Góðu tit á Iktus og R7.
Tað er mín skylda at ávara ímóti Meinhardi.
Eg gekk hús í hús í Lamba í 2008. So kom eg til hurðina hjá Meinhardi Bjartalíð. Eg gav honum viðheftu traktat, og hann stóð og smíltist, meðan hann las hana. Hann kundi bara játta til 3-4 av teimum 7 GRUNDLEGGJANDI tingunum í Christnu læruni, sum ØLL frelst, baptistar, heimamissiónarar, pinsar osv, kunnu játta til; gera tey ikki tað, so eru tey altso IKKI frelst!!!. Vit tosaðu eina góða løtu, og so segði hann, at hann hevði ikki høga metan fyri brøvum Paulusar, og at honum DÁMDI BETUR PLATON!!!
Hvussu kann ein maður vera frelstur, tá ið hann spottar brøv Paulusar, sum útgera meir enn helvtina av Nýggja Testamenti??
Ergo: Hann er ikki frelstur!
Hann játtaði til dømis ikki til Guðslæruna um veruligan himmal og veruligt helviti, æviga glatan, Jesu FYSISKU afturkomu, bert at “Jesus elskar øll” og annars tað, sum hann sá sum “positivt”.
At vera positivur um falslæru er devulskapur!!
Eg tendraði Iktus í kvøld, og hvønn síggi eg? Meinhard Svartalíð!! Lurtaði í 2 minuttir, og so segði hann okkurt um at anda tað-og-tað út, og anda tað-og-tað inn!! Hatta er YOGA, sum hann indoktrinerar!!! Ongastaðni í Guðs orði verða vit biðin um at anda inn og út. Hatta er HINDUISMA og DEVULSKAPUR av einum DEVULSINS KETTARA, sum tit senda; og tað skulu tit altso írættasetast fyri, so tað floytar eftirí!!!
Eru tit líkaglað um satt og ósatt, rætt og rangt, má Guð so sløkkja tykkara kertaljós per flux í Jesu Christi navn!
Duga tit ikki at síggja tað, so eru tit altso BLIND!
Ná, men eg vil bara staðiliga ávara ímóti at senda sniðfundigu talur og falslærur Meinhard Svartalíðs ígjøgnum tykkara talurør. Haldið nú vatnið reint. Harrin signi tykkum til tess.
P.S. Hetta er ikki ætlað sum upplegg til togarí og stríð; bert ein NEYÐUG ÁVARING, í ótta fyri Guði, og vælferðina hjá hansara fólki.
Taka tit ikki áminningina til eftirtektar, men senda kúbýtt, treiskt svans aftur, so koyri eg tað í skrell, og vaski mínar hendur av tykkum. Eg leggi altso BARA í Guðs heiður, og sannleikan. Floyti á hvat hvør deyðiligur hugsar um meg, ella ikki. Floytandi líkamikið.
Sjúrður Højgaard.
Traktatin:
(Hetta leggi eg afturat:)
KANST TÚ IKKI JÁTTA TIL OMANFYRISTANDANDI 7 PUNKT, SO ERT TÚ IKKI FRELSTUR, EIHELDUR EITT GUÐS BARN, TÍ SO TRÝRT TÚ IKKI BÍBLIUNI. VILT TÚ “TOLKA” TEG UNDAN GUÐS ORÐI, SO FYLGIR TÚ SATAN, OG FALSPROPHETUM HANS.
KNOKKIN Í BLOKKIN!
P.S. Tað eru mong í missiónshúsinum á Glyvrum, sum ikki vilja hoyra eitt orð frá falsboðaranum Svartalíð. Síðst eg vitsti, hevði elstaráðið har gjørt av, ikki at brúka hann meira. Rætt gera teir. Keppin av fyri tí! Eru babsar nú vorðnir veikir í knøunum fyri platoniskum, deyðsiglandi prestakragum? So eru teir dragnaðir nógv síðan salt-tunnan DANIELSEN stóð uttanfyri kirkjurnar og segði, at Satan búði harinni. Tað ger hann tíverri í mongum kirkjum enn! Les II. Corinth 11:12-15 og síggj, at Bíbilska definitiónin av einum tænara Satans er ein, sum letst vera ein tænari rættvísinnar, men ikki er: hann dregur altso fólkið burtur frá sannleika Guðs, út í lygn, fráfall, órættvísi, og synd.
Ein Rituvíkingur segði mær, at Svartalíð segði í talu í Rituvíkar kirkju, har hann talaði um “TOLSEMI” (ES orð) og at vera “RÚMLIGUR” (ES, NWO orð), at vit eiga enntá at tola og hava rúm fyri SATANSKIRKJUM!!!!
NEI TAÐ EIGA VIT SO ALDEILIS IKKI, KANN EG SIGA TÆNARA SATANS: MEINHARDI SVARTALÍÐ.
Tey, sum gera tað, eru av SATAN, og tað er hann!!!!
Knokkin í blokkin – uttan himpr – so tað floytar eftirí!