Sendi Jesus okkum út at KJAKAST um okkara trúgv, og finna gylta millumvegin ímillum okkum og hini? NEI! Hann sendi okkum at BOÐA gleðiboðskapin!


Paulus kjakaðist við Jødarnar, men teir trúðu á Ísraels Guð osv. At kjakast við muslimar og jesuitar KANN IKKI SAMANBERAST VIÐ TAÐ!. Teir eru BAALS PRESTAR, og har er EINKIÐ at diskutera um!!! Man sigur teimum hvat teir eru, boðar teimum gleðiboðskap Christs, og biður teir venda um til sanna Christna trúgv. Nokta teir at venda um, so rystir man støvið av fótunum, og fer víðari.

Sannleikin er, at James White er óivað ein jesuitur sjálvur, vandur og sendur út at taka protestantarnar av fótum og reka alt í rætt í Róm.

Eg komi ikki við.



Mynd: Skotsku covenantararnir. Teir diskuteraðu EINKIÐ við hákirkjuligu devlarnar, sum vildu gifta kirkju og stat, og gera kong til høvur kirkjunnar. Teir vitnaðu, at aleina Christus er høvur kirkjunnar. Fyrr lótu teir lív, enn bakka aftur frá hesum sannleika (sum eisini hendi). 

Teir gingu úr bygd í bygd í Skotlandi og vitnaðu og prædikaðu. 

James White er IKKI okkara megin. Hann er ein “sellout”. Eg tessvegna havi givið hann upp – høvd og gump.

Onnur tíðindi