KAPITUL 1
.
Í byrjanini var Orðið, og Orðið var hjá Guði, og Orðið var Guð.
2 Hin sami var í byrjanini hjá Guði.
3 Øll ting vórðu gjørd av honum; og uttan hann varð ikki nakað gjørt, sum varð gjørt.
4 Í honum var lív; og lívið var ljós manna.
5 Og ljósið skínur í myrkri; og myrkrið fevndi ikki um tað.
6 ¶ Ein maður varð sendur frá Guði, hvørs navn var Jóhannes.
7 Hin sami kom til vitnisburðar, at bera vitnisburð um Ljósið, at allir menn gjøgnum hann máttu trúgva.
8 Hann var ikki tað Ljósið, men varð sendur at bera vitnisburð um tað Ljósið.
9 Tað var tað sanna Ljósið, sum upplýsir hvønn mann sum kemur inn í heimin.
10 Hann var í heiminum, og heimurin varð gjørdur av honum, og heimurin kendi hann ikki.
11 Hann kom til sínar egnu, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum.
12 Men so mongum sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt at verða synir Guðs, enntá teimum ið trúgva á navn hansara:
13 Sum vórðu føddir, ikki av blóði, ella av vilja kjøtsins, ella av vilja mans, men av Guði.
14 Og Orðið varð gjørt kjøt, og dvaldist okkara millum, (og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrdina sum av tí eingitna av Faðirinum,) full av náði og sannleika.
15 ¶ Jóhannes bar vitnisburð um hann, og rópti, og segði, Hetta var hann, sum eg talaði um, Hann, ið kemur aftaná meg, er settur fremri enn eg: tí hann var áðrenn eg.
16 Og av hansara fylli hava vit allir fingið, og tað náði fyri náði.
17 Tí at lógin varð givin við Mósesi, men náði og sannleiki komu við Jesusi Christi.
18 Eingin hevur sæð Guð á nøkrum sinni; hin eingitni Sonurin, sum er í favni Faðirsins, hann hevur kunngjørt hann.
19 ¶ Og hetta er frágreiðing Jóhannesar, tá ið Jødarnir sendu prestar og Levitar frá Jerusalem at spyrja hann, Hvør ert tú?
20 Og hann játtaði, og noktaði ikki; men játtaði, Eg eri ikki Christus.
21 Og teir spurdu hann, Hvat tá? Ert tú Elias? Og hann sigur, Eg eri ikki. Ert tú hin propheturin? Og hann svaraði, Nei.
22 Tá søgdu teir við hann, Hvør ert tú? at vit mega geva svar til teirra ið sendu okkum. Hvat sigurt tú um teg sjálvan?
23 Hann segði, Eg eri røddin á einum ið rópar í oyðimørkini, Gerið beinan veg Harrans, eins og segði propheturin Esaias.
24 Og teir, sum vórðu sendir, vóru av Pharisearunum.
25 Og teir spurdu hann, og søgdu við hann, Hví doypirt tú tá, um tú veri ikki hin Christus, ella Elias, eiheldur hin propheturin?
26 Jóhannes svaraði teimum, og segði, Eg doypi við vatni: men tað stendur ein tykkara millum, sum tit ikki kenna;
27 Hann tað er, sum kemur aftaná meg, og er settur fremri enn eg, hvørs skótvong eg eri ikki verdur at loysa upp.
28 Hesi tingini vórðu gjørd í Bethabáru, handan Jordan, har Jóhannes doypti.
29 ¶ Tann næsta dagin sær Jóhannes Jesus koma til sín, og sigur, Sí Guðs Lambið, sum tekur burtur synd heimsins.
30 Hetta er hann sum eg segði um, Eftir meg kemur maður sum er settur fremri enn eg: tí hann var áðrenn eg.
31 Og eg kendi hann ikki: men fyri at hann skuldi verða gjørdur eyðsýndur fyri Ísrael, tí eri eg komin og doypi við vatni.
32 Og Jóhannes gav frágreiðing, og segði, Eg sá Andan stíga niður av himni sum dúgvu, og hann varð verandi uppiá honum.
33 Og eg kendi hann ikki: men hann ið sendi meg at doypa við vatni, hin sami segði við meg, Uppá hann tú sært Andan stíga niður, og verða verandi á honum, hin sami er hann ið doypir við Halga Andanum.
35 ¶ Aftur næsta dagin eftir stóð Jóhannes, og tveir av hansara lærusveinum;
36 Og hann hyggur á Jesus, sum hann gekk, og sigur, Sí Guðs Lambið!
37 Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann tala, og teir fylgdu Jesusi.
38 Tá vendi Jesus sær á, og sá teir fylgja sær, og sigur við teir, Hvat søkja tit? Teir søgdu við hann, Rabbi, (sum vil siga, tá ið týtt er, Meistari,) hvar býrt tú?
39 Hann sigur við teir, Komið og síggið. Teir komu og sóu hvar hann búði, og vórðu hjá honum tann dagin: tí at tað var um tíggjunda tíma.
40 Ein av teimum báðum ið hoyrdu Jóhannes tala, og fylgdu honum, var Andreas, bróðir Símun Pæturs.
41 Hann finnur fyrst sín egna bróður Símun, og sigur við hann, Vit hava funnið Messias, sum er, tá ið tað er týtt, Christus.
42 Og hann førdi hann til Jesus. Og tá ið Jesus sá hann, segði hann, Tú ert Símun, sonur Jóna: tú skalt verða kallaður Cefas, sum er, við týðing, Ein steinur.
43 ¶ Dagin eftir vildi Jesus fara avstað til Galileu, og finnur Philippus, og sigur við hann, Fylg mær.
44 Men Philippus var úr Bethsajdu, staði teirra Andreasar og Pæturs.
45 Philippus finnur Nathánael, og sigur við hann, Vit hava funnið hann, sum Móses í lógini, og prophetarnir, skrivaðu um, Jesus úr Nazareth, son Jósephs.
46 Og Nathánael segði við hann, Kann nakað gott vera komið úr Nazareth? Philippus sigur við hann, Kom og síggj.
47 Jesus sá Nathánael koma til sín, og sigur um hann, Síggið ein veruligan Ísraelit, sum einkið svik er í!
48 Nathánael sigur við hann, Hvaðan kennirt tú meg? Jesus svaraði og segði við hann, Áðrenn ið Philippus kallaði teg, tá ið tú vart undir fikutrænum, tá sá eg teg.
49 Nathánael svaraði og sigur við hann, Rabbi, tú ert Sonur Guðs; tú ert Kongur Ísraels.
50 Jesus svaraði og segði við hann, Av tí at eg segði við teg, Eg sá teg undir fikutrænum, so trýrt tú? tú skalt síggja størri ting enn hesi.
51 Og hann sigur við hann, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hereftir skulu tit síggja himin opnan, og Guðs einglar stíga upp og stíga niður yvir Menniskjusonin.
.
.
.
.
KAPITUL 2
.
.
Og triðja dagin var brúdleyp í Cána í Galileu; og móðir Jesu var har:
2 Og bæði Jesus varð rópaður, og hansara lærusveinar, til brúdleypið.
3 Og tá ið teim vantaði vín, sigur móðir Jesu við hann, Tey hava einkið vín.
4 Jesus sigur við hana, Kvinna, hvat havi eg at gera við teg? mín tími er ikki komin enn.
5 Móðir hansara sigur við tænararnar, Hvatsumhelst hann sigur við tykkum, gerið tað.
6 Og har vóru seks vatnsker av steini sett, eftir skírganarhátti Jødanna, sum innihildu tvær ella tríggjar kannur stykkið.
7 Jesus sigur við teir, Fyllið vatnskerini við vatni. Og teir fyltu tey upp á tromina.
8 Og hann sigur við teir, Oysið nú úr, og berið veitslustjóranum. Og teir bóru tað.
9 Tá ið veitsluleiðarin hevði smakkað vatnið, sum var gjørt til vín, og ikki vitsti hvaðani tað var: (men tænararnir, sum oystu vatnið, teir vitstu;) rópaði veitslustjórin brúðgómin,
10 Og sigur við hann, Hvør maður at byrja við setur fram gott vín; og tá ið menn væl hava drukkið, tá tað sum er verri: men tú hevurt goymt tað góða vínið inntil nú.
11 Hesa byrjan av kraftarverkum gjørdi Jesus í Cána í Galileu, og eyðsýndi fram sína dýrd; og hansara lærusveinar trúðu á hann.
12 ¶ Eftir hetta fór hann oman til Capernaum, hann, og móðir hansara, og brøður hansara, og hansara lærusveinar: og tey hildu fram har í ikki mangar dagar.
13 ¶ Og umleypið hjá Jødunum var í nánd, og Jesus fór niðan til Jerusalem,
14 Og fann í templinum teir ið seldu oksar og seyð og dúgvur, og pengavekslararnar sitandi:
15 Og tá ið hann hevði gjørt ein koyril úr smáum strongum, rak hann teir allar út úr templinum, og seyðin, og oksarnar; og stoytti út pengarnar hjá vekslarunum, og koyrdi um koll borðini;
16 Og segði við teir ið seldu dúgvur, Takið hesi tingini hiðani; gerið ikki hús Faðirs míns til eitt handilsskapshús.
17 Og hansara lærusveinar mintust at skrivað stóð, Vandlæti húss tíns hevur etið meg upp.
18 ¶ Tá tóku Jødarnir til orða og søgdu við hann, Hvat tekin sýnirt tú okkum, við tað at tú gert hesi tingini?
19 Jesus svaraði og segði við teir, Oyðið hetta tempul, og eftir trimum døgum vil eg reisa tað upp.
20 Tá søgdu Jødarnir, Fjøruti og seks ár stóð hetta tempul í bygging, og vilt tú reisa tað upp eftir trimum døgum?
21 Men hann talaði um tempul likams síns.
22 Tá ið hann tí var risin frá teimum deyðu, mintust hansara lærusveinar at hann hevði sagt hetta við teir; og teir trúðu skriftini, og tí orði sum Jesus hevði sagt.
23 ¶ Men tá ið hann var í Jerusalem á umleypinum, á hátíðardegnum, trúðu mangir á navn hansara, tá ið teir sóu kraftarverkini sum hann gjørdi.
24 Men Jesus trúði seg ikki til teirra, av tí at hann kendi allar menn,
25 Og tørvaðist ikki at nakar skuldi vitna um menniskjuna: tí hann vitsti hvat var í menniskjuni.
.
.
.
.
KAPITUL 3
.
.
Tað var ein maður av Pharisearunum, nevndur Nicodemus, ein stjórnari hjá Jødunum:
2 Hin sami kom til Jesus á nátt, og segði við hann, Rabbi, vit vita at tú ert lærari, komin frá Guði: tí at eingin kann gera hesi kraftarverk ið tú gert, uttan Guð veri við honum.
3 Jesus svaraði og segði við hann, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, Uttan maður verði endurføddur, kann hann ei síggja kongadømi Guðs.
4 Nicodemus sigur við hann, Hvussu kann maður verða føddur tá ið hann er gamal? kann hann fara fyri aðru ferð inn í móðurlívið hjá móður síni, og verða føddur?
5 Jesus svaraði, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, Uttan maður verði føddur av vatni og av Andanum, kann hann ikki koma inn í kongadømi Guðs.
6 Tað, sum er føtt av kjøtinum, er kjøt; og tað, sum er føtt av Andanum, er andi.
7 Undrast ikki, at eg segði við teg, Tit mega verða endurføddir.
8 Vindurin blæsur hvar honum lystir, og tú hoyrirt ljóðið av honum, men kanst ikki siga hvaðan hann kemur, og hvagar hann fer: soleiðis er hvør tann sum er føddur av Andanum.
9 Nicodemus svaraði og segði við hann, Hvussu kunnu hesi tingini vera?
10 Jesus svaraði og segði við hann, Ert tú ein lærumeistari av Ísrael, og veitst ikki hesi tingini?
11 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, Vit tala tað vit vita, og vitna tað vit hava sæð; og tit taka ikki ímóti okkara vitnisburði.
12 Um eg havi sagt tykkum jarðiskar lutir, og tit ikki trúgva, hvussu skulu tit tá trúgva, um eg sigi tykkum um himinskar lutir?
13 Og eingin maður hevur stigið upp til himins, uttan hann ið kom niður av himni, enntá Menniskjusonurin sum er í himni.
14 ¶ Og eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, enntá soleiðis má Menniskjusonurin verða lyftur upp:
15 At hvørsumhelst ið trýr á hann ikki skuldi glatast, men hava ævigt lív.
16 ¶ Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav sín eingitna Son, til tess at hvørsumhelst, ið trýr á hann, ikki skuldi glatast, men hava ævigtvarandi lív.
17 Tí Guð sendi ikki Son sín í heimin at fordøma heimin; men fyri at heimurin ígjøgnum hann mátti verðið frelstur.
18 ¶ Hann, ið trýr á hann, er ikki fordømdur: men hann, sum ikki trýr, er longu fordømdur, av tí at hann ikki hevur trúð á navn hins eingitna Sonar Guðs.
19 Og hetta er fordømingin, at ljós er komið inn í heimin, og menn elskaðu myrkur heldur enn ljós, tí teirra gerðir vóru óndar.
20 Tí at hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið, eiheldur kemur til ljósið, at ikki hansara gerðir skuldu átalast.
21 Men hann, ið ger sannleika, kemur til ljósið, at hansara gerðir mega gerast eyðsýndar, at tær eru virkaðar í Guði.
22 ¶ Eftir hesi tingini komu Jesus og hansara lærusveinar inn í Judæu land; og har dvaldi hann við teimum, og doypti.
23 ¶ Og eisini Jóhannes doypti í Ænon nær við Salim, av tí at nógv vatn var har: og tey komu, og vórðu doypt.
24 Tí Jóhannes var ikki enn kastaður í fongsul.
25 ¶ Tá reis tað upp ein spurningur ímillum summar av lærusveinum Jóhannesar og Jødarnar um skírgan.
26 Og teir komu til Jóhannesar, og søgdu við hann, Rabbi, hann, sum var við tær handan Jordan, hvørjum tú bart vitnisburð, sí, hin sami doypir, og allir menn koma til hansara.
27 Jóhannes svaraði og segði, Ein maður kann einkið móttaka, uttan tað verði givið honum frá himni.
28 Tit bera mær sjálvir vitnisburð, at eg segði, Eg eri ikki Christus, men at eg eri sendur undan honum.
29 Hann, ið hevur brúðrina, er brúðgómurin: men vinurin hjá brúðgóminum, sum stendur og hoyrir hann, fegnast mikilliga vegna rødd brúðgómsins: hesin mín fagnaður er tí uppfyltur.
30 Hann má vaksa, men eg má minka.
31 Hann, ið kemur omanífrá, er omanfyri allar: hann, sum er av jørðini, er jarðiskur, og talar av jørðini: hann, ið kemur av himni, er omanfyri allar.
32 Og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann; og eingin maður tekur ímóti hansara vitnisburði.
33 Hann, ið hevur tikið ímóti hansara vitnisburði, hevur sett til innsiglis hans, at Guð er sannur.
34 Tí at hann, sum Guð hevur sent, talar Guðs orð: tí Guð gevur ikki honum Andan eftir máli.
35 Faðirin elskar Sonin, og hevur givið honum øll ting í hond.
36 Hann, ið trýr á Sonin, hevur ævigtvarandi lív: og hann, sum ikki trýr Syninum, skal ikki síggja lív; men Guðs vreiði verður verandi á honum.
.
.
.
.
KAPITUL 4
.
.
Tá ið Harrin tí vitsti, hvussu Phariseararnir høvdu hoyrt at Jesus vann og doypti fleiri lærusveinar enn Jóhannes,
2 (Hóast Jesus sjálvur doypti ikki, men hansara lærusveinar,)
3 Tá fór hann avstað úr Judæu, og fór avstað aftur til Galileu.
4 Og hann mátti neyðuga fara ígjøgnum Samáriu.
5 Tá kemur hann til ein stað av Samáriu, sum er kallaður Sykar, nær tí jarðarstykkinum sum Jákup gav syni sínum Jósephi.
6 Men Jákups brunnur var har. Jesus, sum var móður av síni ferð, settist tí soleiðis á brunnin: og tað var um sætta tíma.
7 Har kemur ein kvinna úr Samáriu at draga vatn: Jesus sigur við hana, Gev mær at drekka.
8 (Tí at hansara lærusveinar vóru farnir avstað til staðin at keypa mat.)
