Soleiðis varð eg frelstur



 

Eina náttina hevði eg ein heilt óvanligan dreym. Eg var júst fyltur 15 ár.

Eg droymdi, at foreldrini, systir mín og eg vóru á veg heim úr havn. Tá vit komu til brúnna við streymin, byrjaði jørðin at rista og eg sá eitt bjart ljós koma undan fjallinum omanfyri bergholið. Ljósið var 3-4 ferðir størri enn sólin, sera bjart, og kom við nógvari ferð eftir luftini, úr eystri og í vestur (júst sum Jesus segði í Matt. 24,27). Vit koyrdu út á brúnna, og tá ið ljósið var beint uppi yvir okkum, blivu tey lyft upp úr bilinum og fóru við nógvari ferð upp í ljósið. Eg var eftir. Tá brotnaði brúgvin, og eg datt niður í havið, einsamallur í bilinum.

Hesin dreymurin fekk meg til at hugsa. Eg visti, at tað var satt. Eg kundi ikki siga, at eg var frelstur, og tað vóru so nógv rundanum meg, sum kundu tað. Eg óttaðist deyðan og eg ræddist Guð. Eg var ikki vinur Guðs, men fíggindi hansara.

Nakrar dagar seinni, segði onkur við meg, at tað fór at verða missiónsvika á Glyvrum í næstu viku, – um eg ikki hevði hug til at koma við á møti..?

Beinanvegin kom dreymurin mær til hugs, – og nú bleiv eg bjóðaður á møti! Eg hevði ikki verið á møti ella í kirkju í nógv ár. Tá eg var 11-12 ár, hevði eg gjørt av, at tað var ov býttisligt at trúgva á Jesus, og hevði slept honum, sum eg hevði kent sum barn.

Eg fór á møti tað fyrsta kvøldið, mánakvøldið, og varð kallaður beinanvegin. Alt sum varð sagt, talaði beint til mín. Tað var sum Guð talaði, og ikki fólkini. Eg var ikki frelstur og eg mátti fáa sakina í lag við Guð. Tá fólkini vitnaðu, kallaði Guð meg til at takka Jesusi fyri frelsuna, men eg kláraði tað ikki.

Men so mikukvøldið, á einum bønamøti úti á Sjómansheim- inum, segði eg hesi orðini: “Góði Jesus, frels meg!”. Og tað hendi! Okkurt hendi í mínum innara, sum ikki kann sigast við orðum. Eg græt av gleði í næstan 45 minuttir. Síðani fylti ein gleði og friður mítt hjarta. Eftir hesa stóru avgerðar- stund, VISTI eg, at eg var frelstur. Á tann friður. Á tann gleði!

Náttina eftir, at missiónsvikan var liðug, droymdi eg sama dreymin aftur. Vit komu koyrandi norður til brúnna við streymin, og sama ljósið kom undan fjallinum og jørðin skalv. Eg minnist, at eg hugsaði (í dreyminum), at nú fór Jesus at koma aftur og tað var spennandi at vita, um eg fór at verða við nú, tí nú var eg jú frelstur. Dreymurin endaði við, sum tú sikkurt hevur gitt, at eg varð lyftur upp í ljósið saman við hinum.

Nú er kanska onkur, sum vil siga, at hetta er alt tilvild, at eg havi verið sinnis strongdur, ella at søgan einfaldliga ikki passar. Til hetta vil eg siga, at jú, alt eg havi greitt frá, er púrasta satt og eftirfarandi. Tí henda løtan á Sjómansheiminum bleiv eitt veruligt og varandi vendipunkt í mínum lívi. Eg fór frá ófriði til frið, frá ótta fyri deyðanum til fulla vissu um ævigt lív hjá Guði, gjøgnum Jesus Krist. Við at bjóða Jesusi í mítt hjarta, fekk eg ein vin fyri lívið, ein vin, sum ongantíð svíkur og sum lovar sínum egnu ævigt lív hjá sær í himlinum.

Nú, 18 ár seinni (hetta varð skrivað í 2003), eigi eg enn Jesus í mínum hjarta, og sami friðurin er har enn, sama trúarvissan. Men eg má halda meg til hansara, lesa hansara orð og biðja til hann. Og hann svarar bønum. Eg havi sæð mong undur: fólk eru blivin grødd frá ymsum sjúkum og loyst úr synda fjøtrum, sum tey annars ikki megnaðu at loysa seg frá sjálv.

Hvussu við tær, góði vinur? Eigur tú Jesus í tínum hjarta?

Tað kann vera, at hesin vitnisburður rørir títt hjarta. Kanska átti tú trúnna á Jesus, tá ið tú vart barn, men hevur mist tín besta vin burtur. Vilt tú ikki leita aftur til hansara? Hann stendur við opnum favni, klárur til at taka ímóti hvørjum tí, sum vil koma til hansara. “Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur”, sigur hann í Jóh. 6, 37.

Tað orðið, sum fekk meg til at geva meg yvir, var hetta:

“Hvør tann, ið vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri Faðir mínum, sum er í himlunum.

Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri Faðir mínum, sum er í himlinum.” Matt. 10, 32-33.

 

Vinarliga,
Sjúrður Højgaard.

 


Jesus is coming soon: