https://m.youtube.com/watch?v=MIVoW754VzA
Spurningur: Hvat man tað vera sum ger, at Amerikonsku independent baptist kirkjurnar eru mergjaðar og væl eistaðar? Svar: Teirra grundvøllur er King James Bíblian: full í Guðs proteinum, mergi og fiti. Grundin er ikki lærdómur, einglamenn, ella pengar.
Íðan, eru føroysku plymouth brøðurnir ikki baptistar eisini? Hví er so púrt einkið plúmm í teimum? Hví hugsa teir ikki um annað enn at syngja ein góðan, glimpra á ljóðføri, og geva út næstu fløgu? Hví eru teirra lærarar so turrir sum turt fær verið, og fólkið so kávalátandi kraftarleyst? Svar: Forkerta Bíblian; alexandrisk sandblanding, runuvatn, full í øllum Egyptalands bakterium, ger tey sjúk um búk, veik, humanistisk, hylkarisk. Tí sær alt gelt út sum Victor, við hundatrýni og langari nøs. Munin ger beitilendið: annað Sýriskt fitilendi, hitt Egyptiskt reyn – uttan grýn. Fruktin: Tað versta blástemplar trannyskap, tað frægasta torir ei tala at; vónar at eg geri tað fyri teir. Skal ikki standa á, tí eg havi røttu Bókina, har handa synd eitur kvinnulátigur, sodomitur, ikki kallskøkja, ella nakað annað sandut tvætl.
Forkert bíblia leggur skeivan grundvøll, og tí verður bygningurin veikur og riðandi. Um tað verði eg ikki tigandi, ikki sørt biðjandi, alt meðan eg brýni Guðs-FKJ-svørð, per manør!
Sigurt tú tað at tað einkið ger, um fólkið brúkar reina ella óreina bíbliu, so ert tú eitt alexandriutrøll, við sand um munn, bakteriubúk, – øll sjúk.
– Næsta sang … við lættkløddum gentum á palli … wow, jubang! Ein dag kemur fráfallið skramblandi omanyvir alt alexandriusvallið*.
Nú koma teir við tí, at eg skal hava teymaleysan munn.
Nei. Sigi júst tað eg meini og veit tað er rætt, satt og tiltrongt. Stýri mær væl til at siga tað beinrakið og ótvítýðugt. Fult kontroll. Til gagns fyri hin sannhjartaða, og trega fyri herdaðar Pharisæarasandmenn. Sama gjørdu Jesus og Paulus.
– Tykkara svass og gass flytir ikki hann ið hevur fast undir fótum, so gevst nú við lótum. So mikið frá manni við rótum, tí við Jesu føtur vær sótum.
Gleðilig jól eg bjóði, í blafrandi mørafiti. Ikki um høvur hans mól meðan hann kvóð, eiheldur í oyrum óljóð.
“Home of the Free – Land of the Brave” siga teir Amerika er. Tað er satt í tann mun teir standa á sonnu Bíbliuni KJB, tí hon gevur merg og møn, gjørdi Bretland til heimsveldi, harnæst Ameriku. Eg biði eftir, at Føroyingurin má fáa sær tað sama fasta í hjarta, og ikki longur vera the “Home of the Limps – Land of the Wimps.” Sanna Bíblian FKJ kemur at gera munin. Føroyingurin skal tveita burt sítt svarta vantrúarhjarta per flux, pluss alt annað forhexandi pontifexiskt jux, fyrst sínar bakteriufullu svassbíbliur.
*svall = teymaleysur seyrlevnaður. Íslendskt lánorð, lænt í dag, so far tú í bað, títt køstaskitna alexandriutrøll, – nærum øll.