1 I 2 I 3 I 4 I 5 I 6 I 7 I 8 I 9 I 10 I 11 I 12 I 13 I 14 I 15 I 16 I 17 I 18 I 19 I 20 I 21 I 22 I 23 I 24
.
KAPITUL 1
.
Við tað at mangir hava tikið upp í hendur at leggja fram í raðfylgju eina frágreiðing um tey ting, sum eru mest vissuliga trúð á okkara millum,
2 Enntá sum teir avhendu okkum tey, sum frá byrjanini vóru eygnavitnir, og tænarar orðsins;
3 So tóktist tað gott fyri mær eisini, havandi havt fullkomiligt skil á øllum tingum frá tí allar fyrsta, at skriva til tín í raðfylgju, mest hávirdi Theofilus,
4 At tú mást kenna vissu teirra luta, sum tú ert vorðin undirvístur í.
5 ¶ Á døgum Heródesar, Judæu kongs, var ein ávísur prestur, nevndur Zacharias, av Ábia skifti: og kona hansara varav døtrum Aarons, og hennara navn var Elisabeth.
6 Og tey vóru bæði rættvís frammi fyri Guði, gangandi í øllum boðum og fyriskipanum Harrans ólastandi.
7 Og tey høvdu einkið barn, av tí at Elisabeth var óburin, og tey bæði vóru nú væl sligin í árum.
8 Og tað bar á, at meðan hann útførdi prestsembætið frammi fyri Guði í skipanini av sínum skifti,
9 Eftir siðvenjuni av prestsembætinum, at tað var hansara lutur at brenna roykilsi, tá ið hann fór inn í tempul Harrans.
10 Og øll fjøldin av fólkinum bað fyri uttan um roykilsistíðina.
11 Og tað birtist honum ein eingil Harrans, standandi høgrumegin við roykilsisaltarið.
12 Og tá ið Zacharias sá hann, órógvaðist hann, og ótti fell á hann.
13 Men eingilin segði við hann, Óttast ikki, Zacharias: tí at bøn tín er hoyrd; og kona tín Elisabeth skal bera tær son, og tú skalt kalla navn hansara Jóhannes.
14 Og tú skalt hava frøi og gleði; og mangir skulu fegnast við hansara føðing.
15 Tí hann skal vera mikil í Harrans eygsjón, og skal drekka hvørki vín ella sterkan drykk; og hann skal verða fyltur við Halga Andanum, heilt frá móðurlívi móður sínar.
16 Og mongum av Ísraels børnum skal hann venda til Harrans Guðs teirra.
17 Og hann skal ganga undan honum í anda og kraft Eliasar, at venda hjørtunum hjá fedrunum at børnunum, og teimum ólýdnu at vísdómi hinna rættlátu; at gera tilreiðar eitt fólk sum er fyrireikað hjá Harranum.
18 Og Zacharias segði við eingilin, Hvarvið skal eg vita hetta? tí eg eri gamal maður, og kona mín væl sligin í árum.
19 Og svarandi segði eingilin við hann, Eg eri Gábriel, sum standi í nærveru Guðs; og eri sendur at tala við teg, og at sýna tær hesi gleðitíðindir.
20 Og sí, tú skalt vera málleysur, og ikki førur fyri at tala, inntil tann dag sum hesi ting fara at verða útførd, av tí at tú ikki trýrt mínum orðum, sum skulu verða uppfylt í tíð síni.
21 Og fólkið bíðaði eftir Zachariasi, og undraðist yvir at hann steðgaði so leingi í templinum.
22 Og tá ið hann kom út, fekk hann ikki talað til teirra: og tey varnaðust at hann hevði sæð eina sjón í templinum: tí hann gjørdi tekin til teirra, og varð verandi málleysur.
23 Og tað bar á, at so skjótt sum dagarnir av hansara tæning vóru fullførdir, fór hann avstað til egna hús sítt.
24 Og eftir teir dagarnar varð kona hansara Elisabeth við gitnað, og fjaldi seg fimm mánaðir, og segði,
25 Soleiðis hevur Harrin farið við mær, í døgunum sum hann hugdi á meg í, at taka burt mína vanvirðing millum manna.
26 Og í sætta mánaði varð eingilin Gábriel sendur frá Guði til ein stað í Galileu, sum nevnist Nazareth,
27 Til eina jomfrú, trúlovað manni hvørs navn var Jóseph, av Dávids húsi; og navnið hjá jomfrúnni var Maria.
28 Og eingilin kom inn til hennara, og segði, Heil og sæl, tú sum hátt ert yndað, Harrin er við tær: vælsignað ert tú millum kvenna.
29 Og tá ið hon sá hann, órógvaðist hon við hansara framsøgn, og velti sær í huga hvat fyri heilsan hetta mundi vera.
30 Og eingilin segði við hana, Óttast ikki, Maria: tí at tú hevurt funnið yndi hjá Guði.
31 Og sí, tú skalt gita í tínum móðurlívi, og bera fram son, og skalt kalla navn hansara JESUS.
32 Hann skal vera mikil, og skal vera kallaður Sonur hins Hægsta: og Harrin Guð skal geva honum hásæti faðirs hansara Dávids:
33 Og hann skal ríkja yvir húsi Jákups um ævir; og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.
34 Tá segði Maria við eingilin, Hvussu skal hetta verða, við tað at eg kenni ikki mann?
35 Og eingilin svaraði og segði við hana, Halgi Andin skal koma á teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg: tí skal eisini hin heilagi lutur, sum verður føddur av tær, vera kallaður Sonur Guðs.
36 Og sí, skyldkona tín Elisabeth, eisini hon hevur gitið son á gamalsaldri sínum: og hetta er sætti mánaðurin hjá henni, sum varð kallað ófrukt.
37 Tí við Guði skal einkið vera ógjørligt.
38 Og Maria segði, Sí handarmoyggj Harrans; verði mær eftir orði tínum. Og eingilin fór avstað frá henni.
39 Og Maria reistist í teimum døgum, og fór inn í fjallalendið við skundi, inn í ein stað av Juda;
40 Og fór inn í hús Zachariasar, og heilsaði Elisabethi.
41 Og tað bar á, at tá ið Elisabeth hoyrdi heilsan Mariu, spældi burðurin í hennara móðurlívi; og Elisabeth varð fylt við Halga Andanum:
42 Og hon mælti út við harðari rødd, og segði, Vælsignað ert tú millum kvenna, og vælsignað er fruktin av tínum móðurlívi.
43 Og hvaðani er hetta mær fyri, at móðir Harra míns skuldi komið til mín?
44 Tí at sí, so skjótt sum røddin av tíni heilsan ljóðaði í mínum oyrum, spældi burðurin í mínum móðurlívi av frøi.
45 Og vælsignað er hon sum trúði: tí at tað skal verða ein útinning av teimum tingum ið vórðu søgd henni frá Harranum.
46 Og Maria segði, Sál mín hátt setur Harran,
47 Og mín andi hevur frøtt seg í Guði mínum Frelsara.
48 Tí hann hevur litið til lítilsvirðið hjá síni tænastumoy: tí sí, hiðanífrá skulu allar ættir vælsignaða meg kalla.
49 Tí at hann, ið er mektigur, hevur gjørt miklar lutir við meg; og heilagt er navn hansara.
50 Og hansara miskunn er á teimum ið óttast hann frá ætt til ætt.
51 Hann hevur sýnt styrki við sínum armi; hann hevur spjatt hinar hugmóðigu í ímyndanini av teirra hjørtum.
52 Hann hevur stoytt niður hinar mektigu úr teirra sætum, og hevjað teir av lágari støðu.
53 Hann hevur mettað hinar svongu við góðum tingum; og hann hevur sent hinar ríku tómar avstað.
54 Hann hevur hjálpt sínum tænara Ísrael, í endurminning um sína miskunn;
55 Eins og hann talaði til fedra vára, til Ábrahams, og til sáðs hans um ævir.
56 Og Maria varð hjá henni um tríggjar mánaðir, og vendi aftur til egna hús sítt.
57 Men hin fulla tíðin hjá Elisabethi kom, at hon skuldi verða loyst; og hon bar fram ein son.
58 Og hennara grannar og hennara frændur hoyrdu hvussu Harrin hevði sýnt mikla miskunn á hana; og tey fegnaðust við henni.
59 Og tað bar á, at á áttanda degi komu teir at umskera barnið; og teir kallaðu hann Zacharias, eftir navni faðirs hansara.
60 Og móðir hansara tók til máls og segði, Ikki soleiðis; men Jóhannes skal hann kallast.
61 Og teir søgdu við hana, Tað er eingin av tínum skyldfólki sum er kallaður við hesum navni.
62 Og teir gjørdu tekin til faðirs hansara, hvussu hann vildi hava hann kallaðan.
63 Og hann bað um eina skrivitalvu, og skrivaði soljóðandi, Jóhannes er navn hansara. Og tey undraðust øll.
64 Og hansara munnur varð upplatin alt fyri eitt, og hansara tunga loyst, og hann talaði, og lovaði Guði.
65 Og ótti kom á øll sum búðu rundan um tey: og allar hesar útsagnir ljóðaðust út umkring út um alt fjallalendið av Judæu.
66 Og øll tey, sum hoyrdu tær, goymdu tær í sínum hjørtum, og søgdu, Hvat fyri barn verður hesin! Og hond Harrans var við honum.
67 Og faðir hansara, Zacharias, varð fyltur við Halga Andanum, og propheteraði, og segði,
68 Vælsignaður veri Harrin Guð Ísraels; tí hann hevur vitjað og endurloyst sítt fólk,
69 Og hevur reist okkum upp eitt frelsuhorn í húsi tænara síns Dávids;
70 Eins og hann talaði við munninum á sínum heilagu prophetum, sum hava verið síðan verøldin byrjaði:
71 At vit skuldu verða frelstir frá okkara fíggindum, og frá hondini á øllum ið hata okkum;
72 At útinna ta miskunn, ið varð fyrijáttað okkara fedrum, og at minnast sín heilaga sáttmála;
73 Eiðin tann sum hann svór fyri okkara faðir Ábrahami,
74 At hann vildi veita okkum, at vit, verandi loystir úr hondini á okkara fíggindum, máttu tæna honum uttan ótta,
75 Í heilagleika og rættvísi frammi fyri honum, allar okkara lívsins dagar.
76 Og tú, barn, skalt verða kallaður prophetur hins Hægsta: tí at tú skalt ganga undan andliti Harrans, at tilreiða vegir hans;
77 At geva hansara fólki kunnleika til frelsu við eftirgevingini av teirra syndum,
78 Gjøgn eymligu miskunn Guðs várs; sum dagglæman av hæddini hevur vitjað okkum við,
79 At geva ljós til teirra sum sita í myrkri og í skugga deyðans, at leiða okkara føtur inn á friðarvegin.
80 Og barnið vaks, og varð sterkt í anda, og var í oyðimørkunum til dagin av hansara sýning fyri Ísrael.
.
.
.
.
.
KAPITUL 2
.
Og tað hendi í teimum døgum, at tað fór út ein løgskipan frá Cæsar Augustusi um, at allur heimurin skuldi skattast.
2 (Og henda skatting varð fyrst gjørd, tá ið Cýrenius var landsstjóri av Sýriu.)
3 Og øll fóru at verða skattað, hvør í sín egna stað.
4 Og eisini Jóseph fór niðan frá Galileu, úr staðinum Nazareth, inn í Judæu, til staðar Dávids, sum kallast Bethlehem; (tí hann var av Dávids húsi og slekt:)
5 At verða skattaður við Mariu, trúlovaða vívi sínum, sum var nógv við barn.
6 Og soleiðis varð tað, at meðan tey vóru har, vórðu dagarnir fullførdir at hon skuldi verða loyst.
7 Og hon bar fram sín fyrstafødda son, og reivaði hann í sveipingarklæðir, og legði hann í krubbu; tí tað var einkið rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.
8 Og har vóru hirðar í sama landsumráði, sum dvøldu á markini, og hildu vakt yvir sínum fylgi um náttina.
9 Og sí, eingil Harrans kom á teir, og Harrans dýrd skein rundan um teir: og teir vórðu ógviliga óttafullir.
10 Og eingilin segði við teir, Óttist ikki: tí sí, eg beri tykkum góð og fagnaðarmikil tíðindir, sum skulu vera fyri alt fólk.
11 Tí at tykkum er føddur henda dag í staði Dávids ein Frelsari, sum er Harrin Christus.
12 Og hetta skal vera tykkum tekin; Tit skulu finna pinkubarnið ballað í sveip, liggjandi í eini krubbu.
13 Og brádliga var tað hjá einglinum ein fjøld av tí himinska herskara, sum prísaðu Guði, og søgdu,
14 Dýrd veri Guði í tí hægsta, og friður á jørð, góðvild móti monnum.
15 Og tað bar á, sum einglarnir vóru farnir avstað frá teimum inn í himin, søgdu hirðarnir hvør til annan, Lat okkum nú fara heilt til Bethlehem, og sjá hetta ting sum á er borið, sum Harrin hevur kunngjørt okkum.
16 Og teir komu við skundi, og funnu Mariu, og Jóseph, og pinkubarnið liggjandi í eini krubbu.
17 Og tá ið teir høvdu sæð tað, kunngjørdu teir út umkring ta framsøgn ið varð søgd teimum viðvíkjandi hesum barni.
18 Og øll tey, sum hoyrdu tað, undraðust á tey tingini sum vórðu søgd teimum av hirðunum.
19 Men Maria varðveitti allar hesar lutir, og grundaði yvir teir í sínum hjarta.
20 Og hirðarnir vendu aftur, og dýrðmettu og prísaðu Guði fyri øll tey ting ið teir høvdu hoyrt og sæð, sum tað varð sagt teimum.
21 Og tá ið átta dagar vóru fullførdir fyri umskeringina av barninum, varð navn hansara kallað JESUS, sum varð soleiðis nevnt av einglinum, áðrenn hann varð gitin í móðurlívi.
22 Og tá ið dagarnir av hennara skírgan eftir Móselógini vóru fullførdir, førdu tey hann til Jerusalem, at framseta hann fram fyri Harran;
23 (Eins og skrivað stendur í Harrans lóg, Hvørt kallkyn, sum opnar móðurlívið, skal kallast Harranum heilagt;)
24 Og at ofra eitt sláturoffur eftir tí sum er sagt í lóg Harrans, Eitt par av turtildúgvum, ella tvær ungar dúgvur.
25 Og sí, tað var ein maður í Jerusalem, hvørs navn var Símeon; og hin sami maðurin var rættlátur og frómur, og væntaði eftir troystan Ísraels: og Halgi Andin var á honum.
26 Og tað var opinberað honum av Halga Andanum, at hann skuldi ei síggja deyða, fyrrenn hann hevði sæð Harrans Christ.
27 Og hann kom av Andanum inn í templið: og tá ið foreldrini førdu inn barnið Jesus, at gera fyri hann eftir lógarinnar venju,
28 Tá tók hann hann upp í sínar armar, og vælsignaði Guð, og segði,
29 Harri, nú leturt tú tænara tín fara avstað í friði, eftir orði tínum:
30 Tí míni eygu hava sæð tína frelsu,
31 Sum tú hevurt tilreitt fyri andlitinum á øllum fólki;
32 Eitt ljós at lýsna Heidningarnar, og dýrdin hjá tínum fólki Ísrael.
33 Og Jóseph og móðir hansara undraðust á tey tingini sum vórðu talað um hann.
34 Og Símeon vælsignaði tey, og segði við Mariu, móður hansara, Sí, hetta barnið er sett til fallið og reisingina aftur av mongum í Ísrael; og til eitt tekin ið skal verða talað ímóti;
35 (Ja, eitt svørð skal gata ígjøgnum tína egnu sál við,) at hugsanirnar av mongum hjørtum mega verða opinberaðar.
36 Og har var ein Anna, ein prophetinna, dóttir Phánuels, av ættargrein Ásers: hon var mikið til aldurs, og hevði livað við einum ektamanni sjey ár frá sínum jomfrúdómi;
37 Og hon var ein einkja umleið fýrsinstjúgu og fýra ára gomul, sum ikki veik úr templinum, men tænti Guði við føstum og bønum nátt og dag.
38 Og hon kom í teirri løtu, og veitti somuleiðis Harranum tøkkir, og talaði um hann fyri øllum teimum ið væntaðu eftir endurloysn í Jerusalem.
39 Og tá ið tey høvdu útint øll ting eftir lóg Harrans, vendu tey aftur til Galileu, til sín egna stað Nazareth.
40 Og barnið vaks, og varð sterkt í anda, fyltur við vísdómi: og Guðs náði var á honum.
41 Men foreldur hansara fóru til Jerusalem hvørt ár við umleypshátíðina.
42 Og tá ið hann var tólv ára gamal, fóru tey niðan til Jerusalem eftir venju hátíðarinnar.
43 Og tá ið tey høvdu fullført dagarnar, sum tey vendu aftur, so dvaldi Jesus barnið eftir í Jerusalem; og Jóseph og móðir hansara vitstu ikki av tí.
44 Men tey hildu hann vera í flokkinum, og ferðaðust eina dagsferð; og tey søktu hann millum skyldfólk sítt og kunningar.
45 Og tá ið tey ikki funnu hann, vendu tey tilbakar aftur til Jerusalem, og søktu hann.
46 Og tað bar á, at aftaná tríggjar dagar funnu tey hann í templinum, sitandi mitt millum lærumeistararnar, og bæði hoyrdi teir, og spurdi teir spurningar.
47 Og allir, sum hoyrdu hann, vórðu ovfarnir yvir hansara vitsku og svør.
48 Og tá ið tey sóu hann, ógvaðust tey: og móðir hansara segði við hann, Sonur, hví hevurt tú farið soleiðis við okkum? sí, faðir tín og eg hava søkt teg við sorg.
49 Og hann segði við tey, Hvussu er tað at tit søktu meg? vitstu tit ikki, at eg má vera um gerning Faðirs míns?
50 Og tey skiltu ikki ta framsøgnina sum hann talaði við tey.
51 Og hann fór oman við teimum, og kom til Nazareth, og var teimum undirgivin: men móðir hansara varðveitti allar hesar útsagnir í sínum hjarta.
52 Og Jesus øktist í vísdómi og vøkstri, og í yndi hjá Guði og monnum.
.
.
.
.
.
KAPITUL 3
.
Men í fimtanda stjórnarári Tiberius Cæsars, meðan Pontius Pilatus var landsstjóri í Judæu, og Heródes var fjórðingsfúrsti í Galileu, og bróðir hansara Philippus var fjórðingsfúrsti í Ituræu og í Trakonitis umráðnum, og Lýsánias var fjórðingsfúrsti í Abilene,
2 Og Annas og Cajafas vóru høvuðsprestarnir, tá kom Guðs orð til Jóhannesar Zacharias sonar í oyðuni.
3 Og hann kom inn í alt landið um Jordan, og prædikaði umvendingardópin til eftirgeving syndanna;
4 Eins og skrivað stendur í bókini við orðunum hjá Esaiasi propheti, sigandi, Røddin á einum sum rópar í oyðimørkini, Fyrireikið veg Harrans, gerið gøtur hansara beinar.
5 Hvør dalur skal fyllast, og hvørt fjall og hvør heyggur skal førast lágt; og tað krókuta skal verða gjørt beint, og teir knortlutu vegirnir skulu verða gjørdir slættir;
6 Og alt kjøt skal sjá Guðs frelsu.
7 Tá segði hann við fjøldina sum kom út at verða doypt av honum, O avkom av eiturormum, hvør hevur ávarað tykkum at flýggja frá tí komandi vreiðini?
8 Berið tí fram ávøkstir sum eru umvending verdir, og byrjið ikki at siga innan í tykkum sjálvum, Vit hava Ábraham til faðir okkara: tí at eg sigi tykkum, At Guð er mentur av hesum steinum at reisa Ábrahami upp børn.
9 Og nú er eisini øksin løgd at rótini á trøunum: hvørt træ sum tí ikki ber fram góða frukt, verður høgt niður, og kastað inn í eldin.
10 Og fólkið spurdi hann, og segði, Hvat skulu vit tá gera?
11 Hann svarar og sigur við tey, Hann ið hevur tveir kyrtlar, hann tilluti honum sum ongan hevur; og hann ið hevur mat, hann geri somuleiðis.
12 Tá komu eisini tollarar at verða doyptir, og søgdu við hann, Meistari, hvat skulu vit gera?
13 Og hann segði við teir, Krevjið ikki meira enn tað sum tykkum er ásett.
14 Og hermenninir somuleiðis kravdu av honum, og søgdu, Og hvat skulu vit gera? Og hann segði við teir, Innið harðskap ímóti ongum manni, eiheldur ákærið nakran falsliga; og verið nøgdir við tykkara løn.
15 Og sum fólkið var í væntan, og allir menn grundaðu í sínum hjørtum um Jóhannes, hvørt hann var Christus, ella ei;
16 Svaraði Jóhannes, og segði við tey øll, Eg víst doypi tykkum við vatni; men ein, mektigari enn eg, kemur, tvongina á hvørs skóm eg eri ikki verdur at loysa upp: hann skal doypa tykkum við Halga Andanum og við eldi:
17 Hvørs kastiskuvla er í hond hans, og hann vil dyggiliga reinska sítt gólv, og vil savna hveitina í sína løðu; men dumbuna vil hann brenna við ósløkkiligum eldi.
18 Og mong onnur ting í síni formaning prædikaði hann fólkinum.
19 Men fjórðingsfúrstin Heródes, sum varð nepsaður av honum fyri Heródias, konu Philippusar, bróður síns, og fyri øll tey illindini sum Heródes hevði gjørt,
20 Legði enn hetta afturat omaná alt, at hann lokaði Jóhannes inni í fongsul.
21 Men meðan alt fólkið varð doypt, bar tað á, at tá ið Jesus eisini varð doyptur, og bað, varð himinin opnaður,
22 Og Halgi Andin steig niður í likamligum skapi eins og dúgva uppá hann, og ein rødd kom av himni, sum segði, Tú ert mín elskaði Sonur; eg eri í tær væl toknaður.
