum, Hvaðani kann maður metta hesar menn við breyði her í oyðuni?
5 Og hann spurdi teir, Hvussu mong breyð hava tit? Og teir søgdu, Sjey.
6 Og hann beyð fólkinum at seta seg niður á jørðina: og hann tók tey sjey breyðini, og veitti tøkkir, og breyt, og gav sínum lærusveinum at seta frammanfyri teimum; og teir settu tey frammanfyri fólkinum.
7 Og teir høvdu nakrar fáar smáfiskar: og hann vælsignaði, og beyð at seta teir eisini frammanfyri teimum.
8 So tey ótu, og vórðu mettað: og teir tóku upp av brotna matinum, sum var eftir, sjey tægur.
9 Og teir, sum høvdu etið, vóru um fýra túsund: og hann sendi tey avstað.
10 ¶ Og beinanvegin fór hann í ein bát við lærusveinum sínum, og kom inn í partarnar av Dalmanútha.
11 Og Phariseararnir komu fram, og byrjaðu at spyrjast við hann, søkjandi av honum eitt tekin av himni, freistandi hann.
12 Og hann suffaði djúpt í sínum anda, og sigur, Hví søkir henda ætt eftir einum tekini? sanniliga sigi eg tykkum, Tað skal einkið tekin gevast hesi ætt.
13 Og hann fór frá teimum, fór aftur í bátin, og fór avstað yvirum hinumegin.
14 ¶ Men lærusveinarnir høvdu gloymt at tikið breyð, eiheldur høvdu teir í bátinum við sær meir enn eitt heilbreyð.
15 Og hann álegði teimum, og segði, Gevið gætur, verið varnir fyri súrdeiggi Pharisearanna, og fyri súrdeiggi Heródesar.
16 Og teir tingaðust sín ámillum, og søgdu, Tað er av tí at vit einkið breyð hava.
17 Og tá ið Jesus vitsti tað, sigur hann við teir, Hví tingast tit, av tí at tit einkið breyð hava? skyna tit ikki enn, eiheldur skilja? hava tit tykkara hjarta enn hert?
18 Havandi eygu, síggja tit ikki? og havandi oyru, hoyra tit ikki? og minnast tit ikki?
19 Tá ið eg breyt tey fimm breyðini millum fimm túsund, hvussu mangar tægur fullar av molum hentaðu tit upp? Teir siga við hann, Tólv.
20 Og tá ið tey sjey millum fýra túsund, hvussu mangar tægur fullar av molum hentaðu tit upp? Og teir søgdu, Sjey.
21 Og hann segði við teir, Hvussu er tað at tit ikki skilja?
22 ¶ Og hann kemur til Bethsajdu; og tey føra ein blindan mann til hansara, og bønaðu hann at nema við hann.
23 Og hann tók í hondina á tí blinda manninum, og leiddi hann út úr býnum; og tá ið hann hevði spýtt á eygu hansara, og lagt sínar hendur á hann, spurdi hann hann um hann sá okkurt.
24 Og hann hugdi upp, og segði, Eg síggi menn sum trø, gangandi.
25 Eftir tað legði hann sínar hendur aftur uppá eygu hansara, og fekk hann at hyggja upp: og hann varð endurbøttur, og sá hvønn mann klárliga.
26 Og hann sendi hann avstað til hús hansara, og segði, Hvørki far inn í býin, ella sig tað fyri nøkrum í býnum.
27 ¶ Og Jesus fór út, og hansara lærusveinar, inn í býirnar av Cæsareu Philippi: og á vegnum spurdi hann sínar lærusveinar, og segði við teir, Hvønn siga menn at eg eri?
28 Og teir svaraðu, Jóhannes Doyparin: men summir siga, Elias; og aðrir, Ein av prophetunum.
29 Og hann sigur við teir, Men hvør siga tit at eg eri? Og Pætur svarar og sigur við hann, Tú ert Christus.
30 Og hann álegði teimum, at teir ongum skuldu siga frá um hann.
31 Og hann tók at læra teir, at Menniskjusonurin má líða mong ting, og verða vrakaður av teimum elstu, og av fremstu prestunum, og skriftlærdu, og verða dripin, og eftir tríggjar dagar rísa aftur.
32 Og hann talaði ta framsøgn opinlýst. Og Pætur tók hann, og fór undir at harta hann.
33 Men tá ið hann hevði vent sær við og hugt á sínar lærusveinar, hartaði hann Pætur, og segði, Slepp tær afturum meg, Sátan: tí tú gáart ikki eftir tingunum ið veri av Guði, men eftir tingunum ið veri av monnum.
34 ¶ Og tá ið hann hevði kallað fólkið at sær við sínum lærusveinum eisini, segði hann við tey, Hvørsumhelst ið vil koma aftaná mær, hann avnokti sjálvan seg, og taki upp kross sín, og fylgi mær.
35 Tí at hvørsumhelst ið vil frelsa sítt lív, skal missa tað; men hvørsumhelst ið missir sítt lív fyri mína skyld og gleðiboðskaparins, hin sami skal frelsa tað.
36 Tí hvat man tað gagna manni, um hann vinnur heila heimin, og missir sína egnu sál?
37 Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sína sál?
38 Hvørsumhelst ið tí skammast við meg og við míni orð í hesi horfiknu og syndafullu slekt; hann skal eisini Menniskjusonurin skammast við, tá ið hann kemur í dýrd Faðirs síns við hinum heilagu einglum.
KAPITUL 9
Og hann segði við tey, Sanniliga sigi eg tykkum, At tað veri summi av teimum ið standa her, sum ikki munnu smakka av deyða, til tey hava sæð kongadømi Guðs komið við kraft.
2 ¶ Og eftir seks dagar tekur Jesus við sær Pætur, og Jákup, og Jóhannes, og leiðir teir niðan á eitt høgt fjall einsamallar fyri seg sjálvar: og hann varð ummyndaður frammi fyri teimum.
3 Og hansara klædnabúni varð skínandi, avbera hvítur sum snjó; soleiðis sum eingin reinsari á jørð kann bleikja tey.
4 Og tað birtust teimum Elias við Mósesi: og teir vóru í samtalu við Jesus.
5 Og Pætur tók til orða og segði við Jesus, Meistari, tað er gott hjá okkum at vera her: og lat okkum gera trý tabernakkul; tær eitt, og Mósesi eitt, og Eliasi eitt.
6 Tí hann vitsti ikki hvat sigast átti; tí at teir vóru sára ræddir.
7 Og har var eitt skýggj, ið skuggaði yvir teir: og ein rødd kom út úr skýnum, sum segði, Hetta er mín elskaði Sonur: hoyrið hann.
8 Og brádliga, tá ið teir høvdu hugt runt umkring, sóu teir ongan meira, uttan Jesus eina hjá teimum sjálvum.
9 Og sum teir komu oman av fjallinum, álegði hann teimum, at teir ongum skuldu siga frá hvørji ting teir høvdu sæð, til Menniskjusonurin var risin frá teimum deyðu.
10 Og teir goymdu ta framsøgnina hjá sær sjálvum, og spurdust hvør við øðrum, hvat rísingin frá teimum deyðu mundi merkja.
11 ¶ Og teir spurdu hann, og søgdu, Hví siga teir skriftlærdu, at Elias má fyrst koma?
12 Og hann svaraði og segði teimum, Elias sanniliga kemur fyrst, og endurbøtir øll ting; og hvussu tað stendur skrivað um Menniskjusonin, at hann má líða mangar lutir, og verða gjørdur til einkiðs.
13 Men eg sigi tykkum, At Elias er víst komin, og teir hava gjørt við hann hvatsumhelst teimum lysti, eins og skrivað stendur um hann.
