Sáttmálabrótarin eigur allan blettin


…….
Umberingin er bert éin, undantakið bert éitt, minst til tað.

Tilognað øllum betonghøvdunum í Heimamissiónini, sum enn eru forgandaðir av “prestum”, sum ikki eru innsettir av Christi, men ein leivd av kirkju anti-christs, tilsamans við “sacramentum” og “kristnari jørð” v.m.

Eingin nevndur, eingin gloymdur. Eg kundi nevnt nakrar, men so hevði eg gjørt so mongum órætt, so eg velji heldur ongan at nevna. Má Harrin Jesus smyrja salvu á eygu tykkar alra, so hvørt sum tit eisini innsíggja, hvør Bíblia er hin sanna. Um ikki, so er eingin vón.

P.S. Sáttmálabrótarin er ikki endiliga tann sum rýmdi, men tann sum var fyrri á at fáa sær annan bólfelaga, vígslubræv ella ei. Tann er bæði siðloysingurin og sáttmálabrótarin. Hin er aldeilis sakleysur. Óansæð. Ja, má Guð loksins skeinkja tær og tykkum vit í hesum álvarsmáli, til gagns og gleði fyri mangan útstoyttan, sviknan, og av landi rýmdan.

Onnur tíðindi