23 Og Jesus sjálvur byrjaði at vera um tríati ára gamal, og var (sum varð hildið) sonur Jósephs, sum var sonur Helis,
24 Sum var sonur Matthats, sum var sonur Levis, sum var sonur Melkis, sum var sonur Janna, sum var sonur Jósephs,
25 Sum var sonur Mattathiasar, sum var sonur Ámosar, sum var sonur Náums, sum var sonur Eslis, sum var sonur Naggis,
26 Sum var sonur Máaths, sum var sonur Mattathiasar, sum var sonur Semeis, sum var sonur Jósephs, sum var sonur Juda,
27 Sum var sonur Jóanna, sum var sonur Rhesa, sum var sonur Zorobábels, sum var sonur Saláthiels, sum var sonur Neris,
28 Sum var sonur Melkis, sum var sonur Addis, sum var sonur Cósams, sum var sonur Elmodams, sum var sonur Ers,
29 Sum var sonur Jósis, sum var sonur Eliezers, sum var sonur Jórims, sum var sonur Matthats, sum var sonur Levis,
30 Sum var sonur Símeons, sum var sonur Juda, sum var sonur Jósephs, sum var sonur Jónans, sum var sonur Eliakims,
31 Sum var sonur Melea, sum var sonur Menans, sum var sonur Mattatha, sum var sonur Náthans, sum var sonur Dávids,
32 Sum var sonur Ísais, sum var sonur Óbeds, sum var sonur Bóozar, sum var sonur Salmons, sum var sonur Náassons,
33 Sum var sonur Aminadabs, sum var sonur Árams, sum var sonur Esroms, sum var sonur Pharesar, sum var sonur Juda,
34 Sum var sonur Jákups, sum var sonur Ísaaks, sum var sonur Ábrahams, sum var sonur Thára, sum var sonur Náchors,
35 Sum var sonur Sáruchs, sum var sonur Rágaus, sum var sonur Phálecs, sum var sonur Hebers, sum var sonur Sala,
36 Sum var sonur Cajnans, sum var sonur Arphaxads, sum var sonur Sems, sum var sonur Nóa, sum var sonur Lámechs,
37 Sum var sonur Mathúsala, sum var sonur Enochs, sum var sonur Járeds, sum var sonur Maleleels, sum var sonur Cajnans,
38 Sum var sonur Enosar, sum var sonur Seths, sum var sonur Adams, sum var sonur Guðs.
.
.
.
.
KAPITUL 4
.
.
Og fullur av Halga Andanum vendi Jesus aftur frá Jordan, og varð leiddur av Andanum inn í oyðuna,
2 Og varð í fjøruti dagar freistaður av djevlinum. Og í teimum døgum át hann einkið: og tá ið teir vóru endaðir, hungraði hann umsíðir.
3 Og djevulin segði við hann, Um tú veri Sonur Guðs, tá bjóða hesum steini, at hann verði gjørdur til breyð.
4 Og Jesus svaraði honum, og segði, Skrivað stendur, At maður skal ikki liva av breyði eina, men av hvørjum orði Guðs.
5 Og djevulin tók hann niðan á eitt høgt fjall, og sýndi honum øll kongadømir heimsins í einum tíðarbragdi.
6 Og djevulin segði við hann, Alt hetta veldið vil eg geva tær, og dýrdina av teimum: tí at mær er tað fingið; og hvørjumsumhelst eg vil, gevi eg tað.
7 Um tú tí vilt tilbiðja meg, tá skal alt verða títt.
8 Og Jesus svaraði og segði við hann, Slepp tær afturum meg, Sátan: tí skrivað stendur, Tú skalt tilbiðja Harran tín Guð, og honum eina skalt tú tæna.
9 Og hann førdi hann til Jerusalem, og setti hann á eitt torn av templinum, og segði við hann, Um tú veri Sonur Guðs, tá kasta teg niður hiðani:
10 Tí at skrivað stendur, Hann skal geva sínum einglum álegging yvir teg, at varða teg:
11 Og í sínum hondum skulu teir bera teg uppi, at ikki tú til nakra tíð slái tín fót ímóti einum steini.
12 Og svarandi segði Jesus við hann, Tað er sagt, Tú skalt ikki freista Harran tín Guð.
13 Og tá ið djevulin hevði endað alla freistingina, fór hann burtur frá honum í eina tíð.
14 ¶ Og Jesus kom aftur í kraft Andans inn í Galileu: og tað fór út eitt giti um hann ígjøgnum alt umráðið runt um.
15 Og hann frálærdi í sýnagogunum hjá teimum, og varð dýrðmettur av øllum.
16 ¶ Og hann kom til Nazareth, har hann hevði verðið uppaldur: og, sum hansara venja var, fór hann inn í sýnagoguna á sabbatsdegnum, og stóð upp til at lesa.
17 Og honum varð fingin bók Esaiasar prophets. Og tá ið hann hevði opnað bókina, fann hann staðið har skrivað stóð,
18 Andi Harrans er yvir mær, tí hann hevur salvað meg at prædika gleðiboðskapin fyri teimum fátæku; hann hevur sent meg at grøða tey hjartabrotnu, at prædika útfrían fyri teimum bundnu, og endurheintan av sjón fyri teimum blindu, at seta í frælsi tey sum eru knúst,
19 At prædika góðtakiliga ár Harrans.
20 Og hann læt aftur bókina, og hann gav hana aftur til tænaran, og settist niður. Og eyguni á øllum teimum, sum vóru í sýnagoguni, vóru fest á hann.
21 Og hann fór undir at siga við tey, Henda dag er hetta skriftstaðið uppfylt fyri oyrum tykkara.
22 Og øll bóru honum vitnisburð, og undraðust á tey náðisomu orðini sum gingu út úr munni hansara. Og tey søgdu, Er ikki hetta sonur Jósephs?
23 Og hann segði við tey, Tit fara víst at siga við meg hetta orðtakið, Lækni, grøð teg sjálvan: hvatsumhelst ið vit hava hoyrt er gjørt í Capernaum, ger tað eisini her í landi tínum.
24 Og hann segði, Sanniliga sigi eg tykkum, Eingin prophetur er viðurkendur í sínum egna landi.
25 Men eg sigi tykkum av sonnum, mangar einkjur vóru í Ísrael á døgum Eliasar, tá ið himinin varð lokaður aftur í trý ár og seks mánaðir, tá ið stór hungursneyð var út um alt landið;
26 Men til onga av teimum varð Elias sendur, uttan til Sareptu, ein stað av Sidon, til eina kvinnu sum var einkja.
27 Og mangir spitalskir vóru í Ísrael á tíðini hjá Eliseusi propheti; og eingin av teimum varð reinsaður, uttan Náaman Sýriulendingur.
28 Og øll tey í sýnagoguni, tá ið tey hoyrdu hesi tingini, vórðu fylt við vreiði,
29 Og risu upp, og stoyttu hann út úr staðinum, og leiddu hann at eggini á tí heygnum sum teirra staður var bygdur á, at tey máttu kastað hann oman eftir høvdinum.
30 Men hann fór ígjøgnum teirra mittu, og fór sín veg,
31 Og kom oman til Capernaum, ein stað av Galileu, og lærdi tey á sabbatsdøgunum.
32 Og tey vóru ovfarin yvir hansara doktrinu: tí at orð hansara var við kraft.
33 ¶ Og í sýnagoguni var ein maður, sum hevði ein anda av einum óreinum djevli, og gelti út við harðari rødd,
34 Og segði, Lat okkum vera; hvat hava vit at gera við teg, tú Jesus úr Nazareth? ert tú komin at oyðileggja okkum? eg kenni teg hvør tú ert; Hin Heilagi Guðs.
35 Og Jesus hartaði hann, og segði, Halt tínum friði, og kom út úr honum. Og tá ið djevulin hevði kastað hann í miðjuna, kom hann út úr honum, og skaddi hann ikki.
36 Og tey ógvaðust øll, og talaðu sín ámillum, og søgdu, Hvat fyri eitt orð er hetta! tí við myndugleika og makt býður hann teimum óreinu andunum, og teir koma út.
37 Og gitið um hann fór út í hvørt pláss av landinum runt um.
38 ¶ Og hann reistist úr sýnagoguni, og fór inn í hús Símunar. Og móðir konu Símunar var tikin við miklari hitasótt; og teir bønaðu hann fyri hana.
39 Og hann stóð yvir henni, og hartaði hitasóttina; og hon fór frá henni: og alt fyri eitt reistist hon og tænti teimum.
40 ¶ Men tá ið sól fór til viðar, førdu øll tey, sum høvdu nakran sjúkan við ymsum sjúkdómum, tey til hansara; og hann legði sínar hendur á hvønn teirra, og grøddi tey.
41 Og djevlar komu eisini út úr mongum, geylaðu út, og søgdu, Tú ert Christus — Sonur Guðs. Og hann hartaði teir, og loyvdi teimum ikki at tala: tí at teir vitstu at hann var Christus.
42 Og tá ið tað var dagur, fór hann avstað og fór inn á eitt oyðistað: og fólkið søkti hann, og kom til hansara, og helt honum aftur, at hann ikki skuldi fara avstað frá teimum.
43 Og hann segði við tey, Eg má prædika kongadømi Guðs fyri øðrum staðum eisini: tí at tessvegna eri eg sendur.
44 Og hann prædikaði í sýnagogunum av Galileu.
.
.
.
.
KAPITUL 5
.
.
Og tað bar á, at sum fólkið trýsti á hann fyri at hoyra Guðs orð, stóð hann við Gennesaret vatnið,
2 Og sá tveir bátar liggja við vatnið: men fiskimenninir vóru farnir úr teimum, og tvógu síni gørn.
3 Og hann fór inn í ein av bátunum, sum var Símunar, og bað hann, at hann vildi trýst eitt sindur út frá landi. Og hann settist niður, og lærdi fólkið úr bátinum.
4 Men tá ið hann var givin at tala, segði hann við Símun, Legg út á dýpið, og slepp niður gørnunum hjá tær til eitt hál.
5 Og svarandi segði Símun við hann, Meistari, vit hava strevast alla náttina, og hava einkið fingið: men eftir tínum orði vil eg sleppa niður garninum.
6 Og tá ið teir hetta høvdu gjørt, kringsettu teir eina stóra fjøld av fiskum: og teirra garn skrædnaði.
7 Og teir veittraðu til sínar lagsmenn, sum vóru í hinum bátinum, at teir skuldu koma og hjálpa teimum. Og teir komu, og fyltu báðar bátarnar, so at teir tóku at søkka.
8 Tá ið Símun Pætur sá tað, fell hann niður við Jesu knø, og segði, Far burtur frá mær; tí at eg eri ein syndafullur maður, O Harri.
9 Tí hann var ovfarin, og allir ið við honum vóru, um hálið av fiskunum sum teir høvdu fingið:
10 Og tað var eisini Jákup, og Jóhannes, synir Zebedeeusar, sum vóru lagsmenn Símunar. Og Jesus segði við Símun, Óttast ikki; hiðanífrá skalt tú veiða menn.
11 Og tá ið teir høvdu ført sínar bátar til lands, yvirgóvu teir alt, og fylgdu honum.
12 ¶ Og tað bar á, tá ið hann var í ávísum staði, at sí ein maður, fullur av spitalskni: sum, tá ið hann sá Jesus, fell á síttandlit, og bønaði hann, og segði, Harri, um tú vilt, kanst tú gera meg reinan.
13 Og hann rætti fram sína hond, nam við hann, og segði, Eg vil: vert tú reinur. Og alt fyri eitt fór spitalskusjúkan burtur frá honum.
14 Og hann álegði honum at siga ongum manni frá: men far, og sýn teg fyri prestinum, og ofra fyri tína reinsan, samsvarandi sum Móses beyð, teimum til vitnisburðar.
15 Men so mikið meira fór eitt giti út umkring um hann: og miklar mannfjøldir komu saman at hoyra, og at verða grøddar av honum frá sínum veikleikum.
16 ¶ Og hann hevði seg undan út í oyðuna, og bað.
17 Og tað hendi á einum ávísum degi, sum hann frálærdi, at har vóru Pharisearar og lærumeistarar av lógini ið sótu hjá, sum vóru komnir út úr hvørjum býi av Galileu, og Judæu, og Jerusalem: og kraft Harrans var tilstaðar at grøða tey.
18 ¶ Og sí, menn førdu í eini song ein mann, sum var fongdur við lamningi: og teir søktu middil at føra hann inn, og at leggja hann framfyri hann.
19 Og tá ið teir ei kundu finna, við hvørji leið teir máttu ført hann inn orsakað av mannfjøldini, fóru teir upp á tekjuna, og sigu hann niður ígjøgnum taksteinarnar við hansara legu inn í miðjuna framfyri Jesus.
20 Og tá ið hann sá teirra trúgv, segði hann við hann, Maður, tínar syndir eru tær fyrigivnar.
21 Og hinir skriftlærdu og Phariseararnir tóku at umhugsa seg, og siga, Hvør er hesin ið talar gudsspottanir? Hvør kann fyrigeva syndir, uttan Guð eina?
22 Men tá ið Jesus varnaðist teirra hugsanir, segði hann í svari við teir, Hvat umhugsa tit í hjørtum tykkara?
23 Hvørt er lættari, at siga, Tínar syndir veri tær fyrigivnar; ella at siga, Statt upp og gakk?
24 Men fyri at tit mega vita, at Menniskjusonurin hevur vald á jørð at fyrigeva syndir, (segði hann við hin sjúka av lamninginum,) Eg sigi tær, Reis teg, og tak upp legu tína, og far inn í hús títt.
25 Og í stundini reis hann upp frammi fyri teimum, og tók upp tað hvará hann lá, og fór avstað heim til egna hús sítt, dýrðmetandi Guð.
26 Og tey ógvaðust øll, og dýrðmettu Guð, og tey fyltust við ótta, og søgdu, Vit hava sæð undarlig ting í dag.
27 ¶ Og eftir hesi tingini fór hann fram, og sá ein tollara, nevndan Levi, sita við tollheintubúðina: og hann segði við hann, Fylg mær.
28 Og hann eftirlæt alt, stóð upp, og fylgdi honum.
29 Og Levi gjørdi honum mikla veitslu í sínum egna húsi: og har var ein stórur flokkur av tollarum og av øðrum ið sótu niðri við teimum.
30 Men teirra skriftlærdu og Pharisearar knarraðu inná hansara lærusveinar, og søgdu, Hví eta tit og drekka við tollarum og syndarum?
31 Og svarandi segði Jesus við teir, Teimum sum eru heilir, tarvast ikki lækna; men teimum ið eru sjúkir.
32 Eg kom ikki at kalla hinar rættvísu, men syndarar til umvendingar.
33 ¶ Og teir søgdu við hann, Hví fasta lærusveinar Jóhannesar ofta, og halda bønir, og somuleiðis lærusveinarnir hjá Pharisearunum; men tínir eta og drekka?
34 Og hann segði við teir, Kunnu tit fáa brúðarkamarsbørnini at fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum?
35 Men teir dagar vilja koma, tá ið brúðgómurin verður tikin burtur frá teimum, og tá skulu tey fasta í teimum døgum.
36 ¶ Og hann talaði teimum eisini eina dømisøgu; Eingin maður setur eitt stykki av einum nýggjum klæði uppá eitt gamalt; um øðrvísi er, so ger bæði tað nýggja eina skræðing, og tað stykkið, sum varð tikið úr tí nýggja, einast ikki við tað gamla.
37 Og eingin maður koyrir nýtt vín í gamlar kíkar; annars brestir nýggja vínið kíkarnar, og stoytist, og kíkarnir týnast.
38 Men nýtt vín má koyrast í nýggjar kíkar; og bæði verða varðveitt.
39 Eisini fer eingin maður, sum hevur drukkið gamalt vín, beinanvegin at tráa nýtt: tí sigur hann, Tað gamla er betri.
.
.
.
.
KAPITUL 6
.
.
Og tað hendi á øðrum sabbatinum eftir hin fyrsta, at hann fór ígjøgnum korn akrarnar; og hansara lærusveinar slitu kornøksini, gníggjaðu tey í sínum hondum, og ótu.
2 Og ávísir av Pharisearunum søgdu við teir, Hví gera tit tað sum ikki er lógligt at gera á sabbatsdøgunum?
3 Og svarandi teimum segði Jesus, Hava tit ikki lisið so mikið sum hetta, hvat Dávid gjørdi, tá ið sjálvur hann var ein hungraður, og teir sum við honum vóru;
4 Hvussu hann fór inn í Guðs hús, og tók og át sýnisbreyðini, og gav eisini teimum ið við sær vóru; sum tað ikki er lógligt at eta, uttan hjá prestunum eina?
5 Og hann segði við teir, At Menniskjusonurin er Harri eisini av sabbatinum.
6 Og tað hendi eisini á einum øðrum sabbati, at hann fór inn í sýnagoguna og frálærdi: og har var ein maður, hvørs høgra hond var visnað.
7 Og hinir skriftlærdu og Phariseararnir eygleiddu hann, hvørt hann vildi grøða á sabbatsdegnum; at teir máttu funnið eina ákæru ímóti honum.
8 Men hann kendi teirra hugsanir, og segði til mannin sum hevði ta visnaðu hondina, Rís upp, og stíg fram í miðjuna. Og hann reistist og steig fram.
9 Síðan segði Jesus við teir, Eg vil spyrja tykkum eitt ting; Er tað lógligt á sabbatsdøgunum at gera gott, ella at gera ilt? at frelsa lív, ella at týna tí?
10 Og hann hugdi runt um á teir allar, og segði við mannin, Strekk fram tína hond. Og hann so gjørdi: og hansara hond varð gjørd aftur heil, sum hin.
11 Og teir fyltust við ørskapi; og samtalaðu hvør við annan, hvat teir máttu gjørt við Jesus.
12 Og tað hendi í teimum døgum, at hann fór út á eitt fjall at biðja, og helt áfram alla nátt í bøn til Guðs.
13 ¶ Og tá ið tað var dagur, kallaði hann til sín sínar lærusveinar: og av teimum valdi hann tólv, hvørjar hann eisini nevndi ápostlar;
14 Símun, (hvønn hann eisini nevndi Pætur;) og Andreas, bróður hansara; Jákup og Jóhannes, Philippus og Bartholomæus,
15 Matthæus og Tummas; Jákup, son Alphæusar; og Símun, kallaður Zelótes;
16 Og Judas, bróður Jákups; og Judas Iscarjot, sum eisini var svíkjarin.
17 ¶ Og hann kom oman við teimum, og stóð á slættanum, og flokkurin av hansara lærusveinum, og ein mikil mannfjøld úr allari Judæu og Jerusalem, og frá sjóvarstrondini av Týrus og Sidon, sum komu at hoyra hann, og at verða grødd frá sínum sjúkdómum;
18 Og tey sum vóru plágað við óreinum andum: og tey vórðu grødd.
19 Og øll mannfjøldin søkti at nema við hann: tí tað fór magn út úr honum, og grøddi tey øll.
20 ¶ Og hann lyfti upp síni eygu á sínar lærusveinar, og segði, Signaðir veri tit fátæku: tí at tykkara er kongadømi Guðs.
21 Signaðir eru tit sum nú hungra: tí at tit skulu verða mettaðir. Signaðir eru tit sum nú gráta: tí at tit skulu læa.
22 Signaðir eru tit, tá ið menn skulu hata tykkum, og tá ið teir skulu skilja tykkum frá sínum flokki, og skulu brigsla tykkum, og kasta út tykkara navn sum ilt, fyri Menniskjusonarins skuld.
23 Fegnist á tí degi, og leypið av frøi: tí at sí, tykkara endurgjald er mikið í himni: tí á líkan hátt gjørdu teirra fedrar við prophetarnar.
24 Men vei tykkum sum eru ríkir! tí at tit hava tikið við tykkara troystan.
25 Vei tykkum sum eru mettir! tí at tit skulu hungra. Vei tykkum sum nú læa! tí at tit skulu harmast og gráta.
26 Vei tykkum, tá ið allir menn tala væl um tykkum! tí at soleiðis gjørdu teirra fedrar við teir følsku prophetarnar.
27 ¶ Men eg sigi við tykkum sum hoyra, Elskið tykkara fíggindar, gerið væl mót teimum ið hata tykkum,
28 Vælsignið tey sum banna tykkum, og biðjið fyri teimum sum illviljani brúka tykkum.
29 Og honum ið slær teg á annan vangan, bjóða hin við; og honum ið tekur burt tína kápu, sýt ikki at taka kyrtil tín við.
30 Gev hvørjum manni sum biður frá tær; og frá honum, ið tekur burt tínar ognir, bið ikki um tær aftur.
31 Og eins og tit vildu at menn skuldu gjørt mót tykkum, gerið tit eisini líkaleiðis mót teimum.
32 Tí um tit elska teir sum elska tykkum, hvørja tøkk eiga tit? tí at eisini syndarar elska teir sum elska teir.
33 Og um tit gera væl mót teimum ið gera væl mót tykkum, hvørja tøkk eiga tit? tí at eisini syndarar gera júst tað sama.
34 Og um tit læna teimum sum tit vóna at fáa aftur frá, hvørja tøkk eiga tit? tí at eisini syndarar læna syndarum, fyri at fáa líka nógv aftur.
35 Men elskið tykkara fíggindar, og gerið væl, og lænið, vónandi eftir ongum aftur; og tykkara endurgjald skal vera mikið, og tit skulu vera børn hins Hægsta: tí hann er góður við tey ótakksomu og við tey illu.
36 Verið tit tí miskunnsamir, eins og eisini tykkara Faðir er miskunnsamur.
37 Dømið ikki, og tit skulu ikki verða dømdir: fordømið ikki, og tit skulu ikki verða fordømdir: fyrigevið, og tykkum skal verða fyrigivið:
38 Gevið, og tykkum skal verða givið; gott mál, stappað niður, og rist saman, og rennandi yvir, skulu menn geva tykkum í fang. Tí við tí sama máli sum tit mála við, skal tykkum aftur verða mált.
39 Og hann talaði eina dømisøgu til teirra, Kann hin blindi leiða hin blinda? munnu teir ikki báðir falla inn í veitina?
40 Lærusveinurin er ikki yvir sínum meistara: men hvør tann, sum er fullkomin, skal verða eins og hansara meistari.
41 Og hví skoðart tú flísina sum er í eyga bróður tíns, men varnarst ikki bjálkan sum er í tínum egna eyga?
42 Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín, Bróðir, lat meg toga út flísina sum er í eyga tínum, tá ið tú sjálvur sært ikki bjálkan sum er í tínum egna eyga? Tín hyklari, kasta fyrst bjálkan út úr egna eyga tínum, og tá skalt tú síggja klárt at toga út flísina sum er í eyga bróður tíns.