14 ¶ Og tá ið hann kom til sínar lærusveinar, sá hann mikla mannamúgvu um teir, og hinar skriftlærdu spyrjandi við teir.
15 Og beinanvegin vórðu øll fólkini, tá ið tey sóu hann, stórliga bilsin, og runnu til hansara, og heilsaðu honum.
16 Og hann spurdi teir skriftlærdu, Hvat spyrjast tit við teir?
17 Og ein úr mannfjøldini svaraði og segði, Meistari, eg havi ført til tín son mín, sum hevur ein málleysan anda;
18 Og hvarsumhelst ið hann tekur hann, skræðir hann í hann: og hann skúmar, og gríslar við sínum tonnum, og kemur burtur í einkið: og eg talaði til lærusveinar tínar, at teir skuldu kasta hann út; og teir kundu ikki.
19 Hann svarar honum, og sigur, O trútóma slekt, hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum? hvussu leingi skal eg tola tykkum? leiðið hann til mín.
20 Og teir leiddu hann til hansara: og tá ið hann sá hann, skræddi andin í hann beinanvegin; og hann datt á jørðina, og veltist og skúmaði.
21 Og hann spurdi faðir hansara, Hvussu langt er tað síðani hetta kom til hansara? Og hann segði, Frá barni av.
22 Og mangan hevur hann kastað hann í eldin, og inn í vøtnini, at oyða hann: men um tú kanst gera nakað, tá hav várkunn yvir okkum, og hjálp okkum.
23 Jesus segði við hann, Um tú kanst trúgva, øll ting eru møgulig fyri honum sum trýr.
24 Og beinanvegin rópti barnsins faðir út, og segði við tárum, Harri, eg trúgvi; hjálp tú míni vantrúgv.
25 Tá ið Jesus sá at fólkið kom rennandi saman, hartaði hann tann ekla andan, og segði við hann, Tú málleysi andi og deyvi, eg áleggi tær, kom út úr honum, og far ikki meira inn í hann.
26 Og andin rópti, og skræddi sáran í hann, og kom út úr honum: og hann varð sum ein deyður; so mikið at mangir søgdu, Hann er deyður.
27 Men Jesus tók í hondina á honum, og lyfti hann upp; og hann reistist.
28 Og tá ið hann var komin inn í húsið, spurdu hansara lærusveinar hann einsærisligani, Hví kundu vit ikki kasta hann út?
29 Og hann segði við teir, Hetta slagið kann koma út við ongum, uttan við bøn og føstu.
30 ¶ Og teir fóru avstað haðani, og fóru ígjøgnum Galileu; og hann vildi ikki at nakar skuldi vita tað.
31 Tí hann lærdi sínar lærusveinar, og segði við teir, Menniskjusonurin verður givin upp í mannahendur, og teir skulu drepa hann; og eftir at hann er dripin, skal hann rísa triðja dag.
32 Men teir skiltu ikki ta framsøgnina, og vóru ræddir at spyrja hann.
33 ¶ Og hann kom til Capernaum: og tá ið hann var inni í húsinum, spurdi hann teir, Hvat var tað sum tit umrøddu tykkara millum eftir vegnum?
34 Men teir hildu friði sínum: tí eftir vegnum høvdu teir umrøtt sín ámillum, hvør mundi vera hin størsti.
35 Og hann settist niður, og kallaði teir tólv, og sigur við teir, Um onkur tráar at vera fyrstur, tá skal hann vera síðstur av øllum, og tænari hjá øllum.
36 Og hann tók eitt barn, og setti hann í miðju teirra: og tá ið hann hevði tikið hann í armar sínar, segði hann við teir,
37 Hvørsumhelst ið tekur ímóti einum av slíkum børnum í navni mínum, tekur ímóti mær: og hvørsumhelst ið tekur ímóti mær, tekur ikki ímóti mær, men honum ið sendi meg.
38 ¶ Og Jóhannes svaraði honum, og segði, Meistari, vit sóu ein kasta út djevlar í tínum navni, og hann fylgir ikki okkum: og vit sýttu honum, av tí at hann ikki fylgir okkum.
39 Men Jesus segði, Sýtið honum ikki: tí at tað er eingin ið ger eitt kraftarverk í mínum navni, sum kann lættliga tala ilt um meg.
40 Tí at hann sum ikki er ímóti okkum, er í okkara parti.
41 Tí hvørsumhelst ið gevur tykkum eitt bikar av vatni at drekka í mínum navni, av tí at tit hoyra Christi til, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal ikki missa sítt endurgjald.
42 Og hvørsumhelst ið veldur einum av hesum smáu, sum trúgva á meg, meinboga, tað er betri fyri hann, at ein mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður inn í sjógvin.
43 Og um tín hond voldi tær meinboga, tá sker hana av: tað er betri hjá tær at ganga inn til lívs vanførur, enn, havandi tvær hendur, at fara inn í helviti, inn í eldin sum aldri skal verða slóktur:
44 Har teirra ormur ikki doyr, og eldurin ei verður slóktur.
45 Og um tín fótur voldi tær meinboga, tá sker hann av: tað er betri hjá tær at ganga haltur inn til lívs, enn, havandi tveir føtur, at verða kastaður inn í helviti, inn í eldin sum aldri skal verða slóktur:
46 Har teirra ormur ikki doyr, og eldurin ei verður slóktur.
47 Og um títt eyga voldi tær meinboga, tá slít tað úr: tað er betri hjá tær at ganga inn í Guðs kongadømi við einum eyga, enn, havandi tvey eygu, at verða kastaður inn í hel-eld:
48 Har teirra ormur ikki doyr, og eldurin ei verður slóktur.
49 Tí at ein og hvør skal verða saltaður við eldi, og hvørt sláturoffur skal verða saltað við salti.
50 Salt er gott: men um saltið havi mist sín saltleika, við hvørjum vilja tit tá krydda tað? Havið salt í tykkum sjálvum, og haldið frið hvør við annan.
KAPITUL 10
Og hann reistist haðani, og kemur inn í umráðini av Judæu við handaru síðuna av Jordan: og fólkið leitar aftur til hansara; og, sum hann var vanur, lærdi hann tey aftur.
2 ¶ Og Phariseararnir komu til hansara, og spurdu hann, Er tað lógligt hjá manni at koyra burtur konu sína? freistandi hann.
3 Og hann svaraði og segði við teir, Hvat beyð Móses tykkum?
4 Og teir søgdu, Móses loyvdi at skriva eina skilnaðarlýsing, og at koyra hana burtur.
5 Og Jesus svaraði og segði við teir, Vegna harðleikan av tykkara hjørtum skrivaði hann tykkum hesa forskrift.
6 Men frá byrjanini av skapanini gjørdi Guð tey kall og kallinnu.
7 Fyri hesa grund skal maður fara frá faðir sínum og móður, og krøkja seg til konu sína;
8 Og tey tvey skulu verða eitt kjøt: so eru tey tá ikki longur tvey, men eitt kjøt.
9 Hvat tí Guð hevur saman komið, koyri ikki maður sundur.
10 Og inni í húsinum spurdu hansara lærusveinar hann aftur um tað sama evnið.
11 Og hann sigur við teir, Hvørsumhelst ið koyrir burtur konu sína, og giftist við eini aðrari, fremur hor ímóti henni.
12 Og um ein kvinna koyri burtur mann sín, og verði gift við einum øðrum, so fremur hon hor.
13 ¶ Og tey førdu ung børn til hansara, at hann skuldi nema við tey: og hansara lærusveinar hartaðu tey sum førdu tey.
14 Men tá ið Jesus sá tað, varð hann mikið misnøgdur, og segði við teir, Loyvið lítlu børnunum at koma til mín, og sýtið teimum ikki: tí slíkra er kongadømi Guðs.
15 Sanniliga sigi eg tykkum, Hvørsumhelst ið ikki tekur ímóti kongadømi Guðs eins og eitt lítið barn, hann skal ikki ganga harinn.
16 Og hann tók tey upp í sínar armar, legði sínar hendur á tey, og vælsignaði tey.
17 ¶ Og tá ið hann var farin út á vegin, kom ein rennandi, og knelaði fyri honum, og spurdi hann, Góði Meistari, hvat skal eg gera, at eg kann arva ævigt lív?
18 Og Jesus segði við hann, Hví kallart tú meg góðan? tað er eingin góður uttan ein, tað er, Guð.
19 Boðini kennirt tú, Frem ikki hordóm, Drep ikki, Stjal ikki, Ber ikki falskan vitnisburð, Svík ikki, Æra faðir tín og móður.
20 Og hann svaraði og segði við hann, Meistari, øllum hesum havi eg givið ans eftir frá mínum ungdómi.
21 Tá skoðaði Jesus hann, og elskaði hann, og segði við hann, Eitt ting vantar tær: far tín veg, sel hvatsumhelst tú hevurt, og gev til tey fátæku, og tú skalt hava dýrgrip í himni: og kom, tak upp krossin, og fylg mær.
22 Og hann varð dapur við ta framsøgn, og fór syrgin burtur: tí hann hevði miklar ognir.
23 ¶ Og Jesus hugdi runt umkring, og sigur við sínar lærusveinar, Hvør treyðugligani skulu teir, sum hava ríkidømir, ganga inn í kongadømi Guðs!
24 Og lærusveinarnir vórðu bilsnir yvir orð hansara. Men Jesus tekur aftur til orða, og sigur við teir, Børn, hvør torført tað er hjá teimum, ið troysta á ríkidømir, at ganga inn í kongadømi Guðs!
25 Tað er lættari hjá einum kameli at fara ígjøgnum eitt nálareyga, enn hjá ríkum manni at ganga inn í kongadømi Guðs.
26 Og teir vórðu bilsnir út um mát, og søgdu sín ámillum, Hvør kann tá verða frelstur?
27 Og Jesus hugdi á teir, og sigur, Við monnum er tað ógjørligt, men ikki við Guði: tí við Guði øll ting eru gjørlig.
28 ¶ Tá tók Pætur at siga við hann, Sí, vit hava eftirlatið alt, og hava fylgt tær.
29 Og Jesus svaraði og segði, Sanniliga sigi eg tykkum, Tað er eingin sum hevur eftirlatið hús, ella brøður, ella systrar, ella faðir, ella móður, ella konu, ella børn, ella jarðir, fyri mína skyld, og gleðiboðskaparins,
30 Uttan at hann skal móttaka hundraðfalt nú í hesi tíð, hús, og brøður, og systrar, og møður, og børn, og jarðir, við atsóknum; og í komandi heimi ævigt lív.
31 Men mangir, sum eru fyrstir, skulu verða síðstir; og hinir síðstu fyrstir.
32 ¶ Og teir vóru á veg, og fóru niðan til Jerusalem; og Jesus fór undan teimum: og teir ógvaðust; og, sum teir fylgdu, vórðu teir ræddir. Og hann tók aftur teir tólv, og fór undir at siga teimum hvørji ting skuldu henda hann,
33 Og mælti, Sí, vit fara niðan til Jerusalem; og Menniskjusonurin skal verða givin upp til teir fremstu prestarnar, og til hinar skriftlærdu; og teir skulu fordøma hann til deyða, og skulu geva hann yvir til Heidningarnar:
34 Og teir skulu háða hann, og skulu húðfletta hann, og skulu spýta á hann, og skulu drepa hann: og triðja dag skal hann rísa aftur.
35 ¶ Og Jákup og Jóhannes, synir Zebedeeusar, koma til hansara, og siga, Meistari, vit vildu at tú skuldirt gjørt fyri okkum hvatsumhelst ið vit skulu tráa.
36 Og hann segði við teir, Hvat vildu tit at eg skuldi gjørt fyri tykkum?
37 Teir søgdu við hann, Veit okkum at vit mega sita, ein tær til høgru handar, og hin tær til vinstru handar, í tíni dýrd.
38 Men Jesus segði við teir, Tit vita ikki hvat tit umbiðja: kunnu tit drekka av tí bikari sum eg drekki av? og verða doyptir við tí dópi sum eg eri doyptur við?
39 Og teir søgdu við hann, Vit kunnu. Og Jesus segði við teir, Tit skulu víst drekka av tí bikari sum eg drekki av; og við tí dópi, sum eg eri doyptur við, skulu tit verða doyptir:
40 Men at sita mær til høgru handar og mær til vinstru handar, er ikki mítt at geva; men tað skal verða givið teimumsum tað er fyrireikað til.
41 Og tá ið teir tíggju hoyrdu tað, byrjaðu teir at verða mikið misnøgdir við Jákup og Jóhannes.
42 Men Jesus kallaði teir til sín, og sigur við teir, Tit vita, at teir sum roknast at ráða yvir Heidningunum, útinna harradømi yvir teir; og hinir miklu teirra útinna myndugleika yvir teir.
43 Men soleiðis skal tað ikki vera tykkara millum: men hvørsumhelst ið vil vera mikil tykkara millum, skal vera tykkara tænari:
44 Og hvørsumhelst av tykkum ið vil vera hin fremsti, skal vera tænari hjá øllum.
45 Tí sjálvt Menniskjusonurin kom ikki at verða tæntur fyri, men at tæna, og at geva sítt lív — eitt loysigjald fyri mong.
46 ¶ Og teir komu til Jericho: og sum hann fór út úr Jericho við sínum lærusveinum og stórum tali av fólki, sat blindi Bartimæus, sonur Timæusar, við síðuna av alfaravegnum og biddaði.
47 Og tá ið hann hoyrdi at tað var Jesus úr Nazareth, tók hann at rópa út, og siga, Jesus, tú Sonur Dávids, miskunna mær.
48 Og mangir áløgdu honum at hann skuldi halda friði sínum: men hann rópaði tað mikið meira ein stóran deil, TúSonur Dávids, miskunna mær.
49 Og Jesus stóð stillur, og beyð hann at verða rópaðan. Og teir rópa hin blinda mannin, og siga við hann, Ver við góða uggan, reis teg; hann kallar teg.
50 Og hann tveitti frá sær klæði sítt, reistist, og kom til Jesus.
51 Og Jesus tók til máls og segði við hann, Hvat vilt tú at eg skuldi gjørt tær? Tann blindi maðurin segði við hann, Harri, at eg mátti fingið sjón mína.
52 Og Jesus segði við hann, Far tín veg; tín trúgv hevur gjørt teg heilan. Og straks fekk hann sjón sína, og fylgdi Jesusi á vegnum.
KAPITUL 11
Og tá ið teir komu nær til Jerusalem, at Bethfáge og Bethániu, við Olivinfjallið, sendir hann fram tveir av sínum lærusveinum,
2 Og sigur við teir, Farið tykkara veg inn í bygdina yvir av tykkum: og so skjótt sum tit verði komnir inn í hana, skulu tit finna eitt asnarfyl bundið, sum aldri maður sat á; loysið tað, og komið við tí.
3 Og um onkur sigi við tykkum, Hví gera tit hetta? sigið so, at Harrin hevur tørv á tí; og straks vil hann senda tað higar.
4 Og teir fóru sín veg, og funnu asnarfylið bundið við dyrnar fyri uttan á einum staði har tveir vegir møttust; og teir loysa tað.
