Rætti Jesus Christus og rætta Guðslæran um hann hanga saman. Sjálvandi.
Um tú og ein annar tosa um onkran persón, og hin hevur 3-4 upplýsingar um viðkomandi, sum ikki eru rættir, so heldur tú, at hann tosar um onkran annan. Sjálvandi.
“Jehova vitni” hava ikki Jesus Christ, tí teirra læra grundleggjandi er ikki røtt um hann.
Mormonarar hava ikki Jesus Christ, tí teirra læra grundleggjandi er ikki røtt um hann.
Teir, sum lúgva, at Jesus Christus er skaptur, tosa um onkran annan “Jesus”, sum ikki er Bíbliunnar Jesus.
Teir, sum lúgva, at Jesus Christus er Faðirin, tosa um onkran annan “Jesus”, sum ikki er Bíbliunnar Jesus.
Teir, sum avnokta tríeindina, hava bæði ein annan Guð og onkran annan “Jesus”, sum ikki er Bíbliunnar Jesus.
Falslærarin William Branham avnoktaði tríeindina og ævigt helviti.
Hvønn gud hava falslærarar?
Teir hava Satan. Jamen, har er jú eingin annar.