Soleiðis ljóðar falska trúarjáttanin hjá bíbliu-agnostikarum: “Eingin Bíblia er mín hægsti myndugleiki: Guð er”

Ein onnur snúin undanførsla er at siga, at man trýr uppá “ófeilbarlig upprunalig handrit”.  Men hvar er so Bíblian í dag?  Hvat nytta upprunalig handrit tær?  Altso, hatta er sum at trúgva uppá ævintýr.  Kanst tú ikki vísa á eina Bíbliu, sum tú TRÝRT og VEITST er Guðs orð í dag, uttan feil, fullkomiliga varðveitt?  Hvat nytta upprunalig handrit okkum, tá ið ikki eitt einasta av teimum finst í dag?  Hevur Guð ikki varðveitt sítt orð og síni orð?
Íðan, hvar er tað?
Eg veit!
Tað er King James Bíblian.

 6  The words of the Lord are pure words: as silver tried in a furnace of earth, purified seven times.
 7  Thou shalt keep them, O Lord, thou shalt preserve them from this generation for ever.
( Psalm 12:6-7  KJB )

Guð lovaði at varðveita orðini hjá sær um ævir. Jamen so hevur hann gjørt tað!
Hvar?
Ímillum ymsar útgávur av handritum?
Nei! Í eini ávísari BÓK, sum enntá er á heimsmáli endatíðarinnar.  Guð vildi nemmiliga, at palleba skuldi kunna lesa sítt orð; ikki at tað skuldi vera lokað inni ímillum vantrúgvandi, feil-inndoktrineraði, enntá ÓFRELST róthøvd.  Bókin er ikki á ókendum, útdeyðum málum, sum mugu gitast fram til, hvat orðini munnu merkja, ella tá týðast útfrá heidnum skriftum; nei, Guð gav okkum sína BÓK á heimsmáli endatíðarinnar: English.  SUM UM Guð hevði væntað, at vit øll skuldu dugað Grikskt og Hebraiskt fyri at kunna lesa hansara orð; ella tá at vit skuldu máað spurt ófrelst, agnostisk, Guðsspottilig tekst-kritikkara róthøvd á onkrum anti-christiligum jesuita-yvirtiknum skúla í onkrum langt síðan fráfalnum, Guðs-avnoktandi landi. Gev mær kraft!

Nei, Guð gav okkum sítt orð PERFEKT, FULLKOMIÐ í eini tíð, tá ið menn funnust, sum óttaðust hann, meðan menn dugdu Grikskt og Hebraiskt til fulnar, høvdu tey røttu handritini um hendi, undir frelstum, Skotskum, beinhørðum kongi.

Ja, tað eri EG, sum eri trúgvandi: BÍBLIU-trúgvandi.
Eg trúgvi á Bíbliuna, og eg havi HANA.
Eg havi KLETTIN.
Tit, sum ikki eingong hava eina endaliga, ófeilbarliga BÍBLIU, hava bara meiningarnar hjá knokk-forvirraðum lærdum, tykkara egnu meiningar, luft, og Egyptiskan sand.

Ja, Guðs varðveittu orð eru í King James Bíbliuni.

Onnur tíðindi