5 Og ávísir av teimum, ið stóðu har, søgdu við teir, Hvat gera tit, loysa tit asnarfylið?
6 Og teir søgdu við teir júst eins og Jesus hevði boðið: og teir lótu tey fara.
7 Og teir førdu asnarfylið til Jesus, og kastaðu síni klæðir á tað; og hann settist uppá tað.
8 Og mong spreiddu síni klæðir á vegin: og onnur skóru niður greinar av trøunum, og stroyddu tær á vegin.
9 Og tey sum fóru undan, og tey sum fylgdu, róptu, og søgdu, Hosanna; Vælsignaður er hann ið kemur í navni Harrans:
10 Vælsignað veri kongadømi faðirs okkara Dávids, sum kemur í navni Harrans: Hosanna í tí hægsta.
11 Og Jesus fór inn í Jerusalem, og inn í templið: og tá ið hann hevði hugt runt íkring á øll ting, og kvøldartíðin nú var komin, fór hann út til Bethániu við teimum tólv.
12 ¶ Og um morgunin, tá ið teir vóru komnir frá Bethániu, var hann svangur:
13 Og tá ið hann sá fikutræ langt burturifrá, sum hevði bløð, kom hann, um møguligvís hann mátti funnið okkurt hará: og tá ið hann kom til tað, fann hann einkið uttan bløð; tí at fikutíðin var ikki enn.
14 Og Jesus tók til orða og segði við tað, Eingin eti frukt av tær hereftir um ævir. Og hansara lærusveinar hoyrdu tað.
15 ¶ Og teir koma til Jerusalem: og Jesus fór inn í templið, og fór undir at kasta út teir ið seldu og keyptu í templinum, og velti um koll borðini hjá peningavekslarunum, og sessirnar hjá teimum ið seldu dúgvur;
16 Og vildi ikki loyva at nakar skuldi bera nakað ílat ígjøgnum templið.
17 Og hann frálærdi, og segði við teir, Er ikki skrivað, Mítt hús skal kallast av øllum tjóðum bønarhúsið? men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.
18 Og hinir skriftlærdu og fremstu prestarnir hoyrdu tað, og søktu hvussu teir máttu oytt hann: tí at teir óttaðust hann, av tí at alt fólkið var ovfarið yvir hansara doktrinu.
19 Og tá ið kvøld var komið, fór hann út úr staðinum.
20 ¶ Og um morgunin, sum teir fóru framvið, sóu teir fikutræið tornað upp frá rótunum.
21 Og Pæturi kom tað í huga, og sigur við hann, Meistari, sí, fikutræið, sum tú bannaðirt, er følnað burtur.
22 Og svarandi sigur Jesus við teir, Havið trúgv á Guð.
23 Tí at sanniliga sigi eg tykkum, At hvørsumhelst ið sigur við hetta fjallið, Veri tú flutt burtur, og veri tú kastað í sjógvin; og ikki ivast í sínum hjarta, men trýr, at tey tingini, sum hann sigur, skulu bera á; hann skal hava hvatsumhelst hann sigur.
24 Tí sigi eg tykkum, Hvørji ting sumhelst tit tráa tá ið tit biðja, trúgvið at tit móttaka tey, og tit skulu fáa tey.
25 Og tá ið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava okkurt ímóti onkrum: at tykkara Faðir eisini, sum er í himni, má fyrigeva tykkum tykkara misgerðir.
26 Men um tit ikki fyrigeva, so vil ikki heldur tykkara Faðir, sum er í himni, fyrigeva tykkara misgerðir.
27 ¶ Og teir koma aftur til Jerusalem: og sum hann gekk í templinum, koma til hansara teir fremstu prestarnir, og hinir skriftlærdu, og hinir elstu,
28 Og siga við hann, Við hvørjum myndugleika gert tú hesi tingini? og hvør gav tær henda myndugleika at gera hesi tingini?
29 Og Jesus svaraði og segði við teir, Eg vil eisini spyrja tykkum ein spurning, og svarið mær, og eg vil siga tykkum við hvørjum myndugleika eg geri hesi tingini.
30 Dópur Jóhannesar, var hann frá himni, ella av monnum? svarið mær.
31 Og teir tingaðust við sær sjálvum, og søgdu, Um vit skulu siga, Frá himni; so vil hann siga, Hví trúðu tit honum so ikki?
32 Men um vit skulu siga, Av monnum; so óttaðust teir fólkið: tí at allir menn roknaðu um Jóhannes, at hann veruliga var ein prophetur.
33 Og teir svaraðu og søgdu við Jesus, Vit kunnu ikki siga. Og svarandi sigur Jesus við teir, Eiheldur sigi eg tykkum við hvørjum myndugleika eg geri hesi tingini.
KAPITUL 12
Og hann fór undir at tala til teirra við dømisøgum. Ein ávísur maður plantaði víngarð, og setti eina girðing um hann,og gróv eitt pláss til vínfitina, og bygdi eitt torn, og leigaði hann út til bøndur, og fór inn í fjarlagt land.
2 Og við tíðina sendi hann til bøndurnar ein tænara, at hann mátti fáa frá bøndunum av fruktini av víngarðinum.
3 Og teir tóku hann, og bardu hann, og sendu hann avstað tómhentan.
4 Og aftur sendi hann til teirra ein annan tænara; og eftir honum kastaðu teir steinar, og særdu hann í høvdið, og sendu hann avstað skammiliga viðfarnan.
5 Og aftur sendi hann ein annan; og hann drópu teir, og mangar aðrar; berjandi summar og drepandi summar.
6 Enn hevði hann ein son, sín væl elskaða, hann sendi hann tí eisini síðst til teirra, og segði, Teir vilja virða son mín.
7 Men teir bøndurnir søgdu sín ámillum, Hetta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, og arvurin skal verða okkara.
8 Og teir tóku hann, og drópu hann, og kastaðu hann út úr víngarðinum.
9 Hvat skal tí harrin av víngarðinum gera? hann vil koma og týna bøndunum, og vil geva øðrum víngarðin.
10 Og hava tit ikki lisið hetta skriftstaðið; Steinurin, ið smiðirnir vrakaðu, er vorðin høvuðs hornsteinurin:
11 Hetta var gerningur Harrans, og tað er undrunarvert í eygum várum?
12 Og teir søktu at leggja hald á hann, men óttaðust fólkið: tí at teir vitstu, at hann hevði talað dømisøguna ímóti teimum: og teir fóru frá honum, og fóru sín veg.
13 ¶ Og teir senda til hansara ávísar av Pharisearunum og av Heródiarunum, at fanga hann í orðum hansara.
14 Og tá ið teir vóru komnir, siga teir við hann, Meistari, vit vita at tú ert sannur, og leggurt ikki í nakran mann: tí at tú gevurt tær ikki far um persón manna, men lærirt veg Guðs í sannleika: Er tað lógligt at geva Cæsari íkast, ella ikki?
15 Skulu vit geva, ella skulu vit ikki geva? Men hann kendi teirra hykl, og segði við teir, Hví freista tit meg? fáið mær ein denar, at eg má síggja hann.
16 Og teir fingu honum hann. Og hann sigur við teir, Hvørs mynd og yvirskrift er hendan? Og teir søgdu við hann, Cæsars.
17 Og svarandi segði Jesus við teir, Rindið Cæsari lutirnar sum eru Cæsars, og Guði lutirnar sum eru Guðs. Og teir undraðust á hann.
18 ¶ Tá koma til hansara Sadduceeararnir, sum siga at eingin uppreisn er til; og teir spurdu hann, og søgdu,
19 Meistari, Móses skrivaði okkum, Um bróðir mans doyggi, og eftirlati sína konu eftir seg, og eftirlati eingi børn, at bróðir hansara skuldi taka konu hansara, og reisa upp bróður sínum sáð.