43 Tí eitt gott træ ber ikki fram spilta frukt; eiheldur ber eitt spilt træ fram góða frukt.
44 Tí at hvørt træ kennist av síni egnu frukt. Tí av tornum henta menn ikki fikur, eiheldur av tornarunni henta teir vínber.
45 Ein góður maður úr góðu goymslu hjarta síns ber fram tað sum er gott; og ein óndur maður úr óndu goymslu hjarta síns ber fram tað sum er ónt: tí av yvirflóð hjartans mælir muður hansara.
46 ¶ Og hví kalla tit meg, Harri, Harri, og gera ikki tey tingini sum eg sigi?
47 Hvørsumhelst ið kemur til mín, og hoyrir mínar útsagnir, og ger tær, eg vil sýna tykkum hvørjum hann er líkur:
48 Hann er líkur manni sum bygdi hús, og gróv djúpt, og legði grundina á ein klett: og tá ið flóðin reis, bardi streymurin ógvisligani inná tað húsið, og kundi ikki rista tað: tí at tað var grundað á ein klett.
49 Men hann ið hoyrir og ikki ger, er líkur manni sum uttan grundvøll bygdi eitt hús omaná jørðina; streymurin bardi ógvisligani ímóti tí, og alt fyri eitt fell tað; og stór var oyðingin av tí húsi.
.
.
.
.
KAPITUL 7
.
.
Men tá ið hann hevði endað allar sínar útsagnir í fólksins áhoyrn, fór hann inn í Capernaum.
2 Og tænarin hjá einum ávísum hundraðsovasta, sum var honum kærur, var sjúkur, og lá fyri deyðanum.
3 Og tá ið hann hoyrdi um Jesus, sendi hann til hansara teir elstu av Jødunum, bønandi hann, at hann vildi komið og grøtt tænara sín.
4 Og tá ið teir komu til Jesus, bønaðu teir hann í stundini, og søgdu, At hann var verdur sum hann skuldi gera hetta fyri:
5 Tí hann elskar okkara tjóð, og hann hevur bygt okkum eina sýnagogu.
6 Tá fór Jesus við teimum. Og tá ið hann nú ikki var langt frá húsinum, sendi hundraðsovastin vinir til hansara, sigandi við hann, Harri, ger tær ongar ónáðir: tí at eg eri ikki verdur, at tú skuldirt komið inn undir mína tekju:
7 Hvørsvegna eg eiheldur helt meg verdan at koma til tín: men sig tað í einum orði, og mín tænari verður grøddur.
8 Tí at eg eri eisini maður, settur undir harradømi, og havi hermenn undir mær, og eg sigi við ein, Far, og hann fer; og til ein annan, Kom, og hann kemur; og til tænara mín, Ger hetta, og hann ger tað.
9 Tá ið Jesus hoyrdi hesi ting, undraðist hann á hann, og vendi sær íkring, og segði við fólkið sum fylgdi honum, Eg sigi tykkum, eg havi ikki funnið so mikla trúgv, nei, ikki í Ísrael.
10 Og teir, sum vóru sendir, tá ið teir komu aftur til húsið, funnu tænaran frískan, sum hevði verið sjúkur.
11 ¶ Og tað hendi dagin eftir, at hann fór inn í ein stað, sum kallast Náin; og mangir av hansara lærusveinum fóru við honum, og nógv fólk.
12 Men tá ið hann kom nær staðarliðinum, sí, tá varð ein deyður maður borin út, einasti sonur móður sína, og hon var einkja: og nógv fólk úr staðinum var við henni.
13 Og tá ið Harrin sá hana, hevði hann várkunn á hana, og segði við hana, Grát ikki.
14 Og hann kom og nam við børuna: og teir, sum bóru hann, stóðu stillir. Og hann segði, Ungi maður, eg sigi tær, Reis teg.
15 Og hann, sum var deyður, settist upp, og tók at tala. Og hann gav móður hansara hann.
16 Og ein ótti kom á øll: og tey dýrðmettu Guð, og søgdu, At ein mikil prophetur er stigin upp okkara millum; og, At Guð hevur vitjað fólk sítt.
17 Og henda umtala um hann fór út um alla Judæu, og út um alt umráðið runt um.
18 Og lærusveinar Jóhannesar sýndu honum um øll hesi ting.
19 ¶ Og Jóhannes rópaði til sín tveir av sínum lærusveinum, og sendi teir til Jesus, sigandi, Ert tú hann ið koma skuldi? ella vænta vit eftir einum øðrum?
20 Tá ið menninir vóru komnir til hansara, søgdu teir, Jóhannes Doypari hevur sent okkum til tín, sigandi, Ert tú hann ið koma skuldi? ella vænta vit eftir einum øðrum?
21 Og í tí sama tíma grøddi hann mong frá teirra veikleikum og plágum, og frá illum andum; og mongum, ið vóru blind, gav hann sjón.
22 Svarandi segði Jesus tá við teir, Farið tykkara veg, og sigið Jóhannesi hvørji ting tit hava sæð og hoyrt; hvussu ið tey blindu síggja, tey lamnu ganga, tey spitølsku verða reinsað, tey deyvu hoyra, tey deyðu verða reist, fyri teimum fátæku verður gleðiboðskapurin prædikaður.
23 Og vælsignaður er hann, hvørsumhelst ið man ikki fáa meinboga í mær.
24 ¶ Og tá ið sendiboðini hjá Jóhannesi vóru farnir avstað, fór hann undir at tala til fólkið viðvíkjandi Jóhannesi, Hvat fóru tit út í oyðuna fyri at síggja? Ein sevlegg, ristan við vindinum?
25 Men hvat fóru tit út fyri at síggja? Ein mann, klæddan í mjúkan búnað? Sí, teir sum eru yvirdádiga klæddir, og liva marglætisliga, eru í kongshøllum.
26 Men hvat fóru tit út fyri at síggja? Ein prophet? Ja, eg sigi tykkum, og nógv meira enn ein prophet.
27 Hetta er hann, sum tað er skrivað um, Sí, eg sendi mítt sendiboð undan tínum andliti, sum skal fyrireika tín veg undan tær.
28 Tí at eg sigi tykkum, Millum teirra, sum eru føddir av kvinnum, er tað ikki ein størri prophetur enn Jóhannes Doyparin: men hann, sum er minstur í kongadømi Guðs, er størri enn hann.
29 Og alt fólkið sum hoyrdi hann, og tollararnir, rættvísgjørdu Guð, við at verða doypt við dópi Jóhannesar.
30 Men Phariseararnir og teir lógkønu vrakaðu Guðs ráðagerð ímóti sær sjálvum, við ikki at verða doyptir av honum.
31 ¶ Og Harrin segði, Við hvat skal eg tá líkna menninar av hesi ætt? og hvørjum eru teir líkir?
32 Teir eru líkir børnum, ið sita á torginum, og rópa hvør á annan, og siga, Vit hava floytað fyri tykkum, og tit hava ikki dansað; vit hava harmað fyri tykkum, og tit hava ikki grátið.
33 Tí Jóhannes Doyparin kom, og hvørki át breyð ella drakk vín; og tit siga, Hann hevur ein djevul.
34 Menniskjusonurin er komin, og etur og drekkur; og tit siga, Sí ein átufrekan mann, og ein vínsvølg, ein vin hjá tollarum og syndarum!
35 Men vísdómurin er rættvísgjørdur av øllum sínum børnum.
36 ¶ Og ein av Pharisearunum tráaði hann, at hann vildi etið hjá sær. Og hann fór inn í húsið hjá Pharisearanum, og settist niður til matar.
37 Og sí, ein kvinna í staðinum, sum var ein syndarinna, tá ið hon vitsti at Jesus sat til matar í húsinum hjá Pharisearanum, kom við alabastur krukku av salvu,
38 Og stóð við hansara føtur aftanfyri hann grátandi, og tók at tváa hansara føtur við tárum, og turkaði teir við høvuðhárum sínum, og kysti hansara føtur, og salvaði teir við salvuni.
39 Men tá ið Pharisearin, sum hevði boðið honum, sá tað, talaði hann innan í sær sjálvum, og segði, Hesin maðurin, um hann var ein prophetur, mátti vitað hvør og hvat fyri kvinna hetta er sum nemur við hann: tí hon er ein syndari.
40 Og Jesus tók til orða, og segði við hann, Símun, eg havi okkurt at siga við teg. Og hann sigur, Meistari, sig víðari.
41 Tað var ein ávísur áognari, sum hevði tveir skuldnarar: tann eini skyldaði fimm hundrað denarar, og hin fimmti.
42 Og tá ið teir einkið høvdu at gjalda við, tá rætt og slætt fyrigav hann teimum báðum. Sig mær tí, hvør av teimum vil elska hann mest?
43 Símun svaraði og segði, Eg haldi at hann, sum hann fyrigav mest fyri. Og hann segði við hann, Tú hevurt dømt rætt.
44 Og hann vendi sær til kvinnuna, og segði við Símun, Sært tú hesa kvinnuna? Eg kom inn í hús títt, tú gavst mær einkið vatn til føtur mínar: men hon hevur tváað mínar føtur við tárum, og turkað teir við høvuðhárum sínum.
45 Tú gavst mær ongan koss: men henda kvinna, síðan ta tíð eg kom inn, hevur ikki givist at kyssa mínar føtur.
46 Mítt høvur við olju tú salvaðirt ei: men henda kvinna hevur salvað mínar føtur við salvu.
47 Hvørsvegna eg sigi við teg, Hennara syndir, sum eru mangar, eru fyrigivnar; tí hon elskaði mikið: men tí sum lítið er fyrigivið, hin sami elskar lítið.
48 Og hann segði við hana, Tínar syndir eru fyrigivnar.
49 Og teir, ið sótu til matar við honum, tóku at siga innan í sær sjálvum, Hvør er hesin ið fyrigevur syndir eisini?
50 Og hann segði við kvinnuna, Trúgv tín hevur frelst teg; far í friði.
.
.
.
.
KAPITUL 8
.
.
Og tað hendi aftaná, at hann fór út ígjøgnum hvønn stað og hvørja bygd, og prædikaði og sýndi gleðistíðindir kongadømis Guðs: og teir tólv vóru við honum,
2 Og ávísar kvinnur, ið vóru vorðnar grøddar frá illum andum og veikleikum, Maria, kallað Magdalena, sum sjey djevlar fóru út úr;
3 Og Jóanna, kona Kúza, bústjóra Heródesar; og Súsanna; og mangar aðrar, sum tæntu fyri honum av sínum fíggjarevni.
4 ¶ Og tá ið nógv fólk vóru savnaði saman, og vóru komin til hansara úr hvørjum staði, talaði hann við eini dømisøgu:
5 Ein sáðmaður fór út at sáa sítt sáð: og, sum hann sáaði, fell sumt við vegkantin; og tað varð traðkað niður, og fuglarnir av luftini ótu tað upp.
6 Og sumt fell á ein klett; og so skjótt sum tað var sprottið upp, følnaði tað burtur, av tí at tí vantaði vætu.
7 Og sumt fell millum torna; og tornirnir spruttu upp við tí, og køvdu tað.
8 Og annað fell á góða jørð, og spratt upp, og bar frukt hundraðfalt. Og tá ið hann hevði sagt hesar lutir, rópaði hann, Hann ið hevur oyru at hoyra, hann hoyri.
9 Og hansara lærusveinar spurdu hann, og søgdu, Hvat mátti henda dømisøga verið?
10 Og hann segði, Tykkum er tað givið at kenna loyndardómar kongadømis Guðs: men fyri øðrum í dømisøgum; at síggjandi tey ikki máttu síggja, og hoyrandi tey ikki máttu skilja.
11 Men dømisøgan er hendan: Sáðið er Guðs orð.
12 Tey við vegkantin eru tey sum hoyra; so kemur djevulin, og tekur burtur orðið úr teirra hjørtum, at ikki tey skuldu trúgva og verða frelst.
13 Tey á klettinum eru tey, sum, tá ið tey hoyra, taka við orðinum við gleði; og hesi hava onga rót, sum í eina tíð trúgva, og á freistingarstund falla tey frá.
14 Og tað sum fell millum tornir, eru tey, sum, tá ið tey hava hoyrt, fara út, og køvast við sorgum og ríkidømum og njótingum av hesum lívi, og bera onga frukt til fullkomningar.
15 Men tað á tí góðu jørðini eru tey, sum í einum ærligum og góðum hjarta, tá ið tey hava hoyrt orðið, varðveita tað, og bera fram frukt við toli.
16 ¶ Eingin maður, tá ið hann hevur tendrað kertaljós, dekkar tað við einum keraldi, ella setur tað undir eina song; men setur tað í ein ljósastaka, at tey, sum koma inn, mega síggja ljósið.
17 Tí einkið er loynt, sum ikki skal verða gjørt eyðsýnt; eiheldur er nakað fjalt, sum ikki skal verða kunnugt og koma útumkring.
18 Gevið tí gætur eftir hvussu tit hoyra: tí at hvørsumhelst ið hevur, honum skal verða givið; og hvørsumhelst ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið sjálvt tað sum hann tykist at hava.
19 ¶ Tá komu til hansara móðir hansara og brøður hansara, og kundu ikki koma at honum fyri troðkanini.
20 Og honum varð sagt av ávísum, ið søgdu, Móðir tín og brøður tínir standa fyri uttan, og tráa at sjá teg.
21 Og hann svaraði og segði við tey, Móðir mín og brøður mínir eru hesi sum hoyra Guðs orð, og gera tað.
22 ¶ Men tað hendi á einum ávísum degi, at hann fór inn í ein bát við sínum lærusveinum: og hann segði við teir, Latum okkum fara yvirum hinumegin vatnið. Og teir løgdu út.
23 Men sum teir sigldu, sovnaði hann: og tað kom niður ein stormur av vindi á vatnið; og teir fyltust við vatni, og vóru í vanda.
24 Og teir komu til hansara, vaktu hann, og søgdu, Meistari, meistari, vit glatast. Tá reistist hann, og hartaði vindin og bralan vatnsins: og tey steðgaðu, og tað varð stilli.
25 Og hann segði við teir, Hvar er tykkara trúgv? Og teir óttaðust, og undraðust, og søgdu hvør við annan, Hvat fyri maður er hesin! tí hann býður sjálvt vindunum og vatni, og tey akta hann.
26 ¶ Og teir komu fram í landinum hjá Gadarenunum, sum er yvir av Galileu.
27 Og tá ið hann fór fram á land, møtti honum úr staðinum ávísur maður, sum hevði djevlar í langa tíð, og var í ongum klæðum, eiheldur støðaðist í nøkrum húsi, men í grøvunum.
28 Tá ið hann sá Jesus, rópti hann út, og fell niður fyri honum, og segði við harðari rødd, Hvat havi eg at gera við teg, Jesus, tú Sonur Guðs hins hægsta? Eg bøni teg, pínsla meg ikki.
29 (Tí hann hevði boðið tí óreina andanum at koma út úr manninum. Tí mangan hevði hann fangað hann: og hann varð hildin bundin við ketum og í fótleinkjum; og hann breyt bondini, og varð drivin av djevlinum út í oyðuna.)
30 Og Jesus spurdi hann, og segði, Hvat er navn títt? Og hann segði, Legión: tí mangir djevlar vóru farnir inn í hann.
31 Og teir bønaðu hann, at hann ikki vildi bjóða teimum at fara út í djúpið.
32 Og har var eitt fylgi av mongum svínum á biti á fjallinum: og teir bønaðu hann, at hann vildi loyvt teimum at fara inn í tey. Og hann loyvdi teimum.
33 Tá fóru djevlarnir út úr manninum, og fóru inn í svínini: og fylgið rann harðligani oman eitt bratt pláss inn í vatnið, og kódnaðust.
34 Tá ið teir, sum føddu tey, sóu hvat var gjørt, flýddu teir, og fóru og søgdu frá tí í staðinum og á landinum.
35 Tá fóru tey út at sjá hvat var gjørt; og komu til Jesus, og funnu mannin, sum djevlarnir vóru farnir burtur úr, sita við Jesu føtur, klæddan, og í sínum rætta sinni: og tey vóru bangin.
36 Teir, sum sóu tað, søgdu teimum eisini við hvørjum brøgdum hann, ið var heltikin við djevlunum, varð grøddur.
37 ¶ Øll mannfjøldin úr landinum hjá Gadarenunum runt um bønaði hann tá at fara avstað frá teimum; tí at tey vóru tikin við miklum ótta: og hann fór upp í bátin, og vendi aftur aftur.
38 Men maðurin, sum djevlarnir vóru farnir burtur úr, bønaði hann, at hann mátti verða hjá honum: men Jesus sendi hann avstað, og segði,
39 Vend aftur til egna hús títt, og sýn hvussu miklar lutir Guð hevur gjørt tær. Og hann fór sín veg, og kunngjørdi út um allan staðin hvussu miklar lutir Jesus hevði gjørt honum.
40 Og tað bar á, at tá ið Jesus var komin aftur, tók fólkið ímóti honum fegið: tí at tey bíðaðu øll eftir honum.
41 ¶ Og sí, har kom maður, nevndur Jairus, og hann var ein stjórnari av sýnagoguni: og hann fell niður við Jesu føtur, og bønaði hann, at hann vildi komið inn í hús sítt:
42 Tí hann hevði eina einastu dóttur, umleið tólv ára gomul, og hon lá at doyggja. Men sum hann fór, trongdi fólkið hann.
43 ¶ Og ein kvinna, sum hevði blóðsótt í tólv ár, sum hevði oytt alt sítt livibreyð uppá læknar, eiheldur kundi grøðast av nøkrum,
44 Kom aftanfyri hann, og nam við faldin á klæði hansara: og í stundini steðgaði hennara blóðgangur.
45 Og Jesus segði, Hvør nam við meg? Tá ið øll noktaðu, søgdu Pætur og teir sum við honum vóru, Meistari, mannfjøldin treingir teg og trýstir teg, og sigurt tú, Hvør nam við meg?
46 Og Jesus segði, Onkur hevur nomið við meg: tí at eg varnist at magn er farið út úr mær.
47 Og tá ið kvinnan sá at hon ikki var fjald, kom hon piprandi, fell niður fyri honum, og hon upplýsti honum frammi fyri øllum fólkinum, fyri hvørja grund hon hevði nomið við hann, og hvussu hon varð grødd í stundini.
48 Og hann segði við hana, Dóttir, ver við góða uggan: tín trúgv hevur gjørt teg heila; far í friði.
49 ¶ Meðan hann enn talaði, kemur ein frá húsinum hjá stjórnaranum av sýnagoguni, og sigur við hann, Dóttir tín er deyð; ikki ónáða Meistaran.
50 Men tá ið Jesus hoyrdi tað, svaraði hann honum, og segði, Óttast ikki: trúgv einans, og hon skal verða gjørd heil.
51 Og tá ið hann kom inn í húsið, loyvdi hann ongum at fara inn, uttan Pæturi, og Jákupi, og Jóhannesi, og faðirinum og móðrini at gentuni.
52 Og øll grótu, og syrgdu hana: men hann segði, Grátið ikki; hon er ikki deyð, men svevur.
53 Og tey læðu hann í háð, tí at tey vitstu at hon var deyð.
54 Og hann sendi tey øll út, tók í hondina á henni, og kallaði, og segði, Genta, reis teg.
55 Og hennara andi kom aftur, og hon reistist beinanvegin: og hann beyð at geva henni mat.
56 Og hennara foreldur vórðu ovfarin: men hann álegði teimum, at tey skuldu ongum siga frá hvat var gjørt.
.
.
.
.
KAPITUL 9
.
.
Tá kallaði hann sínar tólv lærusveinar saman, og gav teim mátt og myndugleika yvir øllum djevlum, og at lekja sjúkdómar.
2 Og hann sendi teir at prædika kongadømi Guðs, og at grøða tey sjúku.
3 Og hann segði við teir, Takið einkið til tykkara ferð, hvørki stavar, eiheldur pjøka, eiheldur breyð, eiheldur pening; eiheldur havið tveir kyrtlar stykkið.
4 Og hvatsumhelst hús tit fara inn í, har verðið, og haðani farið avstað.
5 Og hvørsumhelst ið ikki vil taka ímóti tykkum, tá ið tit fara úr tí staði, tá ristið av sjálvt dustið frá tykkara fótum til vitnisburðar ímóti teimum.
6 Og teir fóru avstað, og fóru ígjøgnum býirnar, og prædikaðu gleðiboðskapin, og grøddu allastaðni.
7 ¶ Men fjórðingsfúrstin Heródes hoyrdi um alt tað sum varð gjørt av honum: og hann var ørkymlaður, tí at tað varð sagt av summum, at Jóhannes var risin upp frá deyðum;
8 Og av summum, at Elias hevði birtst; og av øðrum, at ein av teimum gomlu prophetunum var risin upp aftur.
9 Og Heródes segði, Jóhannes havi eg hálshøgt: men hvør er hesin, sum eg hoyri slíkar lutir um? Og hann tráaði at sjá hann.
10 ¶ Og ápostlarnir, tá ið teir vóru komnir aftur, søgdu honum alt sum teir høvdu gjørt. Og hann tók teir, og fór til viks einsæris á eitt oyðistað, sum tilhoyrdi staðinum sum kallast Bethsajda.
11 Og fólkið, tá ið tey vitstu tað, fylgdu honum: og hann tók ímóti teimum, og talaði fyri teimum um kongadømi Guðs, og grøddi tey sum høvdu tørv á grøðing.
12 Og tá ið dagur tók at halla, tá komu teir tólv, og søgdu við hann, Send mannfjøldina avstað, at tey mega fara inn í býirnar og landið runt um, og gista, og fáa vistir: tí vit eru her á einum oyðistaði.
13 Men hann segði við teir, Gevið tit teimum at eta. Og teir søgdu, Vit hava ikki meira enn fimm breyð og tveir fiskar; uttan vit skuldu farið og keypt mat til alt hetta fólkið.
14 Tí at teir vóru umleið fimm túsund menn. Og hann segði við sínar lærusveinar, Fáið tey at setast niður við fimmtium í flokki.