9 Tá sigur kvinnan úr Samáriu við hann, Hvussu er tað at tú, sum ert Jødi, biðurt um drekka frá mær, sum eri ein kvinna úr Samáriu? tí Jødarnir hava eingi viðurskiftir við Samaritánararnar.
10 Jesus svaraði og segði við hana, Um tú kendirt gávu Guðs, og hvør tað er sum sigur við teg, Gev mær at drekka; támundirt tú umbiðið av honum, og hann hevði givið tær livandi vatn.
11 Kvinnan sigur við hann, Harri, tú hevurt einkið at draga upp við, og brunnurin er djúpur: hvaðani hevurt tú tá tað livandi vatnið?
12 Ert tú størri enn faðir okkara Jákup, sum gav okkum brunnin, og drakk úr honum sjálvur, og børn hansara, og fæ hansara?
13 Jesus svaraði og segði við hana, Hvørsumhelst ið drekkur av hesum vatni, skal tyrsta aftur:
14 Men hvørsumhelst ið drekkur av tí vatni sum eg skal geva honum, skal aldri tyrsta; men vatnið, sum eg skal geva honum, skal vera í honum ein kelda av vatni sum vellir upp inn í ævigtvarandi lív.
15 Kvinnan sigur við hann, Tygum, gevið mær hetta vatnið, so at eg ikki tyrsti, eiheldur komi higar at draga.
16 Jesus sigur við hana, Far, rópa mann tín, og kom higar.
17 Kvinnan svaraði og segði, Eg havi ongan mann. Jesus segði við hana, Tú hevurt væl sagt, eg havi ongan mann:
18 Tí at tú hevurt havt fimm menn; og hann, sum tú nú hevurt, er ikki maður tín: í tí segðirt tú sannliga.
19 Kvinnan sigur við hann, Tygum, eg varnist at tygum eru ein prophetur.
20 Okkara fedrar tilbóðu á hesum fjallinum; og tit siga, at í Jerusalem er staðið har menn áttu at tilbiðja.
21 Jesus sigur við hana, Kvinna, trúgv mær, tann tími kemur, tá ið tit skulu hvørki á hesum fjallinum, ella tá í Jerusalem, tilbiðja Faðirin.
22 Tit tilbiðja tit kenna ikki hvat: vit kenna hvat vit tilbiðja: tí at frelsa er frá Jødunum.
23 Men tann tími kemur, og nú er, tá ið teir sonnu tilbiðjararnir skulu tilbiðja Faðirin í anda og í sannleika: tí at Faðirin søkir slíkar at tilbiðja seg.
24 Guð er ein Andi: og teir, sum tilbiðja hann, mugu tilbiðja hann í anda og í sannleika.
25 Kvinnan sigur við hann, Eg veit at Messias kemur, sum er kallaður Christus: tá ið hann er komin, vil hann siga okkum allar lutir.
26 Jesus sigur við hana, Eg, sum tali við teg, eri hann.
27 ¶ Og við hetta komu hansara lærusveinar, og undraðust á at hann talaði við kvinnuna: tó segði eingin maður, Hvat søkirt tú? ella, Hví talart tú við hana?
28 Tá fór kvinnan frá sínum vatnskeraldi, og fór sín veg inn í staðin, og sigur við menninar,
29 Komið og síggið ein mann, sum segði mær allar lutir sum eg nakrantíð gjørdi: er ikki hesin Christus?
30 Tá fóru tey út úr staðinum, og komu til hansara.
31 ¶ Í millumtíðini bóðu hansara lærusveinar hann, og søgdu, Meistari, et.
32 Men hann segði við teir, Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.
33 Tí søgdu lærusveinarnir hvør við annan, Hevur onkur borið honum okkurt at eta?
34 Jesus sigur við teir, Matur mín er at gera vilja hansara sum sendi meg, og at fullgera verk hansara.
35 Siga tit ikki, Enn eru fýra mánaðir, og so kemur heyst? sí, eg sigi tykkum, Lyftið upp eygum tykkara, og lítið at akrunum; tí at teir eru longu hvítir til heystar.
36 Og hann, ið sker, fær løn, og savnar frukt til ævigt lív: at bæði hann ið sáar, og hann ið heystar, mega fegnast saman.
37 Og herí er tað orðtakið satt, Ein sáar, og annar heystar.
38 Eg sendi tykkum at heysta tað sum tit einkið arbeið veittu yvir: aðrir menn arbeiddu, og tit eru gingnir inn í teirra arbeiðir.
39 ¶ Og mangir av Samaritánarunum av tí staði trúðu á hann vegna framsøgnina hjá kvinnuni, sum vitnaði, Hann segði mær alt sum eg nakrantíð gjørdi.
40 So tá ið Samaritánararnir vóru komnir at honum, bønaðu teir hann, at hann vildi dvølt hjá teimum: og hann varð har tveir dagar.
41 Og mangir fleiri trúðu vegna egna orð hansara;
42 Og søgdu við kvinnuna, Nú trúgva vit, ikki vegna tína framsøgn: tí at vit hava hoyrt hann sjálvir, og vita at hesin er veruliga Christus, Frelsari heimsins.
43 ¶ Men eftir tveir dagar fór hann avstað haðani, og fór til Galileu.
44 Tí Jesus sjálvur vitnaði, at prophetur hevur ongan heiður í sínum egna landi.
45 Síðan, tá ið hann var komin til Galileu, tóku Galilæararnir ímóti honum, havandi sæð øll tey tingini sum hann gjørdi í Jerusalem á hátíðini: tí at eisini teir fóru til hátíðina.
46 So Jesus kom aftur inn í Cána í Galileu, har hann gjørdi vatnið til vín. Og har var ein ávísur aðalsmaður, hvørs sonur var sjúkur í Capernaum.
47 Tá ið hann hoyrdi at Jesus var komin úr Judæu til Galileu, fór hann til hansara, og bønaði hann at hann vildi komið oman, og grøtt son sín: tí hann lá á deyðastrá.
48 Tá segði Jesus við hann, Uttan tit síggi tekin og undur, so vilja tit ikki trúgva.
49 Aðalsmaðurin sigur við hann, Tygum, komið oman, áður enn barn mítt doyggi.
50 Jesus sigur við hann, Far tín veg; sonur tín livir. Og maðurin trúði tí orði sum Jesus hevði talað við seg, og hann fór sín veg.
51 Og sum hann nú fór oman, møttu honum hansara tænarar, og taldu honum, og søgdu, Sonur tín livir.
52 Tá fregnaðist hann av teimum um tíman, tá ið hann tók at batna. Og teir søgdu við hann, Í gjár, við sjeynda tíma, fór hitasóttin frá honum.
53 So faðirin vitsti, at tað var við hin sama tíman, sum Jesus segði við hann í, Sonur tín livir: og sjálvur trúði hann, og alt hús hansara.
54 Hetta er aftur hitt annað kraftarverk ið Jesus gjørdi, tá ið hann var komin úr Judæu til Galileu.
.
.
.
.
KAPITUL 5
.
.
Eftir hetta var ein høgtíð hjá Jødunum; og Jesus fór niðan til Jerusalem.
2 Men í Jerusalem er við seyðamarknaðin ein hylur, sum verður kallaður á hini Hebráisku tungu Bethesda, og hevur fimm súlnagangir.
3 Í hesum lá ein mikil fjøld av ússaligum fólki, av blindum, høltum, visnaðum, sum bíðaðu eftir røringini av vatninum.
4 Tí ein eingil fór niður um ávísa tíð inn í hylin, og órógvaði vatnið: hvørsumhelst ið tá fyrstur eftir órógvingina av vatninum steig í, varð gjørdur heilur av hvørjumsumhelst sjúkdómi hann hevði.
5 Og ein ávísur maður var har, sum hevði ein veikleika í tríati og átta ár.
6 Tá ið Jesus sá hann liggja, og vitsti at hann nú hevði verið í tí støðuni í langa tíð, sigur hann við hann, Vilt tú verða gjørdur heilur?
7 Ússaligi maðurin svaraði honum, Tygum, eg havi ongan mann, tá ið vatnið verður órógvað, at seta meg í hylin: men meðan eg komi, stígur ein annar niður undan mær.
8 Jesus sigur við hann, Reis teg, tak upp tína song, og gakk.
9 Og í stundini varð maðurin gjørdur heilur, og tók upp sína song, og gekk: og á tí sama degi var sabbaturin.
10 ¶ Tí søgdu Jødarnir við hann sum varð lektur, Tað er sabbatsdagurin: tað er ikki lógligt hjá tær at bera tína song.
11 Hann svaraði teimum, Hann, ið gjørdi meg heilan, hin sami segði við meg, Tak upp tína song, og gakk.
12 Tá spurdu teir hann, Hvør maður er tað sum segði við teg, Tak upp tína song, og gakk?
13 Og hann, ið varð grøddur, vitsti ikki hvør tað var: tí Jesus hevði smoygt sær avstað, tí ein mannfjøld var á tístaðnum.
14 Síðan finnur Jesus hann í templinum, og segði við hann, Sí, tú ert gjørdur heilur: synda ikki meira, at ikki eitt verri ting komi at tær.
15 Maðurin fór avstað, og segði Jødunum, at tað var Jesus sum hevði gjørt hann heilan.
16 Og tí søktu Jødarnir at Jesusi, og royndu at bana honum, av tí at hann hevði gjørt hesi tingini á sabbatsdegnum.
17 ¶ Men Jesus svaraði teimum, Faðir mín arbeiðir higartil, og eg arbeiði.
18 Tí royndu Jødarnir tess meira at drepa hann, av tí at hann ikki bert hevði brotið sabbatin, men segði eisini at Guð var sín Faðir, og gjørdi seg javnan við Guð.
19 Tá tók Jesus til orða og segði við teir, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Sonurin kann einkið gera av sær sjálvum, uttan tað sum hann sær Faðirin gera: tí at hvørji ting sumhelst ið hann ger, hesi ger eisini Sonurin líkaleiðis.
20 Tí at Faðirin elskar Sonin, og sýnir honum øll ting ið sjálvur hann ger: og hann vil sýna honum størri verk enn hesi, at tit mega undrast.
21 Tí at eins og Faðirin reisir upp hini deyðu, og livandiger tey; enntá soleiðis livandiger Sonurin hvønn hann vil.
22 Tí at Faðirin dømir ongan mann, men hevur litið Syninum allan dóm til:
23 At allir menn skuldu æra Sonin, júst sum teir æra Faðirin. Hann, ið ikki ærar Sonin, ærar ikki Faðirin sum hevur sent hann.
24 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hann, ið hoyrir mítt orð, og trýr á hann ið sendi meg, hevur ævigtvarandi lív, og kemur ikki inn í fordøming; men er farin yvirum frá deyða til lív.
25 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Tann tími kemur, og nú er, tá ið tey deyðu skulu hoyra rødd Guðs Sonar: og tey, sum hoyra, skulu liva.
26 Tí at eins og Faðirin hevur lív í sær sjálvum; soleiðis hevur hann givið Syninum at hava lív í sær sjálvum;
27 Og hevur givið honum vald at halda dóm eisini, av tí at hann er Menniskjusonurin.
28 Undrist ikki á hetta: tí at tann tími kemur, í hvørjum øll, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd hansara,
29 Og skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar; og tey, sum hava gjørt ilt, til heldømingar uppreisnar.
30 Eg kann av mær sjálvum einkið gera: sum eg hoyri, soleiðis dømi eg: og mín dómur er rættlátur; tí at eg søki ikki mín egna vilja, men vilja Faðirsins ið hevur sent meg.
31 Um eg beri vitnisburð um meg sjálvan, so er mín vitnisburður ikki sannur.
32 ¶ Tað er ein annar sum ber vitnisburð um meg; og eg veit, at tann vitnisburður, sum hann vitnar um meg, er sannur.
33 Tit sendu til Jóhannesar, og hann bar sannleikanum vitnisburð.
34 Men eg taki ikki ímóti vitnisburði av manni: men hesi tingini sigi eg, at tit máttu verðið frelstir.
35 Hann var eitt brennandi og eitt skínandi ljós: og tit vóru viljugir í eina tíð at fegnast í hansara ljósi.
36 ¶ Men eg havi størri vitnisburð enn tann av Jóhannesi: tí at verkini, sum Faðirin hevur givið mær at fullgera, tey somu verkini sum eg geri, bera vitnisburð um meg, at Faðirin hevur sent meg.
37 Og Faðirin sjálvur, sum hevur sent meg, hevur borið vitnisburð um meg. Tit hava hvørki hoyrt hansara rødd á nøkrum sinni, ella sæð hansara skap.
38 Og tit hava ikki orð hansara verandi í tykkum: tí honum ið hann hevur sent, honum trúgva tit ikki.
39 ¶ Rannsakið skriftirnar; tí at í teimum halda tit at tit hava ævigt lív: og tær eru tær sum vitna um meg.
40 Og tit vilja ikki koma til mín, at tit máttu havt lív.
41 Eg taki ikki ímóti heiðuri av monnum.
42 Men eg kenni tykkum, at tit hava ikki Guðs kærleika í tykkum.
43 Eg eri komin í Faðirs míns navni, og tit taka ikki ímóti mær: um ein annar kemur í sínum egna navni, honum vilja tit taka ímóti.
44 Hvussu kunnu tit trúgva, sum taka ímóti heiðuri hvør frá øðrum, og søkja ikki tann heiður sum kemur frá Guði einans?
45 Hugsið ikki, at eg vil ákæra tykkum fyri Faðirinum: tað er ein sum ákærir tykkum, enntá Móses, sum tit troysta á.
46 Tí at høvdu tit trúð Mósesi, tá vildu tit havt trúð mær: tí hann skrivaði um meg.
47 Men um tit trúgva ikki hansara skriftum, hvussu skulu tit so trúgva mínum orðum?
.
.
.
.
KAPITUL 6
.
.
Eftir hesi tingini fór Jesus yvirum Galileu sjógvin, sum er Tiberias sjógvurin.
2 Og mikil mannfjøld fylgdi honum, av tí at tey sóu hansara kraftarverk sum hann gjørdi á teimum ið vóru sjúkufongd.
3 Og Jesus fór niðan á eitt fjall, og har settist hann við sínum lærusveinum.
4 Og umleypið, ein høgtíð hjá Jødunum, var í nánd.
5 ¶ Tá ið Jesus tá lyfti upp síni eygu, og sá miklan flokk koma til sín, sigur hann við Philippus, Hvaðani skulu vit keypa breyð, at hesir mega eta?
6 Og hetta segði hann til at royna hann: tí sjálvur vitsti hann hvat hann vildi gera.
7 Philippus svaraði honum, Tvey hundrað denara virði av breyði er ikki nóg mikið hjá teimum, at hvør einstakur av teimum kann fáa eitt sindur.
8 Ein av hansara lærusveinum, Andreas, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann,
9 Tað er ein smádrongur her, sum hevur fimm byggbreyð, og tveir smáfiskar: men hvat eru tey millum so mong?
10 Og Jesus segði, Fáið menninar at setast niður. Men tað var nógv gras á staðnum. So menninir settust niður, umleið fimm túsund í tali.
11 Og Jesus tók breyðini; og tá ið hann hevði veitt tøkkir, deildi hann út til lærusveinarnar, og lærusveinarnir til teirra ið setstir vóru niður; og somuleiðis av fiskunum, so mikið sum teir vildu.
12 Tá ið teir vóru mettaðir, segði hann við lærusveinar sínar, Savnið upp molarnar sum eru eftir, at einkið verði mist.
13 Tí savnaðu teir teir saman, og fyltu tólv tægur við molunum av teimum fimm byggbreyðunum, sum vórðu eftir til avlops hjá teimum ið høvdu etið.
14 Teir menninir, tá ið teir høvdu sæð kraftarverkið ið Jesus gjørdi, søgdu tá, Hetta er av sonnum hin propheturin ið koma skuldi inn í heimin.
15 ¶ Tá ið Jesus tí varnaðist at teir vildu koma og taka hann við valdi, at gera hann til ein kong, fór hann avstað aftur á eitt fjall sjálvur aleina.
16 Og tá ið kvøld nú var komið, fóru hansara lærusveinar oman at sjógvinum,
17 Og fóru inn í ein bát, og fóru yvirum sjógvin ímóti Capernaum. Og nú var myrkt, og Jesus var ikki komin til teirra.
18 Og sjógvurin reistist, uppá grund av einum miklum vindi sum blásti.
19 So tá ið teir høvdu róð umleið fimm og tjúgu ella tríati stádiur, síggja teir Jesus gangandi á sjógvinum, og nærkast bátinum: og teir ræddust.