20 Nú vóru tað sjey brøður: og hin fyrsti tók sær konu, og doyggjandi eftirlæt einkið sáð.
21 Og hin annar tók hana, og doyði, eiheldur eftirlæt hann nakað sáð: og hin triðji líkaleiðis.
22 Og teir sjey høvdu hana, og eftirlótu einkið sáð: síðst av øllum doyði kvinnan eisini.
23 Í uppreisnini, tá ið tey skulu rísa upp, hvørs kona skal hon tí verða av teimum? tí at teir sjey høvdu hana til konu.
24 Og svarandi segði Jesus við teir, Fara tit ikki tessvegna skeivir, av tí at tit kenna ikki skriftirnar, eiheldur Guðs mátt?
25 Tí at tá ið tey munnu rísa frá teimum deyðu, hvørki giftast tey, ella verða givin í giftu; men eru sum einglarnir sum eru í himni.
26 Og hvat teimum deyðu viðvíkur, at tey rísa: hava tit ikki lisið í Mósebókini, hvussu í runninum Guð talaði til hansara, og segði, Eg eri Guð Ábrahams, og Guð Ísaaks, og Guð Jákups?
27 Hann er ikki Guð teirra deyðu, men Guð teirra livandi: tí fara tit stórliga skeivir.
28 ¶ Og ein av teimum skriftlærdu kom, og, havandi hoyrt teir skifta orð saman, og varnandi at hann hevði svarað teimum væl, spurdi hann, Hvørt er hitt fyrsta boðið av øllum?
29 Og Jesus svaraði honum, Hitt fyrsta av øllum boðunum er, Hoyr, O Ísrael; Harrin vár Guð er ein Harri:
30 Og tú skalt elska Harran tín Guð við øllum tínum hjarta, og við allari tíni sál, og við øllum tínum huga, og við allari tíni styrki: hetta er hitt fyrsta boðið.
31 Og hitt annað er líkt, nevniliga hetta, Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Tað er einkið annað boð størri enn hesi.
32 Og hin skriftlærdi segði við hann, Gott, Meistari, tú hevurt sagt sannleikan: tí at tað er ein Guð; og tað er eingin annar uttan hann:
33 Og at elska hann við øllum hjartanum, og við øllum skilinum, og við allari sálini, og við allari styrkini, og at elska sínnæsta sum sjálvan seg, er meiri enn øll heil brennioffur og sláturoffur.
34 Og tá ið Jesus sá at hann svaraði hyggjuliga, segði hann við hann, Tú ert ikki langt frá kongadømi Guðs. Og eftir tað tordi eingin at spyrja hann nakran spurning.
35 ¶ Og Jesus tók til orða og segði, meðan hann frálærdi í templinum, Hvussu siga teir skriftlærdu, at Christus er Sonur Dávids?
36 Tí at Dávid sjálvur segði við Halga Andanum, HARRIN segði við Harra mín, Set teg við mína høgru hond, til eg geri tínar fíggindar til fótskammul tín.
37 Sjálvur Dávid kallar hann tí Harra; og hvaðani er hann tá sonur hansara? Og tað meiniga fólkið hoyrdi hann fegið.
38 ¶ Og hann segði við tey í síni doktrinu, Verið varin fyri teimum skriftlærdu, sum elska at ganga í longum klæðum, og elska heilsanir á torgunum,
39 Og teir fremstu sessirnar í sýnagogunum, og tey ovastu sætini í veitslum:
40 Sum oyðeta húsini hjá einkjum, og á kvamsvís halda langar bønir: hesir skulu fáa størri heldøming.
41 ¶ Og Jesus sat yvir av skattkamarinum, og skoðaði hvussu fólkið kastaði pening í skattkamarið: og mong, ið vóru rík, kastaðu nógv inn.
42 Og har kom ein ávís fátøk einkja, og hon blakaði inn tveir smápeningar, sum geva eitt oyra.
43 Og hann kallaði at sær sínar lærusveinar, og sigur við teir, Sanniliga sigi eg tykkum, At henda fátæka einkja hevur kastað meiri inn enn øll tey sum hava kastað í skattkamarið:
44 Tí at øll tey kastaðu inn av síni yvirflóð; men hon av sínum troti kastaði inn alt tað hon hevði, enntá alt sítt livibreyð.
KAPITUL 13
Og sum hann fór út úr templinum, sigur ein av hansara lærusveinum við hann, Meistari, sí hvørsháttar steinar og hvørjir bygningar her eru!
2 Og svarandi segði Jesus við hann, Sært tú hesar miklu bygningar? tað skal ikki verða eftirlatin ein steinur uppiá øðrum, sum ikki skal verða rivin niður.
3 Og sum hann sat uppiá Olivinfjallinum, yvir av templinum, spurdu Pætur og Jákup og Jóhannes og Andreas hann einsærisliga,
4 Sig okkum, nær skulu hesi tingini verða? og hvat verður tekinið, tá ið øll hesi tingini skulu uppfyllast?
5 Og svarandi teimum fór Jesus undir at siga, Ansið eftir, at ikki nakar villleiði tykkum:
6 Tí at mangir skulu koma í mínum navni, og siga, Eg eri Christus; og skulu villleiða mong.
7 Og tá ið tit hoyra um kríggj og graml um kríggj, tá órógvist ikki: tí at slík ting mugu neyðugt verða; men endin skal ei verða enn.
8 Tí at tjóð skal rísa ímóti tjóð, og kongadømi ímóti kongadømi: og verða skulu jarðskjálvtar á ymsum støðum, og verða skulu hungursneyðir og ófriðir: hesi eru byrjanirnar til føðingarsorgir.
9 ¶ Men ansið eftir tykkum: tí at teir skulu geva tykkum upp til ráð; og í sýnagogunum skulu tit verða bardir: og tit skulu verða førdir framfyri stjórnarar og kongar fyri mína skyld, til ein vitnisburð ímóti teimum.
10 Og gleðiboðskapurin má fyrst verða kunngjørdur millum allar tjóðir.
11 Men tá ið tey føra tykkum, og geva tykkum upp, tá stúrið ikki frammanundan fyri hvat tit skulu tala, eiheldur hugsið um tað fyrifram: men hvatsumhelst ið verður givið tykkum í tí tíma, tað skulu tit tala: tí at tað eru ikki tit sum tala, men Halgi Andin.
12 Men bróðirin skal svíkja bróðurin til deyða, og faðirin sonin; og børn skulu rísa upp ímóti sínum foreldrum, og skulu fáa tey at verða tikin av lívi.
13 Og tit skulu verða hataðir av øllum monnum fyri navns míns skuld: men hann ið heldur út til endan, hin sami skal verða frelstur.
14 ¶ Men tá ið tit síggja andstygd oyðingarinnar, talað um av Dánieli propheti, standa har hon ikki átti, (hann, ið lesur, hann skilji,) tá lat tey, sum verði í Judæu, flýggja til fjallanna:
15 Og lat hann, sum er á húsatoppinum, ikki fara niður í húsið, eiheldur fara harinn, at taka nakað ting úr sínum húsi:
16 Og lat hann, sum er á markini, ikki venda tilbakar aftur fyri at taka upp klæði sítt.
17 Men vei teimum sum eru við barn, og teimum ið geva at súgva í teimum døgum!
18 Og biðjið tit, at tykkara flótti verði ikki um veturin.
19 Tí at í teimum døgum skal vera nívd, slík sum ikki var frá byrjanini av skapanini sum Guð skapti, til hesa tíð, eiheldur skal verða.
20 Og uttan at Harrin hevði stytt teir dagarnar, hevði einkið hold verðið frelst: men fyri hini útvøldu skyld, sum hann hevur útvalt, hevur hann stytt dagarnar.
