Síðan eg einaferð í 2008 hoyrdi Jógvan Fríðriksson svara spurninginum um, hvat hann helt um eitt nýstovnað gudloysingafelag, har hann als ikki sá álvarsamt uppá tað, men tosaði um rúmligheit, tolsemi og annað ES svass, havi eg verið fullvísur í, at hann er ikki ein sannur frelstur trúgvandi. Stóð hann í tænastu undir Guði av sonnum, so hevði hann sæð álvarsemina í, at fólk fult og heilt vendir Jesusi bakið og harvið eigur ein tryggjaðan ævinleika í helviti. Hetta ávaraði hann hvørki gudloysingarnar ella føroya fólk um, men fjollaði seg burtur úr tí, so sum øllum øðrum.
Síðani er mær vorðið alsamt ljósari, sum árini eru gingin, at hann als ikki arbeiðir fyri Jesus Christ, men er ein politiksur klovn og maskottur, uttan iva útvaldur og plaseraður av templarunum og riddarunum, at fremja ávís globalistisk áhugamál, eisini í, so væl sum ígjøgnum kirkjuna. Síðani sodomu-andin gjørdi innrás í Føroyum á Ólavssøku í 2012, havi eg lurtað væl eftir hansara útsøgnum, og havi ikki eina ta einastu ferð hoyrt hann ávara land og fólk um álvarsemina í, at man yvirskipað sum tjóð blástemplar ta synd, sum Guð kolaði upp stórbýirnar Sodomu og Gomorruh fyri, og sum ápostlarnir Pætur og Judas báðir siga, at Guð setti teir fram sum eitt fyridømi fyri teimum, sum seinni fóru at liva ógudiliga, sum klárt merkir, at tá ið man í endatíðini fór at trýsta og propagandisera sodomitisku syndina, og hon fór at koma fram aftur í stórum máti, at so fer Guð at døma heimin á sama hátt sum hann dømdi Sodomu og Gomorruh, vegna hesa synd, (sí 2. Pæt. 2:6 og Jud. v.7). Eg havi skrivað til bisp umleið tríggjar ferðir og ávarað hann um hetta, og hann svarar bara, at eg má royna at vera hampiligur, siðiligur og fólkaligur osv. Altso, har býr ikki at gramm av salti ella gudiligum álvara í hasum manninum!. Hann er ein klovn.
Í morgun hoyrdi eg hann í úrvarpinum møsna um, at hann er stjóri í “konsørnini fólkakirkjuni”. Guð náði tey, sum eru so blind, at tey fylgja honum, tað má eg siga. Eg havi leingi vitað, at Jesus eigur einar 4-7 frelstar prestar í fólkakirkjuni, sum er minni enn helvtin; kvinnuligu (wannabe) prestinnurnar skuldu allar verðið koyrdar heim, tí tær eiga ikki sanktión í Guðs orði, og at bispur arbeiðir fyri ES globalpolitisk áhugamál, tolsemi, einleika, aksept av sodomusyndini o.a., ikki sanna umvending og frelsu. Hví? Tí at hann eigur ikki lut í tí, so einfalt er tað. Sá hann í gjár geva onkrum manni medalju frá “hendes majestet”, og rørdur á málinum segði hann, at hetta var ikki eiti á heiðuri. Yvirsmurt náttpáttajarn, er hvat hatta er! Blaka hatta í kummuna, og skola hatta niður aftur til Danmarkar!. Tænið Jesusi av sonnum og søkið heiður frá Guði, lívsins krúnu í himni, ikki heiður frá monnum, so høvdu tit verið sannir trúgvandi. Soleiðis er tað, tá ið kirkjan er gift við statinum, tá setur statsmaktin dagskránna, og prestarnir dansa eftir hennara pípu, og vága sær ikki at bíta ta hond, ið gevur teimum breyð. At breyðið hevur stóran týdning hjá bispi, minnast vit øll, tá ið hann var skjótur at klaga um, eftir at hann varð settur sum bispur, at hansara løn var ov lítil.
