…….
Mínar tríggjar fobiir
Lat meg siga tær, at eg óttist Guð, og tí óttist eg hvørki devil ella mann.
Í dag eru tríggjar fobiir, sum tey siga, at man ikki má hava: tað eru: homofobi, transfobi, og islamofobi. Well, eg havi allar tríggjar. Hví? Jú, tí at, sum eg segði tær, so óttist eg Guð og eg veit, at hesi trý tingini eru tey vandamiklastu, tá ið tað kemur til, at økir og lond koma undir Guðs dóm.
Mín fyrsta fobi er homofobi. Tað eri eg, tí at Guð sigur mær í sínum heilaga orði, í 2. Pætur 2:6 og Judasarbrævi v. 7, at tá ið hann dømdi býirnar Sodomu og Gomorruh og tríggjar minni býir á sama slættanum, tá setti hann teir fram sum FYRIDØMI (t.e. eitt eksempul) fyri tey, sum seinni í tíðini fóru at liva ógudiliga, sum er, geva seg út í tað sama sum tey. Hetta merkir, at samfeløg og lond, sum normalisera sodomi ella sodomusyndina (sum tey kalla “samkyndni” í dag), koma undir Guðs dóm, og tann dómurin verður við ELDI; eldi av himni, til dømis nakrar hundrað atomrakettir frá Putin og Xi Jinping. Tá ið man vendir hinum livandi Guði bakið, so kann man ikki vænta hansara vernd.
Mín næsta fobi er transfobi. Tað eri eg, tí at Guð, (sum er tann einasti, eg óttist, sum eg segði tær), sigur mær í sínum orði, í røttu Bíbliuni, King James, at “effeminate” (t.e. kvinnulátigir) arva ikki kongasømi Guðs (sí I. Corinth 6:9). Trans er tvillingur hjá homo, og eg má siga tær, at bæði eru ein lygn. Eingin er trans og eingin er homo. Bæði eru ein lygn, sum bara býr í sinninum hjá eini menniskju, hvørki í dna ella kromosomum. Altso, fólk HALDA SEG vera okkurt, sum likamligi ritbúnaðurin ikki sigur, at tey eru. Tað heila er ein lygn, sum bara býr í huganum. Hvat eru tey so? Sodomitar. Júst sum í Sodomu og Gomorruh, sum Guð dømdi við eldi av himni og hvørs ávaring talar til okkara í dag. Tí óttist eg. Ikki fyri mær sjálvum, men fyri støðuni hjá øllum Føroyum og vesturheiminum. Við almennu leysgevingini og stuðlingini av hesum, missa vit tokka hins eina livandi Guðs. Líkamikið, hvat bispur sigur, – fyri 60 túsund um mánaðin.
Mín triðja fobi er islam. Islam er ein følsk trúgv, uppfunnin av einum barnalokkara, sum fekk anføll, sum hann sjálvur hintaði til, vóru av einum illum anda; harafturat gjørdi hann einkið undur og gav einkið propheti. Har býr altso ikki eitt gramm av góðum í islam. Ikki allir muhammedanarar eru terroristar, men allir terroristar eru muhammedanarar. Bjóða vit islam inn í vesturheimin, sum vit longu hava, so er teirra dreymur at taka yvir, og tá drepa teir tey, sum ikki vilja venda um til islam og gjalda teimum skatt. Meg kunnu teir drepa, tí tað geri eg aldri, men eg óttist fyri mínum landsmonnum og vesturheiminum øllum, hvat tykkara støða tá er.
So hetta eru mínar tríggjar fobiir. Ikki serliga populert, ha? Nei, men tað ger mær hvørki til ella frá, tí at, sum sagt, so óttist eg bara Guð og hans heilaga orð. Mínar fobiir eru altso als ikki irrationellar, men logiskar. Tær gera ikki, at eg hati nakran, men at eg óttist fyri teirra egna vanda, teirra endaligu støðu. Eg havi virðing fyri hvørji menniskju, tí at øll eru dýrabær, men eg havi ikki virðing fyri lygn, og eg kalli lygn fyri lygn. Undarligt er tað, at tey, sum fyri 15 árum síðani rópaðu upp um, at vit skuldu læra okkum tolsemi, eru í dag tey minst tolsomu. Men tolsemi er enn ein onnur lygn úr Satansa munni. Vit skulu hava tol og tolmóð hvør við øðrum, men at gevast at kalla rangt rangt, og satt satt, at kalla synd synd, tað er einkið annað enn ein sniðfundig lygn og fella. So at, andin aftanfyri alt hetta vinstrahalla svassið, tað er einkið annað enn djevulin sjálvur. Honum fylgi eg ikki, hann óttist eg ikki; nei, eg fylgi Lambinum eina til himinsins bjarta bý.
Kom við!
Vend um til Harran Jesus Christ í dag. Vend kirkjuni og bispi bakið, leyp úr hasi søkkandi skútuni, et Guðs reina orð: King James, skýggja Alexandrisku perversjónirnar hjá Vaticaninum, bispi og babsunum. Møtst við øðrum trúgvandi í húskirkjum, og haldið Harrans borð við einum bolla og glasi av Ribena saft. Tit hava ikki brúk fyri pávans “sakramentum”, “prestum” og “altarborði”, sum alt er lygn. Populerur verður tú ikki; men hvør lovaði tær tað? Jesus? Nei, hann biður teg taka upp krossin dagliga, og fylgja sær; og at tað kann kosta tær alt, enntá lívið. Vakna, og kom við. Tá fært tú tað sanna lívið, enntá ævigt lív, uttan sorg, tár og trupulleikar.
Í Christi Jesusi,
Sjúrður FKJ Højgaard.