15 Og teir so gjørdu, og fingu tey øll at setast niður.
16 Tá tók hann tey fimm breyðini og teir báðar fiskarnar, og í tí hann leit upp til himins, vælsignaði hann tey, og breyt, og gav sínum lærusveinum at seta frammanfyri mannfjøldini.
17 Og tey ótu, og vórðu øll mettað: og tað varð tikið upp av molum, sum vóru eftir hjá teimum, tólv tægur.
18 ¶ Og tað bar á, sum hann var einsamallur og bað, hjá honum vóru hansara lærusveinar: og hann spurdi teir, ogsegði, Hvønn sigur fólkið at eg eri?
19 Svarandi søgdu teir, Jóhannes Doyparin; men summi siga, Elias; og onnur siga, at ein av teimum gomlu prophetunum er risin upp aftur.
20 Hann segði við teir, Men hvør siga tit at eg eri? Svarandi segði Pætur, Guðs Christus.
21 Og hann álegði teimum strangligani, og beyð teimum at siga ongum handa lut;
22 Og segði, Menniskjusonurin má líða mangar lutir, og verða vrakaður av teimum elstu og fremstu prestunum og teimum skriftlærdu, og verða vigin, og verða reistur triðja dagin.
23 ¶ Og hann segði við teir allar, Um onkur vil koma aftaná mær, tá avnokti hann sjálvan seg, og taki upp sín kross dagliga, og fylgi mær.
24 Tí hvørsumhelst ið vil frelsa sítt lív, skal missa tað: men hvørsumhelst ið vil missa sítt lív fyri mína skyld, hin sami skal frelsa tað.
25 Tí hvønn fyrimun fær maður, um hann vinni heila heimin, og missi sjálvan seg, ella verði kastaður burtur?
26 Tí hvørsumhelst ið skammast við meg og við míni orð, hann skal Menniskjusonurin skammast við, tá ið hann kemur í síni egnu dýrd, og í Faðirs síns, og heilagu einglanna.
27 Men eg sigi tykkum av sonnum, tað veri summir ið standa her, sum ikki skulu smakka av deyða, til teir síggja kongadømi Guðs.
28 ¶ Og tað hendi umleið einar átta dagar eftir hesar útsagnir, at hann tók Pætur og Jóhannes og Jákup, og fór niðan á eitt fjall at biðja.
29 Og sum hann bað, varð yvirbragdið av hans ásjón umbroytt, og hansara klædnaður varð hvítur og glampandi.
30 Og sí, við hann talaðu tveir menn, sum vóru Móses og Elias:
31 Sum birtust í dýrd, og talaðu um hansara burturferð sum hann skuldi fullføra í Jerusalem.
32 Men Pætur, og teir sum við honum vóru, vóru tungir við svøvni: og tá ið teir vóru vaknaðir, sóu teir hansara dýrd, og teir báðar menninar sum stóðu hjá honum.
33 Og tað bar á, sum teir fóru avstað frá honum, segði Pætur við Jesus, Meistari, tað er gott hjá okkum at vera her: og lat okkum gera trý tabernakkul; tær eitt, og Mósesi eitt, og Eliasi eitt: tí hann vitsti ikki hvat hann segði.
34 Meðan hann soleiðis talaði, kom eitt skýggj, og skuggaði yvir teir: og teir óttaðust, sum teir fóru inn í skýggið.
35 Og tað kom ein rødd út úr skýnum, ið segði, Hetta er mín elskaði Sonur: hoyrið hann.
36 Og tá ið røddin var yvirstaðin, fanst Jesus einsamallur. Og teir hildu tað loynt, og søgdu í teimum døgum ongum frá nøkrum av teimum tingunum ið teir høvdu sæð.
37 ¶ Og tað bar á, at á næsta degnum, tá ið teir vóru komnir oman av fjallinum, møtti honum nógv fólk.
38 Og sí, ein maður úr flokkinum rópti út, og segði, Meistari, eg bøni teg, hygg uppá mín son: tí hann er mítt einasta barn.
39 Og sí, ein andi tekur hann, og alt í einum geylar hann út; og hann skræðir í hann, so at hann froðar aftur; og hann løstar hann, og fer nóg illa frá honum.
40 Og eg bønaði lærusveinar tínar at kasta hann út; og teir kundu ikki.
41 Og svarandi segði Jesus, O vantrúna og spilta slekt, hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum, og tola tykkum? Før tín son higar.
42 Og, sum hann enn kom, kastaði djevulin hann niður, og skræddi í hann. Og Jesus hartaði hin óreina andan, og grøddi barnið, og flýggjaði hann aftur til faðir hansara.
43 ¶ Og tey vórðu øll ovfarin yvir Guðs mektigu kraft. Men meðan tey undraðust ein og hvør á øll ting ið Jesus gjørdi, segði hann við sínar lærusveinar,
44 Latið hesar útsøgnir søkka niður í tykkara oyru: tí at Menniskjusonurin skal verða givin upp í mannahendur.
45 Men teir skiltu ikki hesa framsøgnina, og hon var fjald fyri teimum, at teir fataðu hana ikki: og teir óttaðust at spyrja hann um ta framsøgnina.
46 ¶ Tá reis eitt orðaskifti teirra millum, hvør teirra mundi vera størstur.
47 Og Jesus var varugur við teirra hjartans hugsan, og tók eitt barn, og setti hann hjá sær,
48 Og segði við teir, Hvørsumhelst ið tekur ímóti hesum barni í navni mínum, tekur ímóti mær: og hvørsumhelst iðtekur ímóti mær, tekur ímóti honum ið sendi meg: tí hann, sum er minstur millum tykkum allar, hin sami skal vera mikil.
49 ¶ Og Jóhannes tók til máls og segði, Meistari, vit sóu ein kasta út djevlar í tínum navni; og vit sýttu honum, tí hann ikki fylgist við okkum.
50 Og Jesus segði við hann, Sýtið honum ikki: tí at hann, sum ikki er ímóti okkum, er fyri okkum.
51 ¶ Og tað bar á, tá ið tíðin var komin at hann skuldi verða móttikin upp, setti hann støðufastligani sítt andlit til at fara til Jerusalem,
52 Og sendi sendiboð undan sínum andliti: og teir fóru, og komu inn í eina bygd hjá Samaritánarunum, at gera klárt fyri honum.
53 Og teir tóku ikki ímóti honum, tí at andlit hansara var sum um hann vildi fara til Jerusalem.
54 Og tá ið hansara lærusveinar, Jákup og Jóhannes, sóu hetta, søgdu teir, Harri, vilt tú at vit bjóða eldi at koma niður av himni, og tæra teir upp, enntá sum Elias gjørdi?
55 Men hann vendi sær, og hartaði teir, og segði, Tit vita ikki hvørsháttar anda tit eru av.
56 Tí at Menniskjusonurin er ikki komin at týna mannalív, men at frelsa tey. Og teir fóru til eina aðra bygd.
57 ¶ Og tað bar á, at sum teir ferðaðust á vegnum, segði ein ávísur maður við hann, Harri, eg vil fylgja tær hvagarsumhelst tú fert.
58 Og Jesus segði við hann, Revar hava holur, og fuglarnir í luftini hava reiður; men Menniskjusonurin hevur ikki hvar at leggja sítt høvur.
59 Og hann segði við ein annan, Fylg mær. Men hann segði, Harri, loyv mær fyrst at fara og jarða faðir mín.
60 Jesus segði við hann, Lat tey deyðu jarða síni deyðu: men far tú og prædika kongadømi Guðs.
61 Og eisini ein annar segði, Harri, eg vil fylgja tær; men fyrst lat meg fara at bjóða teimum farvæl, sum eru heima í húsi mínum.
62 Og Jesus segði við hann, Eingin, sum hevur lagt sína hond á plógvið, og hyggur tilbakar, er egnaður til kongadømi Guðs.
.
.
.
.
KAPITUL 10
.
.
Eftir hesi tingini útnevndi Harrin aðrar sjúti eisini, og sendi teir tveir og tveir undan sínum andliti inn í hvønn stað og hvørt pláss, hvagar sjálvur hann vildi koma.
2 Tí segði hann við teir, Heystið er sanniliga mikið, men arbeiðsmenninir eru fáir: biðjið tí Harra heystsins, at hann vildi sent út arbeiðsmenn í sítt heyst.
3 Farið tykkara vegir: sí, eg sendi tykkum út eins og lomb millum úlva.
4 Berið hvørki pung, ella pjøka, ella skógvar: og heilsið ongum eftir vegnum.
5 Og inn í hvatsumhelst hús tit fara, sigið fyrst, Friður veri til hetta hús.
6 Og um friðarsonurin veri har, tá skal tykkara friður hvíla uppiá tí: um ikki, tá skal hann venda aftur til tykkara.
7 Og í tí sama húsi verðið verandi, og etið og drekkið slík ting sum tey geva: tí at arbeiðsmaðurin er løn sína verdur. Farið ikki frá húsi til hús.
8 Og inn í hvønnsumhelst stað tit fara, og tey taka ímóti tykkum, tá etið slík ting ið verða sett framfyri tykkum:
9 Og grøðið tey sjúku sum eru harí, og sigið við tey, Kongadømi Guðs er komið nær tykkum.
10 Men inn í hvønnsumhelst stað tit fara, og tey ikki taka ímóti tykkum, tá farið tykkara vegir út á gøturnar av tí sama, og sigið,
11 Enntá sjálvt dustið av tykkara staði, sum loðar við okkum, busta vit av ímóti tykkum: men verið vísir um hetta, at kongadømi Guðs er komið nær tykkum.
12 Men eg sigi tykkum, at tað skal vera úthaldiligari á hinum degi hjá Sodomu, enn hjá tí staði.
13 Vei tær, Korazin! vei tær, Bethsajdu! tí um tey mektigu verkini høvdu verðið gjørd í Týrus og Sidon, sum hava verðið gjørd í tykkum, tá høvdu tey fyri langari tíð síðani havt vent um, og sitið í sekki og øsku.
14 Men tað skal verða úthaldiligari hjá Týrus og Sidon í dóminum, enn hjá tykkum.
15 Og tú, Capernaum, sum ert hevjað upp til himins, skalt verða stoytt niður til helvitis.
16 Hann, ið hoyrir tykkum, hoyrir meg; og hann, ið vanvirðir tykkum, vanvirðir meg; og hann, ið vanvirðir meg, vanvirðir hann ið sendi meg.
17 ¶ Og teir sjeyti komu aftur við frøi, og søgdu, Harri, sjálvt djevlarnir eru undirbrotligir fyri okkum ígjøgnum títt navn.
18 Og hann segði við teir, Eg skoðaði Sátan sum snarljós falla frá himni.
19 Sí, eg gevi tykkum makt til at traðka á høggormar og sporðdrekar, og yvir allari fíggindans makt: og einkið skal á nakran hátt meina tykkum.
20 Men fegnist ikki í hesum, at andarnir eru undirbrotligir fyri tykkum; men heldur fegnist, av tí at tykkara nøvn eru skrivað upp í himni.
21 ¶ Í tí tíma fegnaðist Jesus í anda, og segði, Eg takki tær, O Faðir, Harra himins og jarðar, at tú hevurt fjalt hesi ting fyri teimum vísu og vitru, og hevurt opinberað pinkubørnum tey: enntá so, Faðir; tí soleiðis tóktist tað gott í tíni eygsjón.
22 Øll ting eru fingin mær av Faðir mínum: og eingin maður veit hvør Sonurin er, uttan Faðirin; og hvør Faðirin er, uttan Sonurin, og hann ið Sonurin vil opinbera hann fyri.
23 ¶ Og hann vendi sær at sínum lærusveinum, og segði einsæris, Vælsignað eru tey eygu sum síggja tey ting ið tit síggja:
24 Tí at eg sigi tykkum, at mangir prophetar og kongar hava tráað at síggja tey tingini ið tit síggja, og hava ikki sæð tey; og at hoyra tey tingini ið tit hoyra, og hava ikki hoyrt tey.
25 ¶ Og sí, ein ávísur lógkønur steig upp, og freistaði hann, og segði, Meistari, hvat skal eg gera fyri at arva ævigt lív?
26 Hann segði við hann, Hvat stendur skrivað í lógini? hvussu lesurt tú?
27 Og svarandi segði hann, Tú skalt elska Harran tín Guð við øllum tínum hjarta, og við allari tíni sál, og við allari tíni styrki, og við øllum tínum huga; og tín næsta sum sjálvan teg.
28 Og hann segði við hann, Tú hevurt svarað rætt: hetta ger, og tú skalt liva.
29 Men hann var villigur at rættvísgera seg sjálvan, og segði við Jesus, Og hvør er mín næsti?
30 Og svarandi segði Jesus, Ein ávísur maður fór oman frá Jerusalem til Jericho, og fell millum ránsmanna, sum berkaðu hann fyri hansara klædnað, og særdu hann, og fóru avstað, og eftirlótu hann hálvdeyðan.
31 Og tað vildi so til at tað kom oman ein ávísur prestur tann vegin: og tá ið hann sá hann, fór hann framvið hinumegin.
32 Og somuleiðis ein Levitur, tá ið hann var á staðnum, kom og hugdi á hann, og fór framvið hinumegin.
33 Men ein ávísur Samaritánari, sum hann ferðaðist, kom har hann var: og tá ið hann sá hann, hevði hann várkunn á hann,
34 Og fór til hansara, og bant um hansara sár, og stoytti olju og vín í, og setti hann á sítt egna djór, og førdi hann til eitt gistihús, og tók sær av honum.
35 Og um morgunin, tá ið hann fór avstað, tók hann upp tveir denarar, og gav teir til vertin, og segði við hann, Tak tær av honum; og hvatsumhelst tú brúkart meira, tá ið eg komi aftur, vil eg endurrinda tær.
36 Hvør nú av hesum trimum, heldurt tú, var næsti at honum ið fell millum ránsmenninar?
37 Og hann segði, Hann ið sýndi miskunn á hann. Tá segði Jesus við hann, Far, og ger tú somuleiðis.
38 ¶ Men tað bar á, sum teir ferðaðust, at hann fór inn í eina ávísa bygd: og ein ávís kvinna, nevnd Martha, tók ímóti honum í hús sítt.
39 Og hon hevði eina systur, nevnd Maria, sum eisini settist við Jesu føtur, og hoyrdi orð hansara.
40 Men Martha var ampað um nógva tæning, og kom til hansara, og segði, Harri, leggurt tú ikki í, at systir mín hevur eftirlatið meg at tæna einsamalla? skipa henni tí, at hon hjálpi mær.
41 Og Jesus svaraði og segði við hana, Martha, Martha, tú ert stúrin og órólig um mong ting:
42 Men eitt ting er neyðugt: og Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin burtur frá henni.
.
.
.
.
KAPITUL 11
.
.
Og tað bar á, sum hann bað á einum ávísum staði, tá ið hann gavst, at ein av hansara lærusveinum segði við hann, Harri, lær okkum at biðja, eins og Jóhannes eisini lærdi sínar lærusveinar.
2 Og hann segði við teir, Tá ið tit biðja, sigið, Faðir vár sum ert í himni, Halgað veri navn títt. Komi kongadømi títt. Veri gjørdur vilji tín, sum í himni, so í jørð.
3 Gev okkum dag um dag okkara dagliga breyð.
4 Og fyrigev okkum syndir okkara; tí eisini vit fyrigeva hvørjum tí sum er skyldigur móti okkum. Og leið okkum ikki inn í freisting; men bjarga okkum frá illum.
5 Og hann segði við teir, Hvør av tykkum man hava ein vin, og man fara til hansara á midnátt, og siga við hann, Vinur, læn mær trý breyð;
6 Tí ein vinur mín á síni ferð er komin til mín, og eg havi einkið at seta frammanfyri honum?
7 Og hann innan ífrá man svara og siga, Órógva meg ikki: hurðin er nú afturlatin, og míni børn eru hjá mær í song; eg kann ikki fara upp og geva tær.
8 Eg sigi tykkum, Hóast hann ikki vil fara upp og geva honum, av tí at hann er vinur hansara, tó orsakað av hansara nærgangni vil hann fara upp og geva honum so mong sum honum tørvar.
9 Og eg sigi tykkum, Umbiðjið, og tykkum skal verða givið; søkið, og tit skulu finna; bankið uppá, og tykkum skal verða latið upp.
10 Tí hvør tann, ið umbiður, fær; og hann, ið søkir, finnur; og fyri honum, sum bankar uppá, skal verða latið upp.
11 Um ein sonur man umbiðja breyð av onkrum av tykkum sum er ein faðir, vil hann geva honum ein stein? ella um hann umbiðji ein fisk, vil hann fyri ein fisk geva honum ein høggorm?
12 Ella um hann umbiður eitt egg, vil hann bjóða honum ein sporðdreka?
13 Um tá tit, sum eru óndir, vita hvussu gevast eigur børnum tykkara góðar gávur: hvør mikið meira skal tykkarahiminski Faðir geva teimum Heilaga Andan sum umbiðja hann?
14 ¶ Og hann kastaði út ein djevul, og hann var málleysur. Og tað hendi, tá ið djevulin var farin út, at tá talaði hin málleysi; og fólkið undraðist.
15 Men summi av teimum søgdu, Hann kastar út djevlar ígjøgnum Beelzebub, hin ovasta av djevlunum.
16 Og onnur freistaðu hann, og søktu av honum eitt tekin av himni.
17 Men hann skynaði teirra hugsanir, og segði við tey, Hvørt kongadømi, sum er sundurbýtt ímóti sjálvum sær, verður leitt til oyðingar; og eitt hús, sundurbýtt ímóti einum húsi, fellur.
18 Um Sátan eisini veri sundurbýttur ímóti sær sjálvum, hvussu skal so hansara kongadømi standast? tí at tit siga, at eg kasti út djevlar ígjøgnum Beelzebub.
19 Og um eg við Beelzebub kasti út djevlar, við hvørjum kasta tá tykkara synir teir út? tí skulu teir vera tykkara dómarar.
20 Men um eg við Guðs fingri kasti út djevlar, so er óivað kongadømi Guðs komið uppá tykkum.
21 Tá ið ein sterkur maður vápnaður varðar sína borg, eru hans ognarlutir í friði:
22 Men tá ið ein sterkari enn hann kemur á hann, og yvirvinnur hann, tá tekur hann frá honum allan hans herbúnað, sum hann leit á, og skiftir sundur herfeingir hans.
23 Hann, sum ikki er við mær, er ímóti mær: og hann, sum ikki savnar við mær, spjaðir.
24 Tá ið óreini andin er farin úr einum manni, gongur hann ígjøgnum turr støð, og søkir hvílu; og tá ið hann onga finnur, sigur hann, Eg vil venda aftur inn í mítt hús, hvaðan eg kom út.
25 Og tá ið hann kemur, finnur hann tað sópað og prýtt.
26 Tá fer hann, og tekur at sær sjey aðrar andar, vondari enn sjálvur hann; og teir fara inn, og búgva har: og hin síðsti standurin hjá tí manninum er verri enn hin fyrsti.
27 ¶ Og tað bar á, sum hann talaði hesi ting, at ein ávís kvinna úr flokkinum hevði upp sína rødd, og segði við hann, Vælsignað er tað móðurlív sum teg bar, og tey bróst sum tú hevurt sogið.
28 Men hann segði, Ja heldur, vælsignað eru tey sum hoyra Guðs orð, og varðveita tað.
29 ¶ Og tá ið fólkið var tjúkt savnað saman, fór hann undir at siga, Hetta er ein ónd ætt: tey søkja eitt tekin, og tað skal einkið tekin gevast henni, uttan tekin Jónasar prophets.
30 Tí at eins og Jónas var Ninevitunum tekin, soleiðis skal eisini Menniskjusonurin vera fyri hesi ætt.
31 Drotningin úr suðri skal rísa upp í dóminum við monnunum av hesi ætt, og fordøma teir: tí hon kom frá ytstu pørtum av jørðini at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, ein størri enn Sálomon er her.
32 Menninir úr Nineve skulu rísa upp í dóminum við hesi ætt, og skulu fordøma hana: tí at teir vendu um við prædikan Jónasar; og sí, ein størri enn Jónas er her.
33 Eingin maður, tá ið hann hevur tendrað kertaljós, setur tað í eitt loynistað, eiheldur undir eitt skeppumál, men á ein ljósastaka, at tey, sum koma inn, mega síggja ljósið.
34 Eygað er ljós likamsins: tá ið tí eyga títt er einfalt, er alt títt likam eisini fult av ljósi; men tá ið títt eyga er ónt, er títt likam eisini fult av myrkri.
35 Gev tí gætur eftir, at ljósið, sum tær er í, veri ikki myrkur.
36 Um tí alt títt likam veri seg fult av ljósi, og hevur ongan part myrkan, tá skal tað heila vera fult av ljósi, sum tá ið tað bjarta skinið av einum kertaljósi gevur tær ljós.
37 ¶ Og sum hann talaði, bønaði ein ávísur Phariseari hann at eta døgverða hjá sær: og hann fór inn, og settist niður til matar.
38 Og tá ið Pharisearin sá tað, undraðist hann yvir, at hann ikki fyrst hevði tváað sær undan máltíðini.
39 Og Harrin segði við hann, Nú gera tit Pharisearar bikarið og fatið reint uttan; men tykkara innvortis partur er fullur av ránfýsni og illskapi.
40 Tykkara dárar, gjørdi ikki hann, sum gjørdi tað sum er uttaná, eisini tað sum er innaní?
41 Men heldur gevið olmussur av slíkum tingum ið tit hava; og sí, tá eru øll ting rein hjá tykkum.
42 Men vei tykkum, Pharisearum! tí at tit tíggjunda myntu og rútu og alskyns urtir, og loypa um dóm og kærleika Guðs: hesi áttu tit at hava gjørt, og ikki at latið hitt verið eftir ógjørt.
43 Vei tykkum, Pharisearum! tí at tit elska teir ovastu sessirnar í sýnagogunum, og heilsanir á torgunum.
44 Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarar! tí at tit eru sum gravir sum ikki sýnast, og teir menninir, sum ganga yvir tær, eru ikki varir við tær.
45 ¶ Tá tók ein av teimum lógkønu til orða, og segði við hann, Meistari, svá sigandi vanærirt tú okkum við.
46 Og hann segði, Vei tykkum við, tit lógkønu! tí at tit løða menn við byrðum, sum eru ringar at verða bornar, og sjálvir nerta tit ikki byrðarnar við einum av tykkara fingrum.
