Cry aloud, spare not, lift up thy voice like a trumpet, and shew my people their transgression, and the house of Jacob their sins.
( Isaiah 58:1 KJB)
Geyla hart, spar ikki, lyft upp tína rødd líka sum ein lúður, og sýn mínum fólki teirra brot, og Jákobs húsi teirra syndir.
(Esaiah 58:1 FKJ)
Guð segði hatta við Esaiah!
Les Esaiah 57:21, og síggj, at tað var Guð, sum tosaði víðari í kapitul 58.
Hart er at tæna Guði, og eg tæni honum einsamallur, um so má vera.
Trýrt tú ikki tí?
Vita so eftir.
2/3 av at prophetera eru harðir og negativir.
Prophetering er áminning, uggan og lærdómur. Bara uggan er beinleiðis bleytt. Áminning er beinhart og lærdómur gongur ímóti tí, sum fólk í sær sjálvum vil halda. Tí mást tú tosa ímóti fólki, og siga teimum teirra syndir.
Tað skal eingin siga mær, at Paulus og Silas stóðu sum nakrar geldar humanissir á onkrum gøtuhorni í Ephesus. Nei, teir prædikaðu við kraft, so at teir hoyrdust. Tí er tað at prædika bert fyri menn. Take it or leave it.
Prædikan í sínum upprunaliga formi er við geylandi rødd, mitt úti ímillum fólkið, so øll hoyra teg, – við lívinum sum innsats, brennandi neyð fyri fólkinum, og eldi inni í tíni sál.
Hesin maðurin her fer at halda áfram at rópa í oyðimørkini, og tann, sum ikki dámar tað, hann má so bara halda seg burtur; tí eg tæni altso Guði; við ella uttan vin, og við ella uttan kvennmann.
Tí hesin er hann sum varð talaður
um av prophetinum E-sai´-as-i,
sigandi, Røddin á einum rópandi
í oyðimørkini, Fyribúgvið tit
veg Harrans, gerið gøtur hansara
beinar.
(Matthæus 3:3 FKJ)