Eg fylgi eisini við støðuni í tjóðkirkjuni í Íslandi, og har sær man, at staturin brúkar kirkjuna til at fremja aksept av sodomusyndini og eisini grøn-politisk globalistisk mál osv. Síðsta summar vóru ælabogalitirnir enntá høvuðsmyndin á kirkjan.is, og eg sá, at onkur serligur dagur hevði verið í Glerárkirkju á Akureyri, har (wannabe) bispinna Noregs og Fríðriksson høvdu verið við, og har ælabogalitirnir vóru málaðir frá vegnum til kirkjudyrnar og longur inn, og at ælabogalitirnir hingu í húnum hátt yvir kirkjuni. Altso, eg eigi ikki orð!. Tit, sum halda, eg hetta ongan týdning hevur, eru fullkomiliga blind og stórliga í vanda, og vita ikki av tí. Hví? Tí at tykkara sokallaðu andligu vegleiðarar, prestarnir, yvirhøvur ikki ávara tykkum. Teir eru líka blindir sum tit. Vita tit ikki av, at tey, sum hava hugnað í hasum, eru flokkað saman við tey sum samsek í sodomusyndini í Rómverjabrævinum 1:32? Eingin sannur kristin hevur hugnað í ringastu synd í Bíbliuni. Tann, sum hevur hungað í tí, er ikki ein kristin, so einfalt er tað. Og sum sagt: Tann, sum avnoktar Guðs orð, er ikki ein kristin, ikki ein trúgvandi. Tað er heilt innlýsandi. So kann hann siga seg “hava sína trúgv” alt hvat hann vil, tað er ikki trúgv Jesu Christs, men ein avgudur, hann hevur gjørt sær í sínum egna sinni, í síni egnu mynd.
Tá ið Ísrael, í gamla testamenti, var fráfallið, sóust tvey ting hvørja ferð, ið hetta hendi: At tey ofraðu síni børn til Baal fyri framgongd, og at siðloysi og sodomusyndin floymdu inn í landið, og svikaprophetarnir ávaraðu ikki ímóti tí. Og hvat síggja vit í føroyum í dag? Júst hetta sama: Dráp av óføddum børnum og sodomusyndina; og svikaprophetarnir tala fólkinum eftir munninum, og venda tað blinda eygað til Guðs orð, har tað talar týðiliga um hesi mál. Hví? Tí at teirra gudur er mammon og eisini teirra egni búkur. Teir tæna jú fólkinum, “fólka”kirkjuni, ikki kirkju Guðs.
Tá ið eg so hoyrdi Fríðriksson so rørdan halda við sammøðrum, fyri umleið ári síðani, tá fór ikki bara síðsti seymurin í kistuna, nei, tá fór kistan í jørðina. Altso, at halda við sammøðrum, er fult og heilt at fevna og styðja sodomusyndini, at tvey av sama kyni skuldu kunnað liva saman í parlagi og at tað skal eiga nakra sanktión signing av Guði í hans heilaga orði. Tað eigur tað als ikki!. Hetta gevur altso bispur fólkakirkju føroya øllum føroya fólki í skyn, og av teirri grund lýsi eg hann at vera størsta svikaprophet, ið nakrantíð hevur vinglað á tveimum beinum á føroya landi. Hann hevur staðið sum portursvørður hesi síðstu tíggju ár, ið sodomuandin hevur gjørt innrás í land okkara, og hann hevur ikki einaferð talað ímóti tí, men faktiskt givið teimum bláa stemplið frá kirkjuni uppundir endan. Hoyrdi, at onkur skal hava sagt, at hann hevur bæði horn og hala, og tað taki eg fult undir við, at hann hevur. Tað er syrgiligt, og bara eitt tekin um, hvussu ófatiliga útvatnaður kristindómurin er í føroyum í dag, at mong frelst, trúgvandi fólk skulu síggja upp til handan mannin, líta á hann, og lifra fyri honum. Eg má ávari ímóti honum uppá tað allar, allar kraftigasta.
So er tað tað, at hann nokk verður útskiftur (av frímúrarunum Mortensen, Dahl & Co), um eini tvey ár, og hvør verður so settur í staðin? Uttan nakran iva filosoffurin Theodorius Olsen, sum dugir at møsna alt upp í ein ellubita, lufta øllum áskoðanum, men onga meining hava sjálvur, – stutt sagt geva seyðunum at eta at kunnskaparins træi, ikki lívsins træi. Hann hevur syndiga fólksins tokka, men ikki Guðs, tori eg at siga. Tá ið eg á sinni ávaraði kirkjufólkið í Fuglafirði ímóti Anne-Jeze-Mette-Bel (tvey nøvn eru í har), varð hann brúktur av propagandørunum í KVF; og hvørjumegin var hann í togtoganini? Hann stillaði seg sjálvandi mitt í, við einum beini hvørjumegin. Spældi inhabilur. Snildur ha? Ja, devlarnir duga at goyma seg. Men bispur var opinlýsur og vardi sodomu-Baals-prestinnuna Mettebel, og vildi hava meg settan fastan fyri mína greiðu, Bíbilsku talu. At eg skuldi havt hótt at dripið nakran, var kolsvørt lygn. Tað var einans partur av tekstinum, eg las, sum var Jesu orð til meinigheitina í Thýatíru (Opb. 2:18-29 FKJ).