20 Men hann sigur við teir, Tað eri eg; ræðist ikki.
21 Tá tóku teir villigani ímóti honum í bátin: og alt fyri eitt var báturin at landi, hvagar teir fóru.
22 ¶ Dagin eftir, tá ið fólkið, sum stóð hinumegin sjógvin, sá at tað var eingin annar bátur har, uttan tann sum hansara lærusveinar vóru farnir inn í, og at Jesus fór ikki við sínum lærusveinum í bátin, men at hansara lærusveinar vóru farnir avstað einsamallir;
23 (Kortini komu aðrir bátar frá Tiberias, nær tí staðnum har teir ótu breyð, eftir at Harrin hevði veitt tøkkir:)
24 Tá ið fólkið tí sá at Jesus ikki var har, eiheldur hansara lærusveinar, tóku tey eisini bátsføri, og komu til Capernaum, at søkja eftir Jesusi.
25 Og tá ið tey høvdu funnið hann hinumegin sjógvin, søgdu tey við hann, Rabbi, nær komst tú higar?
26 Jesus svaraði teimum og segði, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Tit søkja meg, ikki av tí at tit sóu kraftarverkini, men av tí at tit ótu av breyðunum, og vórðu mettað.
27 Strevist ikki fyri tann matin ið ferst, men fyri tann matin sum varir við til ævigtvarandi lív, sum Menniskjusonurin skal geva tykkum: tí at hann hevur Guð Faðir innsiglað.
28 Tá søgdu tey við hann, Hvat skulu vit gera, at vit máttu virkað Guðs verk?
29 Jesus svaraði og segði við tey, Hetta er Guðs verk, at tit trúgvi á hann sum hann hevur sent.
30 Tey søgdu tí við hann, Hvat tekin sýnirt tú tá, at vit mega síggja, og trúgva tær? hvat virkart tú?
31 Okkara fedrar ótu manna í oyðimørkini; eins og skrivað stendur, Hann gav teimum breyð av himni at eta.
32 Tá segði Jesus við tey, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Móses gav tykkum ikki tað breyðið frá himni; men Faðir mín gevur tykkum tað sanna breyðið frá himni.
33 Tí breyð Guðs er hann ið kemur niður av himni, og gevur heiminum lív.
34 Tá søgdu tey við hann, Harri, gev okkum í ævir hetta breyðið.
35 Og Jesus segði við tey, Eg eri lívsins breyð: hann, ið kemur til mín, skal aldri hungra; og hann, sum á meg trýr, skal aldri tyrsta.
36 Men eg segði við tykkum, At tit hava eisini sæð meg, og trúgva ikki.
37 Alt, sum Faðirin gevur mær, skal koma til mín; og hann, ið kemur til mín, vil eg á ongan hátt kasta út.
38 Tí eg kom niður av himni, ikki at gera mín egna vilja, men vilja hansara sum sendi meg.
39 Og hetta er vilji Faðirsins, sum hevur sent meg, at av øllum, sum hann hevur givið mær, skuldi eg einkið missa, men skuldi reisa tað upp aftur á evsta degi.
40 Og hetta er vilji hansara sum sendi meg, at hvør tann ið sær Sonin, og trýr á hann, má hava ævigtvarandi lív: og eg vil reisa hann upp á evsta degi.
41 Tá knarraðu Jødarnir inn á hann, av tí at hann segði, Eg eri tað breyðið sum kom niður av himni.
42 Og teir søgdu, Er ikki hetta Jesus, sonur Jósephs, hvørs faðir og móður vit kenna? hvussu ber tað tá til, at hann sigur, Eg kom niður av himni?
43 Tí svaraði Jesus og segði við teir, Knarrið ikki tykkara millum.
44 Eingin kann koma til mín, uttan Faðirin, sum hevur sent meg, dregur hann: og eg vil reisa hann upp á evsta degi.
45 Skrivað stendur í prophetunum, Og teir skulu allir verða lærdir av Guði. Hvør maður sum tí hevur hoyrt, og hevur lært av Faðirinum, kemur til mín.
46 Ikki at nakar hevur sæð Faðirin, uttan hann sum er av Guði, hann hevur sæð Faðirin.
47 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hann, ið trýr á meg, hevur ævigtvarandi lív.
48 Eg eri tað lívsins breyðið.
49 Tykkara fedrar ótu manna í oyðuni, og eru deyðir.
50 Hetta er breyðið sum kemur niður av himni, at ein maður má eta harav, og ikki doyggja.
51 Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni: um onkur etur av hesum breyði, so skal hann liva um ævir: og tað breyðið, sum eg vil geva, er kjøt mítt, sum eg vil geva fyri lív heimsins.
52 Tí stríddu Jødarnir sín ámillum, og søgdu, Hvussu kann hesin maðurin geva okkum sítt kjøt at eta?
53 Tá segði Jesus við teir, Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, Uttan tit eta kjøt Menniskjusonarins, og drekka blóð hans, hava tit einkið lív í tykkum.
54 Hvøriðenn etur kjøt mítt, og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív; og eg vil reisa hann upp á evsta degi.
55 Tí kjøt mítt er rættur matur, og blóð mítt er rættur drykkur.
56 Hann ið etur kjøt mítt, og drekkur blóð mítt, dvølist í mær, og eg í honum.
57 Eins og hin livandi Faðirin hevur sent meg, og eg livi av Faðirinum: soleiðis hann ið etur meg, enntá hann skal liva av mær.
58 Hetta er tað breyðið sum kom niður av himni: ikki eins og tykkara fedrar ótu manna, og eru deyðir: hann, ið etur av hesum breyði, skal liva um ævir.
59 Hesi tingini segði hann í sýnagoguni, sum hann frálærdi í Capernaum.
60 Mangir av hansara lærusveinum, tá ið teir høvdu hoyrt hetta, søgdu tí, Hetta er ein hørð útsøgn; hvør kann hoyra hana?
61 Tá ið Jesus vitsti í sær sjálvum at hansara lærusveinar knarraðu yvir tað, segði hann við teir, Gevur hetta tykkum meinboga?
62 Hvat og um tit skulu síggja Menniskjusonin stíga upp har hann var áður?
63 Tað er andin sum lívgar; kjøtið gagnar einkið: tey orðini sum eg tali tykkum, tey eru andi, og tey eru lív.
64 Men tað eru summir av tykkum sum ikki trúgva. Tí at Jesus vitsti frá byrjanini hvørjir teir vóru sum ikki trúðu, og hvør skuldi svíkja hann.
65 Og hann segði, Tí segði eg við tykkum, at eingin kann koma til mín, uttan tað var givið honum av Faðir mínum.
66 ¶ Frá teirri tíð fóru mangir av hansara lærusveinum tilbakar, og gingu ikki longur við honum.
67 Tá segði Jesus við teir tólv, Vilja tit eisini fara burtur?
68 Tá svaraði Símun Pætur honum, Harri, hvønn skulu vit fara til? tú hevurt orð hins æviga lívs.
69 Og vit trúgva og eru vísir í, at tú ert hin Christus, Sonur hins livandi Guðs.
70 Jesus svaraði teimum, Havi eg ikki útvalt tykkum tólv, og ein av tykkum er ein djevul?
71 Hann talaði um Judas Iscarjot, son Símunar: tí hann var tað ið skuldi svíkja hann, og var ein av teimum tólv.
.
.
.
.
KAPITUL 7
.
.
Eftir hesi tingini gekk Jesus í Galileu: tí hann vildi ikki ganga í Jødaumráði, av tí at Jødarnir søktu at drepa hann.
2 Men tabernaklahátíðin hjá Jødunum var í nánd.
3 Tí søgdu brøður hansara við hann, Far avstað hiðani, og til Judæu, at tínir lærusveinar eisini mega síggja tey verk ið tú gert.
4 Tí tað er eingin ið ger nakað í loyndum, og sjálvur søkir hann at verða kendur opinlýsliga. Um tú geri hesi ting, tá sýn teg fyri heiminum.
5 Tí at ikki heldur brøður hansara trúðu á hann.
6 Tá segði Jesus við teir, Mín tíð er ikki enn komin: men tykkara tíð er alveg tilreiðar.
7 Heimurin kann ikki hata tykkum; men meg hatar hann, av tí at eg vitni um hann, at hansara verk eru ónd.
8 Farið tit niðan til hesa hátíðina: eg fari ikki enn niðan til hesa hátíðina; tí at mín tíð er ikki enn fult komin.
9 Tá ið hann hevði sagt hesi orðini við teir, varð hann enn verandi í Galileu.
10 ¶ Men tá ið brøður hansara vóru farnir niðan, tá fór hann eisini niðan til hátíðina, ikki opinlýst, men sum var tað í loyndum.
11 Tá søktu Jødarnir hann á hátíðini, og søgdu, Hvar er hann?
12 Og har var mikil mutlan millum fólkið viðvíkjandi honum: tí summi søgdu, Hann er ein góður maður: onnur søgdu, Nei; men hann villleiðir fólkið.
13 Kortini talaði eingin opinlýst um hann, av ótta fyri Jødunum.
14 ¶ Men um miðja hátíðina fór Jesus niðan í templið, og frálærdi.
15 Og Jødarnir undraðust, og søgdu, Hvussu kennir hesin maður bókstavir, og hevur aldri lært?
16 Jesus svaraði teimum, og segði, Mín doktrina er ikki mín, men hansara sum sendi meg.
17 Um onkur vil gera hansara vilja, tá skal hann vita av doktrinuni, hvørt hon veri av Guði, ella hvørt eg tali av mær sjálvum.
18 Hann, ið talar av sær sjálvum, søkir sína egnu dýrd: men hann, ið søkir dýrd hansara sum sendi seg, hin sami er sannur, og eingin órættvísi er í honum.
19 Gav ikki Móses tykkum lógina, og tó heldur eingin av tykkum lógina? Hví liggja tit úti eftir at drepa meg?
20 Fólkið svaraði og segði, Tú hevurt ein djevul: hvør liggur úti eftir at drepa teg?
21 Jesus svaraði og segði við tey, Eg havi gjørt eitt verk, og tit øll undrast.
22 Móses gav tykkum tí umskering; (ikki av tí at hon er av Mósesi, men av fedrunum;) og á sabbatsdegnum umskera tit mann.
23 Um maður á sabbatsdegnum móttekur umskering, fyri at Móselógin ei skuldi verða brotin; eru tit tá firtnir inná meg, av tí at eg havi gjørt ein mann hvørt vet heilan á sabbatsdegnum?
24 Dømið ikki eftir útsjóndini, men dømið rættvísan dóm.
25 Tá søgdu summir av teimum úr Jerusalem, Er ikki hetta hann, sum teir søkja at drepa?
26 Men sí, hann talar djarvliga, og teir siga einkið við hann. Vita stjórnararnir veruliga, at hesin er sjálvasti Christus?
27 Kortini kenna vit henda mann, hvaðani hann er: men tá ið Christus kemur, veit eingin hvaðani hann er.
28 Tá rópti Jesus í templinum, sum hann frálærdi, og segði, Tit bæði kenna meg, og tit vita hvaðan eg eri: og eg eri ikki komin av mær sjálvum, men hann, ið sendi meg, er sannur, hvønn tit ikki kenna.
29 Men eg kenni hann: tí at eg eri frá honum, og hann hevur sent meg.
30 Tá royndu teir at taka hann: men eingin legði hendur á hann, av tí at hansara tími var ikki enn komin.
31 Og mong av fólkunum trúðu á hann, og søgdu, Tá ið Christus kemur, vil hann tá gera fleiri kraftarverk enn hesi sum hesin hevur gjørt?
32 ¶ Phariseararnir hoyrdu at fólkið mutlaði slík ting viðvíkjandi honum; og Phariseararnir og teir fremstu prestarnir sendu tænastumenn at taka hann.
33 Tá segði Jesus við teir, Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, og so fari eg til hansara sum sendi meg.
34 Tit skulu søkja meg, og skulu ikki finna meg: og har sum eg eri, hagar kunnu tit ikki koma.
35 Tá søgdu Jødarnir sín ámillum, Hvagar vil hann fara, at vit ikki skulu finna hann? vil hann fara til hinar umspjaddu millum Heidningarnar, og læra Heidningarnar?
36 Hvat fyri framsøgn er hetta sum hann segði, Tit skulu søkja meg, og skulu ikki finna meg: og har sum eg eri, hagarkunnu tit ikki koma?37 Á tí síðsta degnum, tí stóra degnum av hátíðini, stóð Jesus og rópaði, og segði, Um nakar tyrsti, tá komi hann til mín, og drekki.
38 Hann, ið trýr á meg, eins og skriftin hevur sagt, út úr hansara búki skulu floyma áir av livandi vatni.
39 (Men hetta talaði hann um Andan, sum teir, sum trúgva á hann, skuldu móttaka: tí Halgi Andin var ikki enn givin; av tí at Jesus ikki enn var dýrðmettur.)
40 ¶ Mong av fólkunum, tá ið tey hoyrdu hesa framsøgn, søgdu tí, Av sonnum, hesin er Propheturin.
41 Onnur søgdu, Hetta er Christus. Men summi søgdu, Skal Christus koma úr Galileu?
42 Hevur ikki skriftin sagt, At Christus kemur av sáði Dávids, og út úr býi Bethlehems, har Dávid var?
43 So ein sundurbýting varð millum fólkið orsakað av honum.
44 Og summir av teimum vildu tikið hann; men eingin legði hendur á hann.
45 ¶ Tá komu tænastumenninir til fremstu prestarnar og Phariseararnar; og teir søgdu við teir, Hví eru tit ikki komnir við honum?
46 Tænastumenninir svaraðu, Aldri talaði maður sum hesin.
47 Tá svaraðu Phariseararnir teimum, Eru tit eisini villleiddir?
48 Hava nakrir av stjórnarunum ella av Pharisearunum trúð á hann?
49 Men hetta fólkið, sum ikki kennir lógina, eru bølbiðin.
50 Nicodemus sigur við teir, (hann sum kom til Jesus á nátt, og var ein teirra,)
51 Dømir okkara lóg nakran mann, áðrenn hon hoyri hann, og viti hvat hann ger?
52 Teir svaraðu og søgdu við hann, Ert tú eisini úr Galileu? Kanna, og hygg: tí úr Galileu rísur eingin prophetur.
53 Og hvør maður fór til egna hús sítt.
.
.
.
.
KAPITUL 8
.
.
Jesus fór til Olivinfjallið.
2 Og tíðliga um morgunin kom hann aftur inn í templið, og alt fólkið kom til hansara; og hann settist niður, og lærdi tey.
3 Og teir skriftlærdu og Phariseararnir førdu til hansara eina kvinnu, tikna í hordómi; og tá ið teir høvdu sett hana í miðjuna,
4 Siga teir við hann, Meistari, henda kvinna varð tikin í hori, í sjálvastu gerðini.
5 Nú, Móses í lógini beyð okkum, at slíkar skuldu verða steinaðar: men hvat sigurt tú?
6 Hetta søgdu teir fyri at freista hann, at teir máttu hava til at ákæra hann. Men Jesus heyk niður, og við sínum fingri skrivaði hann á jørðina, sum um hann ikki hoyrdi teir.
7 So tá ið teir hildu fram at spyrja hann, rætti hann seg upp, og segði við teir, Hann, ið er uttan synd tykkara millum, hann kasti fyrstur ein stein eftir henni.
8 Og aftur heyk hann niður, og skrivaði á jørðina.
9 Og teir, sum hoyrdu tað, vórðu sakfeldir av síni egnu samvitsku, og fóru út ein eftir einum, byrjandi við tí elsta, heilt til hin síðsta: og Jesus varð eftir einsamallur, og kvinnan standandi í miðjuni.
10 Tá ið Jesus hevði rætt seg upp, og sá ongan uttan kvinnuna, segði hann við hana, Kvinna, hvar eru teir tínir ákærarar? hevur eingin fordømt teg?
11 Hon segði, Eingin, Harri. Og Jesus segði við hana, Eiheldur eg fordømi teg: far, og synda ikki meira.
12 ¶ Tá talaði Jesus aftur til teirra, og segði, Eg eri ljós heimsins: hann, ið fylgir mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava lívsins ljós.
13 Tí søgdu Phariseararnir við hann, Tú gevurt frágreiðing um teg sjálvan; tín frágreiðing er ikki sonn.
14 Jesus svaraði og segði við teir, Um eg so gevi frágreiðing um meg sjálvan, so er mín frágreiðing sonn: tí eg veit hvaðan eg kom, og hvagar eg fari; men tit kunnu ikki siga hvaðan eg komi, og hvagar eg fari.