47 Vei tykkum! tí at tit byggja gravhýsini hjá prophetunum, og tykkara fedrar drópu teir.
48 Sanniliga bera tit vitnisburð, at tit viðurkenna gerðirnar hjá tykkara fedrum: tí víst drópu teir teir, og tit byggja teirra gravhýsir.
49 Tí segði eisini Guðs vísdómur, Eg vil senda teimum prophetar og ápostlar, og summum av teimum skulu teir bana og søkja at:
50 At blóðið av øllum prophetunum, sum varð úthelt frá grundlegging veraldarinnar, má verða kravt av hesi ætt;
51 Frá blóði Ábels til blóð Zachariasar, sum fórst ímillum altarið og templið: sanniliga sigi eg tykkum, Tað skal verða kravt av hesi ætt.
52 Vei tykkum, lógkønum! tí at tit hava tikið burtur lykil kunnleikans: tit fóru ikki inn sjálvir, og teimum, sum vóru á veg at fara inn, forðaðu tit.
53 Og sum hann segði hesi ting við teir, byrjaðu teir skriftlærdu og Phariseararnir at noyða hann ógvisligani, og at eggja honum at tala um mong ting:
54 Og lógu á lúri eftir honum, og søktu at fanga okkurt av hansara munni, at teir máttu ákært hann.
.
.
.
.
KAPITUL 12
.
.
Í millumtíðini, tá ið tað var savnað saman ein óteljandi fjøld av fólki, so mikið at tey tróðu hvørt uppá annað, fór hann undir at siga við sínar lærusveinar fyrst av øllum, Verið varnir fyri súrdeiggi Pharisearanna, sum er hyklarí.
2 Tí at einkið er hult, sum ikki skal verða opinberað; eiheldur fjalt, sum ikki skal verða kunnugt.
3 Hvatsumhelst ið tit tí hava talað í myrkri, skal verða hoyrt í ljósinum; og tað, sum tit hava talað í oyrað í kømrum, skal verða kunngjørt uppiá tekjunum.
4 Og eg sigi við tykkum, mínir vinir, Verið ikki ræddir fyri teimum ið drepa likamið, og eftir tað hava einkið meira sum teir kunnu gera.
5 Men eg vil fyrifram ávara tykkum hvønn tit skulu óttast: Óttist hann, sum eftir at hann hevur dripið, hevur vald at kasta inn í helviti; ja, eg sigi tykkum, Óttist hann.
6 Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir skillingar, og ikki ein av teimum er gloymdur frammi fyri Guði?
7 Men enntá sjálv hárini á tykkara høvdi eru øll upp tøld. Óttist tí ikki: tit eru meira verdir enn mangir spurvar.
8 Eisini sigi eg tykkum, Hvørsumhelst ið játtar meg frammi fyri monnum, hann skal Menniskjusonurin eisini játta frammi fyri Guðs einglum:
9 Men hann, ið avnoktar meg frammi fyri monnum, skal verða avnoktaður frammi fyri Guðs einglum.
10 Og hvørsumhelst ið talar eitt orð ímóti Menniskjusyninum, tað skal verða fyrigivið honum: men honum, ið gudsspottar ímóti Halga Andanum, skal tað ikki verða fyrigivið.
11 Og tá ið teir føra tykkum til sýnagogurnar, og til veldismenninar, og vøld, tá stúrið ikki fyri hvussu ella hvat tit skulu svara, ella hvat tit skulu siga:
12 Tí Halgi Andin skal læra tykkum í sama tíma, hvat tit áttu at siga.
13 ¶ Og ein úr flokkinum segði við hann, Meistari, tala til bróður míns, at hann skifti arvin við meg.
14 Og hann segði við hann, Maður, hvør gjørdi meg til ein dómara ella ein skiftingarmann yvir tykkum?
15 Og hann segði við tey, Ansið eftir, og verið varin fyri havisjúku: tí at lívið hjá einum manni er ikki samansett av ríkiligleikanum av tingunum sum hann eigur.
16 Og hann talaði eina dømisøgu til teirra, og segði, Jørðin hjá einum ávísum ríkmanni gav av sær ríkiligani:
17 Og hann hugsaði innan í sær sjálvum, og segði, Hvat skal eg gera, tí at eg havi einkið rúm hvar til at goyma mínar ávøkstir?
18 Og hann segði, Hetta vil eg gera: eg vil ríva niður mínar løður, og byggja størri; og har vil eg goyma allar mínar ávøkstir og góðs mítt.
19 Og eg vil siga til mína sál, Sál, tú hevurt mikið góðs lagt niðurfyri til mong ár; tak tær av løttum, et, drekk, og ver glað.
20 Men Guð segði við hann, Tín dári, hesa nátt verður tín sál kravd av tær: hvørs skulu tá tey tingini vera, sum tú hevurt útvegað?
21 Soleiðis er hann ið leggur niðurfyri dýrgripir til sín sjálvs, og ikki er ríkur mótvegis Guði.
22 ¶ Og hann segði við lærusveinar sínar, Tí sigi eg tykkum, Stúrið ikki fyri tykkara lívi, hvat tit skulu eta; eiheldur fyri likaminum, hvat tit skulu fara í.
23 Lívið er meiri enn matur, og likamið er meiri enn klædnaður.
24 Umhugsið ravnarnar: tí at teir hvørki sáa ella heysta; sum eiheldur hava hjall ella løðu; og Guð føðir teir: hvør mikið mætari eru tit enn fuglarnir?
25 Og hvør av tykkum, við at stúra, kann leggja eina alin afturat síni hædd?
26 Um tit tá ikki veri mentir at gera tað sum minst er, hví stúra tit tá fyri restini?
27 Umhugsið liljurnar, hvussu tær vaksa: tær strevast ikki, tær spinna ikki; og tó sigi eg tykkum, at Sálomon í allari síni dýrd var ikki skrýddur sum ein av hesum.
28 Um tá Guð soleiðis klæði grasið, sum í dag er á markini, og í morgin verður kastað inn í ovnin; hvør mikið meira vil hann klæða tykkum, O tit smátrúnu?
29 Og søkið ikki tit hvat tit skulu eta, ella hvat tit skulu drekka, verið ikki heldur av ivingarsomum sinni.
30 Tí at øllum hesum tingum søkja tjóðir heimsins eftir: og tykkara Faðir veit at tit hava tørv á hesum tingum.
31 ¶ Men søkið heldur kongadømi Guðs; og øll hesi tingini skulu verða løgd afturat tykkum.
32 Óttast ikki, lítla fylgi; tí tað er góði hugnaður Faðirs tykkara at geva tykkum kongadømið.
33 Seljið tað tit hava, og gevið olmussur; skaffið tykkum taskur sum ei gerast gamlar, ein skatt í himnunum sum ikki svitast, har eingin tjóvur nærkast, eiheldur mølur spillir.
34 Tí har ið tykkara skattur er, har vil eisini tykkara hjarta vera.
35 Tykkara lendar veri umgirdar, og tykkara ljós brennandi;
36 Og tit sjálvir líkir monnum sum bíða eftir harra sínum, tá ið hann fer at koma aftur úr brúdleypinum; at teir, tá ið hann kemur og bankar, mega lata honum upp við tað sama.
37 Vælsignaðir eru teir tænarar, sum harrin, tá ið hann kemur, finnur vakandi: sanniliga sigi eg tykkum, at hann skal gyrða seg, og fáa teir at seta seg niður til matar, og vil koma fram og tæna teimum.
38 Og um hann kemur í aðru vøku, ella kemur í triðju vøku, og finnur teir soleiðis, tá vælsignaðir eru teir tænarar.
39 Og hetta vitið, at um húsbóndin hevði vitað hvønn tíma tjóvurin fór at koma, tá hevði hann vakið, og ikki latið sítt hús verðið brotið ígjøgn.
40 Verið tit tí eisini tilreiðar: tí at Menniskjusonurin kemur í einum tíma tá ið tit ikki halda.
41 ¶ Tá segði Pætur við hann, Harri, talart tú hesa dømisøguna við okkum, ella enntá til øll?
42 Og Harrin segði, Hvør er tá hin trúfasti og vísi húsleiðarin, sum harri hansara man gera til stjórnara yvir sínum húshaldi, at geva teimum teirra skamt av mati í rættari tíð?
43 Vælsignaður er tann tænari, sum harri hansara, tá ið hann kemur, finnur so gerandi.
44 Av sonnum sigi eg tykkum, at hann vil gera hann til stjórnara yvir øllum sum hann hevur.
45 Men og um tann tænari sigi í sínum hjarta, Mín harri drálar við síni komu; og byrjar at sláa tænararnar og tænastukvinnurnar, og at eta og drekka, og at vera drukkin;
46 Tá vil harrin hjá tí tænara koma í einum degi tá ið hann ikki væntar eftir honum, og við ein tíma tá ið hann ikki er varur við tað, og vil høgga hann sundur, og vil tilmála honum hansara lut við teimum vantrúgvandi.
47 Og tann tænari sum vitsti vilja harra síns, og ikki fyrireikaði seg, eiheldur gjørdi eftir vilja hansara, skal verða sligin við mongum fleingjum.
48 Men hann sum ikki vitsti, og framdi ting verd til fleingjur, skal verða sligin við fáum fleingjum. Tí at hvørjumsumhelst ið mikið er givið, av honum skal mikið verða kravt: og til hvønn ið menn mikið hava litið til, av honum vilja teir biðja um tess meira.
49 ¶ Eg eri komin at senda eld á jørðina; og hvat vil eg, um hann veri longu kyndur?
50 Men eg havi dóp at doypast við; og hvør eri eg trongdur, til hann verði fullførdur!
51 Halda tit, at eg eri komin at geva frið á jørð? Eg sigi tykkum, Nei; men heldur sundurskiljing:
52 Tí at hiðanífrá skulu fimm í einum húsi vera sundurskild, trý ímóti tveimum, og tvey ímóti trimum.
53 Faðirin skal vera sundurskildur ímóti syninum, og sonurin ímóti faðirinum; móðirin ímóti dóttrini, og dóttirin ímóti móðrini; vermóðirin ímóti verdóttur síni, og verdóttirin ímóti vermóður síni.
54 ¶ Og hann segði eisini til fólkið, Tá ið tit síggja eitt skýggj rísa úr vestri, siga tit alt fyri eitt, Tað kemur eitt æl; og soleiðis verður tað.
55 Og tá ið tit síggja sunnanvindin blása, siga tit, Tað verður hiti; og tað hendir.
56 Tykkara hyklarar, tit duga at greina ásjónina á luftini og á jørðini; men hvussu er tað at tit ikki greina hesa tíð?
57 Ja, og hví sjálvt av tykkum sjálvum døma tit ikki hvat ið rætt er?
58 ¶ Tá ið tú fert við tínum mótstøðumanni til veldismannin, meðan tú ert á vegnum, tá veit ídni, at tú mást verða fríaður út frá honum; at ikki hann háli teg til dómaran, og dómarin gevi teg yvir til yvirmannin, og yvirmaðurin kasti teg í fongsul.
59 Eg sigi tær, tú skalt ikki fara avstað haðani, fyrrenn tú hevurt goldið hitt alra síðsta oyra.
.
.
.
.
KAPITUL 13
.
.
Har vóru hjástaddir á teirri tíð summir ið søgdu honum um Galilæararnar, hvørs blóð Pilatus hevði blandað saman við teirra sláturoffur.
2 Og Jesus tók til orða, og segði við teir, Halda tit at hesir Galilæararnir vóru syndarar uppum allar Galilæararnar, av tí at teir liðu slíkar lutir?
3 Eg sigi tykkum, Nei: men uttan tit vendi um, skulu tit allir líkaleiðis glatast.
4 Ella teir átjan, omanyvir hvørjar tornið í Siloam fell, og vá teir, halda tit at teir vóru syndarar uppum allar menn ið dvaldust í Jerusalem?
5 Eg sigi tykkum, Nei: men uttan tit vendi um, skulu tit allir líkaleiðis glatast.
6 ¶ Hann talaði eisini hesa dømisøgu; Ein ávísur maður hevði fikutræ plantað í sínum víngarði; og hann kom og søkti frukt á tí, og fann onga.
7 Tá segði hann við røkjaran av sínum víngarði, Sí, hesi trý ár komi eg, og søki frukt á hesum fikutræi, og finni onga: høgg tað niður, hví armar tað jørðina?
8 Og svarandi segði hann við hann, Harri, lat tað vera hetta árið við, til eg man grava um tað, og taða tað:
9 Og um tað beri frukt, so gott: og um ikki, so eftir tað skalt tú høgga tað niður.
10 Og hann frálærdi í einari av sýnagogunum á sabbatinum.
11 ¶ Og sí, har var ein kvinna sum hevði ein veikleiks anda í átjan ár, og var bogin saman, og fekk á ongan hátt rætt seg upp.
12 Og tá ið Jesus sá hana, kallaði hann hana til sín, og segði við hana, Kvinna, tú ert loyst frá tínum veikleika.
13 Og hann legði sínar hendur á hana: og í stundini varð hon gjørd bein, og dýrðmetti Guð.
14 Og stjórnarin av sýnagoguni tók til orða við harmavreiði, av tí at Jesus hevði grøtt á sabbatsdegnum, og segði við fólkið, Tað eru seks dagar sum menn áttu at arbeitt í: í teimum komið tí og verðið grødd, og ikki á sabbatsdegnum.
15 Tá svaraði Harrin honum, og segði, Tín hyklari, loysir ikki ein og hvør av tykkum á sabbatinum sín oksa ella sínasna frá básinum, og leiðir hann avstað til vatningar?
16 Og átti ikki henda kvinna, sum er ein Ábrahams dóttir, sum Sátan hevur bundið, sí, hesi átjan ár, at verðið loyst frá hesum bandi á sabbatsdegnum?
17 Og tá ið hann hevði sagt hesi ting, skammaðust allir hansara mótstandarar: og alt fólkið fegnaðist yvir øll tey dýrdsomu tingini sum vórðu gjørd av honum.
18 ¶ Tá segði hann, Hvørjum er kongadømi Guðs líkt? og við hvat skal eg samanlíkna tað?
19 Tað er líkt sinopskorni, sum maður tók, og kastaði inn í sín urtagarð; og tað vaks, og varð til mikið træ; og fuglarnir av luftini búleikaðust í greinunum á tí.
20 Og aftur segði hann, Við hvat skal eg líkna kongadømi Guðs?
21 Tað er líkt súrdeiggi, sum ein kvinna tók og goymdi í trimum málum av mjøli, til tað heila var sýrað.
22 Og hann fór ígjøgnum staðirnar og bygdirnar, frálærdi, og ferðaðist ímóti Jerusalem.
23 Tá segði ein við hann, Harri, eru tað fá sum verða frelst? Og hann segði við teir,
24 ¶ Stríðist at ganga inn um hitt tronga portrið: tí at mong, sigi eg tykkum, munnu søkja at ganga inn, og skulu ikki vera før fyri tí.
25 Tá ið fyrstani meistarin av húsinum er farin upp, og hevur lokað fyri hurðina, og tit byrja at standa fyri uttan, og at banka við dyrnar, og siga, Harri, Harri, lat okkum upp; og hann skal svara og siga við tykkum, Eg kenni tykkum ikki hvaðan tit eru:
26 Tá skulu tit byrja at siga, Vit hava etið og drukkið í tíni nærveru, og tú hevurt frálært á gøtum várum.
27 Men hann skal siga, Eg sigi tykkum, Eg kenni tykkum ikki hvaðan tit eru; farið burtur frá mær, allir titmisgerðarvirkarar.
28 Har skal vera grátur og tannagrísl, tá ið tit skulu síggja Ábraham, og Ísaak, og Jákup, og allar prophetarnar, í kongadømi Guðs, og tykkum sjálvar stoyttar út.
29 Og teir skulu koma úr eystri, og úr vestri, og úr norðuri, og úr suðuri, og skulu seta seg niður í kongadømi Guðs.
30 Og sí, til eru síðstir ið skulu verða fyrstir, og til eru fyrstir ið skulu verða síðstir.
31 ¶ Sama dag komu ávísir av Pharisearunum, og søgdu við hann, Slepp tær út, og far avstað hiðani: tí Heródes vil drepa teg.
32 Og hann segði við teir, Farið tit, og sigið hasum revinum, Sí, eg kasti út djevlar, og eg geri lekingar í dag og í morgin, og triðja dag skal eg verða fullkomnaður.
33 Kortini má eg ganga í dag, og í morgin, og fylgjandi dagin: tí at tað kann ikki verða, at ein prophetur latist uttanfyri Jerusalem.
34 O Jerusalem, Jerusalem, sum drepurt prophetarnar, og steinart teir sum eru sendir til tín; hvør ofta hevði eg viljað savnað tíni børn saman, sum ein høna savnar sína løgu undir sínar veingir, og tit vildu ikki!
35 Sí, tykkara hús er eftirlatið tykkum oyði: og sanniliga sigi eg tykkum, Tit skulu ikki síggja meg, inntil tann tíð kemur tá ið tit skulu siga, Vælsignaður er hann ið kemur í navni Harrans.
.
.
.
.
KAPITUL 14
.
.
Og tað bar á, sum hann fór inn í húsið hjá einum av hægstu Pharisearunum at eta breyð á sabbatsdegnum, at teir eygleiddu hann.
2 Og sí, har var ein ávísur maður frammi fyri honum, sum hevði vatnsjúkuna.
3 Og Jesus tók til orða, og talaði til hinar lógkønu og Phariseararnar, og segði, Er tað lógligt at grøða á sabbatsdegnum?
4 Og teir hildu friði sínum. Og hann tók hann, og grøddi hann, og læt hann fara;
5 Og tók til orða við teir, og segði, Hvør av tykkum man hava ein asna ella oksa sum er dottin í holu, og vil ikki beinanvegin toga hann úr á sabbatsdegnum?
6 Og teir kundu ikki svara honum aftur til hesi tingini.
7 ¶ Og hann setti fram eina dømisøgu til teirra sum vóru bodnir, tá ið hann legði til merkis hvussu teir valdu út teir hægstu sessirnar; og segði við teir,
8 Tá ið tú ert boðin av onkrum í brúdleyp, tá setst ikki niður í tí hægsta plássinum; at ikki ein heiðursamari enn tú veri boðin av honum;
9 Og hann, ið beyð tær og honum, komi og sigi við teg, Gev hesum manni rúm; og tú við skomm fari undir at taka tað lægsta plássið.
10 Men tá ið tú ert boðin, tá far og set teg niður í tí lægsta plássinum; so at tá ið hann, ið beyð tær, kemur, má hann siga við teg, Vinur, far hægri upp: tá skalt tú fáa heiður í nærveru teirra ið sita til matar við tær.
11 Tí hvørsumhelst ið upphevjar seg, skal lækkast; og hann sum eyðmýkir seg, skal upphevjast.
12 ¶ Tá segði hann eisini til hansara sum beyð honum, Tá ið tú gert ein døgverða ella ein náttverða, tá rópa ikki vinir tínar, ella brøður tínar, eiheldur skyldmenn tínar, ella tínar ríku grannar; at ikki teir eisini bjóði tær aftur, og eitt endurgjald verði gjørt tær.
13 Men tá ið tú gert veitslu, tá rópa hinar fátøku, hinar vanføru, hinar lamnu, hinar blindu:
14 Og tú skalt vera vælsignaður; tí at teir kunnu ikki endurgjalda tær: tí at tær skal verða endurgoldið við uppreisn hinna rættlátu.
15 ¶ Og tá ið ein av teimum, ið sótu til matar við honum, hoyrdi hesi ting, segði hann við hann, Vælsignaður er hann ið skal eta breyð í kongadømi Guðs.
16 Tá segði hann við hann, Ein ávísur maður gjørdi mikla kvøldmáltíð, og beyð mongum:
17 Og sendi sín tænara um kvøldmatartíð at siga við teir sum vóru bodnir, Komið; tí at øll ting eru nú tilreiðar.
18 Og teir fóru allir einmælt undir at umbera seg. Hin fyrsti segði við hann, Eg havi keypt eitt jarðarstykki, og eg má endiliga fara at hyggja at tí: eg biði teg halda mær til góða.
19 Og ein annar segði, Eg havi keypt fimm ok av oksum, og eg fari at royna tey: eg biði teg halda mær til góða.
20 Og ein annar segði, Eg havi gift meg við konu, og tí kann eg ikki koma.
21 So tann tænarin kom, og sýndi harra sínum hesi ting. Meistarin av húsinum, sum tá var vreiður, segði til tænara sín, Far skundisligani út á gøtur og strætir staðarins, og før inn higar hinar fátøku, og hinar vanføru, og hinar høltu, og hinar blindu.
22 Og tænarin segði, Harri, tað er gjørt sum tú hevurt boðið, og enn er rúm.
23 Og harrin segði við tænaran, Far út á alfaravegirnar og garðarnar, og noyð tey at koma inn, at mítt hús má fyllast.
24 Tí at eg sigi tykkum, At eingin av teim monnunum, ið vórðu bodnir, skal smakka av míni kvøldmáltíð.
25 ¶ Og miklar mannfjøldir fóru við honum: og hann vendi sær, og segði við tey,
26 Um nakar komi til mín, og hati ikki faðir sín, og móður, og konu, og børn, og brøður, og systrar, ja, og sítt egna lív við, so kann hann ikki vera mín lærusveinur.
27 Og hvørsumhelst ikki ber sín kross, og kemur aftaná mær, kann ikki vera mín lærusveinur.
28 Tí at hvør av tykkum, sum ætlar at byggja eitt torn, setist ikki niður fyrst, og roknar kostnaðin, hvørt hann havi nóg mikið til at fullføra tað?
29 At ikki av hendingi, eftir at hann hevur lagt grundvøllin, og ikki er førur fyri at fullføra tað, tá allir, ið skoða tað, fari undir at háða hann,
30 Og siga, Hesin maðurin byrjaði at byggja, og var ikki førur fyri at fullføra.
31 Ella hvør kongur, ið fer at føra kríggj ímóti einum øðrum kongi, setist ikki niður fyrst, og ráðførist, hvørt hann veri seg førur fyri við tíggju túsund at møta honum ið kemur ímóti honum við tjúgu túsund?
