Sámuligur klædnaður fyri Christnar kvinnur. Sært tú út sum brúður Christs, ella sum handan skøkju-klædda kvinnan í Orðtøkunum 7:10?

  8  Eg vil tessvegna at menn biðji
allar staðir, lyftandi upp heilagum
hondum, uttan vreiði og iving.
 9  Á líkan hátt eisini, at kvinnur
prýði seg sjálvar í sámiligan klædnað,
við blúvsemi og hóvsemi; ei
við flættaðum hári, ella gulli, ella
perlum, ella kostsomum skarti,
 10  Men (hvørt sømir kvinnum
játtandi gudiligleika) við góðum
verkum.
 11  Lat kvinnuna læra í kvirri við
allari undirgivni.
 12  Men eg loyvi ikki kvinnu at
frálæra, ella at tilræna myndugleika
yvir manninum, men at vera
í kvirri.
 13  Tí Adam varð fyrst myndaður,
síðan Eva.
 14  Og Adam varð ikki teipaður,
men kvinnan verðandi teipað var í
misgerðini.
 15  Hóast hetta skal hon verða
frelst í barnaføðing, um tær haldi
áfram í trúgv og vælvild og heilagleika
við hóvsemi.
( I. Tim. 2:8-15  FKJ )

The woman shall not wear that which pertaineth unto a man, neither shall a man put on a woman’s garment: for all that do so are abomination unto the LORD thy God.
( Deuteronomy 22:5  KJB )

My son, keep my words, and lay up my commandments with thee.
 2  Keep my commandments, and live; and my law as the apple of thine eye.
 3  Bind them upon thy fingers, write them upon the table of thine heart.
 4  Say unto wisdom, Thou art my sister; and call understanding thy kinswoman:
 5  That they may keep thee from the strange woman, from the stranger which flattereth with her words.
 6  For at the window of my house I looked through my casement,
 7  And beheld among the simple ones, I discerned among the youths, a young man void of understanding,
 8  Passing through the street near her corner; and he went the way to her house,
 9  In the twilight, in the evening, in the black and dark night:
 10  And, behold, there met him a woman with the attire of an harlot, and subtil of heart.
 11  (She is loud and stubborn; her feet abide not in her house:
 12  Now is she without, now in the streets, and lieth in wait at every corner.)
 13  So she caught him, and kissed him, and with an impudent face said unto him,
 14  I have peace offerings with me; this day have I payed my vows.
 15  Therefore came I forth to meet thee, diligently to seek thy face, and I have found thee.
 16  I have decked my bed with coverings of tapestry, with carved works, with fine linen of Egypt.
 17  I have perfumed my bed with myrrh, aloes, and cinnamon.
 18  Come, let us take our fill of love until the morning: let us solace ourselves with loves.
 19  For the goodman is not at home, he is gone a long journey:
 20  He hath taken a bag of money with him, and will come home at the day appointed.
 21  With her much fair speech she caused him to yield, with the flattering of her lips she forced him.
 22  He goeth after her straightway, as an ox goeth to the slaughter, or as a fool to the correction of the stocks;
 23  Till a dart strike through his liver; as a bird hasteth to the snare, and knoweth not that it is for his life.
 24  Hearken unto me now therefore, O ye children, and attend to the words of my mouth.
 25  Let not thine heart decline to her ways, go not astray in her paths.
 26  For she hath cast down many wounded: yea, many strong men have been slain by her.
 27  Her house is the way to hell, going down to the chambers of death.
( Proverbs 7  KJB )

Klædnaður er als ikki lutleysur (nevtralur)

Sambært Bíbliuni er nakað til, sum eitur klædnaðurin hjá eini skøkju (sí Orðt. 7:10); og soleiðis eiga Christnar kvinnur sjálvandi ikki at vera klæddar. Og royn so ikki og kom til mín og sig, at tað er alt líkamikið, hvussu man klæðir seg. Eg veit altso betur.

Guðs orð sigur okkum í 5. Mósebók 22:5, at kvinnur skulu ikki klæða seg í mansklæðir, og menn skulu ikki klæða seg í kvinnuklæðir. Hví? Tí tað ger mann til konu og konu til mann; tað er ørkymlandi; tað sendir øvugt boð út sum at tú vilt trekkja fólk av sama kyni til tín; tað er sodomitiskt; tað er synd. Tað er perversitetur, og skapar ørkymlan í kynini; tað tekur munin burtur ímillum mann og konu. Tað mást tú altso duga at skilja, og klára hyggja í eyguni, og vilja taka tær av og rudda upp í. Hvat er man tá annað enn ein sodomitur í hjartanum og ger onnur til tað sama? Annaðhvørt er man ein maður, ella er man ein kona. Christnir menn, og christnar konur klæða seg sámiliga, eru blúvsom (rein í blygd) og hóvsom (mátahaldandi). Hetta eru altso tær christnu dygdirnar, sum Guðs orð sjálvt setur fram, og soleiðis vil Guð, at vit skulu vera, vit sum fylgja Christi.

