24 ¶ Tá segði Jesus við lærusveinar
 sínar, Um nakar maður
 vilji koma aftaná mær, lat hann
 avnokta sjálvan seg, og taka upp
 kross sín, og fylgja mær.
  25  Tí hvørsumhelst ið vil frelsa
 lív sítt skal missa tað : og hvørsumhelst
 ið vil missa lív sítt fyri
 mína søk skal finna tað.
  26  Tí hvat verður ein maður
 gagnaður, um hann skal vinna
 hin heila heimin, og missa sína
 egnu sál? ella hvat skal ein maður
 geva í viðurlag fyri sína sál?
 ( Matth. 16:24-26  FKJ )
   28 ¶ Komið higar til mín, øll tit
 ið strevast og eru tungt byrðað, og
 eg vil geva tykkum hvílu.
  29  Takið ok mítt uppá tykkum,
 og lærið av mær ; tí eg eri eyðmjúkur
 og lítillátin í hjarta : og tit skulu
 finna hvílu sálum tykkara.
  30  Tí ok mítt er nemt, og byrða
 mín er løtt.
 ( Matth. 11:28-30 FKJ )
  Minnist til konu Lots.
 ( Lukas 17:32  FKJ )
   12  Men hesir, eins og náttúrlig
 vitleys djór, gjørd at verða tikin og
 oydd, tala ilt um teir lutir sum teir
 skilja ikki ; og skulu fullkomiliga
 glatast í teirra egnu spilling ;
  13  Og skulu móttaka órættvísis
 endurgjald, sum teir ið telja tað
 njóting at óryggjast á deginum.
 Blettir teir eru og lýtir, válkandi
 sær sjálvum við teirra egnu villleiðingum
 meðan teir veitsla við tykkum ;
  14  Havandi eygu full av hordómi,
 og sum kunnu ikki halda
 uppat frá synd ; tølandi óstøðugar
 sálir : eitt hjarta teir hava vant við
 ágirndarsomum gerðum; bølbiðin
 børn :
  15  Hvørjir hava yvirgivið hin
 rætta veg, og eru farnir av leið,
 fylgjandi vegi Ba´-laam-s Bo´-sor-s
 sonar, hvør elskaði órættvísis løn ;
  16  Men varð hartaður fyri
 misgerð sína : hin málleysi asni
 talandi við mansrødd aftraði
 ørskapi prophetsins.
  17  Hesir eru keldur uttan vatn,
 skýggj sum verða rikin við einum
 harðveðri ; til hvørja myrkurs
 disið er goymt um ævir.
  18  Tí tá ið teir tala mikil uppblásandi
 fáfongdar-orð, lokka teir
 gjøgnum girndir kjøtsins, gjøgnum
 mikið teymaloysi, teir sum
 reint høvdu komist undan teimum
 sum liva í villu.
  19  Meðan teir lova teim frælsi,
 eru teir sjálvir tænararnir hjá
 spilling : tí av hvørjum ein maður
 verður yvirvunnin, av hinum sama
 verður hann førdur í trældóm.
  20  Tí um, eftir teir hava komist
 undan dálkingum heimsins gjøgnum
 kunnleikan til Harrans og
 Frelsarans Jesu Christs, teir verða
 aftur fløktir harí, og yvirvunnir,
 hin seinni endin verður verri hjá
 teimum enn byrjanin.
  21  Tí tað hevði verið betri fyri
 teir ikki at hava kent veg rættvísis,
 enn, eftir at teir hava kent hann,
 at venda frá hinum heilaga boði
 teimum varð fingið.
  22  Men tað er hent teimum samsvarandi
 við hitt sanna orðtak,
 Hundurin er vendur til egnu spýggju
 sína aftur ; og súgvin ið varð
 tvigin til veltan sína í móruni.
 ( II. Pætur. 2:12-22  FKJ )
   36  Um Sonurin tessvegna skal
 gera tykkum fríar, skulu tit vera
 fríir í roynd og veru.
  37  Eg veit at tit eru sáð Ábrahams;
 men tit søkja at drepa meg,
 av tí at orð mítt hevur einkið pláss
 í tykkum.
  38  Eg tali tað sum eg havi sæð
 hjá Faðir mínum : og tit gera tað
 sum tit hava sæð hjá faðir tykkara.
  39  Teir svaraðu og søgdu við
 hann, Ábraham er faðir okkara.
 Jesus sigur við teir, Um tit vóru
 børn Ábrahams, vildu tit gjørt
 verkini hjá Ábrahami.
  40  Men nú søkja tit at drepa
 meg, ein mann sum hevur sagt
 tykkum sannleikan, sum eg havi
 hoyrt av Guði: hetta gjørdi ikki
 Ábraham.
  41  Tit gera gerningar faðirs
 tykkara. Tá søgdu teir við hann,
 Vit eru ikki føddir úr hordómi;
 vit hava ein Faðir, enntá Guð.
  42  Jesus segði við teir, Um Guð
 var Faðir tykkara, vildu tit elskað
 meg : tí eg gekk fram og kom frá
 Guði ; eiheldur kom eg av mær
 sjálvum, men hann sendi meg.
  43  Hví skilja tit ikki talu mína?
 enntá av tí at tit kunnu ikki hoyra
 orð mítt.
  44  Tit eru av faðir tykkara djevlinum,
 og lystir faðirs tykkara vilja
 tit gera. Hann var ein myrðari
 frá byrjanini, og varð ikki verandi
 í sannleikanum, av tí at tað er
 eingin sannleiki í honum. Tá ið
 hann talar eina lygn, talar hann
 av sínum egna : tí hann er ein
 lygnari, og faðirin at henni.
 ( Jóh. 8:36-44  FKJ )
  Teir sum synda harta frammi
 fyri øllum, at aðrir eisini mega óttast.
 ( I. Tim. 5:20 FKJ )
   7  Reinskið út tessvegna hitt
 gamla súrdeiggið, at tit mega
 verða nýggjur klumpur, eins
 og tit eru ósúrgaðir. Tí enntá
 Christus páskalamb okkara er
 sláturofraður fyri okkum :
  8  Tessvegna latum okkum halda
 hátíðina, ikki við gomlum
 súrdeiggi, eiheldur við súrdeiggi
 illvilja og vondsku ; men við hinum
 ósúrgaða breyði ærligleiks og
 sannleiks.
  9  Eg skrivaði til tykkara í einum
 epistli ikki at samlagast við
 siðloysingar :
  10  Tó ikki samanumtikið við
 siðloysingar hesa heims, ella við
 hinar gírigu, ella peninganoyðarar,
 ella við avgudadýrkarar ; tí
 tá máttu tit neyðugt farið út úr
 heiminum.
  11  Men nú havi eg skrivað til
 tykkara ikki at halda samlag, um
 nakar maður sum er kallaður
 ein bróðir, veri ein siðloysingur,
 ella gírigur, ella ein avgudadýrkari,
 ella ein illmælismaður, ella ein
 drykkjumaður, ella ein peninganoyðari ;
 við slíkum einum nei ikki at eta.
  12  Tí hvat havi eg at gera at
 døma teir eisini sum eru uttanfyri?
 døma ikki tit teir sum eru
 innanfyri ?
  13  Men teir sum eru uttanfyri
 dømir Guð. Tessvegna beinið
 burtur frá ímillum tykkara handa
 vonda persón.
 ( I. Cor. 5:7-13  FKJ )
 
				 
	