32 Annars, meðan hin enn er langa leið burturi, sendir hann eitt umboðsmannalið, og biður um friðartreytir.
33 So líkaleiðis, hvørsumhelst ið hann veri av tykkum sum ikki yvirgevur alt sum hann hevur, hann kann ikki vera mín lærusveinur.
34 ¶ Salt er gott: men um saltið havi mist sín smakk, við hvørjum skal tað so kryddast?
35 Tað er hvørki egnað til bøin, ella tá til tøðrúgvuna; heldur kasta menn tað út. Hann ið oyru hevur at hoyra, hann hoyri.
.
.
.
.
KAPITUL 15
.
.
Tá komu nær honum allir tollararnir og syndararnir fyri at hoyra hann.
2 Og Phariseararnir og teir skriftlærdu knarraðu, og søgdu, Hesin maður tekur ímóti syndarum, og etur við teimum.
3 ¶ Og hann talaði teimum hesa dømisøgu, og segði,
4 Hvør maður av tykkum, sum hevur hundrað seyðir, um hann missi ein teirra, fer ikki frá teimum níggju og níti í oyðuni, og fer eftir tí sum er burturvilstur, inntil hann finni hann?
5 Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann á sínar herðar, og fegnast.
6 Og tá ið hann kemur heim, kallar hann saman sínar vinir og grannar, og sigur við teir, Fegnist við mær; tí at eg havi funnið mín seyð sum var burturvilstur.
7 Eg sigi tykkum, at somuleiðis skal verða frøi í himni yvir einum syndara sum vendir um, meira enn yvir níggju og níti rættlátum persónum, hvørjum onga umvending tørvast.
8 ¶ Ella hvør kona, sum hevur tíggju stykkir av silvuri, um hon missi eitt stykki, tendrar ikki kertaljós, og sópar húsið, og leitar dúgliga til hon finni tað?
9 Og tá ið hon hevur funnið tað, rópar hon sínar vinir og grannar saman, og sigur, Fegnist við mær; tí at eg havi funnið tað stykkið sum eg hevði mist burtur.
10 Somuleiðis, sigi eg tykkum, er tað fagnaður í nærveru Guðs eingla yvir einum syndara sum vendir um.
11 ¶ Og hann segði, Ein ávísur maður hevði tveir synir:
12 Og hin yngri av teimum segði við faðir sín, Faðir, gev mær tann partin av ognini sum mær líknast. Og hann skifti teimum sítt livibreyð.
13 Og ikki mangar dagar aftaná savnaði yngri sonurin alt saman, og tók sína ferð til eitt fjarlagt land, og oyðslaði har sína fíggjarogn við teymaleysum levnaði.
14 Og tá ið hann hevði brúkt alt, reis ein mikil hungursneyð í tí landinum; og hann byrjaði at kenna trot.
15 Og hann fór og sameinti seg til ein borgara av tí landinum; og hann sendi hann út á sínar markir at geva svínum.
16 Og hann vildi fegin havt fylt sín kvið við dravunum ið svínini ótu: og eingin maður gav honum.
17 Og tá ið hann kom til sín sjálvs, segði hann, Hvussu mangir leigaðir tænarar hjá faðir mínum hava nokk av breyði og til yvirs, og eg glatist við hungri!
18 Eg vil reisast og fara til faðirs míns, og vil siga við hann, Faðir, eg havi syndað ímóti himni, og frammi fyri tær,
19 Og eri ikki longur verdur at verða kallaður sonur tín: ger meg sum ein av tínum leigaðu tænarum.
20 Og hann reistist, og kom til faðirs síns. Men tá ið hann var enn ein langan veg burturi, sá hansara faðir hann, og hevði várkunn, og rann, og fell um háls hansara, og kysti hann.
21 Og sonurin segði við hann, Faðir, eg havi syndað ímóti himni, og í tíni eygsjón, og eri ikki longur verdur at verða kallaður sonur tín.
22 Men faðirin segði við tænarar sínar, Berið fram hina bestu skikkju, og latið hann í hana; og setið ring á hond hansara, og skógvar á føtur hansara:
23 Og førið gøðingarkálvin higar, og drepið hann; og latum okkum eta, og vera glaðar:
24 Tí at hesin mín sonur var deyður, og er livandi aftur; hann var burturvilstur, og er funnin. Og teir tóku at vera glaðir.
25 Men eldri sonur hansara var á markini: og sum hann kom og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann tónaspæl og dansan.
26 Og hann rópaði ein av tænarunum, og spurdi hvat hesi tingini merktu.
27 Og hann segði við hann, Bróðir tín er komin; og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, av tí at hann hevur fingið hann tryggan og heilan aftur.
28 Og hann varð firtin, og vildi ikki fara inn: tí kom faðir hansara út, og nølaði hann.
29 Og svarandi segði hann við faðir sín, Sí, hesi mongu ár tæni eg tær, eiheldur misbreyt eg nakrantíð boð títt: og tó gavst tú mær aldri eitt smálamb, at eg kundi gleðst við mínum vinum:
30 Men so skjótt sum hesin tín sonur var komin, sum hevur etið upp títt livibreyð við skøkjum, hevurt tú dripið gøðingarkálvin til hansara.
31 Og hann segði við hann, Sonur, tú ert altíð hjá mær, og alt sum eg havi er títt.
32 Tað var sømiligt at vit skuldu halda okkum at gamni, og vera glaðir: tí hesin tín bróðir var deyður, og er livandi aftur; og var burturvilstur, og er funnin.
.
.
.
.
KAPITUL 16
.
.
Og hann segði eisini við lærusveinar sínar, Tað var ein ávísur ríkur maður, sum hevði ein bústjóra; og hin sami var ákærdur fyri honum, at hann hevði oyðslað ogn hansara.
2 Og hann rópaði hann, og segði við hann, Hvussu er tað at eg hoyri hetta um teg? gev mær roknskap fyri tín bústjóraskap; tí at tú mást ikki longur vera bústjóri.
3 Tá segði bústjórin innan í sær sjálvum, Hvat skal eg gera? tí mín harri tekur burtur frá mær bústjóraskapin: eg kann ikki grava; at bidda komi eg mær ikki.
4 Eg eri avráddur í hvat gera skal, fyri at, tá ið eg verði settur frá bústjóraskapinum, teir mega taka ímóti mær inn í síni hús.
5 So hann rópaði hvønn av skuldnarum harra síns til sín, og segði við hin fyrsta, Hvussu nógv skyldart tú harra mínum?
6 Og hann segði, Hundrað mál av olju. Og hann segði við hann, Tak tína rokning, og set teg niður skundisligani, og skriva fimmti.
7 So segði hann við ein annan, Og hvussu nógv skyldart tú? Og hann segði, Hundrað mál av hveiti. Og hann segði við hann, Tak tína rokning, og skriva fýrsinstjúgu.
8 Og harrin viðmælti tí órættláta bústjóranum, av tí at hann hevði gjørt hyggjuliga: tí at børnini at hesum heimi eru í síni ætt vísari enn børnini at ljósi.
9 Og eg sigi tykkum, Gerið tykkum sjálvum vinir av órættvísis mammon; til tess at, tá ið tit bila, teir mega taka ímóti tykkum í ævigtvarandi bústaðir.
10 Hann sum er trúgvur í tí sum minst er, er eisini trúgvur í nógvum: og hann sum er órættlátur í tí minsta, er eisini órættlátur í nógvum.
11 Um tit tí ikki hava verið trúgvir í tí órættvísa mammon, hvør vil tá líta tykkum upp í hendur teir sonnu ríkdómarnar?
12 Og um tit ikki hava verið trúgvir í tí sum er annars mans, hvør skal tá geva tykkum tað sum er tykkar egna?
13 ¶ Eingin tænari kann tæna tveim meistarum: tí annaðhvørt vil hann hata tann eina, og elska hin; ella vil hann halda seg afturat tí eina, og vanvirða hin. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.
14 Og eisini Phariseararnir, sum vóru havisjúkir, hoyrdu øll hesi ting: og teir útflentu hann.
15 Og hann segði við teir, Tit eru teir sum rættvísgera tykkum sjálvar frammi fyri monnum; men Guð kennir tykkara hjørtu: tí at tað, sum er høgt í metum millum manna, er andstygd í Guðs eygsjón.
16 Lógin og prophetarnir vóru inntil Jóhannes: síðan ta tíð er kongadømi Guðs prædikað, og hvør maður pressar inn í tað.
17 Og tað er lættari hjá himni og jørð at ganga undir, enn einum stavkróki av lógini at víkja.
18 Hvørsumhelst ið koyrir burtur konu sína, og giftist við eini aðrari, fremur hordóm: og hvørsumhelst ið giftist við henni sum er koyrd burtur frá manni sínum, fremur hordóm.
19 ¶ Tað var ein ávísur ríkur maður, sum var klæddur í purpur og fínt lín, og gleddist marglætisligani hvønn dag:
20 Og tað var ein ávísur biddari nevndur Lázarus, sum varð lagdur við hansara portur, fullur í sárum,
21 Og tráaði at mettast við molunum sum fullu frá borðinum hjá tí ríka manninum: harafturat komu hundarnir og sloktu sár hansara.
22 Og tað bar á, at biddarin doyði, og varð av einglunum borin inn í Ábrahams fang: ríki maðurin doyði eisini, og varð jarðaður;
23 Og í helviti lyftir hann upp eygum sínum, verandi í pínslum, og sær Ábraham langt burturi frá, og Lázarus í fangi hansara.
24 Og hann geylaði og segði, Faðir Ábraham, miskunna mær, og send Lázarus, at hann má dyppa tippin á sínum fingri í vatn, og svala tungu míni; tí at eg eri pínslaður í hesum loga.
25 Men Ábraham segði, Sonur, minst til, at tú í tíni lívstíð tókst ímóti tínum góðu tingum, og somuleiðis Lázarus illu tingum: men nú er hann troystaður, og tú ert pínslaður.
26 Og umframt alt hetta, so er ímillum okkum og tykkum eitt mikið svølg fest: so at teir, sum vildu ferðast hiðani frá til tykkara, ikki kunnu tað; eiheldur kunnu teir ferðast til okkara, sum vildu komið haðani frá.
27 Tá segði hann, Eg biði teg tí, faðir, at tú vildirt sent hann til hús faðirs míns:
28 Tí at eg havi fimm brøður; at hann má vitna fyri teimum, at ikki teir eisini komi inn í hetta pínslustað.
29 Ábraham sigur við hann, Teir hava Móses og prophetarnar; lat teir hoyra teir.
30 Og hann segði, Nei, faðir Ábraham: men um ein fór til teirra frá teimum deyðu, so vilja teir venda um.
31 Og hann segði við hann, Um teir hoyri ikki Móses og prophetarnar, so vilja teir ikki heldur verða sannførdir, hóast ein reis frá teimum deyðu.
.
.
.
.
KAPITUL 17
.
.
Tá segði hann við lærusveinarnar, Tað er ómøguligt annað, enn at meinbogar vilja koma: men vei honum, sum teir koma ígjøgnum!
2 Tað var betri fyri hann, at ein mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann kastaður í havið, enn at hann skuldi volt einum av hesum smáu meinboga.
3 ¶ Gevið gætur um tykkum sjálvar: Um bróðir tín misbróti ímóti tær, tá harta hann; og um hann iðrist, tá fyrigev honum.
4 Og um hann misbróti ímóti tær sjey ferðir í einum degi, og sjey ferðir í einum degi vendi aftur til tín, og sigur, Eg iðrist; so skalt tú fyrigeva honum.
5 Og ápostlarnir søgdu við Harran, Øk vára trúgv.
6 Og Harrin segði, Um tit høvdu trúgv sum eitt sinopskorn, so kundu tit sagt við hetta morberjatræið, Veri tú rykt upp við rótini, og veri tú plantað í havið; og tað hevði lýtt tykkum.
7 Men hvør av tykkum, sum hevur ein tænara sum pløgir ella føðir fenað, vil siga við hann við tað sama, tá ið hann er komin av markini, Far og set teg niður til matar?
8 Og vil ikki heldur siga við hann, Tilreið tað sum eg má eta náttverða við, og gyrð teg, og tæn mær, til eg havi etið og drukkið; og síðani skalt tú eta og drekka?
9 Takkar hann tí tænara, av tí at hann gjørdi tey ting ið honum vórðu boðin? Eg trúgvi ikki.
10 So líkaleiðis tit, tá ið tit fara at hava gjørt øll tey ting ið tykkum eru boðin, tá sigið, Vit eru ónýtir tænarar: vit hava gjørt tað sum var okkara skylda at gera.
11 ¶ Og tað bar á, sum hann fór til Jerusalem, at hann fór mitt ígjøgnum Samáriu og Galileu.
12 Og sum hann fór inn í eina ávísa bygd, møttu honum tíggju menn ið vóru spitalskir, sum stóðu langt burturifrá:
13 Og teir hevjaðu sínar røddir, og søgdu, Jesus, Meistari, miskunna okkum.
14 Og tá ið hann sá teir, segði hann við teir, Farið, sýnið tykkum fyri prestunum. Og tað bar á, at sum teir fóru, vórðu teir reinsaðir.
15 Og ein teirra, tá ið hann sá at hann var grøddur, vendi aftur, og við harðari rødd dýrðmetti Guð,
16 Og fell niður á sítt andlit við hansara føtur, og veitti honum tøkkir: og hann var ein Samaritánari.
17 Og svarandi segði Jesus, Vórðu ikki tíggju reinsaðir? men hvar eru teir níggju?
18 Tað finnast ikki sum komu aftur at geva Guði dýrd, uttan hesin fremmandi.
19 Og hann segði við hann, Reis teg, far tín veg: tín trúgv hevur gjørt teg heilan.
20 ¶ Og tá ið hann varð kravdur av Pharisearunum, nær Guðs kongadømi skuldi koma, svaraði hann teimum og segði, Guðs kongadømi kemur ikki við eygleiðing:
21 Eiheldur skulu teir siga, Sí her! ella, sí har! tí sí, kongadømi Guðs er innan í tykkum.
22 Og hann segði við lærusveinarnar, Teir dagar vilja koma, tá ið tit skulu tráa at síggja ein av døgum Menniskjusonarins, og tit skulu ikki síggja hann.
23 Og teir skulu siga við tykkum, Sí her; ella, sí har: farið ikki aftaná teimum, eiheldur fylgið teimum.
24 Tí eins og snarljósið, sum skyggir úr tí eina partinum undir himni, skínur at hinum partinum undir himni; soleiðis skal eisini Menniskjusonurin vera á degi sínum.
25 Men fyrst má hann líða mangar lutir, og verða vrakaður av hesi ætt.
26 Og sum tað var á døgum Nóa, soleiðis skal tað eisini vera á døgum Menniskjusonarins.
27 Tey ótu, tey drukku, teir giftust við konum, tær vórðu givnar í giftu, inntil tann dag ið Nói fór inn í ørkina, og flóðin kom, og oyddi tey øll.
28 Somuleiðis sum tað eisini var á døgum Lots; tey ótu, tey drukku, tey keyptu, tey seldu, tey settu niður, tey bygdu;
29 Men tann sama dag sum Lot fór út úr Sodomu, regnaði eldur og svávul av himni, og oyddi tey øll.
30 Enntá soleiðis skal tað vera í tí degi tá ið Menniskjusonurin verður opinberaður.
31 Í tí degi, hann ið skal vera uppiá tekjuni, og hansara ting í húsinum, hann komi ikki niður at taka tað burtur: og hann sum er á markini, hann vendi somuleiðis ikki aftur.
32 Minnist til konu Lots.
33 Hvørsumhelst ið man søkja at frelsa sítt lív, skal missa tað; og hvørsumhelst ið missir sítt lív, skal varðveita tað.
34 Eg sigi tykkum, í teirri nátt skulu tveir menn vera í einari song; tann eini skal verða tikin, og hin skal verða latin eftir.
35 Tvær kvinnur skulu mala á kvørn saman; tann eina skal verða tikin, og hin latin eftir.
36 Tveir menn skulu vera á markini; tann eini skal verða tikin, og hin latin eftir.
37 Og teir svaraðu og søgdu við hann, Hvar, Harri? Og hann segði við teir, Hvarsumhelst ið kroppurin er, hagar munnu ørnirnar flykkjast.
.
.
.
.
KAPITUL 18
.
.
Og hann talaði teimum eina dømisøgu til hetta endamál, at menn áttu altíð at biðja, og ikki at maktast;
2 Og segði, Í einum staði var dómari, sum ikki óttaðist Guð, eiheldur firnaðist mann:
3 Og tað var ein einkja í tí staði; og hon kom til hansara, og segði, Veit mær rætt yvir mínum mótstandara.
4 Og hann vildi ikki um stund: men aftaná segði hann innan í sær sjálvum, Hóast eg ikki óttist Guð, ella firnist mann;
5 Tó av tí at henda einkja ónáðar meg, so vil eg veita henni rætt, at ikki hon við síni áhaldandi komu troytti meg.
6 Og Harrin segði, Hoyrið hvat hin órættláti dómari sigur.
7 Og skal ikki Guð veita sínum egnu útvaldu rætt, sum rópa dag og nátt til hansara, hóast hann beri leingi yvir við teimum?
8 Eg sigi tykkum, at hann vil snarligani veita teimum rætt. Men tá ið Menniskjusonurin kemur, man hann tá finna trúgv á jørðini?
9 Og hann talaði hesa dømisøgu til ávísar, sum troystaðu á seg sjálvar at teir vóru rættvísir, og vanvirdu aðrar:
10 Tveir menn fóru niðan í templið at biðja; tann eini ein Phariseari, og hin ein tollari.
11 Pharisearin stóð og bað soleiðis við sær sjálvum, Guð, eg takki tær, at eg eri ikki sum aðrir menn, peninganoyðarar, órættlátir, horfremjarar, ella enntá sum hesin tollarin.
12 Eg fasti tvær ferðir í vikuni, eg gevi tíggjundir av øllum sum eg eigi.
13 Og tollarin stóð langt burturifrá, og vildi ikki so mikið sum lyfta upp síni eygu til himins, men bardi seg fyri bringu, ogsegði, Guð veri mær syndara náðigur.
14 Eg sigi tykkum, hesin fór oman til hús sítt rættvísgjørdur heldur enn hin: tí hvør tann ið upp hevjar seg, skal lækkast; og hann sum eyðmýkir seg, skal upp hevjast.
15 Og tey førdu eisini pinkubørn til hansara, at hann vildi nema við tey: men tá ið hansara lærusveinar sóu tað,hartaðu teir tey.
16 Men Jesus kallaði teir til sín, og segði, Loyvið lítlum børnum at koma til mín, og sýtið teimum ikki: tí slíkra er kongadømi Guðs.
17 Sanniliga sigi eg tykkum, Hvørsumhelst ið ikki man taka ímóti kongadømi Guðs eins og eitt lítið barn, skal á ongan vís ganga harinn.
18 Og ein ávísur stjórnari spurdi hann, og segði, Góði Meistari, hvat skal eg gera, at arva ævigt lív?
19 Og Jesus segði við hann, Hví kallart tú meg góðan? eingin er góður, uttan ein, tað er, Guð.
20 Boðini kennirt tú, Frem ikki hordóm, Drep ikki, Stjal ikki, Ber ikki falskan vitnisburð, Æra faðir tín og móður tína.
21 Og hann segði, Øll hesi havi eg hildið frá mínum ungdómi uppeftir.
22 Men tá ið Jesus hoyrdi hesi ting, segði hann við hann, Enn vantar tær eitt ting: sel alt sum tú hevurt, og být út til tey fátæku, og tú skalt hava dýrgrip í himni: og kom so, og fylg mær.
23 Og tá ið hann hoyrdi hetta, varð hann ógviliga syrgin: tí hann var sera ríkur.
24 Og tá ið Jesus sá at hann varð ógviliga syrgin, segði hann, Hvør treyðugligani skulu teir, sum hava ríkidømir, ganga inn í kongadømi Guðs!
25 Tí at tað er lættari hjá einum kameli at fara ígjøgnum eitt nálareyga, enn hjá ríkum manni at ganga inn í kongadømi Guðs.
26 Og teir, sum hoyrdu tað, søgdu, Hvør kann tá verða frelstur?
27 Og hann segði, Tey tingini, sum eru ómøgulig við monnum, eru møgulig við Guði.
28 Tá segði Pætur, Sí, vit hava eftirlatið alt, og fylgt tær.
29 Og hann segði við teir, Sanniliga sigi eg tykkum, Tað er eingin sum hevur eftirlatið hús, ella foreldur, ella brøður, ella konu, ella børn, fyri kongadømi Guðs skuld,
30 Sum ikki skal móttaka margfalt meir í hesi núverandi tíð, og í komandi heimi lív ævigtvarandi.
31 ¶ Tá tók hann til sín teir tólv, og segði við teir, Sí, vit fara niðan til Jerusalem, og øll ting, sum eru skrivað av prophetunum viðvíkjandi Menniskjusyninum, skulu verða fullførd.
32 Tí hann skal verða givin yvir til Heidningarnar, og skal verða háðaður, og illviljaligani viðfarin, og spýttur á:
33 Og teir skulu húðfletta hann, og taka hann av lívi: og triðja dag skal hann rísa aftur.
34 Og teir skiltu eingi av hesum tingunum: og henda framsøgn var fjald fyri teimum, ikki heldur skynaðu teir tingini sum vórðu talað.
35 ¶ Og tað bar á, at sum hann var komin nær Jericho, sat ávísur blindur maður við vegkantin og biddaði:
36 Og tá ið hann hoyrdi mannamúgvuna fara framvið, spurdi hann hvat tað merkti.
37 Og tey søgdu honum, at Jesus úr Nazareth fer framvið.
38 Og hann rópaði, og segði, Jesus, tú Sonur Dávids, miskunna mær.
39 Og tey, sum fóru undan, hartaðu hann, at hann skuldi halda friði sínum: men hann rópaði so mikið meira, Tú Sonur Dávids, miskunna mær.
40 Og Jesus stóð, og beyð hann at verða førdan at sær: og tá ið hann var komin nær, spurdi hann hann,
41 Og segði, Hvat vilt tú at eg skal gera tær? Og hann segði, Harri, at eg má fáa sjón mína.
42 Og Jesus segði við hann, Fá sjón tína: trúgv tín hevur frelst teg.
43 Og alt fyri eitt fekk hann sjón sína, og fylgdi honum, og dýrðmetti Guð: og alt fólkið, tá ið tey sóu tað, góvu Guði lov.
.
.
.
.
KAPITUL 19
.
.
Og Jesus fór inn í og fór ígjøgnum Jericho.
2 Og sí, har var ein maður, nevndur Zakkæus, sum var hin fremsti millum tollararnar, og hann var ríkur.
3 Og hann søkti at sjá Jesus, hvør hann var; og fekk ikki fyri troðkanini, tí hann var lítil av vøkstri.
4 Og hann rann undan, og kleyv upp í eitt morberjatræ at sjá hann: tí hann átti at fara framvið tann vegin.
5 Og tá ið Jesus kom til staðið, hugdi hann upp, og sá hann, og segði við hann, Zakkæus, skunda tær, og kom niður; tí at í dag má eg steðga í tínum húsi.
6 Og hann skundaði sær, og kom niður, og tók ímóti honum fegin.
7 Og tá ið teir sóu tað, knarraðu teir allir, og søgdu, At hann var farin at vera gestur hjá manni sum er ein syndari.
8 Og Zakkæus stóð, og segði við Harran; Sí, Harri, helmingin av míni ogn gevi eg til tey fátæku; og um eg havi tikið nakað frá nøkrum við falskari ákæru, so endurbøti eg honum ferfalt.
9 Og Jesus segði við hann, Henda dag er frelsa komin til hetta hús, við tað at hann eisini er ein sonur Ábrahams.
10 Tí at Menniskjusonurin er komin at søkja og at frelsa tað sum var burturvilst.
11 Og sum teir hoyrdu hesar lutir, legði hann afturat og talaði eina dømisøgu, tí hann var nær við Jerusalem, og tí at tey hildu at Guðs kongadømi skuldi beinanvegin birtast.
12 Hann segði tí, Ein ávísur aðalsmaður fór inn í eitt fjarlagt land at móttaka sær sjálvum eitt kongadømi, og at koma aftur.
13 Og hann kallaði sínar tíggju tænarar, og fekk teimum tíggju pund, og segði við teir, Handlið til eg komi.
14 Men hansara borgarar hataðu hann, og sendu boð aftaná honum, sigandi, Vit vilja ikki hava henda mann at ríkja yvir okkum.
15 Og tað bar á, at tá ið hann var komin aftur, og hevði móttikið kongadømið, tá beyð hann hesar tænararnar at verða kallaðar at sær, sum hann hevði givið peningin til, at hann mátti vita hvussu mikið hvør maður hevði vunnið við keypskapi.
16 Tá kom hin fyrsti, og segði, Harri, títt pund hevur kastað tíggju pund av sær.
17 Og hann segði við hann, Væl gjørt, tú góði tænari: av tí at tú hevurt verið trúgvur í sera lítlum, tí havi tú myndugleika yvir tíggju staðum.
18 Og hin annar kom, og segði, Harri, títt pund hevur kastað fimm pund av sær.
19 Og hann segði somuleiðis við hann, Vert tú eisini yvir fimm staðum.
20 Og ein annar kom, og segði, Harri, sí, her er títt pund, sum eg havi goymt, lagt niðurfyri í einum turriklæði:
21 Tí at eg óttaðist teg, av tí at tú ert ein strangur maður: tú tekurt upp tað tú ei legðirt út, og heystart tað tú ikki sáaðirt.
22 Og hann sigur við hann, Úr tínum egna munni vil eg døma teg, tín vondi tænari. Tú vitstirt at eg var ein strangur maður, sum taki upp tað eg ikki legði út, og heysti tað eg sáaði ei:
23 Hví gavst tú tá ikki mín pening í bankan, at við mína komu eg kundi havt kravt mítt egna við rentu?
24 Og hann segði við teir ið stóðu hjá, Takið frá honum pundið, og gevið tað til hansara sum hevur tíggju pund.
25 (Og teir søgdu við hann, Harri, hann hevur tíggju pund.)
26 Tí at eg sigi tykkum, At hvørjum tí sum hevur, skal verða givið; og frá honum sum ikki hevur, skal sjálvt tað sumhann hevur verða tikið burtur frá honum.
27 Men hasar mínar fíggindar, sum ikki vildu at eg skuldi ríkja yvir teimum, førið teir higar, og banið teimum frammi fyri mær.
28 ¶ Og tá ið hann soleiðis hevði talað, fór hann undan, og fór niðan til Jerusalem.
29 Og tað bar á, tá ið hann var komin nær til Bethfáge og Bethániu, við fjallið sum kallast Olivinfjallið, sendi hann tveir av sínum lærusveinum,
30 Og segði, Farið inn í bygdina yvir av tykkum; í hvørji, við tykkar inn komu, tit skulu finna eitt asnarfyl bundið, sum aldri maður enn sat á: loysið tað, og førið tað higar.
31 Og um onkur spyr tykkum, Hví loysa tit tað? tá skulu tit svá siga við hann, Av tí at Harrin hevur tørv á tí.
32 Og teir sum vórðu sendir, fóru leið sína, og funnu heilt eins og hann hevði sagt við teir.
33 Og sum teir loystu asnarfylið, søgdu tess eigarar við teir, Hví loysa tit asnarfylið?
34 Og teir søgdu, Harrin hevur tørv á tí.
35 Og teir førdu tað til Jesus: og teir kastaðu síni klæðir uppá asnarfylið, og teir settu Jesus hará.
36 Og sum hann fór, breiddu tey síni klæðir á vegin.
37 Og tá ið hann var komin nær, enntá nú við omangongdina av Olivinfjallinum, tók øll fjøldin av lærusveinunum at fegnast og lova Guði við harðari rødd fyri øll tey mektigu verkini sum tey høvdu sæð;
38 Og søgdu, Vælsignaður veri Kongurin sum kemur í navni Harrans: friður í himni, og dýrd í tí hægsta.
39 Og summir av Pharisearunum innan úr mannfjøldini søgdu við hann, Meistari, harta tínar lærusveinar.
40 Og hann svaraði og segði við teir, Eg sigi tykkum, at um hesir høvdu hildið friði sínum, so høvdu steinarnir straks rópt út.
41 ¶ Og tá ið hann var komin nær, skoðaði hann staðin, og græt yvir hann,
42 Og segði, Um tú hevðirt vitað, enntá tú, í minsta lagi í hesum degi tínum, tey ting ið tilhoyra friði tínum! men nú eru tey fjald fyri eygum tínum.
43 Tí at teir dagar munnu koma á teg, at tínir fíggindar skulu kasta upp eina grøv íkring teg, og umringa teg runt, og halda tær inni á hvørjari síðu,
44 Og skulu leggja teg javnan við jørðina, og tíni børn fyri innan teg; og teir skulu ikki eftirlata í tær ein stein uppiá øðrum; av tí at tú ei kendirt tína vitjunartíð.
45 Og hann fór inn í templið, og tók at kasta út teir sum seldu harí, og teir sum keyptu;
46 Og segði við teir, Skrivað stendur, Mítt hús er bønarhúsið: men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.
47 Og hann frálærdi dagligani í templinum. Men teir fremstu prestarnir og teir skriftlærdu og teir fremstu av fólkinum søktu at týna honum,
48 Og kundu ikki finna hvat teir máttu gjørt: tí at alt fólkið var sera gáið eftir at hoyra hann.
.
.
.
.
KAPITUL 20
.
.
Og tað bar á, at á einum av teimum døgunum, sum hann lærdi fólkið í templinum, og prædikaði gleðiboðskapin, komu teir fremstu prestarnir og teir skriftlærdu á hann við teimum elstu,
2 Og talaðu við hann, og søgdu, Sig okkum, við hvørjum myndugleika gert tú hesi tingini? ella hvør er hann ið gav tær henda myndugleika?
3 Og hann svaraði og segði við teir, Eg vil eisini spyrja tykkum eitt ting; og svarið mær:
4 Dópur Jóhannesar, var hann frá himni, ella av monnum?
5 Og teir tingaðust við sær sjálvum, og søgdu, Um vit skulu siga, Frá himni; so vil hann siga, Hví trúðu tit honum so ikki?
6 Men og um vit siga, Av monnum; so vil alt fólkið steina okkum: tí at tey veri sannførd, at Jóhannes var ein prophetur.
7 Og teir svaraðu, at teir ikki kundu siga hvaðani hann var.
8 Og Jesus segði við teir, Eiheldur sigi eg tykkum við hvørjum myndugleika eg geri hesi tingini.
9 Tá fór hann undir at tala til fólkið hesa dømisøgu; Ein ávísur maður plantaði víngarð, og leigaði hann út til víngarðsmenn, og fór inn í eitt fjarlagið land í langa tíð.
10 Og til tíðina sendi hann ein tænara til víngarðsmenninar, at teir skuldu geva honum av frukt víngarðsins: men víngarðsmenninir bardu hann, og sendu hann avstað tómhentan.
11 Og aftur sendi hann annan tænara: og teir bardu hann eisini, og fóru skammiligani við honum, og sendu hannavstað tómhentan.
12 Og uppaftur sendi hann ein triðja: og teir særdu hann eisini, og kastaðu hann út.
13 Tá segði harrin av víngarðinum, Hvat skal eg gera? Eg vil senda mín elskaða son: vera má, at teir vilja virðingaróttast hann, tá ið teir síggja hann.
14 Men tá ið víngarðsmenninir sóu hann, umhugsaðust teir sín ámillum, og søgdu, Hetta er arvingin: kom, latum okkum drepa hann, at arvurin má verða okkara.
15 So teir kastaðu hann út úr víngarðinum, og drópu hann. Hvat skal tí harrin av víngarðinum gera við teir?
16 Hann skal koma og oyða hesar víngarðsmenn, og skal geva øðrum víngarðin. Og tá ið teir hoyrdu tað, søgdu teir, Guð sýti fyri.
17 Og hann skoðaði teir, og segði, Hvat er tá hetta sum skrivað stendur, Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hin sami er vorðin høvuðs hornsteinurin?
18 Hvørsumhelst ið fellur á tann steinin, skal sorast; men á hvønnsumhelst ið hann fellur, hann skal mylja hann í støv.
19 ¶ Og fremstu prestarnir og teir skriftlærdu ta somu stundina søktu at leggja hendur á hann; og teir óttaðust fólkið: tí at teir varnaðust at hann hevði talað hesa dømisøgu ímóti teimum.
20 Og teir eygleiddu hann, og sendu út njósnarar, sum skuldu látast vera rættlátir menn, at teir máttu taka fatur í hans orð, at so teir máttu geva hann upp til vald og myndugleika landsstjórans.
21 Og teir spurdu hann, og søgdu, Meistari, vit vita at tú sigurt og lærirt rættliga, eiheldur góðtekurt tú persón nakars mans, men lærirt veg Guðs sattliga:
22 Er tað lógligt hjá okkum at geva Cæsari íkast, ella ikki?
23 Men hann varnaðist teirra sniðfundni, og segði við teir, Hví freista tit meg?
24 Sýnið mær ein pening. Hvørs mynd og yvirskrift hevur hann? Teir svaraðu og søgdu, Cæsars.
25 Og hann segði við teir, Rindið tí Cæsari tingini sum veri Cæsars, og Guði tingini sum veri Guðs.
26 Og teir kundu ikki taka fatur í orð hansara frammi fyri fólkinum: og teir undraðust á hansara svar, og hildu friði sínum.
27 ¶ Tá komu til hansara ávísir av Sadduceearunum, sum avnokta at til er nøkur uppreisn; og teir spurdu hann,
28 Og søgdu, Meistari, Móses skrivaði okkum, Um bróðir onkurs mans doyggi, og hevur konu, og hann doyggi uttan børn, at bróðir hansara skuldi taka konu hansara, og reisa upp bróður sínum sáð.
29 Tað vóru tí sjey brøður: og hin fyrsti fekk sær konu, og doyði uttan børn.
30 Og hin annar tók hana til konu, og hann doyði barnleysur.
31 Og hin triðji tók hana; og á líkan hátt teir sjey eisini: og teir eftirlótu eingi børn, og doyðu.
32 Síðst av øllum doyði kvinnan eisini.
33 Í uppreisnini, hvørs kona er hon tí av teimum? tí at sjey høvdu hana til konu.
34 Og Jesus svarandi segði við teir, Børnini at hesi verøldini giftast, og verða givin í giftu:
35 Men tey sum skulu verða tald verd at lutast hina verøldina, og uppreisnina frá teimum deyðu, tey hvørki giftast, ella verða givin í giftu:
36 Eiheldur kunnu tey doyggja meira: tí at tey eru einglunum jøvn; og eru Guðs børn, við tað at tey eru uppreisnarinnar børn.
37 Men at tey deyðu verða reist, tað sýndi sjálvt Móses við runnin, tá ið hann kallar Harran fyri Guð Ábrahams, og Guð Ísaaks, og Guð Jákups.
38 Tí hann er ikki ein Guð teirra deyðu, men teirra livandi: tí at honum liva allir.
39 ¶ Ávísir av teimum skriftlærdu svaraðu tá og søgdu, Meistari, tú hevurt væl sagt.
40 Og eftir tað tordu teir ikki at spyrja hann nakran spurning yvirhøvur.
41 Og hann segði við teir, Hvussu siga teir at Christus er sonur Dávids?
42 Og sjálvur Dávid sigur í Psálmabókini, HARRIN segði við Harra mín, Sit tú við mína høgru hond,
43 Til eg geri tínar fíggindar til fótskammul tín.
44 Dávid kallar hann tí Harra, hvussu er hann tá sonur hansara?
45 ¶ Í áhoyrnini av øllum fólkinum segði hann tá við sínar lærusveinar,
46 Verið varnir fyri teimum skriftlærdu, sum tráa at ganga í longum skikkjum, og elska heilsanir á torgunum, og hinar ovastu sessir í sýnagogunum, og teir fremstu sessirnar í veitslum;
47 Sum oyðeta húsini hjá einkjum, og fyri eina sýning halda langar bønir: teir somu skulu fáa størri heldøming.
.
.
.
.
KAPITUL 21
.
.
Og hann hugdi upp, og sá teir ríku menninar kasta sínar gávur inn í skattkamarið.
2 Og hann sá eisini eina ávísa fátæka einkju, sum kastaði tveir smápengar inn hagar.
3 Og hann segði, Av sonnum sigi eg tykkum, at henda fátæka einkja hevur kastað inn meir enn teir allir:
4 Tí allir hesir hava av síni yvirflóð kastað inn afturat ofrum Guðs: men hon, av síni armóð, hevur kastað inn alt tað livibreyð sum hon hevði.
5 ¶ Og sum onkrir talaðu um templið, hvussu tað var prýtt við frálíkum steinum og gávum, segði hann,
6 Hvat hesum tingunum, sum tit síggja, viðvíkur, teir dagar vilja koma, í hvørjum tað ikki skal verða eftirlatin ein steinur uppiá øðrum, sum ikki skal verða kastaður niður.
7 Og teir spurdu hann, og søgdu, Meistari, men nær skulu hesi tingini verða? og hvat tekin verður tað, tá ið hesi tingini skulu henda?
8 Og hann segði, Varið tykkum, at tit verði ikki villleiddir: tí at mangir skulu koma í mínum navni, og siga, Eg eri Christus; og tíðin nærkast: farið tí ikki aftaná teimum.
9 Men tá ið tit hoyra um kríggj og ófriðir, tá verðið ikki ræðsluslignir: tí at hesi tingini mugu fyrst henda; men endin erikki alt fyri eitt.
10 Tá segði hann við teir, Tjóð skal rísa ímóti tjóð, og kongadømi ímóti kongadømi:
11 Og miklir jarðskjálvtar skulu verða á ymsum støðum, og hungursneyðir, og drepsóttir; og óttaligar sjónir og stór tekin skulu verða av himni.
12 Men áðrenn øll hesi, skulu teir leggja sínar hendur á tykkum, og søkja at tykkum, og geva tykkum upp til sýnagogurnar, og inn í fongsul, verðandi førdir framfyri kongar og stjórnarar fyri navns míns skuld.
13 Og tað skal vendast tykkum til vitnisburðar.
14 Gerið tað tí av í tykkara hjørtum, ikki at grunda yvir áðrenn hvat tit skulu svara:
15 Tí at eg vil geva tykkum munn og vísdóm, sum allir tykkara mótstandarar ikki skulu vera mentir at mótsiga ella mótstanda.
16 Og tit skulu verða sviknir bæði av foreldrum, og brøðrum, og skyldfólkum, og vinum; og summar av tykkum skulu teir fáa at verða tiknar av lívi.
17 Og tit skulu verða hataðir av øllum monnum fyri navns míns skuld.
18 Men tað skal ikki eitt hár av tykkara høvdi farast.
19 Í tykkara toli skulu tit ognast tykkara sálir.
20 Og tá ið tit síggja Jerusalem umringaða við herliðum, tá vitið at hennar oyðing er í nánd.
21 Tá flýggi tey, sum eru í Judæu, til fjallanna; og fari tey, sum eru í miðjum tí, avstað út; og lat ikki tey, sum eru úti á landinum, fara harinní.
22 Tí at hesir veri hevndardagarnir, at øll ting, sum eru skrivað, mega verða uppfylt.
23 Men vei teimum sum eru við barn, og teimum ið geva at súgva í teimum døgum! tí at verða skal mikil neyð í landinum, og vreiði yvir hesum fólki.
24 Og tey skulu falla við svørðseggini, og verða leidd burtur hertikin í allar tjóðir: og Jerusalem skal traðkast niður av Heidningunum, inntil Heidninganna tíðir verði uppfyltar.
25 ¶ Og tað skulu verða tekin í sól, og í mána, og í stjørnunum; og á jørðini neyð av tjóðum, við ráðaloysi; tí at havið og aldurnar ýla;
26 Og hjørtu manna skulu bila teimum vegna ótta, og vegna væntan eftir teimum tingum ið koma á jørðina: tí kreftur himins skulu verða skakaðar.
27 Og tá skulu tey síggja Menniskjusonin koma í skýggi við mátti og miklari dýrd.
28 Og tá ið hesi tingini byrja at bera á, tá hyggið upp, og lyftið upp tykkara høvdum; tí at tykkar endurloysing nærkast.
29 Og hann talaði til teirra eina dømisøgu; Skoðið fikutræið, og øll trøini;
30 Tá ið tey nú skjóta fram, tá síggja tit og vita við tykkum sjálvum at summar nú er nær við hond.
31 So líkaleiðis tit, tá ið tit síggja hesi tingini henda, tá vitið at kongadømi Guðs er nær við hond.
32 Sanniliga sigi eg tykkum, Henda ætt skal ikki ganga undir, fyrrenn alt verði uppfylt.
33 Himin og jørð skulu ganga undir: men míni orð skulu ikki ganga undir.
34 ¶ Og gevið gætur um tykkum sjálvar, at ikki til nakra tíð tykkara hjørtu verði ovbyrðað við óhógvi, og drykkjuskapi, og stúranum av hesum lívi, og so tann dagur komi á tykkum óvart.
35 Tí sum ein snerra skal hann koma á allar teir ið dvøljast á ásjónini á allari jørðini.
36 Vakið tí, og biðjið altíð, at tit mega verða roknaðir verdir at komast undan øllum hesum tingunum ið skulu henda, og at standast frammi fyri Menniskjusyninum.
37 Og um dagin frálærdi hann í templinum; og um náttina fór hann út, og dvaldi á tí fjalli sum kallast Olivinfjallið.
38 Og alt fólkið kom árla um morgunin til hansara í templinum, fyri at hoyra hann.
.
.
.
.
KAPITUL 22
.
.
Men hátíð ósúrgaðs breyðs nærkaðist, sum kallast Umleypið.
2 Og teir fremstu prestarnir og skriftlærdu søktu hvussu teir kundu dripið hann; tí at teir óttaðust fólkið.
3 ¶ Tá fór Sátan inn í Judas, tilnevndur Iscarjot, og var í tali teirra tólv.
4 Og hann fór sín veg, og samtalaði við fremstu prestarnar og høvuðsmenninar, hvussu hann kundi svikið hann til teirra.
5 Og teir vórðu glaðir, og sáttmálaðust at geva honum pening.
6 Og hann lovaði, og søkti høvi at svíkja hann til teirra í fráveruni av mannfjøldini.
7 ¶ Tá kom dagur ósúrgaðs breyðs, tá ið umleypið má verða dripið.
8 Og hann sendi Pætur og Jóhannes, og segði, Farið og tilreiðið okkum umleypið, at vit mega eta.
9 Og teir søgdu við hann, Hvar vilt tú at vit tilreiða?
10 Og hann segði við teir, Sí, tá ið tit eru komnir inn í staðin, skal maður møta tykkum, sum ber eina vatnkrukku; fylgið honum inn í húsið har hann fer inn.
11 Og tit skulu siga við húsbóndan, Meistarin sigur við teg, Hvar er gestakamarið, har eg skal eta umleypið við mínum lærusveinum?
12 Og hann skal sýna tykkum eitt stórt ovara rúm borðreitt: har gerið til reiðar.
13 Og teir fóru, og funnu eins og hann hevði sagt við teir: og teir tilreiddu umleypið.
14 Og tá ið tímin var komin, settist hann niður, og teir tólv ápostlarnir við honum.
15 Og hann segði við teir, Við trá havi eg tráað at eta hetta umleypið við tykkum, áðrenn eg líði:
16 Tí at eg sigi tykkum, Eg vil ikki meira eta av tí, inntil tað verði uppfylt í kongadømi Guðs.
17 Og hann tók bikarið, og veitti tøkkir, og segði, Takið hetta, og skiftið tað millum tykkara:
18 Tí at eg sigi tykkum, Eg vil ikki drekka av fruktini av víntrænum, inntil kongadømi Guðs fer at koma.
19 ¶ Og hann tók breyð, og veitti tøkkir, og breyt tað, og gav teimum, og segði, Hetta er mítt likam sum verður givið fyri tykkum: gerið hetta í endurminning um meg.
20 Somuleiðis eisini bikarið eftir kvøldmáltíðina, og segði, Hetta bikar er nýggja testamentið í mínum blóði, sum verður úthelt fyri tykkum.
21 ¶ Men sí, hond hansara, sum svíkur meg, er hjá mær á borðinum.
22 Og sanniliga fer Menniskjusonurin, eins og tað varð avrátt: men vei tí manni sum hann verður svikin av!
23 Og teir tóku at fregnast sín ámillum, hvør teirra tað var ið skuldi gera hetta.
24 ¶ Og har varð eisini ein træta teirra millum, hvør teirra mundi verða taldur hin størsti.