15 Tit døma eftir kjøtinum; eg dømi ongan.
16 Og um eg so dømi, so er mín dómur sannur: tí at eg eri ikki einsamallur, men eg og Faðirin ið sendi meg.
17 Tað stendur eisini skrivað í tykkara lóg, at vitnisburðurin av tveim monnum er sannur.
18 Eg eri ein ið beri vitnisburð um meg sjálvan, og Faðirin, ið sendi meg, ber vitnisburð um meg.
19 Tá søgdu teir við hann, Hvar er Faðir tín? Jesus svaraði, Tit hvørki kenna meg, ella Faðir mín: um tit høvdu kent meg, høvdu tit eisini kent Faðir mín.
20 Hesi orð talaði Jesus í skattkamarinum, sum hann frálærdi í templinum: og eingin legði hendur á hann; tí hansara tími var ikki enn komin.
21 Tá segði Jesus aftur við teir, Eg fari mín veg, og tit skulu søkja meg, og skulu doyggja í tykkara syndum: hvagar eg fari, kunnu tit ikki koma.
22 Tá søgdu Jødarnir, Vil hann drepa seg? tí hann sigur, Hvagar eg fari, kunnu tit ikki koma.
23 Og hann segði við teir, Tit eru úr neðra; eg eri úr erva: tit eru av hesum heimi; eg eri ikki av hesum heimi.
24 Tí segði eg við tykkum, at tit skulu doyggja í tykkara syndum: tí at um tit trúgva ikki at eg eri hann, tá skulu tit doyggja í tykkara syndum.
25 Tá søgdu teir við hann, Hvør ert tú? Og Jesus sigur við teir, Enntá hin sami sum eg segði tykkum frá byrjanini.
26 Eg havi mong ting at siga og at døma um tykkum: men hann, ið sendi meg, er sannur; og eg tali til heimin tey tingini sum eg havi hoyrt av honum.
27 Teir skiltu ikki, at hann talaði til teirra um Faðirin.
28 Tá segði Jesus við teir, Tá ið tit hava lyft upp Menniskjusonin, tá skulu tit vita at eg eri hann, og at eg geri einkið av mær sjálvum; men eins og Faðir mín hevur lært meg, so tali eg hesi tingini.
29 Og hann, ið sendi meg, er við mær: Faðirin hevur ikki eftirlatið meg einsamallan; tí eg geri altíð tey ting ið tokna honum.
30 Sum hann talaði hesi orðini, trúðu mangir á hann.
31 Tá segði Jesus við teir Jødar sum trúðu á hann, Um tit halda fram í mínum orði, tá eru tit veruliga mínir lærusveinar;
32 Og tit skulu kenna sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.
33 ¶ Teir svaraðu honum, Vit eru Ábrahams sáð, og vóru aldri í trældómi hjá nøkrum manni: hvussu kanst tú tá siga, Tit skulu verða gjørdir fríir?
34 Jesus svaraði teimum, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hvørsumhelst ið fremur synd, er tænarin hjá synd.
35 Og tænarin verður ikki verandi í húsinum um ævir: men Sonurin verður verandi um ævir.
36 Um tí Sonurin man gera tykkum fríar, tá skulu tit veruliga vera fríir.
37 Eg veit at tit eru Ábrahams sáð; men tit søkja at drepa meg, av tí at mítt orð hevur einkið pláss í tykkum.
38 Eg tali tað sum eg havi sæð hjá Faðir mínum: og tit gera tað sum tit hava sæð hjá faðir tykkara.
39 Teir svaraðu og søgdu við hann, Ábraham er faðir okkara. Jesus sigur við teir, Um tit vóru børn Ábrahams, tá høvdu tit gjørt verk Ábrahams.
40 Men nú søkja tit at drepa meg, ein mann sum hevur sagt tykkum sannleikan, sum eg havi hoyrt av Guði: hetta gjørdi ikki Ábraham.
41 Tit gera gerningar faðirs tykkara. Tá søgdu teir við hann, Vit veri ikki føddir úr siðloysi; vit hava ein Faðir, enntá Guð.
42 Jesus segði við teir, Um Guð var tykkara Faðir, tá høvdu tit elskað meg: tí at eg gekk fram og kom frá Guði; eiheldur kom eg av mær sjálvum, men hann sendi meg.
43 Hví skilja tit ikki mína talu? júst av tí at tit kunnu ikki hoyra mítt orð.
44 Tit eru av faðir tykkara djevlinum, og lystir faðirs tykkara vilja tit gera. Hann var ein myrðari frá byrjanini, og varð ikki verandi í sannleikanum, tí at tað er eingin sannleiki í honum. Tá ið hann talar eina lygn, talar hann av sínum egna: tí hann er ein lygnari, og faðirin at henni.
45 Og av tí at eg sigi tykkum sannleikan, trúgva tit mær ikki.
46 Hvør av tykkum sannførir meg um synd? Og um eg sigi sannleikan, hví trúgva tit mær ikki?
47 Hann, sum er av Guði, hoyrir orðini hjá Guði: tí hoyra tit tey ikki, av tí at tit eru ikki av Guði.
48 Tá svaraðu Jødarnir, og søgdu við hann, Siga vit ikki væl, at tú ert ein Samaritánari, og hevurt ein djevul?
49 Jesus svaraði, Eg havi ikki ein djevul; men eg æri Faðir mín, og tit vanæra meg.
50 Og eg søki ikki mína egnu dýrd: ein er sum søkir og dømir.
51 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Um maður varðveiti mína framsøgn, skal hann aldri sjá deyða.
52 Tá søgdu Jødarnir við hann, Nú vita vit at tú hevurt ein djevul. Ábraham er deyður, og prophetarnir; og tú sigurt, Um maður varðveiti mína framsøgn, skal hann aldri smakka av deyða.
53 Ert tú størri enn faðir okkara Ábraham, sum er deyður? og prophetarnir eru deyðir: hvønn gert tú teg sjálvan til?
54 Jesus svaraði, Um eg æri meg sjálvan, er æra mín einkið: tað er Faðir mín sum ærar meg; sum tit siga um, at hann er Guð tykkara:
55 Tó hava tit ikki kent hann; men eg kenni hann: og um eg hevði sagt, Eg kenni hann ikki, so hevði eg verið ein lygnari, líka sum tit: men eg kenni hann, og varðveiti hansara framsøgn.
56 Tykkara faðir, Ábraham, gleddist til at síggja mín dag: og hann sá hann, og varð glaður.
57 Tá søgdu Jødarnir við hann, Tú ert ikki enn fimmti ára gamal, og hevurt tú sæð Ábraham?
58 Jesus segði við teir, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Áður enn Ábraham varð, eg eri.
59 Tá tóku teir upp steinar at kasta eftir honum: men Jesus fjaldi seg, og fór út úr templinum, farandi ígjøgnum teirra mittu, og fór soleiðis framvið.
.
.
.
.
KAPITUL 9
.
.
Og sum Jesus fór framvið, sá hann ein mann sum var blindur frá síni føðing.
2 Og hansara lærusveinar spurdu hann, og søgdu, Meistari, hvør hevur syndað, hesin maður, ella foreldur hansara, at hann varð føddur blindur?
3 Jesus svaraði, Hvørki hevur hesin maður syndað, ella foreldur hansara: men til tess at Guðs verk skuldu verða gjørd eyðsýnd í honum.
4 Eg má virka verkini hjá honum ið sendi meg, meðan dagur er: náttin kemur, tá ið eingin maður kann virka.
5 So leingi sum eg eri í heiminum, eri eg ljós heimsins.
6 Tá ið hann svá hevði talað, spýtti hann á jørðina, og gjørdi leir úr spýttinum, og hann salvaði eyguni hjá blinda manninum við leirinum,
7 Og segði við hann, Far, og tváa tær í Siloams hyli, (sum er, við týðing, Sendur.) Hann fór tí sín veg, og tváaði sær, og kom síggjandi.
8 ¶ Grannarnir, og teir sum áður høvdu sæð hann, at hann var blindur, søgdu tí, Er ikki hetta hann ið sat og biddaði?
9 Summir søgdu, Hetta er hann: aðrir søgdu, Hann er líkur honum: men hann segði, Eg eri hann.
10 Tí søgdu teir við hann, Hvussu vórðu eygu tíni opnað?
11 Hann svaraði og segði, Ein maður, sum er kallaður Jesus, gjørdi leir, og salvaði míni eygu, og segði við meg, Far til Siloams hyl, og tváa tær: og eg fór og tváaði mær, og eg fekk sjón.
12 Tá søgdu teir við hann, Hvar er hann? Hann segði, Eg veit ikki.
13 ¶ Teir førdu hann, sum fyrr var blindur, til Phariseararnar.
14 Og tað var sabbatsdagurin, tá ið Jesus gjørdi leirið og læt upp eygu hansara.
15 Tá spurdu eisini Phariseararnir hann aftur, hvussu hann hevði fingið sína sjón. Hann segði við teir, Hann koyrdi leir uppá míni eygu, og eg tváaði mær, og síggi.
16 Tí søgdu summir av Pharisearunum, Hesin maðurin er ikki av Guði, tí hann heldur ikki sabbatsdagin. Aðrir søgdu, Hvussu kann ein maður, sum er syndari, gera slík kraftarverk? Og ein sundurbýting varð teirra millum.
17 Teir siga aftur við blinda mannin, Hvat sigurt tú um hann, at hann hevur opnað eygu tíni? Hann segði, Hann er ein prophetur.
18 Men Jødarnir trúðu ikki viðvíkjandi honum, at hann hevði verið blindur, og fekk sjón sína, fyrrenn teir rópaðu foreldur hansara sum hevði fingið sjón sína.
19 Og teir spurdu tey, og søgdu, Er hetta sonur tykkara, sum tit siga varð føddur blindur? hvussu sær hann tá nú?
20 Foreldur hansara svaraðu teimum og søgdu, Vit vita at hetta er sonur okkara, og at hann varð føddur blindur:
21 Men við hvørjum háttarlagi hann nú sær, vita vit ikki; ella hvør hevur opnað eygu hansara, vita vit ikki: hann hevur aldurin; spyrjið hann: hann skal tala fyri seg sjálvan.
22 Hesi orðini talaðu foreldur hansara, av tí at tey óttaðust Jødarnar: tí Jødarnir høvdu longu samtykt, at um onkur játtaði at hann var Christus, skuldi hann koyrast út úr sýnagoguni.
23 Tí søgdu foreldur hansara, Hann hevur aldurin; spyrjið hann.
24 Tá rópaðu teir aftur mannin sum var blindur, og søgdu við hann, Gev Guði lovprísanina: vit vita at hesin maður er syndari.
25 Hann svaraði og segði, Hvørt hann veri syndari, ella ei, veit eg ikki: eitt veit eg, at hvar ið eg var blindur, so síggi eg nú.
26 Tá søgdu teir aftur við hann, Hvat gjørdi hann við teg? hvussu opnaði hann eygu tíni?
27 Hann svaraði teimum, Eg havi longu sagt tykkum, og tit hoyrdu ikki: hví høvdu tit viljað hoyrt tað aftur? vilja tit eisini verða hansara lærusveinar?
28 Tá spiltu teir hann út, og søgdu, Tú ert lærusveinur hansara; men vit eru lærusveinar Mósesar.
29 Vit vita at Guð talaði við Móses: hvat hesum manni viðvíkur, so vita vit ikki hvaðani hann er.
30 Maðurin svaraði og segði við teir, Altso, í hesum er eitt undrunarvert ting, at tit ikki vita hvaðani hann er, og tó hevur hann opnað míni eygu.
31 Nú, vit vita at Guð ikki hoyrir syndarar: men um onkur veri ein tilbiðjari av Guði, og ger hansara vilja, hann hoyrir hann.
32 Síðan verøldin byrjaði, varð tað ikki hoyrt, at nakar opnaði eyguni á einum ið varð føddur blindur.
33 Um hesin maðurin ikki var av Guði, kundi hann einkið gjørt.
34 Teir svaraðu og søgdu við hann, Tú varðst fullkomiliga føddur í syndum, og lærirt tú okkum? Og teir kastaðu hann út.
35 Jesus hoyrdi at teir høvdu kastað hann út; og tá ið hann hevði funnið hann, segði hann við hann, Trýrt tú á Son Guðs?
36 Hann svaraði og segði, Hvør er hann, Harri, at eg kann trúgva á hann?
37 Og Jesus segði við hann, Tú hevurt bæði sæð hann, og tað er hann sum talar við teg.
38 Og hann segði, Harri, eg trúgvi. Og hann tilbað hann.
39 ¶ Og Jesus segði, Til dóms eri eg komin inn í henda heim, at teir sum ikki síggja, máttu síggja; og at teir ið síggja, máttu verða gjørdir blindir.
40 Og summir av Pharisearunum, sum vóru hjá honum, hoyrdu hesi orð, og søgdu við hann, Eru vit tá eisini blindir?
41 Jesus segði við teir, Um tit vóru blindir, so høvdu tit onga synd: men nú siga tit, Vit síggja; tí verður tykkara synd verandi.
.
.
.
.
KAPITUL 10
.
.
Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hann sum ikki gongur inn um dyrnar inn í seyðabyrgið, men klývur upp onkran annan veg, hin sami er ein tjóvur og ránsmaður.
2 Men hann ið gongur inn um dyrnar, er hirðin hjá seyðunum.
3 Fyri honum letur duravørðurin upp; og seyðirnir hoyra rødd hansara: og hann kallar sínar egnu seyðir við navni, og leiðir teir út.
4 Og tá ið hann letur sínar egnu seyðir út, gongur hann undan teimum, og seyðirnir fylgja honum: tí teir kenna rødd hansara.
5 Og einum fremmandum vilja teir ikki fylgja, men vilja flýggja frá honum: tí at teir kenna ikki røddina hjá fremmandum.
6 Hesa dømisøgu talaði Jesus við teir: men teir skiltu ikki hvørji ting tey vóru sum hann talaði við teir.
7 Tá segði Jesus aftur við teir, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Eg eri dyrnar hjá seyðunum.
8 Allir, sum nakrantíð komu áðrenn eg, eru tjóvar og ránsmenn: men seyðirnir hoyrdu teir ikki.
9 Eg eri dyrnar: um nakar gongur inn umvegis meg, tá skal hann verða frelstur, og skal ganga inn og út, og finna beiti.
10 Tjóvurin kemur ikki, uttan fyri at stjala, og at drepa, og at oyðileggja: eg eri komin, fyri at teir máttu hava lív, og at teir máttu hava tað meira ríkiliga.
11 Eg eri hin góði hirðin: hin góði hirðin gevur sítt lív fyri seyðirnar.
12 Men hann sum er ein leigusveinur, og ikki hirðin, hvørs egnu seyðirnir ikki eru, sær úlvin koma, og fer frá seyðunum, og flýggjar: og úlvurin fangar teir, og spjaðir seyðirnar.
13 Leigusveinurin flýggjar, tí hann er leigusveinur, og hevur ikki umsorgan fyri seyðunum.
14 Eg eri hin góði hirðin, og kenni mínar seyðir, og eri kendur av mínum.
15 Eins og Faðirin kennir meg, enntá soleiðis kenni eg Faðirin: og eg leggi niður mítt lív fyri seyðirnar.
16 Og aðrar seyðir havi eg, sum ikki eru av hesum byrgi: teimum má eg eisini koma við, og teir skulu hoyra mína rødd; og tað skal vera eitt byrgi, og ein hirði.
17 Tí elskar Faðir mín meg, av tí at eg leggi niður mítt lív, fyri at eg mátti taka tað aftur.
18 Eingin tekur tað frá mær, men eg leggi tað niður av mær sjálvum. Eg havi vald at leggja tað niður, og eg havi vald at taka tað aftur. Hetta boðið havi eg fingið frá Faðir mínum.
19 ¶ Ein sundurbýting varð tí aftur millum Jødarnar vegna hesar útsagnir.
20 Og mangir av teimum søgdu, Hann hevur ein djevul, og er óður; hví hoyra tit hann?
21 Aðrir søgdu, Hetta eru ikki orðini hjá honum ið hevur ein djevul. Kann ein djevul opna eyguni á blindum?
22 ¶ Og tað var vígsluhátíðin í Jerusalem, og tað var vetur.
23 Og Jesus gekk í templinum, í súlnagangi Sálomons.
24 Tá komu Jødarnir runt um hann, og søgdu við hann, Hvussu leingi veldurt tú okkum at ivast? Um tú veri Christus, tá sig okkum greidliga.