Bíblian dømir sodomi og transvisitismu við beinum, ótvítýðugum orðum sum synd (sí eitt nú I. Cor. 6:9 FKJ). Tað er týdningarmikið, at vit, sum Christi eftirfylgjarar og orðsins tænarar ikki signalera, at vit góðtaka slíkar lutir sum verandi ikki synd og tað allar fjernasta góðtakiligir. Teir eru ikki góðtakiligir, teir eru víst synd, og tú kanst víst reinsa teg frá slíkum í hjarta, sinn, og í skinn. Men um tú partú vilt líkjast heiminum, fylgja heiminum, lukta av heiminum, og apa tær eftir heiminum, so tú um tað, men tú hevur altso Guðs orðs kláru talu so beint ímóti tær, og eg má og fari at tala at so leingi sum eg livi. So síggja vit í øllum førum, hvørjum tú ert av, hvat tú ert eitt við, og hvørjum tú fylgir: – ikki Guðs orði, og harvið ikki Christi.

Tað er altso ikki góðtakiligt, at kvinnur í meinigheitini skulu síggja út sum skøkjur, og menn síggja út sum transvisitar. Og kom so ikki og sig, at tað ikki ber til at døma um hesar lutir. Tað ber víst til. Ein og hvør dugir at síggja hetta, sum hevur síggjandi eygu, óspilt eygu, og eitt ódálkað hjarta. Men tað kann man bara hava, um man skýggjar sjónvarp og hellywood. Tað havi eg altso gjørt síðstu 11 árini og vil gera tað enn.

Vei meinigheitum, hvørs politikkur er, at man vil vísa og breggja sær av, at man góðtekur alt, setur sodomitar á fremsta bonk við vilja, tí man vil vísa seg “tolsaman” og “elskandi”. Tykkara kærleiki er, at tit elska heimin og teir lutir, sum av heiminum eru (sí I. Jóh. 2:15-17 FKJ), og tit vanvirða og hata Guðs orð, og kenna tí ikki Guð. Tit hava heimsins anda, og tit gera, at synd skolar inn í meinigheitina, og tit dálka tey, sum tit annars áttu at tváað við Guðs orði (sí Eph. 5:26 FKJ). Eg eri stórliga bangin fyri, at tit, sum slíkt gera millum Guðs fólk, verða øll somul eftir, tá ið burturrykkingin skjótt fer at henda, og fáa løn saman við sodomitunum, bispi, borgarstjóra Tórshavnar og løgmanni niðri í eldsjónum.

Ikki undrast yvir, at um tú letur teg í sum ein hora, ella sum ein sodomitur, at fólk fara at halda, at tú ert ein. Tú kennir ein politist av hansara klæðum, tú kennir eina sjúkrasystir av hennara klæðum; somuleiðis, um tú koyrir ein túr í Amsterdam, manst tú lættliga kenna eina skøkju og ein transvisit aftur av teirra klæðum
. Íðan, er tað rímiligt og rætt, tá ið fólk, sum siga seg vera frelst og eftirfylgjarar av Jesusi Christi, standa í meinigheitini og síggja út sum skøkjur og transvisitar? Nei, tað kann eg siga tær uttan at blunka við, at tað er tað ikki, – tað hevur tað ongantíð verið, og tað verður tað ongantíð.

Og kom so ikki og sig, at hesi tingini ikki standa í skriftini. Tey standa klárt og týðiliga í skriftini. Kvinnur eiga at lata seg í sámuligan klædnað og í dag síggja sjálvt tær, sum kalla seg christnar, alt, alt, alt ov ofta út sum skøkjur. Og jú, tað ber altso til at síggja út sum skøkja, og tað er als ikki góðtakiligt. Last tú ikki orðtøkini 7:10 ??

Um onkur skuldi sagt um onkra konu: Altso, hon sá út sum ein skøkja!, so høvdu øll øøøøøtast við, at nakar skuldi dittað sær at sagt soleiðis. Men hvat um hon altso veruliga sá út sum ein skøkja???? Er tað ikki verri at síggja út sum ein skøkja, enn at bara at konstatera og siga, at ein kona sá út sum ein skøkja?
Hmmm??
Eg gevi tær at innsíggja, at tað er ikki skeivt at siga, at ein kona sær út sum ein skøkja, tá ið hon sær út sum ein skøkja. Tað EINASTA, sum er galið, er, at hon sær út sum ein skøkja!

Og so hugsa øll: Hvør?
Jamen tað kemur ikki sakini við. Vit tosa um prinsippið; vit slatra ikki um fólk.

Hvat útstrálar tú, – girnd ella blúvsemi?
Stilla tjúgu konur upp frammanfyri mær, og eg skal siga tær, hvørjar útstrála girnd, og hvørjar útstrála blúvsemi.
Sært tú, ein christin kvinna nýtist ikki at vera ljót, fyri tí um hon ikki sær út sum Britney Spears og Madonna og allar hinar stakkals horurnar hjá Hellywood; nei, hon kann vera vakrast í verð, men hon reklamerar ikki við sínum kroppi; hon roynir ikki at vísa øllum heiminum, hvussu væl hon er útgjørd til hjúnasongina, sum hon altso eigur at deila bert við sínum ektamanni. Tað kemur ikki øllum heiminum við, (uttan so, at hon altso er ein hora ..). Altso, skilur tú ikki tað?

Hvønn rakar hetta so?
Hetta rakar ein og hvønn, sum kennir seg raktan, og tað skal tað eisini gera.
Tann, sum ikki kennir seg raktan, er reinur.
Ver tú ein reinur, ella ein rein.

Far heim og les tína Bíbil, far! Byrja við orðtøkunum kapitul 7.

Takk fyri meg.
Hav ein góðan dag, alt meðan tú spottar alt hvat tú orkar. Tað verður uppá tína rokning.

Amen!
– Ein veldiga vaskandi boðskapur!

Onnur tíðindi