At vera trúgvandi er at trúgva Bíbliuni, og av hjarta akta hana. Tað er at kenna og elska Jesus, at man heldur hansara boð (sí Jóh. 14:15).
Mín áheitan til mínar landsmenn er, at tit venda aftur til hin livandi Guð, elska hansara orð, søkja Jesus, og gera Harran Jesus Christ til tykkara Harra av sonnum, og fylgja honum, ikki leigusveinunum. Gera tit hetta, so eru tit limir í kirkju Christs, og eiga ævigt lív. Ævigt lív gevur Jesus, – ikki kirkjan við tí, hon kallar sacramentir, men sum skriftin einfaldliga nevnir forskriftir (sí I. Corinth 11:2 & 23-34 FKJ). Fylgið ikki globalistunum í Davos, Soros, ES, Vaticaninum osv., tað er anti-christs andi. Har gongur bispur, á odda fyri sodomitunum í føroyum, og fær sín dóm við teimum, ja, enntá verri dóm enn teir, tí at Guðs orð ávarar lærarar, at um teir læra fólkið falskt, so fáa teir strangari dóm (Jákup 3:1). Eg syrgi yvir bisp, fólkakirkjuna, og støðuna í føroyum í dag. Skyldina leggi eg við hurðina á KVF (hvørs logo sjálvandi er eitt 666 tal) og á gáttina í bispagarði, att.: Jógvan Fríðriksson. Ótrúligt, at tá ið tað stóra fráfallið kom, tá kom tað ígjøgnum toppin í tí, sum kallar seg kirkju Jesu Christs. Í dag veit eg, at kirkja Jesu Christs ikki er ein stovnur, ikki ein “konsørn” gift við statinum, sum listrar boð úr ES, men hon er tað samlaða likamið av teimum, sum eru Jesu Christs av sonnum, sum biva fyri hansara orði, eru gerarar tess – ikki hoyrarar einans, (sí Jákup 1:22), hava hansara Anda (Róm. 8:9), og vilja leiða onnur inn á hin sanna vegin, smala vegin til himmals (Matth. 7:13-14).
Kirkjan frelstir ongan. Bara eitt satt møti við Jesus ger. Ert tú frelstur? Tað mást tú blíva, áðrenn ov seint er vorðið. Í dag er klokkan nógv – nakrar minuttir til midnátt. Jesus segði, at dagarnir áðrenn afturkomu hansara skuldu vera eins og dagar Sodomu og Gomorruh. Hugsa um tað. Teir dagarnir komu higar í 2012, vit eru nú 10 ár framvið tí markinum, og hiðanífrá fer fráfallið bara at versna. Men Guð svarar, um tú kallar á hann av sonnum hjarta.
Vend um, Jógvan Fríðriksson, áðrenn tað verður tær ov seint. Eg syrgi yvir teg, at tú í dag ert á veg í helviti. Tú kanst enn koma fram og siga sannleikan, at sodomusyndin er ein av teimum trimum gáttunum í tí, at verða uppgivin av Guði, bæði sum einstakligar og kollektivt, (sí Róm. 1:24;26&28), og at hann sigur, at slík sum líva í tí arva ikki kongadømi Guðs (I. Corinth 6:9), og at dómurin, hann gav sodomitunum á sinni, var ein ávaring til tey, sum fóru at liva eins og tey, eins og longu sagt. Kemur tú ikki fram og gert tað, so hevur tú nógv blóð og nógvan lort á hondunum, tað má eg siga, og verður óivað koyrdur í ringasta partin av heita fongslinum, har ringastu menn á jørð verða goymdir. Og so øtast tit yvir mína talu, og elska svikaprophetin. Eg veit. Totalt blind. Undirhildin av einum klovni við gullkrossi á baki og klovnari tungu, á breiða vegi í glatan, har hann gongur tykkum á odda. Góðu tit, vendið nú um. Nær skal tað einaferð verða?
Edrúliligani,
Sjúrður FKJ Højgaard.