21 Og um onkur tá man siga við tykkum, Sí, her er Christus; ella, sí, hann er har; tá trúgvið honum ikki:
22 Tí at falskir Christar og falskir prophetar skulu stíga upp, og skulu sýna tekin og undur, fyri at tøla, um tað vargjørligt, sjálvt hini útvøldu.
23 Men ansið tit eftir: sí, eg havi frammanundan sagt tykkum allar lutir.
24 ¶ Men í teimum døgum, aftaná ta trongdina, skal sólin verða myrkjað, og mánin skal ei geva ljós sítt;
25 Og stjørnur himins skulu falla; og krefturnar, sum eru í himni, skulu verða skakaðar.
26 Og tá skulu tey síggja Menniskjusonin koma í skýggjunum við miklum mátti og dýrd.
27 Og tá skal hann senda sínar einglar, og skal savna saman síni útvøldu frá hinum fýra vindunum, frá ytsta parti av jørðini til ytsta part av himni.
28 Men lærið eitt líknilsi av fikutrænum; Tá ið hennara grein enn er viðbrekin, og skjýtur fram bløð, tá vita tit at summar er nær:
29 Soleiðis tit á líkan hátt, tá ið tit skulu sjá hesi ting henda, tá vitið at tað er nær, enntá við dyrnar.
30 Sanniliga sigi eg tykkum, at henda ætt skal ikki ganga undir, til øll hesi ting verði gjørd.
31 Himin og jørð skulu ganga undir: men míni orð skulu ikki ganga undir.
32 ¶ Men um tann dag og tann tíma veit eingin maður, nei, ikki einglarnir sum eru í himni, eiheldur Sonurin, bara Faðirin.
33 Ansið eftir, vakið og biðjið: tí at tit vita ikki nær tíðin er.
34 Tí Menniskjusonurin er eins og maður sum fer eina langa ferð, sum fór frá sínum húsi, og gav sínum tænarum myndugleika, og hvørjum manni sítt verk, og beyð duravørðinum at vaka.
35 Vakið tí: tí at tit vita ikki nær meistarin av húsinum kemur, um aftan, ella um midnátt, ella um hanagal, ella um morgunin:
36 At ikki, komi hann dáttliga, hann tá finni tykkum sovandi.
37 Og tað sum eg sigi við tykkum, tað sigi eg við allar, Vakið.
KAPITUL 14
Eftir tveir dagar var hátíð umleypsins, og ósúrgaðs breyðs: og fremstu prestarnir og teir skriftlærdu søktu hvussu teir máttu tikið hann við listum, og tikið hann av lívi.
2 Men teir søgdu, Ikki á hátíðardegnum, at ikki tað verði eitt uppstig av fólkinum.
3 ¶ Og tá ið hann var í Bethániu, í húsinum hjá Símuni spitalska, sum hann sat til matar, kom ein kvinna, sum hevði alabastur krukku av nardussalvu, sera dýrabærari; og hon breyt krukkuna, og helti hana á høvur hansara.
4 Og har vóru summir sum høvdu harmavreiði innan í sær, og søgdu, Hví varð henda burturspilling av salvuni gjørd?
5 Tí hon kundi havt verðið seld fyri meira enn trý hundrað denarar, og verðið givið teimum fátæku. Og teir knarraðu inná hana.
6 Og Jesus segði, Latið hana vera; hví órógva tit hana? hon hevur virkað eitt gott verk á meg.
7 Tí at tit hava tey fátæku hjá tykkum altíð; og nærsumhelst tit vilja, mega tit gera teimum gott: men meg hava tit ikki altíð.
8 Hon hevur gjørt tað hon kundi: hon er komin fyrifram at salva mítt likam til jarðanina.
9 Sanniliga sigi eg tykkum, Hvarsumhelst ið hesin gleðiboðskapur skal prædikast út um allan heim, har skal eisini hetta, sum hon hevur gjørt, verða talað um til eitt minni um hana.
10 ¶ Og Judas Iscarjot, ein av teimum tólv, fór til teir fremstu prestarnar, at svíkja hann til teirra.
11 Og tá ið teir hoyrdu tað, vórðu teir glaðir, og lovaðu at geva honum pening. Og hann søkti hvussu hann kundi lagaliga svíkja hann.
12 ¶ Og hin fyrsta dagin av ósúrgaðum breyði, tá ið teir drópu umleypið, søgdu hansara lærusveinar við hann, Hvar vilt tú at vit fara og tilreiða, at tú mást eta umleypið?
13 Og hann sendir út tveir av sínum lærusveinum, og sigur við teir, Farið inn í staðin, og har skal møta tykkum ein maður sum ber eina krukku av vatni: fylgið honum.
14 Og hvarsumhelst ið hann fer inn, har sigið við húsbóndan, Meistarin sigur, Hvar er gestakamarið, har eg skal eta umleypið við mínum lærusveinum?
15 Og hann vil sýna tykkum eitt stórt ovara rúm, borðreitt og tilreitt: har gerið klárt til okkara.
16 Og hansara lærusveinar fóru fram, og komu inn í staðin, og funnu eins og hann hevði sagt við teir: og teir gjørdu tilreiðar umleypið.
17 Og um kvøldið kemur hann við teimum tólv.
18 Og sum teir sótu og ótu, segði Jesus, Sanniliga sigi eg tykkum, Ein av tykkum, sum etur við mær, skal svíkja meg.
19 Og teir byrjaðu at verða syrgnir, og at siga við hann ein eftir ein, Er tað eg? og ein annar segði, Er tað eg?
20 Og hann svaraði og segði við teir, Tað er ein av teimum tólv, sum dyppar við mær í fatið.
21 Víst fer Menniskjusonurin, sum skrivað stendur um hann: men vei tí manni sum Menniskjusonurin verður svikin av! gott var tað hjá tí manni, um hann aldri hevði verðið føddur.
22 ¶ Og sum teir ótu, tók Jesus breyð, og vælsignaði, og breyt tað, og gav teimum, og segði, Takið, etið: hetta er likam mítt.
23 Og hann tók bikarið, og tá ið hann hevði veitt tøkkir, gav hann teimum tað: og teir drukku allir av tí.
24 Og hann segði við teir, Hetta er mítt blóð hins nýggja testamentis, sum verður úthelt fyri mangar.
25 Sanniliga sigi eg tykkum, Eg vil ikki meira drekka av frukt víntræsins, inntil tann dag sum eg drekki hana nýggja í kongadømi Guðs.
26 ¶ Og tá ið teir høvdu sungið ein lovpsálm, fóru teir út á Olivinfjallið.
27 Og Jesus sigur við teir, Allir skulu tit fáa meinboga mína vegna hesa nátt: tí skrivað stendur, Eg vil sláa hirðan, og seyðirnir skulu verða spjaddir.
28 Men eftir at eg eri risin, vil eg fara undan tykkum til Galileu.
29 Men Pætur segði við hann, Tó at so allir fáa meinboga, tó vil ikki eg.
30 Og Jesus sigur við hann, Sanniliga sigi eg tær, At henda dag, sjálvt í hesi nátt, áður enn hanin gali tværreisur, skalt tú avnokta meg trærreisur.
31 Men hann talaði tess ógvisligari, Um eg so skuldi doyð við tær, so vil eg ikki avnokta teg á nakran hátt. Somuleiðis søgdu teir eisini allir.
32 Og teir komu til eitt stað, sum varð nevnt Gethsemane: og hann sigur við sínar lærusveinar, Setist tit her, meðan eg biðji.
33 Og hann tekur við sær Pætur og Jákup og Jóhannes, og tók at verða sára ógvaður, og at verða sera tungur;
34 Og sigur við teir, Mín sál er avbera sorgarfull heilt at deyða: dvøljið her, og vakið.
35 Og hann fór frameftir eitt sindur, og fell á jørðina, og bað, at um tað var gjørligt, at tann tímin so mátti fara framvið frá honum.
