- John Wycliffe ( Uml. 1328 – 1384 )
Mótstøðumaður av Rom, og sakramentalismu, og hin fyrsti at týða alla Bíbliuna yvirá enskt; segði beint fram, at pávan er anti-christ. - Desiderius Erasmus-( 1469 – 1536 )
Samansavnari av og fyrsti útgevari av T.R. (Textus Receptus) í 1516, skrivaði nógv ímóti Rom; varð fordømdur av Rom, og allar hansara bøkur settar á svartalista hjá sýnagogu Satans í Rom. Av mongum sagdur vera klókasti maður, ið nakrantíð hevur livað; hann hevði lisið og týtt næstan alt, sum tá var skrivað. - Robert Stephanus-(1503 – 1559)
Fínpussari av T.R.; útgav fýra útgávur av T.R. Grikska Nýggja Testamentinum, 1546, 1549, 1550, og í 1551. Tað var í teirri síðstu, at hann fyri fyrstu ferð deildi Nýggja Testamentið sundur í vers. Kapitlarnir vórðu deildir sundur einaferð í 1200 talinum. - William Tyndale ( 1494 – 1536 )
Fyrsti týðari av T.R. yvirá Enskt; útgav tríggjar útgávur av N.T. 1526, 1534, og í 1536; brendur á báli av Romversku skøkju-“kirkjuni”, hasi andstyggiligu, blóðigu sýnagogu Satans, í Vilvoorde, 6. oktober 1536. - Martin Luther ( 1483 – 1546 )
Høvuðs reformatørur Guðs í Evropu, heitur mótstøðumaður og avdúkari av Rom, og týðari av Textus Receptus yvirá Týskt. - Theodore Beza ( 1519 – 1605 )
Síðsti Guð-brúkti fínpussarin av Textus Receptus. Týðararnir av King James A.V. 1611 bygdu mest á hansara útgávu av T.R. (Textus Receptus) frá 1595. - John Hus-( 1372 – 1415 )
Reformatørur, og týðari av Bíbliuni yvirá Tjekkiskt, brendur á báli av skøkjukirkjuni á sjey fjøllum, hin 6. juli 1415. - John Rogers ( Uml. 1500 – 1555 )
Enskur bíbliu-fínpussari og martýrur, brendur á báli av sýnagogu Satans í 1555. - Myles Coverdale ( Uml. 1488 – 1569 )
Enskur týðari og fínpussari av Ensku Bíbliuni. - Thomas Cromwell ( Uml. 1485 – 1540 )
Enskur reformatørur og martýrur, hálshøgdur í 1540 av King Henry VIII, sum hevði kvett við Róm, men var ófrelstur, anglikanskur sacramentalistur og horubukkur. - George Wishart ( Uml. 1513 – 1546 )
Fyrsti martýrur í Skotsku reformatiónini, brendur á báli 1. mars 1546 fyri at fasthalda frelsu av náði við trúgv aleina, – brendur av hvørjum uttan sýnagogu Satans, católsku skøkjuni, størsta fígginda Jesu Christs á jørð! - John Knox-( 1514 – 1572 )
Skotskur presbyterianari, bíbliutýðari, og reformatørur. - John Calvin ( 1509 – 1564 )
Sveisiskur reformatørur, skrivari og Bíbliulærari. - Ulrich Zwingli ( 1484 – 1531 )
Sveisiskur reformatørur og almikil talari Guðs orðs. - John Foxe ( 1516/17 – 1587 )
Skrivari av Foxe’s Book of Martyrs, avdúkari av sýnagogu Satans, sum jú er Vaticanið í Róm. - King James ( 1566 – 1625 )
Skotskur protestantur og verji protestantisku trúarinnar, íbirtari av Authoriseraðu Versjónini av 1611, sjálvasta Guðs varðveitta orð á tungumáli endatíðarinnar, hetta til Christus kemur aftur í ský, og tvørturígjøgnum túsundáraríkið og inn í ævinleikan. (Take it or leave it.) - Ian (hin saltaði) Paisley ( 1926 – 2014 )
Írskur reformatørur, pastorur, og heitur mótstøðumaður av Róm. Tá ið Páll II anti-christ í 1987 vitjaði Evropska Samveldisráðið í Strasbourg, reisti Paisley seg við einum skelti, sum segði, JOHN PAUL II – ANTICHRIST, meðan hann segði, Eg frásigi teg sum fígginda Christs og sum anti-christ. Paisley var leingi alsaltaður hirði í Free Presbyterian Church í Ulster, Norður Írlandi.
Takk Guð fyri, at tú gavst okkum hesar!