Sola Scriptura leiðir okkum beint til King James only, tí at hon er Bíblian teir meintu við, tá ið teir søgdu scriptura

Reformatørarnir, sum orðaðu tey fimm SOLA, høvdu ikki kenst við tykkara Egyptisku mutilasjónir av Guðs heilaga orði. Teir høvdu kenst við King James Bíbliuna, hon sum er sjálv fruktin av reformatiónini. Fyri tað leggi eg knokkin í blokkin.
Tað, at Erasmus ikki koyrdi I. Jóhannus 5:7 inn fyrr enn í síni triðju útgávu, hevur ongan týdning, tí at tað er eyðsæð, at tað eigur at vera við. Ho logos (orðið) kemur bara fyri sjey ferðir í I. Jóhannusarbrævi, um I. Jóhannus 5:7 er við, og Orðið, sum navn hjá Jesusi Christi, kemur bara fyri sjey ferðir í Nýggja Testamenti, um I. Jóhannus 5:7 er við. Hesi bæði tekin eru ósvitilig tekin um, at tað er partur av Guðs orði (sí prógv her >). Um teir hugsaðu so nógv um Guðs sjey-tals mynstur afturi í reformatiónini, er ivasamt, men í dag hava vit so nógv betri amboð og umstøður at síggja og kanna sovorið; altso, at tað er har, lagt har av Guðs alvísu hond. Hetta er ikki mystikkur, men Guðs matematikkur. Annars er textus Receptus annað og meir enn I. Jóhannus 5:7, og munirnir munandi fleiri enn tað. Men vit reformatørar vita, at I. Jóhannus 5:7 er partur av Guðs orði og missa heldur knokkin, enn at blaka tað út fyri at gera tykkum stokkdeyvu, vankunnugu hatarar og Guðsspottarar av Guðs reina og heilaga orði glaðari. Sannleikin fer umsíðir at koma fult og ljóst fram fyri øll at síggja, og tá standa tit klárt fram sum tey spottini, tit vóru. Heldur at fornerma fólk, enn at fornerma Guð, er nakað, sum endatíðar dandandi og klappandi samkoman átti at lært seg. So segði hann: The scoffers are grasping at straws.
Viðmæltur lesnaður:
King James týðararnir skrivaðu í fororðinum, at teirra mál var úr mongum at gera EITTANS PRINSIPPIELLA GÓÐA BÍBLIU, sum ikki kundi verða rættvísliga mótstaðin, tvs. EINA ENDALIGA BÍBLIU, tvs. at nú var King James Bíblian ikki bert ein onnur Bíblia, men BÍBLIAN EINA OG SANNA, EIN ENDALIG BÍBLIA:

Minst til, at tað eru TVÆR Bíbliur til, og tá ið eg sigi Bíblian, tá meini eg við tann rætta tekstin, King James. Tað skal ALS IKKI vekslast við Dahlibux og Victorinox og slíkt kavrotið rox.
Onnur tíðindi