25 Jesus svaraði teimum, Eg segði tykkum, og tit trúðu ikki: verkini sum eg geri í navni Faðirs míns, tey bera vitnisburð um meg.
26 Men tit trúgva ikki, av tí at tit eru ikki av mínum seyðum, eins og eg segði við tykkum.
27 Mínir seyðir hoyra mína rødd, og eg kenni teir, og teir fylgja mær:
28 Og eg gevi teimum ævigt lív; og teir skulu aldri glatast, eiheldur skal nakar slíta teir út úr hond míni.
29 Faðir mín, sum gav mær teir, er størri enn allir; og eingin er førur fyri at slíta teir út úr hond Faðirs míns.
30 Eg og Faðir mín eru eitt.
31 Tá tóku Jødarnir aftur upp steinar at steina hann.
32 Jesus svaraði teimum, Mong góð verk havi eg sýnt tykkum frá Faðir mínum; fyri hvørt av teim verkunum steina tit meg?
33 Jødarnir svaraðu honum, og søgdu, Fyri gott verk steina vit teg ikki; men fyri gudsspottan; og av tí at tú, sum ert maður, gert teg sjálvan til Guð.
34 Jesus svaraði teimum, Er tað ikki skrivað í tykkara lóg, Eg segði, Tit eru gudar?
35 Um hann kallaði teir gudar, sum Guðs orð kom til, og skriftin kann ei verða slitin;
36 Siga tit tá um hann, sum Faðirin hevur halgað, og sent inn í heimin, Tú gudsspottart; av tí at eg segði, Eg eri Sonur Guðs?
37 Um eg geri ikki verk Faðirs míns, tá trúgvið mær ikki.
38 Men um eg geri, tá um tit so ikki trúgva mær, tá trúgvið verkunum: fyri at tit mega vita, og trúgva, at Faðirin er í mær, og eg í honum.
39 Tí royndu teir aftur at taka hann: men hann komst undan úr teirra hond,
40 Og fór avstað aftur handan Jordan, inn á staðið har Jóhannes í fyrstuni doypti; og hann varð har.
41 Og mangir leitaðu til hansara, og søgdu, Jóhannes gjørdi einkið kraftarverk: men allir lutir, sum Jóhannes talaði um henda mann, vóru sannir.
42 Og mangir trúðu á hann har.
.
.
.
.
KAPITUL 11
Men ein ávísur maður var sjúkur, nevndur Lázarus, úr Bethániu, býi teirra Mariu og systur hennara Marthu.
2 (Tað var tann Maria ið salvaði Harran við salvu, og turkaði hansara føtur við hári sínum, hvørs bróðir Lázarus var sjúkur.)
3 Tí sendu systrar hansara til hansara, sigandi, Harri, sí, hann, sum tú elskart, er sjúkur.
4 Tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann, Hesin sjúkdómurin er ikki til deyða, men fyri dýrd Guðs, at Sonur Guðs mátti verða dýrðmettur harvið.
5 Men Jesus elskaði Marthu, og systur hennara, og Lázarus.
6 Tá ið hann tí hevði hoyrt at hann var sjúkur, varð hann tveir dagar enn á tí sama staðnum har hann var.
7 Síðan, eftir tað, sigur hann við lærusveinar sínar, Latum okkum fara til Judæu aftur.
8 Hansara lærusveinar siga við hann, Meistari, fyri stuttum royndu Jødarnir at steina teg; og fert tú nú hagar aftur?
9 Jesus svaraði, Eru ikki tólv tímar í degnum? Um onkur gongur um dagin, tá snávar hann ikki, av tí at hann sær ljósið av hesum heimi.
10 Men um onkur gongur um náttina, tá snávar hann, av tí at tað er einkið ljós í honum.
11 Hesi ting segði hann: og eftir tað sigur hann við teir, Vinur okkara Lázarus svevur; men eg fari, at eg má vekja hann úr svøvni.
12 Tá søgdu lærusveinar hansara, Harri, um hann sovi, so verður honum væl statt.
13 Men Jesus talaði um deyða hansara: men teir hildu at hann hevði talað um tað at taka sær hvíld í svøvni.
14 Tá segði Jesus við teir greidliga, Lázarus er deyður.
15 Og eg eri glaður fyri tykkara sakir, at eg ikki var har, til tess endamáls at tit mega trúgva; men latum okkum fara til hansara.
16 Tá segði Tummas, sum verður kallaður Didymos, við sínar samlærusveinar, Latum okkum eisini fara, at vit mega doyggja við honum.
17 Síðan, tá ið Jesus kom, fann hann at hann longu hevði ligið í grøvini í fýra dagar.
18 Men Bethánia var nær við Jerusalem, um fimtan stádiur frá:
19 Og mangir av Jødunum komu til Marthu og Mariu, at troysta tær viðvíkjandi bróður teirra.
20 Martha, so skjótt sum hon hoyrdi at Jesus kom, fór tá og møtti honum: men Maria sat enn í húsinum.
21 Tá segði Martha við Jesus, Harri, um tú hevðirt verið her, so hevði bróðir mín ikki doyð.
22 Men eg veit, at sjálvt nú, hvatsumhelst tú vilt umbiðja av Guði, Guð vil geva tað tær.
23 Jesus sigur við hana, Bróðir tín skal rísa upp aftur.
24 Martha sigur við hann, Eg veit at hann skal rísa aftur í uppreisnini á evsta degi.
25 Jesus segði við hana, Eg eri uppreisnin, og lívið: hann ið trýr á meg, um hann so var deyður, so skal hann liva:
26 Og hvørsumhelst ið livir og trýr á meg, skal aldri doyggja. Trýrt tú hesum?
27 Hon sigur við hann, Ja, Harri: eg trúgvi at tú ert Christus, Sonur Guðs, sum skuldi koma inn í heimin.
28 Og tá ið hon so hevði sagt, fór hon sín veg, og rópaði Mariu, systur sína, loyniligani, og segði, Meistarin er komin, og kallar á teg.
29 So skjótt sum hon hoyrdi tað, reisti hon seg skundisligani, og kom til hansara.
30 Men Jesus var ikki komin inn í býin enn, men var á tí staðnum har Martha møtti honum.
31 Jødarnir, sum vóru hjá henni í húsinum, og troystaðu hana, tá ið teir sóu Mariu, at hon skundisliga reis upp og fór út, fylgdu henni tá, og søgdu, Hon fer á grøvina at gráta har.
32 Síðan, tá ið Maria var komin har Jesus var, og sá hann, fell hon niður við hansara føtur, og segði við hann, Harri, um tú hevðirt verið her, so hevði bróðir mín ikki doyð.
33 Tá ið tí Jesus sá hana gráta, og Jødarnar eisini gráta sum komu við henni, venaðist hann í andanum, og varð rørdur,
34 Og segði, Hvar hava tit lagt hann? Teir søgdu við hann, Harri, kom og síggj.
35 Jesus græt.
36 Tá søgdu Jødarnir, Sí, hvussu hann elskaði hann!
37 Og summir av teimum søgdu, Kundi ikki hesin maðurin, sum opnaði eyguni á tí blinda, havt volt, at sjálvt hesin maðurin ikki skuldi havt doyð?
38 Jesus venaðist tí aftur í sær sjálvum og kemur til grøvina. Hon var eitt helli, og ein steinur lá uttaná tí.
39 Jesus segði, Takið steinin burtur. Martha, systir hansara sum var deyður, sigur við hann, Harri, eftir hesa tíð stinkar hann: tí hann hevur verið deyður í fýra dagar.
40 Jesus sigur við hana, Segði eg tær ikki, at um tú vildirt trúgva, skuldirt tú síggja dýrd Guðs?
41 Tá tóku teir steinin burtur frá staðnum har hin deyði var lagdur. Og Jesus lyfti upp síni eygu, og segði, Faðir, eg takki tær at tú hevurt hoyrt meg.
42 Og eg vitsti at tú hoyrirt meg altíð: men vegna fólkið, ið stendur hjá, segði eg tað, at tey mega trúgva at tú hevurt sent meg.
43 Og tá ið hann svá hevði talað, rópaði hann við harðari rødd, Lázarus, kom fram.
44 Og hann, sum var deyður, kom fram, bundin hond og fót við gravklæðum: og andlit hansara var bundið um við sveittadúki. Jesus sigur við teir, Loysið hann, og latið hann fara.
45 Mangir av Jødunum sum komu til Mariu, og høvdu sæð tey tingini sum Jesus gjørdi, tá trúðu á hann.
46 Men summir av teimum fóru sínar vegir til Phariseararnar, og søgdu teimum hvørji ting Jesus hevði gjørt.
47 ¶ Tá savnaðu teir fremstu prestarnir og Phariseararnir eitt ráð, og søgdu, Hvat gera vit? tí hesin maðurin ger mong kraftarverk.
48 Um vit lata hann soleiðis vera, so vilja allir menn trúgva á hann: og Rómverjarnir munnu koma og taka burtur bæði pláss várt og tjóð.
49 Og ein teirra, nevndur Cajafas, sum var høvuðspresturin tað sama árið, segði við teir, Tit vita als einkið,
50 Eiheldur umhugsa tit, at tað er okkum gagnligt at ein maður skuldi doyð fyri fólkið, og at øll tjóðin glatist ikki.
51 Og hetta talaði hann ikki av sær sjálvum: men við tað at hann var høvuðsprestur tað árið, propheteraði hann at Jesus skuldi doyggja fyri ta tjóðina;
52 Og ikki bara fyri ta tjóðina, men eisini at hann skuldi savna saman í eitt Guðs børn sum vóru spjødd út umkring.
53 Síðan, frá tí degi fram, ráðførdust teir saman fyri at taka hann av lívi.
54 Tí gekk Jesus ikki longur opinlýsliga millum Jødarnar; men fór haðani út á landið, nær við oyðuna, inn í ein stað, sum kallast Ephraim, og helt fram har við sínum lærusveinum.
55 ¶ Og Jødanna umleyp var nær við hond: og mangir fóru uttan av landinum niðan til Jerusalem áðrenn umleypið, at skírga seg.
56 Tá søktu teir eftir Jesusi, og talaðu sín ámillum, sum teir stóðu í templinum, Hvat halda tit, at hann ikki vil koma til hátíðina?
57 Men bæði teir fremstu prestarnir og Phariseararnir høvdu givið eini boð um, at um nakar vitsti hvar hann var, skuldi hann sýna tað, so at teir kundu taka hann.
.
.
.
.
KAPITUL 12
.
.
Síðan, seks dagar áðrenn umleypið, kom Jesus til Bethániu, har Lázarus var sum hevði verið deyður, sum hann reisti frá teimum deyðu.
2 Har gjørdu tey honum eina kvøldmáltíð; og Martha tænti: men Lázarus var ein teirra sum sótu til borðs við honum.
3 Tá tók Maria eitt pund av nardussalvu, sera kostnaðarsamari, og salvaði føturnar hjá Jesusi, og turkaði hansara føtur við hári sínum: og húsið varð fylt við anganum av salvuni.
4 Tá sigur ein av hansara lærusveinum, Judas Iscarjot, sonur Símunar, sum skuldi svíkja hann,
5 Hví varð ikki henda salva seld fyri trý hundrað denarar, og givið teimum fátæku?
6 Hetta segði hann, ikki at hann hevði umsorgan fyri teimum fátæku; men av tí at hann var tjóvur, og hevði taskuna, og bar tað sum varð latið harí.
7 Tá segði Jesus, Lat hana vera: ímóti degnum av míni jarðan hevur hon goymt hetta.
8 Tí tey fátæku hava tit altíð hjá tykkum; men meg hava tit ikki altíð.
9 Nógv fólk av Jødunum vitstu tí, at hann var har: og tey komu ikki fyri Jesu skyld einans, men eisini at tey máttu síggja Lázarus, sum hann hevði reist frá teimum deyðu.
10 ¶ Men fremstu prestarnir ráðførdust, at teir máttu tikið Lázarus av lívi eisini;
11 Av tí at av hansara ávum fóru mangir av Jødunum burtur, og trúðu á Jesus.
12 ¶ Á næsta degnum, nógv fólk ið vóru komin til hátíðina, tá ið tey hoyrdu at Jesus kom til Jerusalem,
13 Tóku tey greinar av pálmatrøum, og fóru fram at møta honum, og rópaðu, Hosanna: Vælsignaður er Kongur Ísraels, sum kemur í navni Harrans.
14 Og Jesus, tá ið hann hevði funnið ein ungan asna, settist á hann; sum skrivað stendur,
15 Óttast ikki, Sions dóttir: sí, Kongur tín kemur, sitandi á einum asnarfyli.
16 Hesi tingini skiltu hansara lærusveinar ikki í fyrstani: men tá ið Jesus var dýrðmettur, tá mintust teir at hesi tingini stóðu skrivað um hann, og at teir høvdu gjørt honum hesi tingini.
17 Fólkið, sum var við honum tá ið hann kallaði Lázarus út úr grøv hansara, og reisti hann frá teimum deyðu, gav tessvegna frágreiðing.
18 Fyri hesa grund møtti fólkið honum eisini, tí at tey hoyrdu at hann hevði gjørt hetta kraftarverkið.
19 Tí søgdu Phariseararnir sín ámillum, Varnast tit hvussu tit einkið vinna? sí, heimurin er farin aftaná honum.
20 ¶ Og har vóru ávísir Grikkar millum teirra sum komu niðan at tilbiðja um hátíðina:
21 Hinir somu komu tí til Philippusar, sum var úr Bethsajdu í Galileu, og tráaðu hann, og søgdu, Tygum, vit vildu sæð Jesus.
22 Philippus kemur og sigur Andreasi: og aftur Andreas og Philippus siga Jesusi.
23 ¶ Og Jesus svaraði teimum, og segði, Tímin er komin, at Menniskjusonurin skuldi verða dýrðmettur.
24 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Uttan eitt hveitikorn falli í jørðina og doyggi, verður tað einsamalt: men um tað doyr, ber tað fram nógva frukt.
25 Hann ið elskar sítt lív, skal missa tað; og hann ið hatar sítt lív í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív.
26 Um nakar tæni mær, tá fylgi hann mær; og har sum eg eri, har skal eisini mín tænari vera: um nakar tæni mær, hann vil Faðir mín æra.
27 Nú er mín sál órógvað; og hvat skal eg siga? Faðir, bjarga mær frá hesum tíma: men fyri hesa grund kom eg at hesum tíma.
28 Faðir, dýrðmet títt navn. Tá kom ein rødd av himni, ið segði, Eg havi bæði dýrðmett tað, og vil aftur dýrðmeta tað.
29 Fólkið tessvegna, sum stóð hjá, og hoyrdi tað, segði at toran gekk: onnur søgdu, Ein eingil talaði til hansara.
30 Jesus svaraði og segði, Henda rødd kom ikki mína vegna, men fyri tykkara sakir.
31 Nú er dómurin av hesum heimi: nú skal prinsurin av hesum heimi verða kastaður út.
32 Og um eg verði lyftur upp frá jørðini, vil eg draga allar menn til mín.
33 Hetta segði hann, fyri at uppmála hvønn deyða hann skuldi doyggja.
34 Fólkið svaraði honum, Vit hava hoyrt úr lógini, at Christus verður um ævir: og hvussu sigurt tú tá, Menniskjusonurin má verða lyftur upp? hvør er hesin Menniskjusonurin?
35 Tá segði Jesus við tey, Enn eina lítla stund er ljósið hjá tykkum. Gangið, meðan tit hava ljósið, at ikki myrkur komi yvir tykkum: tí hann, ið gongur í myrkri, veit ikki hvagar hann fer.
36 Meðan tit hava ljós, tá trúgvið á ljósið, at tit mega vera børn ljósins. Hesi ting talaði Jesus, og fór avstað, og fjaldi seg frá teimum.
37 ¶ Men hóast hann hevði gjørt so mong kraftarverk frammi fyri teimum, tó trúðu tey ikki á hann:
38 At framsøgn Esaiasar prophets mátti verða uppfylt, sum hann talaði, Harri, hvør hevur trúð vári frásøgn? og fyri hvørjum hevur armur Harrans verðið opinberaður?
39 Tí kundu tey ikki trúgva, tí at Esaias segði uppaftur,
40 Hann hevur blindað eygu teirra, og hert teirra hjørtu; til tess at tey skuldu ikki síggja við eygum sínum, ella skilja við hjarta sínum, og verða umvend, og eg skuldi grøða tey.