36 Og hann segði, Abba, Faðir, øll ting eru gjørlig hjá tær; tak burtur hesa skál frá mær: kortini ikki hvat eg vil, men hvat tú vilt.
37 Og hann kemur, og finnur teir sovandi, og sigur við Pætur, Símun, svevurt tú? kundirt tú ikki vaka ein tíma?
38 Vakið og biðjið, at ikki tit fari inn í freisting. Sanniliga er andin fúsur, men kjøtið er veikt.
39 Og aftur fór hann avstað, og bað, og talaði somu orðini.
40 Og tá ið hann kom aftur, fann hann teir aftur sovandi, (tí at eygu teirra vóru tung,) eiheldur vitstu teir hvat svara honum átti.
41 Og hann kemur fyri triðju ferð, og sigur við teir, Sovið nú víðari, og takið hvíld tykkara: tað er nóg mikið, tímin er komin; sí, Menniskjusonurin verður svikin í hendurnar á syndarum.
42 Standið upp, latum okkum fara; sí, hann, ið svíkur meg, er við hond.
43 ¶ Og alt fyri eitt, meðan hann enn talaði, kemur Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein mikil fjøld við svørðum og stavum, frá fremstu prestunum og hinum skriftlærdu og teimum elstu.
44 Og hann, ið sveik hann, hevði givið teimum tekin, og sagt, Hvønnsumhelst ið eg kyssi, hin sami er hann; takið hann, og leiðið hann trygt avstað.
45 Og so skjótt sum hann var komin, fer hann beinanvegin til hansara, og sigur, Meistari, meistari; og kysti hann.
46 ¶ Og teir løgdu sínar hendur á hann, og tóku hann.
47 Og ein av teimum ið stóð hjá, dró svørð, og sló ein tænara hjá høvuðsprestinum, og hjó oyra hans av.
48 Og Jesus tók til orða og segði við teir, Eru tit komnir út sum ímóti tjóvi, við svørðum og við stavum at taka meg?
49 Eg var dagligani hjá tykkum í templinum og frálærdi, og tit tóku meg ikki: men skriftirnar mugu verða uppfyltar.
50 Og teir yvirgóvu hann allir, og flýddu.
51 Og har fylgdi honum ávísur ungur maður, sum hevði eitt línklæði sveipað um sítt nakna likam; og teir ungu menninir løgdu hald á hann:
52 Og hann eftirlæt línklæðið, og flýddi nakin frá teimum.
53 ¶ Og teir leiddu Jesus avstað til høvuðsprestin: og hjá honum vóru savnaðir allir hinir fremstu prestar og hinir elstu og hinir skriftlærdu.
54 Og Pætur fylgdi honum langt burturifrá, heilt inn í borgina hjá høvuðsprestinum: og hann sat hjá tænarunum, og vermdi seg við eldin.
55 Og fremstu prestarnir og alt ráðið søktu eftir vitnisburði ímóti Jesusi, at taka hann av lívi; og funnu einkið.
56 Tí at mangir bóru falskan vitnisburð ímóti honum, men teirra vitnisburður kom ikki ásamt.
57 Og tað reistu seg ávísir, og bóru falskan vitnisburð ímóti honum, og søgdu,
58 Vit hoyrdu hann siga, Eg vil oyðileggja hetta tempul, sum er gjørt við hondum, og innan tríggjar dagar vil eg byggja eitt annað sum er gjørt uttan hendur.
59 Men eiheldur soleiðis kom teirra vitnisburður ásamt.
60 Og høvuðspresturin stóð upp í miðjuni, og spurdi Jesus, og segði, Svarart tú einkið? hvat er tað sum hesir vitna ímóti tær?
61 Men hann helt friði sínum, og svaraði einkið. Aftur spurdi høvuðspresturin hann, og segði við hann, Ert tú Christus, Sonur hins Vælsignaða?
62 Og Jesus segði, Eg eri: og tit skulu síggja Menniskjusonin sita við høgru hond kraftar, og komandi í skýggjum himins.
63 Tá skræddi høvuðspresturin klæðir síni, og sigur, Hvat tørvar okkum nøkur vitnir longur?
64 Tit hava hoyrt gudsspottanina: hvat halda tit? Og teir fordømdu hann allir at vera sekan til deyða.
65 Og summir tóku at spýta á hann, og at hylja andlit hansara, og at berja hann, og at siga við hann, Prophetera: og tænararnir slógu hann við handalógvum sínum.
66 ¶ Og sum Pætur var niðriundir í garðinum, kemur ein av ternunum hjá høvuðsprestinum:
67 Og tá ið hon sá Pætur verma seg, hugdi hon á hann, og segði, Og eisini tú vart við Jesusi úr Nazareth.
68 Men hann noktaði, og segði, Eg veit ikki, eiheldur skilji eg hvat tú sigurt. Og hann fór út í forhøllina; og hanin gól.
69 Og ein terna sá hann aftur, og tók at siga við tey sum stóðu hjá, Hetta er ein av teimum.
70 Og hann avnoktaði tað aftur. Og eitt sindur aftaná søgdu tey, sum stóðu hjá, aftur við Pætur, Víst ert tú ein av teimum: tí at tú ert ein Galilæari, og tín tala samsvarar við tað.
71 Men hann tók at banna og at svørja, og segði, Eg kenni ikki henda mann sum tit tala um.
72 Og fyri aðru ferð gól hanin. Og Pæturi kom í huga orðið sum Jesus segði við hann, Áður enn hanin gali tværreisur, skalt tú avnokta meg trærreisur. Og tá ið hann hugsaði um tað, græt hann.
KAPITUL 15
Og beinanvegin um morgunin hildu fremstu prestarnir ráðagerð við teimum elstu og skriftlærdu og øllum ráðnum, og bundu Jesus, og førdu hann avstað, og góvu hann yvir til Pilatusar.
2 Og Pilatus spurdi hann, Ert tú Kongur Jødanna? Og svarandi segði hann við hann,Tú sigurt tað.
3 Og teir fremstu prestarnir ákærdu hann fyri mangar lutir: men hann svaraði einkið.
4 Og Pilatus spurdi hann aftur, og segði, Svarart tú einkið? sí hvussu mong ting teir vitna ímóti tær.
5 Men enn svaraði Jesus einkið; so at Pilatus undraðist.
6 Men á teirri hátíðini læt hann teimum ein fanga leysan, hvønnsumhelst teir tráaðu.
7 Og har var ein, nevndur Barabbas, sum lá bundin saman við teimum ið høvdu gjørt uppreist við honum, hvørjir framt høvdu morð í uppreistrinum.
8 Og mannfjøldin rópaði hart, og tók at tráa hann at gera sum hann altíð hevði gjørt teimum.
9 Men Pilatus svaraði teimum, og segði, Vilja tit at eg lati tykkum Kong Jødanna leysan?
10 Tí hann vitsti, at fremstu prestarnir høvdu givið hann yvir vegna øvund.
11 Men teir fremstu prestarnir rørdu fólkið, at hann skuldi heldur lata teimum Barabbas leysan.
12 Og Pilatus svaraði og segði aftur við tey, Hvat vilja tit tá at eg skal gera við hann sum tit kalla Kong Jødanna?
13 Og tey geylaðu út aftur, Krossfest hann.
14 Tá segði Pilatus við tey, Hví, hvat ilt hevur hann gjørt? Og tey geylaðu út tess meira avbera nógv, Krossfest hann.
15 ¶ Og so Pilatus, villigur at gera fólkið nøgt, læt teimum Barabbas leysan, og gav Jesus yvir, tá ið hann hevði húðflett hann, at verða krossfestan.