25 Og hann segði við teir, Kongarnir hjá Heidningunum útinna harradømi yvir teir; og teir, sum útinna myndugleika á teir, verða kallaðir vælgerðarmenn.
26 Men tit skulu ikki vera so: men hann, sum er størst tykkara millum, hann veri sum hin yngri; og hann, sum er fremst, sum hann ið tænir.
27 Tí at hvør er størri, hann ið situr til matar, ella hann ið tænir? er tað ikki hann ið situr til matar? men eg eri tykkara millum sum hann ið tænir.
28 Tit eru teir ið hava hildið á við mær í mínum freistingum.
29 Og eg áseti tykkum eitt kongadømi, eins og Faðir mín hevur ásett mær;
30 At tit mega eta og drekka við borð mítt í mínum kongadømi, og sita á trónum og døma tær tólv ættargreinir Ísraels.
31 ¶ Og Harrin segði, Símun, Símun, sí, Sátan hevur umbiðið at fáa tykkum, at hann má sálda tykkum sum hveiti:
32 Men eg havi biðið fyri tær, at tín trúgv tróti ei: og tá tú ert umvendur, tá styrk brøður tínar.
33 Og hann segði við hann, Harri, eg eri tilreiðar at fara við tær, bæði í fongsul, og til deyða.
34 Og hann segði, Eg sigi tær, Pætur, hanin skal ikki gala henda dag, fyrrenn ið tú skalt tríggjar ferðir avnokta at tú kennirt meg.
35 Og hann segði við teir, Tá ið eg sendi tykkum uttan pung, og pjøka, og skógvar, vantaði tykkum nakað? Og teir søgdu, Einkið.
36 Tá segði hann við teir, Men nú, hann ið hevur pung, hann taki hann, og líkaleiðis pjøka sín: og hann ið einkið svørð hevur, hann selji klæði sítt, og keypi eitt.
37 Tí at eg sigi tykkum, At hetta, ið skrivað stendur, má enn verða fullført í mær, Og hann varð roknaður millum misbrótararnar: tí at tingini, sum viðvíkja mær, hava ein enda.
38 Og teir søgdu, Harri, sí, her eru tvey svørð. Og hann segði við teir, Tað er nóg mikið.
39 ¶ Og hann kom út, og fór, sum hann var vanur, til Olivinfjallið; og hansara lærusveinar fylgdu honum eisini.
40 Og tá ið hann var á staðnum, segði hann við teir, Biðjið, at tit fari ikki inn í freisting.
41 Og hann hevði tikið seg aftur frá teimum umleið eitt steinkast, og neig niður, og bað,
42 Og segði, Faðir, um tú veri villigur, tá tak burtur hetta bikar frá mær: kortini ikki mín vilji, men tín, veri gjørdur.
43 Og honum birtist eingil av himni, sum styrkti hann.
44 Og tá ið hann var í kvøljustríði, bað hann enn meira tráliga: og hansara sveitti varð sum vóru tað stórir blóðsdropar, sum fullu niður til jarðar.
45 Og tá ið hann reis upp frá bøn, og var komin til lærusveinar sínar, fann hann teir sovandi av sorg,
46 Og segði við teir, Hví sova tit? reisist og biðjið, at ikki tit fari inn í freisting.
47 ¶ Og meðan hann enn talaði, sí ein mannfjøld, og hann, ið kallaðist Judas, ein av teimum tólv, fór undan teimum, og nærkaðist Jesusi at kyssa hann.
48 Men Jesus segði við hann, Judas, svíkurt tú Menniskjusonin við einum kossi?
49 Tá ið teir, sum vóru um hann, sóu hvat fylgja vildi, søgdu teir við hann, Harri, skulu vit sláa til við svørðinum?
50 ¶ Og ein teirra sló tænaran hjá høvuðsprestinum, og skar av høgra oyra hansara.
51 Og Jesus tók til orða og segði, Loyvið hesum so langt. Og hann nam við oyra hansara, og grøddi hann.
52 Tá segði Jesus við fremstu prestarnar, og høvuðsmenninar av templinum, og teir elstu, sum vóru komnir til hansara, Veri tit komnir út, sum ímóti ránsmanni, við svørðum og stavum?
53 Tá ið eg var dagligani hjá tykkum í templinum, tá rættu tit út ongar hendur ímóti mær: men hetta er tykkara tími, og myrkursins makt.
54 ¶ Tá tóku teir hann, og leiddu hann, og førdu hann inn í húsið hjá høvuðsprestinum. Og Pætur fylgdi langt burturifrá.
55 Og tá ið teir høvdu kynt ein eld í miðjum garðinum, og vóru setstir niður saman, settist Pætur niður teirra millum.
56 Men ein ávís terna eygleiddi hann, sum hann sat við eldin, og hugdi álvarsamt á hann, og segði, Hesin maðurin var eisini við honum.
57 Og hann avnoktaði hann, og segði, Kvinna, eg kenni hann ikki.
58 Og eftir smástund sá ein annar hann, og segði, Tú ert eisini av teimum. Og Pætur segði, Maður, eg eri ikki.
59 Og umleið skeiðið á ein tíma aftaná, váttaði ein annar sannførandi, og segði, Av sonnum var hesin felagin eisini við honum: tí hann er Galilæari.
60 Og Pætur segði, Maður, eg veit ikki hvat tú sigurt. Og alt fyri eitt, meðan hann enn talaði, gól hanin.
61 Og Harrin vendi sær, og hugdi uppá Pætur. Og Pætur mintist orðið hjá Harranum, hvussu hann hevði sagt við hann, Áður enn hanin gali, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.
62 Og Pætur fór út, og græt bitturliga.
63 ¶ Og menninir, sum hildu Jesusi, háðaðu hann, og slógu hann.
64 Og tá ið teir høvdu bundið fyri eyguni á honum, slógu teir hann í andlitið, og spurdu hann, og søgdu, Prophetera, hvør er tað ið sló teg?
65 Og mong onnur ting talaðu teir gudsspottanarligani ímóti honum.
66 ¶ Og so skjótt sum tað var dagur, komu teir elstu fólksins og fremstu prestarnir og hinir skriftlærdu saman, og leiddu hann inn í ráð sítt, og søgdu,
67 Ert tú Christus? sig okkum. Og hann segði við teir, Um eg sigi tykkum, so vilja tit ikki trúgva:
68 Og um eg eisini spyrji tykkum, so vilja tit ikki svara mær, ella lata meg fara.
69 Hereftir skal Menniskjusonurin sita við høgru hondina av Guðs kraft.
70 Tá søgdu teir allir, Ert tú tá Sonur Guðs? Og hann segði við teir, Tit siga at eg eri.
71 Og teir søgdu, Hvat tørvar okkum longur vitnisburð? tí vit sjálvir hava hoyrt av egna munni hansara.
.
.
.
.
KAPITUL 23
.
.
Og øll fjøldin av teimum reistust, og leiddu hann til Pilatusar.
2 Og teir tóku at ákæra hann, og søgdu, Vit funnu henda felaga spilla tjóðina, og forbjóða at geva Cæsari íkast, ogsigur at sjálvur hann er Christus — ein Kongur.
3 Og Pilatus spurdi hann, og segði, Ert tú Kongur Jødanna? Og hann svaraði honum og segði, Tú sigurt tað.
4 Tá segði Pilatus til fremstu prestarnar og til fólkið, Eg finni ongan feil í hesum manninum.
5 Og teir vórðu tess ógvisligari, og søgdu, Hann øsir upp fólkið, við at frálæra út um alt Jødaumráði, byrjandi frá Galileu til hetta stað.
6 Tá ið Pilatus hoyrdi um Galileu, spurdi hann hvørt maðurin var Galilæari.
7 Og so skjótt sum hann vitsti at hann hoyrdi til rættardømi Heródesar, sendi hann hann til Heródesar, sum sjálvur eisini var í Jerusalem um tað mundið.
8 ¶ Og tá ið Heródes sá Jesus, varð hann avbera glaður: tí at í langa tíð var hann trásamur at sjá hann, av tí at hann hevði hoyrt mong ting um hann; og hann vónaði at fáa sæð okkurt kraftarverk gjørt av honum.
9 Tá spurdist hann við hann í mongum orðum; men hann svaraði honum einkið aftur.
10 Og teir fremstu prestarnir og skriftlærdu stóðu og ákærdu hann ógvisliga.
11 Og við sínum krígsmonnum gjørdi Heródes hann til einkiðs, og háðaði hann, og skrýddi hann í glæsiliga skikkju, og sendi hann aftur til Pilatusar.
12 ¶ Og sama dag vórðu Pilatus og Heródes vinmenn báðir: tí at áður lógu teir í fíggindskapi sín ámillum.
13 ¶ Og Pilatus, tá ið hann hevði kallað saman teir fremstu prestarnar og stjórnarmenninar og fólkið,
14 Segði við tey, Tit hava ført henda mann til mín, sum ein ið spillir fólkið: og sí, eftir at hava rannsakað hann frammi fyri tykkum, havi eg ongan feil funnið í hesum manni viðvíkjandi teimum tingum ið tit ákæra hann um:
15 Nei, eiheldur tá Heródes: tí at eg sendi tykkum til hansara; og sí, einkið deyða vert er gjørt hjá honum.
16 Eg vil tí tykta hann, og lata hann leysan.
17 (Tí av neyðsyn mátti hann lata teimum ein leysan á hátíðini.)
18 Og tey róptu út øll í senn, og søgdu, Burtur við hesum manninum, og lat okkum Barabbas leysan:
19 (Sum fyri ávísan ófrið, framdan í staðinum, og fyri morð, var kastaður í fongsul.)
20 Villigur at lata Jesus leysan, talaði Pilatus tí aftur til teirra.
21 Men tey geylaðu, og søgdu, Krossfest hann, krossfest hann.
22 Og hann segði við tey fyri triðju ferð, Hví, hvat ilt hevur hann gjørt? Eg havi onga grund til deyða funnið í honum: eg vil tí tykta hann, og lata hann fara.
23 Og tey vóru ástreingjandi við hørðum røddum, og kravdu at hann skuldi verða krossfestur. Og røddirnar hjá teimum og hjá fremstu prestunum høvdu yvirvág.
24 Og Pilatus lýsti dóm, at tað skuldi verða sum tey kravdu.
25 Og hann læt teimum leysan hann sum fyri uppreist og morð var kastaður í fongsul, hvønn tey høvdu tráað; men hann gav Jesus yvir til teirra vilja.
26 Og sum teir leiddu hann avstað, løgdu teir hald á ein Símun, ein Cýreneing, sum kom uttan av markini, og á hann løgdu teir krossin, at hann mátti bera hann aftaná Jesusi.
27 ¶ Og tað fylgdi honum ein stórur skari av fólki, og av kvinnum, sum eisini grótu og harmaðu hann.
28 Men Jesus vendi sær at teimum, og segði, Jerusalems døtur, grátið ikki um meg, men grátið um tykkum sjálvar, og um tykkara børn.
29 Tí sí, teir dagar koma, í hvørjum tey skulu siga, Vælsignaðar eru ófruktirnar, og tey móðurlív sum aldri føddu, og tey bróst ið aldri góvu at súgva.
30 Tá skulu tey fara at siga til fjøllini, Fallið á okkum; og til heyggjarnar, Dekkið okkum.
31 Tí um teir geri hesi ting í grønum træi, hvat skal tá verða gjørt í tí turra?
32 Og har vóru eisini tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, leiddir við honum at verða tiknir av lívi.
33 Og tá ið teir vóru komnir til staðið, sum er kallað Calvarja, har krossfestu teir hann, og illgerðarmenninar, ein til høgru handar, og hin til vinstru.
34 ¶ Tá segði Jesus, Faðir, fyrigev teimum; tí teir vita ikki hvat teir gera. Og teir býttu hansara klædnað, og kastaðu lutir.
35 Og fólkið stóð og eygleiddi. Og eisini stjórnarmenninir við teimum útflentu hann, og søgdu, Onnur frelsti hann; lat hann frelsa seg sjálvan, um hann veri Christus, Guðs útvaldi.
36 Og eisini hermenninir háðaðu hann, komu til hansara, og bjóðaðu honum edik,
37 Og søgdu, Um tú veri kongur Jødanna, tá frels teg sjálvan.
38 Og ein yvirskrift varð eisini skrivað yvir honum við Grikskum, og Latínskum, og Hebráiskum bókstavum, HETTA ER KONGUR JØDANNA.
39 ¶ Og ein av illgerðarmonnunum, ið vórðu hongdir, deildi eftir honum, og segði, Um tú veri teg Christus, tá frels teg sjálvan og okkum.
40 Men svarandi hartaði hin hann, og segði, Óttast tú ikki Guð, við tað at tú ert í somu fordøming?
41 Og vit víst rættlátligani; tí at vit fáa rætta endurgjaldið fyri okkara gerðir: men hesin maður hevur einkið órætt gjørt.
42 Og hann segði við Jesus, Harri, minst til mín, tá ið tú kemurt í kongadømi títt.
43 Og Jesus segði við hann, Sanniliga sigi eg tær, Í dag skalt tú vera við mær í páradís.
44 Og tað var um sætta tíma, og eitt myrkur varð yvir allari jørðini inntil níggjunda tíma.
45 Og sólin varð myrkjað, og forhangið av templinum varð skrætt í miðjuni.
46 ¶ Og tá ið Jesus hevði rópt við harðari rødd, segði hann, Faðir, í tínar hendur líti eg upp anda mín: og tá ið hann so hevði sagt, gav hann upp andan.
47 Men tá ið hundraðsovastin sá hvat var gjørt, dýrðmetti hann Guð, og segði, Víst var hetta ein rættvísur maður.
48 Og alt fólkið sum kom saman til ta sjón, tá ið tey sóu tey ting ið vórðu gjørd, bardu seg fyri bringu, og vendu aftur.
49 Og allir hansara kunningar, og kvinnurnar ið fylgdu honum frá Galileu, stóðu langt burturi frá, og eygleiddu hesi ting.
50 ¶ Og sí, har var ein maður, nevndur Jóseph, ein ráðharri; og hann var ein góður maður, og ein rættlátur:
51 (Hin sami hevði ikki samtykt fyri teirra ráði og verki;) hann var úr Arimathæu, einum staði hjá Jødunum: sum eisini sjálvur væntaði eftir kongadømi Guðs.
52 Hesin maðurin fór til Pilatusar, og biddaði likam Jesusar.
53 Og hann tók tað niður, og sveipaði tað í línklæði, og legði tað í gravhýsi, sum var høgt í stein, hvar aldri maður fyrr var lagdur í.
54 Og tann dagin var fyrireikingin, og sabbaturin stundaði til.
55 Og eisini kvinnurnar, sum komu við honum frá Galileu, fylgdu aftaná, og skoðaðu gravhýsið, og hvussu hansara likam varð lagt.
56 Og tær vendu aftur, og tilreiddu angandi kryddurtir og salvur; og hvíldu sabbatsdagin eftir boðnum.
.
.
.
.
KAPITUL 24
.
.
Men á fyrsta degi vikunnar, sera tíðliga um morgunin, komu tær til gravhýsið, og komu við angandi kryddurtunum sum tær høvdu tilreitt, og ávísar aðrar við teimum.
2 Og tær funnu steinin rullaðan burtur frá gravhýsinum.
3 Og tær fóru inn, og funnu ikki likam Harrans Jesu.
4 Og tað bar á, sum tær vóru mikið ørkymlaðar um tað, at sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í skínandi klæðum:
Lu 24:5
Og meðan tær óttaðust, og boygdu niður síni andlit til jarðar, søgdu teir við tær, Hví søkja tit hinar livandi millum hinar deyðu?
6 Hann er ikki her, men er risin upp: minnist hvussu hann talaði við tykkum, tá ið hann enn var í Galileu,
7 Og segði, Menniskjusonurin má verða givin upp í hendurnar á syndafullum monnum, og verða krossfestur, og triðja dag rísa aftur.
8 Og tær mintust orð hansara,
9 Og vendu aftur frá gravhýsinum, og søgdu teimum ellivu øll hesi ting, og fyri øllum hinum.
10 Tað var Maria Magdalena; og Jóanna; og Maria, móðir Jákups; og aðrar kvinnur ið við teimum vóru, sum søgdu ápostlunum hesi ting.
11 Og orðini hjá teimum tóktust teimum sum tómar søgur, og teir trúðu teimum ikki.
12 Tá reistist Pætur, og rann til gravhýsið; hann heyk niður, og sá línklæðini løgd fyri seg, og fór avstað, og undraðist í sær sjálvum á tað sum á hevði borið.
13 ¶ Og sí, tveir av teimum fóru sama dag til eina bygd, nevnd Emmaus, sum var frá Jerusalem um trísinstjúgu stádiur.
14 Og teir talaðu saman um øll hesi ting ið vóru hend.
15 Og tað bar á, meðan teir talaðu saman og skiftu orð, at Jesus sjálvur nærkaðist, og fór við teimum.
16 Men teirra eygu vórðu hildin aftur, at teir skuldu ikki kenna hann.
17 Og hann segði við teir, Hvat fyri samtalur eru hetta sum tit hava hvør við annan, sum tit ganga, og eru daprir?
18 Og tann eini teirra, hvørs navn var Cleopas, svarandi segði við hann, Ert tú bert ein fremmandur í Jerusalem, og hevurt ikki vitað tey ting ið á hava borið har í hesum døgum?
19 Og hann segði við teir, Hvørji ting? Og teir søgdu við hann, Viðvíkjandi Jesusi úr Nazareth, sum var ein prophetur, mektigur í gerð og orði frammi fyri Guði og øllum fólkinum:
20 Og hvussu fremstu prestarnir og okkara stjórnarar góvu hann upp at verða fordømdan til deyða, og hava krossfest hann.
21 Men vit litu á, at tað var hann sum átti at endurloysa Ísrael: og umframt alt hetta, so er í dag triðji dagur síðani hesi tingini vórðu gjørd.
22 Ja, og eisini gjørdu ávísar kvinnur úr okkara flokki okkum ovfarnar, sum vóru snimma við gravhýsið;
23 Og tá ið tær ikki funnu hansara likam, komu tær, og søgdu at tær høvdu eisini sæð eina sjón av einglum, sum søgdu at hann var livandi.
24 Og ávísir av teimum ið vóru við okkum fóru til gravhýsið, og funnu tað enntá soleiðis sum kvinnurnar høvdu sagt: men hann sóu teir ikki.
25 Tá segði hann við teir, O dárar, og seinførir av hjarta at trúgva øllum ið prophetarnir hava talað:
26 Átti ikki Christus at líða hesi ting, og at fara inn í sína dýrd?
27 Og hann byrjaði við Mósesi og øllum prophetunum, og útlegði teimum í øllum skriftunum tingini viðvíkjandi sær sjálvum.
28 Og teir nærkaðust bygdini, hvagar teir fóru: og hann gjørdi sum um hann hevði farið víðari.
29 Men teir noyddu hann, og søgdu, Verð hjá okkum: tí at tað er ímóti kvøldi, og dagurin er langt liðin. Og hann fór inn at dvølja hjá teimum.
30 Og tað bar á, sum hann sat til matar við teimum, tók hann breyð, og vælsignaði tað, og breyt, og gav teimum.
31 Og teirra eygu vórðu latin upp, og teir kendu hann; og hann hvarv teimum úr sjón.
32 Og teir søgdu hvør við annan, Brann ikki okkara hjarta innan í okkum, meðan hann talaði við okkum eftir vegnum, og meðan hann opnaði skriftirnar fyri okkum?
33 Og teir reistu seg hin sama tíma, og vendu aftur til Jerusalem, og funnu teir ellivu savnaðar saman, og tey sum hjá teimum vóru,
34 Sum søgdu, Harrin er veruliga risin upp, og hevur birt seg fyri Símuni.
35 Og teir søgdu frá hvørji ting vórðu gjørd á vegnum, og hvussu hann varð kendur av teimum í bróting av breyði.
36 ¶ Og, sum teir soleiðis talaðu, stóð Jesus sjálvur í teirra mittu, og sigur við teir, Friður veri at tykkum.
37 Men teir vórðu skelkaðir og ræðsluslignir, og hildu seg hava sæð ein anda.
38 Og hann segði við teir, Hví eru tit órógvaðir? og hví rísa upp hugsanir í tykkara hjørtum?
39 Skoðið mínar hendur og mínar føtur, at tað eri eg sjálvur: handfarið meg, og síggið; tí ein andi hevur ikki kjøt og bein, sum tit síggja meg hava.
40 Og tá ið hann soleiðis hevði talað, sýndi hann teimum sínar hendur og sínar føtur.
41 Og meðan teir enn ikki trúðu fyri fagnaði, og undraðust, segði hann við teir, Hava tit her nakran mat?
42 Og teir góvu honum eitt stykki av einum stoktum fiski, og av eini hunangskøku.
43 Og hann tók tað, og át frammi fyri teimum.
44 Og hann segði við teir, Hetta eru tey orðini sum eg talaði við tykkum, meðan eg enn var hjá tykkum, at allir lutir mugu verða uppfyltir, sum vórðu skrivaðir í Móselógini, og í prophetunum, og í psálmunum, viðvíkjandi mær.
45 Tá læt hann upp teirra skil, at teir máttu skilja skriftirnar,
46 Og segði við teir, Soleiðis er skrivað, og soleiðis var tað Christi neyðugt at líða, og at rísa frá teimum deyðu triðja dagin:
47 Og at umvending og eftirgeving av syndum skuldi prædikast í hansara navni millum allar tjóðir, byrjandi í Jerusalem.
48 Og tit eru vitnir um hesi ting.
49 ¶ Og sí, eg sendi fyrijáttan Faðirs míns yvir tykkum: men dvøljið tit í Jerusalems staði, inntil tit verða klæddir við kraft frá tí høga.
50 ¶ Og hann leiddi teir út so langt sum til Bethániu, og hann lyfti upp sínar hendur, og vælsignaði teir.
51 Og tað bar á, meðan hann vælsignaði teir, varð hann skildur frá teimum, og borin upp inn í himin.
52 Og teir tilbóðu hann, og vendu aftur til Jerusalem við miklari gleði:
53 Og vóru støðugt í templinum, og prísaðu og vælsignaðu Guð. Amen.