41 Hesi ting segði Esaias, tá ið hann sá hansara dýrd, og talaði um hann.
42 ¶ Kortini trúðu eisini mangir millum hinar fremstu av stjórnarunum á hann; men uppá grund av Pharisearunum játtaðu teir hann ikki, at ikki teir skuldu verða stoyttir út úr sýnagoguni:
43 Tí at teir elskaðu manna rós meira enn Guðs rós.
44 ¶ Jesus rópaði og segði, Hann ið trýr á meg, trýr ikki á meg, men á hann ið sendi meg.
45 Og hann ið sær meg, sær hann ið sendi meg.
46 Eg eri komin sum eitt ljós í heimin, at hvørsumhelst ið trýr á meg, skuldi ei verða verandi í myrkri.
47 Og um onkur hoyri míni orð, og trýr ikki, so dømi eg hann ikki: tí at eg kom ikki at døma heimin, men at frelsa heimin.
48 Hann ið vrakar meg, og ikki tekur ímóti mínum orðum, hevur ein sum dømir seg: orðið sum eg havi talað, tað sama skal døma hann á evsta degi.
49 Tí at eg havi ikki talað av mær sjálvum; men Faðirin, sum sendi meg, hann gav mær eitt boð, hvat eg skuldi siga, og hvat eg skuldi tala.
50 Og eg veit at hansara boð er ævigtvarandi lív: hvatsumhelst ið eg tí tali, júst eins og Faðirin segði við meg, soleiðis tali eg.
.
.
.
.
KAPITUL 13
.
.
Men áðrenn umleypshátíðina, tá ið Jesus vitsti at hansara tími var komin at hann skuldi fara avstað úr hesum heimi til Faðirin, havandi elskað sínar egnu sum vóru í heiminum, elskaði hann teir fram at endanum.
2 Og tá ið kvøldmáltíðin var endað, og djevulin nú hevði lagt í hjartað á Judasi Iscarjot, Símunar syni, at svíkja hann;
3 Og Jesus vitsti at Faðirin hevði givið øll ting í hendur hansara, og at hann var komin frá Guði, og fór til Guðs;
4 Tá rísur hann frá kvøldmáltíðini, og legði síni klæðir til síðis; og tók eitt línklæði, og gyrdi seg.
5 Eftir tað hellir hann vatn í eitt ílat, og fór undir at tváa føturnar hjá lærusveinunum, og at turka teir við línklæðnum sum hann var gyrdur við.
6 Tá kemur hann til Símun Pæturs: og Pætur sigur við hann, Harri, tváart tú mínar føtur?
7 Jesus svaraði og segði við hann, Hvat eg geri, fatart tú ikki nú; men tú skalt fata hereftir.
8 Pætur sigur við hann, Tú skalt aldri tváa mínar føtur. Jesus svaraði honum, Um eg ikki tvái tær, hevurt tú ongan lut við mær.
9 Símun Pætur sigur við hann, Harri, ikki bara mínar føtur, men eisini mínar hendur og mítt høvur.
10 Jesus sigur við hann, Hann, sum er tváaður, hevur ikki fyri neyðini, uttan at tváa sínar føtur, men er reinur hvørt vet: og tit eru reinir, men ikki allir.
11 Tí hann vitsti hvør skuldi svíkja seg; tí segði hann, Tit eru ikki allir reinir.
12 So eftir at hann hevði tvigið teirra føtur, og hevði tikið síni klæðir, og var setstur niður aftur, segði hann við teir, Fata tit hvat eg havi gjørt við tykkum?
13 Tit kalla meg Meistara og Harra: og tit siga væl; tí tað eg eri.
14 Um tá eg, tykkara Harri og Meistari, havi tvigið tykkara føtur; tá áttu tit eisini at tváa føturnar hjá hvørjum øðrum.
15 Tí at eg havi givið tykkum eitt fyridømi, at tit skuldu gera sum eg havi gjørt mót tykkum.
16 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Tænarin er ikki størri enn harri hansara; ikki heldur er hann, sum er sendur, størri enn hann ið sendi seg.
17 Um tit fata hesi ting, so eru tit glaðir um tit gera tey.
18 ¶ Eg tali ikki um tykkum allar: eg veit hvørjar eg havi útvalt: men fyri at skriftin má verða uppfylt, Hann, sum etur breyð við mær, hevur lyft upp sín hæl ímóti mær.
19 Nú sigi eg tykkum, áðrenn tað komi, so at, tá ið tað er borið á, tit mega trúgva at eg eri hann.
20 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hann ið tekur ímóti hvørjumsumhelst ið eg sendi, tekur ímóti mær; og hann ið tekur ímóti mær, tekur ímóti honum ið sendi meg.
21 Tá ið Jesus so hevði sagt, varð hann rørdur í anda, og vitnaði, og segði, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, at ein tykkara skal svíkja meg.
22 Tá hugdu lærusveinarnir hvør á annan, og ivaðust hvønn hann talaði um.
23 Men har var, lenandi á Jesu barm, ein av hansara lærusveinum, hvønn Jesus elskaði.
24 Símun Pætur gjørdi tí tekin til hansara, at hann skuldi spyrja hvør tað mundi vera sum hann talaði um.
25 Liggjandi á Jesu bróst, sigur hann tá við hann, Harri, hvør er tað?
26 Jesus svaraði, Tað er hann, sum eg skal geva ein bita til, tá ið eg havi dyppað hann. Og tá ið hann hevði dyppað bitan, gav hann hann til Judas Iscarjots, Símunar sonar.
27 Og eftir bitan fór Sátan inn í hann. Tá segði Jesus við hann, Tað tú gert, ger tað skjótt.
28 Men eingin við borðið vitsti fyri hvat endamál hann talaði hetta við hann.
29 Tí summir teirra hugsaðu, at av tí at Judas hevði taskuna, so hevði Jesus sagt við hann, Keyp tey tingini sum vit hava tørv á fyri hátíðini; ella, at hann skuldi geva okkurt til tey fátæku.
30 Havandi fingið bitan, fór hann tá út alt fyri eitt: og nátt var.
31 ¶ Tá ið hann tí var farin út, segði Jesus, Nú er Menniskjusonurin dýrðmettur, og Guð er dýrðmettur í honum.
32 Um Guð veri dýrðmettur í honum, skal Guð eisini dýrðmeta hann í sær sjálvum, og skal beinanvegin dýrðmeta hann.
33 Lítlu børn, enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum. Tit skulu søkja meg: og so sum eg segði við Jødarnar, Hvagar eg fari, kunnu tit ikki koma; soleiðis sigi eg nú við tykkum.
34 Nýtt boð gevi eg tykkum, At tit elskið hvør annan; eins og eg havi elskað tykkum, at tit eisini elskið hvør annan.
35 Av hesum skulu allir vita at tit eru mínir lærusveinar, um tit hava kærleika hvør til annan.
36 ¶ Símun Pætur segði við hann, Harri, hvagar fert tú? Jesus svaraði honum, Hvagar eg fari, kanst tú ikki fylgja mær nú; men tú skalt fylgja mær síðani.
37 Pætur segði við hann, Harri, hví kann eg ikki fylgja tær nú? Eg vil leggja niður mítt lív fyri tína skyld.
38 Jesus svaraði honum, Vilt tú leggja niður títt lív fyri mína skyld? Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, Hanin skal ikki gala, til tú hevurt avnoktað meg trærreisur.
.
.
.
.
KAPITUL 14
.
.
Latið ikki tykkara hjarta órógvast: tit trúgva á Guð, trúgvið eisini á meg.
2 Í Faðirs míns húsi eru mong stórbýli: um ikki so var, so hevði eg sagt tykkum. Eg fari at fyrireika eitt stað til tykkara.
3 Og um eg fari og fyrireiki eitt stað til tykkara, vil eg koma aftur, og móttaka tykkum til mín sjálvs; so at har sum eg eri, har mega tit eisini vera.
4 Og hvagar eg fari vita tit, og vegin vita tit.
5 Tummas sigur við hann, Harri, vit vita ikki hvagar tú fert; og hvussu kunnu vit vita vegin?
6 Jesus sigur við hann, Eg eri vegurin, sannleikin, og lívið: eingin kemur til Faðirin, uttan við mær.
7 Um tit høvdu kent meg, tá høvdu tit kent Faðir mín eisini: og hiðanífrá kenna tit hann, og hava sæð hann.
8 Philippus sigur við hann, Harri, sýn okkum Faðirin, og tað er okkum nóg mikið.
9 Jesus sigur við hann, Havi eg verið so langa tíð hjá tykkum, og tó hevurt tú ikki kent meg, Philippus? hann, ið hevur sæð meg, hevur sæð Faðirin; og hvussu kanst tú tá siga, Sýn okkum Faðirin?
10 Trýrt tú ikki, at eg eri í Faðirinum, og Faðirin í mær? tey orðini, sum eg tali tykkum, tali eg ikki av mær sjálvum: men Faðirin, sum býr í mær, hann ger verkini.
11 Trúgvið mær, at eg eri í Faðirinum, og Faðirin í mær: ella annars, tá trúgvið mær fyri sjálv verkanna skuld.
12 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hann ið trýr á meg, tey verkini sum eg geri, skal hann eisini gera; og størri verkenn hesi skal hann gera; av tí at eg fari til Faðirs míns.
13 Og hvatsumhelst tit umbiðja í mínum navni, tað vil eg gera, fyri at Faðirin má verða dýrðmettur í Syninum.
14 Um tit umbiðja okkurt í navni mínum, tá vil eg gera tað.
15 ¶ Um tit elska meg, tá haldið míni boð.
16 Og eg vil biðja Faðirin, og hann skal geva tykkum annan Troystara, fyri at hann skal verða hjá tykkum um ævir;
17 Enntá sannleikans Anda; sum heimurin ikki kann taka ímóti, av tí at hann sær hann ikki, eiheldur kennir hann: men tit kenna hann; tí hann býr hjá tykkum, og skal verða í tykkum.
18 Eg vil ikki eftirlata tykkum troystarleysar: eg vil koma til tykkara.
19 Enn eina lítla stund, og heimurin sær meg ikki meira; men tit síggja meg: av tí at eg livi, skulu tit eisini liva.
20 Á tí degi skulu tit vita, at eg eri í Faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum.
21 Hann ið hevur míni boð, og heldur tey, hann er tað sum elskar meg: og hann sum elskar meg, skal vera elskaður av Faðir mínum, og eg vil elska hann, og vil geva meg til kennar fyri honum.
22 Judas sigur við hann, ikki Iscarjot, Harri, hvussu ber tað til, at tú vilt geva teg til kennar fyri okkum, og ikki fyri heiminum?
23 Jesus svaraði og segði við hann, Um onkur elskar meg, so vil hann varðveita míni orð: og Faðir mín vil elska hann, og vit vilja koma til hansara, og gera okkara bústað hjá honum.
24 Hann sum ikki elskar meg, varðveitir ikki mínar útsagnir: og tað orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men Faðirsins ið sendi meg.
25 Hesi ting havi eg talað tykkum, meðan eg enn var hjástaddur hjá tykkum.
26 Men Troystarin, sum er Halgi Andin, sum Faðirin vil senda í mínum navni, hann skal læra tykkum øll ting, og føra øll ting til minnis tykkara, hvatsumhelst eg havi sagt tykkum.
27 Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum: ikki so sum heimurin gevur, gevi eg tykkum. Latið ikki tykkara hjarta órógvast, eiheldur latið tað ræðast.
28 Tit hava hoyrt hvussu eg segði við tykkum, Eg fari avstað, og komi aftur til tykkara. Um tit elskaðu meg, vildu tit fegnast, av tí at eg segði, Eg fari til Faðirin: tí Faðir mín er størri enn eg.
29 Og nú havi eg sagt tykkum, áður enn tað beri á, so at, tá ið tað er borið á, tit mega trúgva.
30 Hereftir vil eg ikki tala nógv við tykkum: tí at prinsurin av hesum heimi kemur, og eigur einkið í mær.
31 Men fyri at heimurin má vita at eg elski Faðirin; og so sum Faðirin gav mær boð, enntá soleiðis geri eg. Reisist, latum okkum fara hiðani.
.
.
.
.
KAPITUL 15
.
.
Eg eri tað sanna víntræið, og Faðir mín er víngarðsmaðurin.
2 Hvørja grein í mær sum ikki ber frukt, tekur hann burtur: og hvørja grein sum ber frukt, hana reinskar hann, fyri at hon skal bera fram meiri frukt.
3 Nú eru tit reinir ígjøgnum orðið sum eg havi talað tykkum.
4 Verðið í mær, og eg í tykkum. Eins og greinin ikki kann bera frukt av sær sjálvari, uttan hon verði verandi í víntrænum; ikki heldur kunnu tit, uttan tit verði verandi í mær.
5 Eg eri víntræið, tit eru greinarnar: Hann ið verður í mær, og eg í honum, hin sami ber fram nógva frukt: tí at uttan meg kunnu tit einkið gera.
6 Um nakar ikki verði verandi í mær, so verður hann kastaður fram sum ein grein, og følnast; og menn savna tær, og kasta tær inn í eldin, og tær verða brendar.
7 Um tit verði verandi í mær, og míni orð verði verandi í tykkum, skulu tit umbiðja hvat tit vilja, og tað skal verða gjørt tykkum.
8 Í hesum verður Faðir mín dýrðmettur, at tit bera nógva frukt; so skulu tit vera mínir lærusveinar.
9 Eins og Faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum: verðið áfram í mínum kærleika.
10 Um tit halda míni boð, so verða tit verandi í mínum kærleika; júst eins og eg havi hildið boð Faðirs míns, og eri verandi í hansara kærleika.
11 Hesi ting havi eg talað tykkum, fyri at mín fagnaður mátti vera verandi í tykkum, og at tykkara fagnaður kundi vera fullur.
12 Hetta er boð mítt, At tit elskið hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum.
13 Størri kærleika hevur eingin enn hetta, at maður leggur niður sítt lív fyri sínar vinir.
14 Tit eru mínir vinir, um tit gera hvatsumhelst eg bjóði tykkum.
15 Hiðanífrá kalli eg tykkum ikki tænarar; tí at tænarin veit ikki hvat harri hansara ger: men eg havi kallað tykkum vinir; tí at øll ting, sum eg havi hoyrt av Faðir mínum, havi eg kunngjørt tykkum.
16 Tit hava ikki útvalt meg, men eg havi útvalt tykkum, og innsett tykkum, fyri at tit skuldu fara og bera fram frukt, og attykkara frukt skuldi vara við: so at hvatsumhelst tit umbiðja av Faðirinum í mínum navni, hann kann geva tykkum tað.
17 Hesi ting bjóði eg tykkum, at tit elskið hvør annan.
18 Um heimurin hati tykkum, tá vita tit at hann hataði meg, áðrenn hann hataði tykkum.
19 Um tit vóru av heiminum, vildi heimurin elskað sítt egna: men av tí at tit ikki eru av heiminum, men eg havi valt tykkum út úr heiminum, tí hatar heimurin tykkum.
20 Minnist tað orðið sum eg segði tykkum, Tænarin er ikki størri enn harri hansara. Um teir hava søkt at mær, vilja teir eisini søkja at tykkum; um teir hava varðveitt mína framsøgn, vilja teir eisini varðveita tykkara.
21 Men øll hesi ting vilja teir gera tykkum fyri navns míns skuld, av tí at teir ikki kenna hann ið sendi meg.
22 Um eg ikki hevði komið og talað til teirra, so høvdu teir ikki havt synd: men nú hava teir einkið skálkaskjól fyri sína synd.
23 Hann ið hatar meg, hatar eisini Faðir mín.
24 Um eg ikki hevði gjørt teirra millum tey verk sum eingin annar gjørdi, so høvdu teir ikki havt synd: men nú hava teir bæði sæð og hatað bæði meg og Faðir mín.
25 Men hetta hendir, fyri at tað orðið mátti verða uppfylt, ið stendur skrivað í teirra lóg, Teir hataðu meg uttan grund.
26 Men tá ið Troystarin er komin, sum eg vil senda tykkum frá Faðirinum, enntá sannleikans Andi, sum gongur út frá Faðirinum, tá skal hann vitna um meg:
27 Og eisini tit skulu bera vitnisburð, tí at tit hava verið við mær frá byrjanini.
.
.
.
.
KAPITUL 16
.
.
Hesi ting havi eg talað tykkum, at tit skuldu ikki fáa meinboga.
2 Teir skulu koyra tykkum út úr sýnagogunum: ja, tann tíð kemur, tá ið hvørsumhelst ið drepur tykkum, vil halda at hann ger Guði tænastu.
