Politisk korrektheit er ein sjálvmótsøgn


So víst sum politikkur sum heild gongur út uppá at mótsattir partir møtast at togast um spurningar, og at endaliga avgerðin verður okkurt millumting, má man siga, at politisk korrektheit ikki kann eita so; hon má heldur eita diktatorisk korrektheit, tí handan politiska korrektheitin gevur bert rúm fyri éinari meining: Teirri hjá vinstrahallu globalistisku elituni, og diskrimerar allar aðrar meiningar. Meingar tú nakað annað, so ert tú “radikaliseraður”.

Tí er politisk korrekt ikki kulmineringin av demokratii, men endi tess; tað er byrjanin til radikala heimsumfatandi diktatoriska fasismu.

Eg haldi áfram um mínar egnu meiningar. Eg byggi nevniliga á Hina Heilagu Skrift, ikki á diaboliskar ES lógir.

Onnur tíðindi