Tað, tey kalla “politisk korrektheit”, er einkið annað enn “social engineering” hjá New World Order elituni (sum uttan iva annarhvør limur í Tórshavnar býrðaði er í, umframt leiðandi fólk í KVF, stýrið í hasum Sociala-urininum, og í Dimmu-selur-kropp-sín-hvønn-ein-dag).
Elitan vil stýra fólkamassanum til øll at vera líka, so sum teir sjálvir diktera; Jesus Christ og ta reinu Bíbliuna (KJB) vilja teir hava út, meðan teir vilja hava dráp av óføddum børnum, sodomi, transvisitismu, og allan annan devulskap, inn. Teir tosa nokk um ein gud, men teirra gud er gudur hesa heims, sum er Satan; (sí II. Cor. 4:4 FKJ).
Teirra lógir eru ikki lógir Guðs, men tær sum teir sjálvir smíða á teirra egna ambolti.
Teir vilja hava øll at vera leysgangarar, sum hava kynslív við hvørjumsumhelst, nærsumhelst; og teir vilja, at børnini skulu fullkomiliga vera uppdrigin eftir teirra hugmyndafrøði, og vera teirra (statsins) ogn. Teir halda altso, at teir hava rætt til at stjala okkara børn frá okkum, um teimum so lystir (og TEIMUM LYSTIR!. Júst sum Pharaoh, Stalin, og Hitler gjørdu, soleiðis vil SATAN gera aftur, ígjøgnum tað komandi heimsstýrið!!)
Stórsta forðanin fyri teirra ætlanum eru menn og pápar við sterkum Bíbilskum meiningum, og sum tora at orða tær, og teirra stórsta vápn er at villleiða tað veikara kynið við sínum devulsku lygnum. Heilt frá skapanar morgni hevur tað borið til. Ormurin fer enn eftir Evu.
“Politisk korrektheit” er dundrandi ímóti Ísrael, og pro Palestina (Philistia/Philistaraland). Alt hetta gera teir við stórum humanissusmíli á vørr, og øgiligari jaligheit, men endamálið hjá teimum er devulskapur. Soleiðis er fráfallið og villleiðingin í endatíðini.
Eg veit, at henda samtíðin tolir illa at hoyra sannleikan. Men sannleikin er hetta tó.
Eg kundi sagt so nógv, men nú síggja tit ta stóru myndina.
Hetta eru váðasamar tíðir.
Hetta viti eisini, at í hinum
síðstu døgum skulu koma
váðasamar tíðir.
2 Tí at menn skulu vera elskarar
síns egna sjálvs, ágirndarsamir,
reyparar, hugmóðigir, Guðsspottarar,
óhoyriligir móti foreldrum,
ótakksamir, vanheilagir,
3 Uttan náttúrligan alsk, sáttmálabrótarar,
falskir ákærarar, ósærstýrligir, harðligir,
vanvirðarar av teim sum eru góðir,
4 Svíkjarar, framlopnir, uppblásnir,
elskarar av njótingum
meiri enn elskarar av Guði;
5 Havandi ein form av gudiligleika,
men avnoktandi kraftina av
honum: frá slíkum vend burtur.
6 Tí at av hesum slagi eru teir
sum sníkjast inn í húsˇ, og leiða
til fanga fjákutar kvinnur – løddar
við syndum, leiddar burtur við
ymsum lystum,
7 Altíð lærandi, og aldri førir
fyri at koma til kunnleikan um
sannleikan.
(II. Tim. 3:1-7 FKJ)