3 Og hesi ting vilja teir gera tykkum, av tí at teir ikki hava kent Faðirin, ella meg.
4 Men hesi ting havi eg sagt tykkum, fyri at tit, tá ið tíðin kemur, mega minnast at eg segði tykkum um tey. Og hesi ting segði eg ikki við tykkum í fyrstuni, tí at eg var hjá tykkum.
5 Men nú fari eg mín veg til hansara ið sendi meg; og eingin tykkara spyr meg, Hvagar fert tú?
6 Men av tí at eg havi sagt hesi tingini við tykkum, hevur sorg fylt tykkara hjarta.
7 Hóast hetta, eg sigi tykkum sannleikan; Tað er tykkum at gagni at eg fari avstað: tí at um eg ikki fari avstað, vil Troystarin ikki koma til tykkara; men um eg fari avstað, vil eg senda hann til tykkara.
8 Og tá ið hann er komin, vil hann harta heimin um synd, og um rættvísi, og um dóm:
9 Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg;
10 Um rættvísi, av tí at eg fari til Faðirs míns, og tit síggja meg ikki meira;
11 Um dóm, av tí at prinsurin av hesum heimi er dømdur.
12 Eg havi enn mong ting at siga við tykkum, men tit kunnu ikki bera tey nú.
13 Men tá ið hann, sannleikans Andi, er komin, tá vil hann leiða tykkum inn í allan sannleika: tí hann skal ikki tala av sær sjálvum; men hvatsumhelst hann hoyrir, tað skal hann tala: og hann vil sýna tykkum ting ið koma skulu.
14 Hann skal dýrðmeta meg: tí hann skal móttaka av mínum, og skal sýna tykkum tað.
15 Øll ting, ið Faðirin hevur, eru míni: tí segði eg, at hann skal taka av mínum, og skal sýna tykkum tað.
16 Ein lítil stund, og tit skulu ikki sjá meg: og aftur, ein lítil stund, og tit skulu sjá meg, tí at eg fari til Faðirin.
17 Tá søgdu summir av hansara lærusveinum sín ámillum, Hvat er hetta sum hann sigur við okkum, Ein lítil stund, og tit skulu ikki sjá meg: og aftur, ein lítil stund, og tit skulu sjá meg: og, Tí at eg fari til Faðirin?
18 Teir søgdu tí, Hvat er hetta sum hann sigur, Ein lítil stund? vit duga ikki at síggja hvat hann sigur.
19 Men Jesus vitsti at teir vóru trásamir at spyrja hann, og segði við teir, Fregnast tit tykkara millum um tað sum eg segði, Ein lítil stund, og tit skulu ikki sjá meg: og aftur, ein lítil stund, og tit skulu sjá meg?
20 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, At tit skulu gráta og harmast, men heimurin skal fegnast: og tit skulu vera sorgarfullir, men tykkara sorg skal verða vend til gleði.
21 Ein kvinna, tá ið hon hevur verkir, hevur sorg, av tí at hennara tími er komin: men so skjótt sum hon er loyst frá barni, minnist hon ikki kvølina meira, vegna fagnað um at eitt mansbarn er borið í heim.
22 Og tit hava tí nú sorg: men eg vil sjá tykkum aftur, og tykkara hjarta skal fegnast, og tykkara frøi tekur eingin frá tykkum.
23 Og í tí degi skulu tit einkið umbiðja meg. Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hvatsumhelst tit umbiðja Faðirin í mínum navni, hann vil geva tykkum tað.
24 Higartil hava tit einkið umbiðið í navni mínum: umbiðið, og tit skulu fáa, fyri at tykkara gleði má vera full.
25 Hesi ting havi eg talað við tykkum í myndmálum: men tann tíð kemur, tá ið eg skal ikki meira tala við tykkum í myndmálum, men eg skal sýna tykkum greidligani um Faðirin.
26 Á tí degi skulu tit umbiðja í navni mínum: og eg sigi tykkum ikki at eg vil umbiðja Faðirin fyri tykkum:
27 Tí at Faðirin sjálvur elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg, og hava trúð at eg kom út frá Guði.
28 Eg kom fram frá Faðirinum, og eri komin í heimin: aftur fari eg frá heiminum, og fari til Faðirin.
29 Hansara lærusveinar søgdu við hann, Sí, nú talart tú greidliga, og talart einkið myndmál.
30 Nú eru vit vísir í, at tú veitst allar lutir, og tørvarst ikki at nakar skuldi spurt teg: av hesum trúgva vit, at tú komst fram frá Guði.
31 Jesus svaraði teimum, Trúgva tit nú?
32 Sí, tann tími kemur, ja, er nú komin, at tit skulu spjaðast, hvør til sítt egna, og skulu eftirlata meg einsamallan: og tó, eg eri ikki einsamallur, tí at Faðirin er hjá mær.
33 Hesi ting havi eg talað tykkum, fyri at tit í mær máttu hava frið. Í heiminum skulu tit hava trongd: men verið við gott treyst; eg havi vunnið á heiminum.
.
.
.
.
KAPITUL 17
.
.
Hesi orð talaði Jesus, og lyfti upp síni eygu til himins, og segði, Faðir, tímin er komin; dýrðmet tín Son, at tín Sonur eisini má dýrðmeta teg:
2 Eins og tú hevurt givið honum vald yvir øllum kjøti, at hann skuldi geva ævigt lív til so mangar sum tú hevurt givið honum.
3 Og hetta er ævigt lív, at teir máttu kenna teg — hin einasta sanna Guð, og Jesus Christ sum tú hevurt sent.
4 Eg havi dýrðmett teg á jørðini: eg havi fullgjørt verkið sum tú gavst mær at gera.
5 Og nú, O Faðir, dýrðmet tú meg hjá tær sjálvum við teirri dýrd sum eg hevði hjá tær, áðrenn verøldin var til.
6 Eg havi givið til kennar títt navn fyri teimum monnum sum tú gavst mær úr heiminum: tínir teir vóru, og tú gavst mær teir; og teir hava varðveitt títt orð.
7 Nú hava teir vitað at øll ting, hvørjisumhelst tú hevurt givið mær, eru av tær.
8 Tí at eg havi givið teimum orðini sum tú gavst mær; og teir hava móttikið tey, og hava vitað við vissu at eg kom út frá tær, og teir hava trúð at tú sendirt meg.
9 Eg biði fyri teimum: eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum ið tú hevurt givið mær; tí at teir eru tínir.
10 Og allir mínir eru tínir, og tínir eru mínir; og eg eri dýrðmettur í teimum.
11 Og nú eri eg ikki longur í heiminum, men hesir eru í heiminum, og eg komi til tín. Heilagi Faðir, varðveit, ígjøgnum títt egna navn teir, sum tú hevurt givið mær, fyri at teir mega vera eitt, eins og vit eru.
12 Meðan eg var hjá teimum í heiminum, varðveitti eg teir í tínum navni: teir, sum tú gavst mær, havi eg varðveitt, og eingin av teimum er glataður, uttan glatanarsonurin; fyri at skriftin mátti verða uppfylt.
13 Og nú komi eg til tín; og hesi ting tali eg í heiminum, fyri at teir skuldu hava mína gleði uppfylta í sær sjálvum.
14 Eg havi givið teim títt orð; og heimurin hevur hatað teir, av tí at teir eru ikki av heiminum, júst sum eg eri ikki av heiminum.
15 Eg biði ikki, at tú skuldirt taka teir út úr heiminum, men at tú skuldirt varðveita teir frá tí illa.
16 Teir eru ikki av heiminum, júst eins og eg eri ikki av heiminum.
17 Halga teir ígjøgnum sannleika tín: orð títt er sannleiki.
18 Eins og tú hevurt sent meg í heimin, enntá soleiðis havi eg eisini sent teir í heimin.
19 Og fyri teirra sakir halgi eg meg, fyri at teir eisini skuldu vera halgaðir ígjøgnum sannleikan.
20 Eiheldur biði eg fyri hesum aleina, men eisini fyri teimum ið skulu trúgva á meg ígjøgnum teirra orð;
21 At teir allir mega vera eitt; eins og tú, Faðir, ert í mær, og eg í tær, at teir eisini mega vera eitt í okkum: fyri at heimurin má trúgva at tú hevurt sent meg.
22 Og dýrdina, sum tú gavst mær, havi eg givið teimum; til tess at teir mega vera eitt, júst eins og vit eru eitt:
23 Eg í teimum, og tú í mær, at teir mega vera gjørdir fullkomnir í eitt; og at heimurin má vita at tú hevurt sent meg, og hevurt elskað teir, eins og tú hevurt elskað meg.
24 Faðir, eg vil at teir eisini, sum tú hevurt givið mær, verði hjá mær har eg eri; at teir mega skoða mína dýrd sum tú hevurt givið mær: tí at tú elskaðirt meg, áðrenn grundlegging veraldarinnar.
25 O rættvísi Faðir, heimurin hevur ikki kent teg: men eg havi kent teg, og hesir hava vitað at tú hevurt sent meg.
26 Og eg havi kunngjørt teimum títt navn, og vil kunngera tað: fyri at kærleikin, sum tú hevurt elskað meg við, má vera í teimum, og eg í teimum.
.
.
.
.
KAPITUL 18
.
.
Tá ið Jesus hevði talað hesi orðini, fór hann út við sínum lærusveinum yvirum løkin Cedron, hvar var ein urtagarður, inn í hvønn hann fór, og hansara lærusveinar.
2 Og eisini Judas, sum sveik hann, kendi staðið: tí Jesus leitaði mangan hagar við sínum lærusveinum.
3 Judas hevði tá fingið eitt lið av monnum og tænastumonnum frá fremstu prestunum og Pharisearunum, og kemur hagar við lampum og faklum og vápnum.
4 Jesus, sum vitsti øll ting ið skuldu koma á seg, fór tí fram, og segði við teir, Hvønn søkja tit?
5 Teir svaraðu honum, Jesus úr Nazareth. Jesus sigur við teir, Eg eri hann. Og eisini Judas, sum sveik hann, stóð hjá teimum.
6 So skjótt sum hann tá hevði sagt við teir, Eg eri hann, fóru teir aftureftir, og fullu til jarðar.
7 Tá spurdi hann teir aftur, Hvønn søkja tit? Og teir søgdu, Jesus úr Nazareth.
8 Jesus svaraði, Eg havi sagt tykkum at eg eri hann: um tit tí søkja meg, latið hesar fara sín veg:
9 At framsøgnin mátti verða uppfylt, sum hann talaði, Av teimum, ið tú gavst mær, havi eg ongan mist.
10 Símun Pætur, sum hevði svørð, tá brá tí, og sló tænaran hjá høvuðsprestinum, og skar av høgra oyra hansara. Navnið hjá tænaranum var Malkus.
11 Tá segði Jesus við Pætur, Set upp svørð títt í slíðran: tað bikarið, sum Faðir mín hevur givið mær, skal eg ikki drekka tað?
12 Liðið og høvuðsmaðurin og tænastumenninir hjá Jødunum tóku tá Jesus, og bundu hann,
13 Og leiddu hann avstað til Annasar fyrst; tí hann var verfaðir hjá Cajafasi, sum var høvuðspresturin tað sama árið.
14 Men Cajafas var hann ið gav Jødunum tey ráð, at tað var gagnligt at ein maður skuldi doyggja fyri fólkið.
15 ¶ Og Símun Pætur fylgdi Jesusi, og tað sama gjørdi ein annar lærusveinur: tann lærusveinurin var kendur við høvuðsprestin, og fór inn við Jesusi inn í garðin hjá høvuðsprestinum.
16 Men Pætur stóð við dyrnar uttanfyri. Tá fór hin lærusveinurin út, sum var kendur við høvuðsprestin, og talaði við hana sum varðaði hurðina, og førdi Pætur inn.
17 Tá sigur gentan, sum passaði hurðina, við Pætur, Ert tú ikki eisini ein av lærusveinunum hjá hesum manninum? Hann sigur, Eg eri ikki.
18 Og tænararnir og tænastumenninir stóðu har, sum høvdu gjørt ein kolaeld; tí tað var kalt: og teir vermdu seg: og Pætur stóð hjá teimum, og vermdi seg.
19 ¶ Tá spurdi høvuðspresturin Jesus um hansara lærusveinar, og um hansara doktrinu.
20 Jesus svaraði honum, Eg talaði opinlýsliga fyri heiminum; eg lærdi alsamt í sýnagogunum, og í templinum, hvagar Jødarnir altíð leita; og í loyndum havi eg einkið sagt.
21 Hví spyrt tú meg? spyr teir sum hoyrdu meg, hvat eg havi sagt við teir: sí, teir vita hvat eg segði.
22 Og tá ið hann svá hevði talað, sló ein av tænastumonnunum, sum stóðu hjá, Jesus við handalógva sínum, ogsegði, Svarart tú høvuðsprestinum so?
23 Jesus svaraði honum, Um eg havi talað ilt, tá ber vitni um tað illa: men um væl, hví slært tú meg?
24 Men Annas hevði sent hann bundnan til Cajafasar høvuðsprest.
25 Og Símun Pætur stóð og vermdi seg. Teir søgdu tí við hann, Ert tú ikki eisini ein av hansara lærusveinum? Hann avnoktaði tað, og segði, Eg eri ikki.
26 Ein av tænarunum hjá høvuðsprestinum, sum var skyldmaður hansara hvørs oyra Pætur skar av, sigur, Sá eg ikki teg í urtagarðinum við honum?
27 Tá avnoktaði Pætur aftur: og í stundini gól hanin.
28 ¶ Tá leiddu teir Jesus frá Cajafasi til dómshøllina: og tað var tíðliga; og teir fóru ikki sjálvir inn í dómshøllina, at ikki teir skuldu verðið óreinskaðir; men at teir máttu etið umleypið.
29 Tá fór Pilatus út til teirra, og segði, Hvørja ákæru føra tit ímóti hesum manninum?
30 Teir svaraðu og søgdu við hann, Um hann ikki var ein illgerðarmaður, so høvdu vit ikki havt givið hann upp til tygara.
31 Tá segði Pilatus við teir, Takið tit hann, og dømið hann eftir tykkara lóg. Tí søgdu Jødarnir við hann, Tað er ikki lógligt hjá okkum at taka nakran mann av lívi:
32 Fyri at Jesu framsøgn skuldi verða uppfylt, sum hann talaði, tá ið hann uppmálaði hvønn deyða hann skuldi doyggja.
33 Tá fór Pilatus aftur inn í dómshøllina, og rópaði Jesus, og segði við hann, Ert tú Kongur Jødanna?
34 Jesus svaraði honum, Sigurt tú hetta av tær sjálvum, ella søgdu aðrir tær tað um meg?
35 Pilatus svaraði, Eri eg Jødi? Tín egna tjóð og fremstu prestarnir hava givið teg upp til mín: hvat hevurt tú gjørt?
36 Jesus svaraði, Mítt kongadømi er ikki av hesum heimi: um mítt kongadømi var av hesum heimi, so høvdu mínir tænarar barst, fyri at eg ikki skuldi verða givin upp til Jødarnar: men nú er mítt kongadømi ikki hiðani.
37 Tí segði Pilatus við hann, Ert tú tá ein kongur? Jesus svaraði, Tú sigurt at eg eri ein kongur. Fyri hetta endamál varð eg føddur, og av hesi grund kom eg inn í heimin, at eg skuldi bera sannleikanum vitnisburð. Hvør tann, sum er av sannleikanum, hoyrir mína rødd.
38 Pilatus sigur við hann, Hvat er sannleiki? Og tá ið hann hetta hevði sagt, fór hann út aftur til Jødarnar, og sigur við teir, Eg finni als ongan feil í honum.
39 Men tit hava eina venju, at eg skuldi lata tykkum ein leysan á umleypinum: vilja tit tí, at eg lati tykkum Kong Jødanna leysan?
40 Tá róptu teir allir aftur, og søgdu, Ikki henda mann, men Barabbas. Men Barabbas var ránsmaður.
.
.
.
.
KAPITUL 19
.
.
Tá tók Pilatus tí Jesus, og húðfletti hann.
2 Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum, og settu hana á høvur hansara, og teir koyrdu eina purpur skikkju á hann,
3 Og søgdu, Heilur og sælur, Jøda Kongur! og teir slógu hann við hondum sínum.
4 Pilatus fór tí fram aftur, og sigur við teir, Sí, Eg føri hann fram til tykkara, at tit mega vita at eg finni ongan feil í honum.
5 Tá kom Jesus fram, við tornakrúnuni, og í purpur skikkjuni. Og Pilatus sigur við teir, Sjáið mannin!
6 Tá ið tí fremstu prestarnir og tænastumenninir sóu hann, rópaðu teir út, og søgdu, Krossfest hann, krossfest hann. Pilatus sigur við teir, Takið tit hann, og krossfestið hann: tí eg finni ongan feil í honum.
