Takk Guð fyri, at tú gavst okkum hesar 17:
1)—John Wycliffe–( Uml. 1328 – 1384 )
Mótstøðumaður av Rom, og sakramentalismu, og hin fyrsti at týða alla Bíbliuna yvirá enskt; segði beint fram, at pávan er anti-christ.
2)—Desiderius Erasmus–( 1469 – 1536 )
Samansavnari av og fyrsti útgevari av T.R. (Textus Receptus) í 1516, skrivaði nógv ímóti Rom; varð fordømdur av Rom, og allar hansara bøkur settar á svartalista hjá sýnagogu Satans í Rom. Av mongum sagdur vera klókasti maður, ið nakrantíð hevur livað; hann hevði lisið og týtt næstan alt, sum tá var skrivað.
3)—Robert Stephanus–(1503 – 1559)
Fínpussari av T.R.; útgav fýra útgávur av T.R. Grikska Nýggja Testamentinum, 1546, 1549, 1550, og í 1551. Tað var í teirri síðstu, at hann fyri fyrstu ferð deildi Nýggja Testamentið sundur í vers. Kapitlarnir vórðu deildir sundur einaferð í 1200 talinum.
4)—William Tyndale–( 1494 – 1536 )
Fyrsti týðari av T.R. yvirá Enskt; útgav tríggjar útgávur av N.T. 1526, 1534, og í 1536; brendur á báli av Romversku skøkju-“kirkjuni”, hasi andstyggiligu, blóðigu sýnagogu Satans, í Vilvoorde, 6. oktober 1536.
5)—Martin Luther–( 1483 – 1546 )
Høvuðs reformatørur Guðs í Evropu, heitur mótstøðumaður og avdúkari av Rom, og týðari av Textus Receptus yvirá Týskt.
6)—Theodore Beza–( 1519 – 1605 )
Síðsti Guð-brúkti fínpussarin av Textus Receptus. Týðararnir av King James A.V. 1611 bygdu mest á hansara útgávu av T.R. (Textus Receptus) frá 1595.
7)—John Hus–( 1372 – 1415 )
Reformatørur, og týðari av Bíbliuni yvirá Tjekkiskt, brendur á báli av sýnagogu Satans 6. juli 1415.
8)—John Rogers–( Uml. 1500 – 1555 )
Enskur bíbliu-fínpussari og martýrur, brendur á báli av sýnagogu Satans í 1555.
9)—Myles Coverdale–( Uml. 1488 – 1569 )
Enskur týðari og fínpussari av Ensku Bíbliuni.
10)—Thomas Cromwell–( Uml. 1485 – 1540 )
Enskur reformatørur og martýrur, hálshøgdur í 1540 av King Henry VIII, sum hevði kvett við Rom, men var ófrelstur, anglikanskur sacramentalistur og horubukkur.
10)—George Wishart–( Uml. 1513 – 1546 )
Fyrsti martýrur í Skotsku reformatiónini, brendur á báli 1. mars 1546 fyri at fasthalda frelsu av náði við trúgv aleina, – brendur av hvørjum uttan sýnagogu Satans, católsku skøkjuni, størsta fígginda Jesu Christs á jørð!
12)—John Knox–( 1514 – 1572 )
Skotskur bíbliutýðari og reformatørur.
13)—John Calvin–( 1509 – 1564 )
Sveisiskur reformatørur, skrivari og Bíbliulærari.
14)—Ulrich Zwingli–( 1484 – 1531 )
Sveisiskur reformatørur og almikil talari Guðs orðs.
15)
—John Foxe–( 1516/17 – 1587 )
Skrivari av Foxe’s Book of Martyrs, avdúkari av sýnagogu Satans, sum jú er Vaticanið í Rom.
16)—King James–( 1566 – 1625 )
Skotskur protestantur og verji protestantisku trúarinnar, íbirtari av Authoriseraðu Versjónini av 1611, sjálvasta Guðs varðveitta orð á tungumáli endatíðarinnar, hetta til Christus kemur aftur í ský, og tvørturígjøgnum túsundáraríkið og inn í ævinleikan. (Take it or leave it.)
17)—Ian (hin alsaltaði) Paisley–(1926 – nú )
Írskur reformatørur, pastorur, og heitur mótstøðumaður av Rom. Tá ið Páll II anti-christ í 1987 vitjaði Evropska Samveldisráðið í Strasbourg, reisti Paisley seg við einum skelti, sum segði, JOHN PAUL II – ANTICHRIST, meðan hann segði, Eg frásigi teg sum fígginda Christs og sum anti-christ. Paisley hevur leingi verið alsaltaður hirði í Free Presbyterian Church í Ulster, Norður Írlandi. Guð gevi Føroysku brøðrunum tó 10% av saltinum hjá hesum almikla kappa; (ein mitt í Kollafirði og ein úti á Argjum er alsikki nokk).