16 Og hermenninir leiddu hann avstað inn í høllina, kallað Prætorium; og teir rópa saman alt liðið.
17 Og teir klæddu hann við purpuri, og flættaðu eina krúnu av tornum, og settu hana um høvur hansara,
18 Og tóku at heilsa honum, Heilur og sælur, Jøda Kongur!
19 Og teir slógu hann í høvdið við rørstavi, og spýttu á hann; og boygdu knø og tilbóðu hann.
20 Og tá ið teir høvdu háðað hann, tóku teir purpurið av frá honum, og lótu hann í hans egnu klæðir, og leiddu hann út at krossfesta hann.
21 Og teir noyða ein Símun, ein Cýreneing, sum kom framvið, sum kom uttan av markini, faðir teirra Alexanders og Rufusar, at bera kross hansara.
22 Og teir føra hann til plássið Golgatha, sum er, tá ið týtt er, Plássið av einum skølti.
23 Og teir góvu honum at drekka vín blandað við myrrhu: men hann tók ikki ímóti tí.
24 Og tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir hansara klæðir, við at kasta lutir uppá tey, hvat hvør maður skuldi taka.
25 Og tað var triðji tímin, og teir krossfestu hann.
26 Og yvirskriftin av hansara skuldseting var skrivað uppiyvir, KONGUR JØDANNA.
27 Og við honum krossfesta teir tveir ránsmenn; tann eina við høgru hond hansara, og hin við hansara vinstru.
28 Og skriftin varð uppfylt, ið sigur, Og hann varð taldur við misgerðarmonnunum.
29 Og tey, sum fóru framvið, rivu niður á hann, vaggandi við sínum høvdum, og søgdu, Há, tú sum oyðirt templið, og byggirt tað á trimum døgum,
30 Frels teg sjálvan, og kom niður av krossinum.
31 Somuleiðis eisini fremstu prestarnir háðandi søgdu sín ámillum við teimum skriftlærdu, Onnur frelsti hann; seg sjálvan kann hann ikki frelsa.
32 Lat Christ, Kong Ísraels, nú stíga niður av krossinum, at vit mega síggja og trúgva. Og teir, sum vóru krossfestir við honum, spottaðu hann út.
33 Og tá ið sætti tími var komin, varð myrkur yvir øllum landinum inntil níggjunda tíma.
34 Og við níggjunda tíma rópti Jesus við harðari rødd, og segði, Eloi, Eloi, lama sabakthani? sum er, tá ið tað er týtt, Guð mín, Guð mín, hví hevurt tú yvirgivið meg?
35 Og summir av teimum ið stóðu hjá, tá ið teir hoyrdu tað, søgdu, Sí, hann rópar Elias.
36 Og ein rann og fylti ein svamp fullan av ediki, og setti hann á rørstav, og gav honum at drekka, og segði, Lat vera; latum okkum sjá hvørt Elias vil koma at taka hann niður.
37 Og Jesus rópti við harðari rødd, og gav upp andan.
38 Og forhangið av templinum varð skrætt í tvent frá ovast til niðast.
39 ¶ Og tá ið hundraðsovastin, sum stóð yvir av honum, sá at hann soleiðis rópti út, og gav upp andan, segði hann, Sanniliga, hesin maðurin var Sonur Guðs.
40 Har vóru eisini kvinnur, sum litu at langt burturifrá: hvørja millum var Maria Magdalena; og Maria, móðir Jákups hins minna og Jósesar; og Salóme;
41 (Hvørjar eisini, tá ið hann var í Galileu, fylgdu honum, og tæntu fyri honum;) og mangar aðrar kvinnur sum komu niðan við honum til Jerusalem.
42 ¶ Og tá ið nú kvøldið var komið, av tí at tilreiðingin var, tað er, dagurin fyri sabbatin,
43 Kom Jóseph úr Arimathæu, ein heiðursamur ráðharri, hvør eisini væntaði eftir kongadømi Guðs, og fór djarvligani inn til Pilatusar, og bønaði um likam Jesusar.
44 Og Pilatus undraðist um hann var longu deyður: og rópaði til sín hundraðsovastan, og spurdi hann hvørt hann hevði verið deyður nakra stund.
45 Og tá ið hann vitsti tað frá hundraðsovastanum, gav hann likamið til Jósephs.
46 Og hann keypti fínt línklæði, og tók hann niður, og sveipaði hann í línklæðið, og legði hann í eitt gravhýsi sum var høgt út úr einum kletti, og rullaði ein stein til dyrnar á gravhýsinum.
47 Og Maria Magdalena og Maria, móðir Jósesar, eygleiddu hvar hann varð lagdur.
KAPITUL 16
Og tá ið sabbaturin var umliðin, høvdu Maria Magdalena, og Maria — móðir Jákups, og Salóme, keypt søtar kryddurtir, at tær máttu koma og salva hann.
2 Og sera tíðliga um morgunin, fyrsta dagin av vikuni, komu tær til gravhýsið við sólarris.
3 Og tær søgdu sín ámillum, Hvør skal rulla oss steinin burtur frá munnanum á gravhýsinum?
4 Og tá ið tær hugdu, sóu tær at steinurin var rullaður burtur: tí hann var ógvuliga stórur.
5 Og tær fóru inn í gravhýsið, og sóu ein ungan mann sita høgrumegin, klæddur í sítt hvítt klæði; og tær vórðu ræðsluslignar.
6 Og hann sigur við tær, Verið ikki ræðsluslignar: Tit søkja Jesus úr Nazareth, sum varð krossfestur: hann er risin upp;hann er ikki her: síggið staðið har teir løgdu hann.
7 Men farið tykkara veg, sigið hansara lærusveinum og Pæturi, at hann fer undan tykkum inn í Galileu: har skulu tit sjá hann, eins og hann segði við tykkum.
8 Og tær fóru skundisligani út, og flýddu frá gravhýsinum; tí at tær skulvu og ógvaðust: eiheldur søgdu tær nakað við nakran; tí at tær óttaðust.
9 ¶ Men tá ið Jesus var risin upp tíðliga fyrsta dagin av vikuni, birtist hann fyrst fyri Mariu Magdalenu, sum hann hevði kastað sjey djevlar út úr.
10 Og hon fór og segði teimum ið høvdu verið við honum, sum teir syrgdu og grótu.
11 Og tá ið teir høvdu hoyrt at hann var livandi, og hevði verðið sæddur av henni, trúðu teir ikki.
12 ¶ Eftir tað birtist hann tveimum teirra í øðrum formi, sum teir gingu, og fóru út á landið.
13 Og teir fóru og søgdu restini frá tí: eiheldur trúðu teir teimum.
14 ¶ Síðan birtist hann teimum ellivu, sum teir sótu til matar, og átalaði teir fyri teirra vantrúgv og hjartans harðleika, av tí at teir ikki trúðu teimum ið høvdu sæð hann, eftir at hann var risin upp.
15 Og hann segði við teir, Farið inn í allan heimin, og prædikið gleðiboðskapin fyri hvørjum skapningi.
16 Hann, ið trýr og verður doyptur, skal vera frelstur; men hann, sum ikki trýr, skal vera heldømdur.
17 Og hesi tekin skulu fylgja teimum ið trúgva; Í mínum navni skulu tey kasta út djevlar; tey skulu tala við nýggjum tungum;
18 Tey skulu taka upp høggormar; og um tey drekka nakað deyðiligt, skal tað ikki saka tey; tey skulu leggja hendur á tey sjúku, og tey skulu koma fyri seg.
19 ¶ Síðan, eftir at Harrin hevði talað við teir, varð hann móttikin upp inn í himin, og settist við høgru hond Guðs.
20 Og teir fóru út, og prædikaðu allastaðni, Harrin virkandi við teimum, og staðfesti orðið við teknum sum fylgdu. Amen.