7 Jødarnir svaraðu honum, Vit hava lóg, og eftir okkara lóg átti hann at doyð, tí hann gjørdi seg sjálvan til Son Guðs.
8 ¶ Tá ið Pilatus tí hoyrdi ta framsøgnina, varð hann tess meira ræddur;
9 Og fór aftur í dómshøllina, og sigur við Jesus, Hvaðan ert tú? Men Jesus gav honum einkið svar.
10 Tá sigur Pilatus við hann, Talart tú ikki við meg? veitst tú ikki at eg havi vald at krossfesta teg, og havi vald at leyslata teg?
11 Jesus svaraði, Tú kundirt als einkið vald havt ímóti mær, uttan tað var givið tær úr erva: hann, sum gav meg upp til tín, hevur tí ta størru syndina.
12 Og haðanífrá royndi Pilatus at lata hann leysan: men Jødarnir róptu út, og søgdu, Um tú lati henda mann fara, soert tú ikki vinur Cæsars: hvøriðso ger seg sjálvan til kong, talar ímóti Cæsar.
13 ¶ Tá ið Pilatus tí hoyrdi ta framsøgnina, førdi hann Jesus fram, og settist niður í dómstólin á einum staði sum er kallað Steinsetingin, men á Hebráiskum, Gabbatha.
14 Og tað var tilreiðing umleypsins, og um sætta tíma: og hann sigur við Jødarnar, Sjáið tykkara Kong!
15 Men teir róptu út, Burtur við honum, burtur við honum, krossfest hann. Pilatus sigur við teir, Skal eg krossfesta Kong tykkara? Fremstu prestarnir svaraðu, Vit hava ongan kong uttan Cæsar.
16 Tá gav hann hann tí yvir til teirra at verða krossfestan. Og teir tóku Jesus, og leiddu hann avstað.
17 Og hann bar kross sín, og fór út á eitt stað sum er kallað skallastaðið, sum kallast á Hebráiskum Golgatha:
18 Har teir krossfestu hann, og tveir aðrar við honum, ein hvørjumegin, og Jesus í miðjuni.
19 ¶ Og Pilatus skrivaði ein tittul, og setti hann á krossin. Og skriftin var, JESUS ÚR NAZARETH KONGUR JØDANNA.
20 Henda tittul lósu tá mangir av Jødunum: tí plássið, har Jesus varð krossfestur, var nær við staðin: og hann var skrivaður á Hebráiskum, og Grikskum, og Latíni.
21 Tá søgdu fremstu prestar Jødanna við Pilatus, Skriva ikki, Kongur Jødanna; men at hann segði, Eg eri Kongur Jødanna.
22 Pilatus svaraði, Tað sum eg havi skrivað, tað havi eg skrivað.
23 ¶ Hermenninir, tá ið teir høvdu krossfest Jesus, tóku tá hansara klæðir, og gjørdu fýra partar, til hvønn hermann ein part; og eisini hansara kyrtil: men kyrtilin var uttan seyming, vovin úr erva út ígjøgn.
24 Teir søgdu tí sín ámillum, Latum okkum ikki skræða hann, men kasta lutir um hann, hvørs hann skal vera: at skriftin mátti verða uppfylt, ið sigur, Teir skiftu mín klædnað sín ámillum, og um mín kappa teir kastaðu lutir. Hesi ting gjørdu tí hermenninir.
25 ¶ Men har stóðu við Jesu kross móðir hansara, og móðursystir hansara, Maria — kona Kleophasar; og Maria Magdalena.
26 Tá ið tí Jesus sá móður sína, og tann lærusveinin standa hjá, sum hann elskaði, sigur hann við móður sína, Kvinna, sjá son tín!
27 Tá sigur hann við lærusveinin, Sjá móður tína! Og frá tí tíma tók tann lærusveinurin hana til egna heim sítt.
28 ¶ Eftir hetta, við tað at Jesus vitsti at øll ting nú vóru fullførd, fyri at skriftin skuldi verða uppfylt, sigur hann, Meg tyrstir.
29 Men har var sett ílat, fult av ediki: og teir fyltu ein svamp við ediki, og settu hann á ýsop, og settu hann til munn hansara.
30 Tá ið tí Jesus hevði fingið edikin, segði hann, Tað er fullgjørt: og hann boygdi sítt høvur, og gav upp andan.
31 Av tí at tilreiðingin var, fyri at likamini ikki skuldu verða verandi á krossinum á sabbatsdegnum, (tí at tann sabbatsdagurin var ein høgur dagur,) tí bønaðu Jødarnir Pilatus, at teirra leggir skuldu verða brotnir, og at teir skuldu verða tiknir burtur.
32 Tá komu hermenninir, og brutu leggirnar hjá tí fyrsta, og hjá hinum sum var krossfestur við honum.
33 Men tá ið teir komu til Jesus, og sóu at hann longu var deyður, brutu teir ikki hansara leggir:
34 Men ein av hermonnunum við einum spjóti gataði hansara síðu, og við tað sama kom tað út blóð og vatn.
35 Og hann, ið sá tað, gav frágreiðing; og hansara frágreiðing er sonn: og hann veit at hann sigur satt, fyri at tit mega trúgva.
36 Tí hesi ting vórðu gjørd, fyri at skriftin skuldi verða uppfylt, Eitt bein hjá honum skal ei verða brotið.
37 Og aftur sigur eitt annað skriftstað, Teir skulu hyggja á hann sum teir gataðu.
38 ¶ Og eftir hetta kom Jóseph úr Arimathæu, sum var ein Jesu lærusveinur, men loyniliga, av ótta fyri Jødunum, ogbønaði Pilatus, at hann mátti taka burtur Jesu likam: og Pilatus gav honum loyvi. Hann kom tí, og tók Jesu likam.
39 Og har kom eisini Nicodemus, sum í fyrstuni kom til Jesus á nátt, og kom við eini blanding av myrrhu og aloeum, um hundrað pund í vekt.
40 Tá tóku teir Jesu likam, og sveipaðu tað í línklæðum við angandi kryddurtunum, so sum Jødanna háttur er at jarða.
41 Men á tí staði, har hann varð krossfestur, var urtagarður; og í urtagarðinum nýtt gravhýsi, sum aldri maður enn var lagdur í.
42 Har løgdu teir tí Jesus, vegna tilreiðingardag Jødanna; tí gravhýsið var nærhendis.
.
.
.
.
KAPITUL 20
.
.
Hin fyrsta dagin av vikuni kemur Maria Magdalena tíðliga, tá ið tað enn var myrkt, at gravhýsinum, og sær steinin tiknan burtur frá gravhýsinum.
2 Tá rennur hon, og kemur til Símun Pæturs, og til hin lærusveinin, sum Jesus elskaði, og sigur við teir, Teir hava tikið burtur Harran úr gravhýsinum, og vit vita ikki hvar teir hava lagt hann.
3 Tí fór Pætur út, og hin lærusveinurin, og komu til gravhýsið.
4 So teir runnu báðir saman: og hin lærusveinurin rann framum Pætur, og kom fyrr til gravhýsið.
5 Og hann heyk niður, og hugdi inn, og sá línklæðini liggjandi; tó fór hann ikki inn.
6 Tá kemur Símun Pætur, sum fylgdi honum, og fór inn í gravhýsið, og sær línklæðini liggja,
7 Og sveittadúkin, sum var um hansara høvd, ikki liggjandi hjá línklæðunum, men ballaðan saman á einum staði fyri seg.
8 Tá fór hin lærusveinurin eisini inn, sum kom fyrr til gravhýsið, og hann sá, og trúði.
9 Tí sum var, so fataðu teir ikki skriftina, at hann átti at rísa aftur frá teimum deyðu.
10 Tá fóru lærusveinarnir avstað aftur til egna heim sítt.
11 ¶ Men Maria stóð fyri uttan við gravhýsið og græt: og, sum hon græt, heyk hon niður, og hugdi inn í gravhýsið,
12 Og sær tveir einglar í hvítum sitandi, tann eina við høvdalagið, og hin við fótalagið, har Jesu likam hevði ligið.
13 Og teir siga við hana, Kvinna, hví græturt tú? Hon sigur við teir, Tí at teir hava tikið Harra mín burtur, og eg veit ikki hvar teir hava lagt hann.
14 Og tá ið hon so hevði sagt, vendi hon sær tilbakar, og sá Jesus standa har, og vitsti ikki at tað var Jesus.
15 Jesus sigur við hana, Kvinna, hví græturt tú? hvønn søkirt tú? Hon helt hann vera urtagarðsmannin, og sigur við hann, Harri, um tú havi borið hann hiðani, tá sig mær hvar tú hevurt lagt hann, og eg vil taka hann burt.
16 Jesus sigur við hana, Maria. Hon vendi sær, og sigur við hann, Rabbóni; sum vil siga, Meistari.
17 Jesus sigur við hana, Nem ikki við meg; tí at eg eri ikki enn stigin upp til Faðirs míns: men gakk til brøðra mína, og sig við teir, Eg stígi upp til Faðirs míns, og Faðirs tykkara; og til Guðs míns, og Guðs tykkara.
18 Maria Magdalena kom og segði lærusveinunum at hon hevði sæð Harran, og at hann hevði talað hesar lutir við hana.
19 ¶ Síðan, sama dagin um aftan, sum var fyrsti dagurin av vikuni, tá ið hurðarnar vóru lokaðar har lærusveinarnir vóru savnaðir av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð í miðjuni, og sigur við teir, Friður veri at tykkum.
20 Og tá ið hann so hevði sagt, sýndi hann teimum sínar hendur og sína síðu. Tá vórðu lærusveinarnir glaðir, tá ið teir sóu Harran.
21 Tá segði Jesus aftur við teir, Friður veri at tykkum: eins og Faðir mín hevur sent meg, enntá soleiðis sendi eg tykkum.
22 Og tá ið hann hetta hevði sagt, andaði hann á teir, og sigur við teir, Takið ímóti Halga Andanum:
23 Hvørssumhelst syndir ið tit eftirgevi, tær eru eftirgivnar teim; og hvørssumhelst syndir ið tit afturhaldi, tær eru afturhildnar.
24 ¶ Men Tummas, ein av teimum tólv, kallaður Didymos, var ikki hjá teimum tá ið Jesus kom.
25 Hinir lærusveinarnir søgdu tí við hann, Vit hava sæð Harran. Men hann segði við teir, Uttan eg síggi í hansara hondum prentið av naglunum, og seti mín fingur inn í prentið av naglunum, og trýsti mína hond inn í hansara síðu, sovil eg ikki trúgva.
26 ¶ Og eftir átta dagar vóru hansara lærusveinar aftur fyri innan, og Tummas við teimum: tá kom Jesus, meðandyrnar vóru lokaðar, og stóð í miðjuni, og segði, Friður veri at tykkum.
27 Tá sigur hann við Tummas, Rætt higar tín fingur, og skoða mínar hendur; og rætt higar tína hond, og trýst hana inn í mína síðu: og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.
28 Og Tummas svaraði og segði við hann, Mín Harri og mín Guð.
29 Jesus sigur við hann, Tummas, av tí at tú hevurt sæð meg, hevurt tú trúð: sælir eru teir sum ei hava sæð, og tóhava trúð.
30 ¶ Og sanniliga gjørdi Jesus mong onnur tekin í nærveruni av sínum lærusveinum, sum ikki eru skrivað í hesi bók:
31 Men hesi eru skrivað, fyri at tit skulu trúgva at Jesus er Christus, Sonur Guðs; og fyri at tit, í at trúgva, skuldu hava lív ígjøgnum navn hansara.
.
.
.
.
KAPITUL 21
.
.
Eftir hesi ting sýndi Jesus seg aftur fyri lærusveinunum við Tiberias sjógvin; og á henda hátt sýndi hann seg.
2 Har vóru saman Símun Pætur, og Tummas — kallaður Didymos, og Nathánael úr Cána í Galileu, og synirZebedeeusar, og tveir aðrir av hansara lærusveinum.
3 Símun Pætur sigur við teir, Eg fari at fiska. Teir siga við hann, Vit fara eisini við tær. Teir fóru fram, og fóru straks í bát; og ta náttina fingu teir einkið.
4 Men tá ið morgunin nú var komin, stóð Jesus í fjøruni: men lærusveinarnir vitstu ikki at tað var Jesus.
5 Tá sigur Jesus við teir, Børn, hava tit nakran mat? Teir svaraðu honum, Nei.
6 Og hann segði við teir, Kastið nótina høgrumegin við bátin, og tit skulu fáa. Teir kastaðu tí, og nú vóru teir ikki førir fyri at draga hana fyri fjøldini av fiskum.
7 Tí sigur tann lærusveinurin, sum Jesus elskaði, við Pætur, Tað er Harrin. Men tá ið Símun Pætur hoyrdi at tað var Harrin, gyrdi hann fiskarakyrtilin hjá sær at sær, (tí hann var nakin,) og kastaði seg í sjógvin.
8 Og hinir lærusveinarnir komu í lítlum báti; (tí at teir vóru ikki langt frá landi, men sum var tað tvey hundrað alnir,) ogdrógu nótina við fiskum.
9 So skjótt sum teir tá vóru komnir í land, sóu teir kolaeld har, og fisk lagdan hará, og breyð.
10 Jesus sigur við teir, Berið av fiskinum sum tit nú hava fingið.
11 Símun Pætur fór upp, og dró nótina í land, fulla av stórum fiskum, hundrað og fimmti og trimum: og fyri tað um tað vóru so nógvir, tó skræddist ikki nótin.
12 Jesus sigur við teir, Komið og etið. Og eingin av lærusveinunum tordi at spyrja hann, Hvør ert tú? vitandi at tað var Harrin.
13 Tá kemur Jesus, og tekur breyð, og gevur teimum, og fisk somuleiðis.
14 Hetta er nú triðja ferðin ið Jesus sýndi seg fyri sínum lærusveinum, eftir at hann var risin frá teimum deyðu.
15 ¶ So tá ið teir høvdu etið, sigur Jesus við Símun Pætur, Símun, sonur Jónasar, elskart tú meg meir enn hesir? Hann sigur við hann, Ja, Harri; tú veitst at eg elski teg. Hann sigur við hann, Gev lombum mínum.
16 Hann sigur við hann aftur fyri aðru ferð, Símun, sonur Jónasar, elskart tú meg? Hann sigur við hann, Ja, Harri; tú veitst at eg elski teg. Hann sigur við hann, Gev seyði mínum.
17 Hann sigur við hann fyri triðju ferð, Símun, sonur Jónasar, elskart tú meg? Pætur varð syrgin, av tí at hann segði við seg fyri triðju ferð, Elskart tú meg? Og hann segði við hann, Harri, tú veitst øll ting; tú veitst at eg elski teg. Jesus sigur við hann, Gev seyði mínum.
18 Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, Tá ið tú vart ungur, gyrdirt tú teg, og gekst hvagar tú vildirt: men tá ið tú fert atverða gamal, skalt tú rætta fram tínar hendur, og ein annar skal gyrða teg, og føra teg hvagar tú ikki vildirt.
19 Hetta talaði hann, fyri at merkja við hvørjum deyða hann skuldi dýrðmeta Guð. Og tá ið hann hetta hevði talað, sigur hann við hann, Fylg mær.
20 Tá vendi Pætur sær runt, og sær tann lærusveinin, sum Jesus elskaði, fylgja aftaná; sum eisini lenaðist á hansara bróst við kvøldmáltíðina, og segði, Harri, hvør er hann ið svíkur teg?
21 Tá ið Pætur sá hann, sigur hann við Jesus, Harri, og hvat skal hesin maður gera?
22 Jesus sigur við hann, Um eg vil at hann dvølji til eg komi, hvat er tær um tað? fylg tú mær.
23 Tá fór henda framsøgnin út umkring millum brøðurnar, at tann lærusveinurin skuldi ikki doyggja: tó segði Jesus ikki við hann, Hann skal ikki doyggja; men, Um eg vil at hann dvølji til eg komi, hvat er tær um tað?
24 Hetta er tann lærusveinurin sum vitnar um hesi ting, og skrivaði hesi ting: og vit vita at hansara vitnisburður er sannur.
25 Og tað eru eisini mong onnur ting ið Jesus gjørdi, sum, um tey høvdu verðið skrivaði hvørt og eitt, haldi eg at enntá heimurin sjálvur kundi ikki rúmað teimum bókum ið høvdu verðið skrivaðar. Amen.