Kostnaður – um kostnað – við kostnaði – til kostnað(ar)
Matnaður – um matnað – við matnaði – til matnað(s)
Hugnaður – um hugnað – við hugnaði – til hugnað(s)
hugni – at hugna = ein annar orðaformur
Dugnaður – um dugnað – við dugnaði – til dugnað(s)
dugni – at dugna = ein annar orðaformur
Klædnaður – um klædnað – við klædnaði – til klædnað(s)
Búnaður – um búnað – við búnaði – til búnað(ar)
Ídnaður – um ídnað – við ídnaði – til ídnað(ar)
– klædnahandil er ein bastardur
tað eigur at vera klædnaðhandil, klædnaðshandil, klædnaðarhandil, ella klæðahandil
– til matna er ein bastardur
tað eigur at vera til matnað
júst sum til (lægri) kostnað
júst sum at hava skil fyri hugnaði, – hon fekst við jólahugnað (hugnaskap, hugnan);
… her er góður hugni er ein annar orðaformur.
Spyrji ongan Sprota eftir.
Guð gav mær ein heila í høvdið; ikki ein gras-sprota.
Ungur nemur
gamal fremur
summi óð.
Syndir ýa,
prestar glíða
endatíð.
Ungur kemur
gamal gróv
øll so móð.