Teldupostur til fólkakirkjuprest, Theodorius E. D. Olsen, sum lærir Grikska og católska philosophi og traditión í úrvarpinum, sum hvørki hevur røtur ella støði í Guðs orði yvirhøvur

Teldupostur, sendur Theodori, tann 6. desember 2013:

Halló, Theodor.

Eg havi hoyrt teg tosa um “deyðssyndir” í útvarpinum.
Orðið deyðssynd stendur ongastaðni í Nýggja Testamenti várs Harra og Frelsara Jesu Christs, – tað er católsk traditión at tosa um hatta, IKKI Bíbliunnar Gudslæra.
Guðs orð, hinvegin, nevnir 11 lívsstílir í synd, sum tey, – sum liva í teimum, (og ikki venda um til trúgv á Jesus, og verða tváað av hansara dýrabæra blóði og harvið endurfødd), – ikki arva kongadømi Guðs, og fara tí í æviga glatan í helviti.
OYÐSL
Oyðsl er ikki ein av teimum 11 lívsstílunum í synd, sum Guð nevnir, men gírigheit er.
Tað ber nevniliga til at vera oyðslutur, tí man gevur alt til Guðs ríkis arbeiði og til tey fátøku, og tað hevði als ikki verið nøkur synd í tí; men tann gírigi, hinvegin, vil hava alt sjálvur, og gevur einkið burturav: tí er tað synd.
VREIÐI
Vreiði er bara synd, um hon er “uttan grund”, sigur Harri vár Jesus Christus í Matthæusar Evangelii kapitul 5, vers 22; men har mást tú altso hava Guðs Heilagu Bíbliu úr Antiochiu, og Byzantium, t.e. Textus Receptus. Apostulin Paulus skrivar til Ephesaranna: Verðið (blívið) tit firtnir, og syndið ikki (kap 4:26a FKJ). Tað er altso ikki synd at verða firtin, til dømis um dundrandi falslæru av teimum, sum geva seg út fyri at tala fyri Guð, (sum ein ikki noyðist at leita leingi eftir), men man má bara ansa sær í síni firtni, at ein ikki syndar, t.e. sigur ov nógv, ella okkurt, sum ikki er heilt rætt, ella ikki heilt satt. Mín Freslari, mín Harri Jesus Christus, gjørdist einaferð enntá so firtin, at hann settist niður og gjørdi sær ein koyril úr smáum strongum, og ruddaði handilsskapin út úr templinum; – enntá við sínum fysiska koyrli, hann velti um koll borðini hjá peningavekslarunum. Les um hetta í Jóhannesar Evangelium kapitul 2: vers 13-17.

Guðs orðs deyðssyndir, – um ein endiliga má kalla tær so, – standa í I. Corint 6:9:

9 Vita tit ikki at hinir órættvísu (1)
skulu ikki arva kongadømi Guðs?
verðið ikki villleiddir: hvørki siðloysingar(2),
ella avgudadýrkarar(3), ella
hordómsfremjarar(4), ella kvinnulátigir(5),
ella misbrúkarar av sær
sjálvum við mannkyni(6),
10 Ella tjóvar(7), ella gírigir(8), ella
drykkjumenn(9), ella illmælismenn(10),
ella peninganoyðarar(11), skulu arva
kongadømi Guðs.
11 Og slíkir vóru summir av
tykkum: men tit eru tváaðir, men
tit eru halgaðir, men tit eru rættvísgjørdir
í navni Harrans Jesu,
og við Anda Guðs várs.
Hesi arva altso ikki kongadømi Guðs:

(1) Tey órættvísi,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum gera órættvísi og synd yvirhøvur, t.e. alt brot á Guðs 10 boð í Exodus kapitul 20, og sum altso doyggja við síni synd óavtváaðari. Tey arva ikki kongadømi Guðs.

(2) Siðloysingar,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum íðka kynslív uttanfyri hjúnarband.
(Hetta er brot á Guðs 7. boð: tú skalt ikki fremja hordóm)

(3) Avgudadýrkarar,
t.e. fólk, sum tilbiðja nakran annan gud, ella ting, í staðin fyri Jehovah Guð, Faðir várs Harra og Frelsara Jesu Christs.
(Hetta er brot á Guðs 1., 2., og 3. boð)

(4) Hordómsfremjarar,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum slíta hjúnarbandið uttan Bíbilska grund, t.e. siðloysi, har ið tú ert tann óskyldigi parturin (Matth. 19:9), og
sum so gifta seg uppaftur, ella helst bara liva í siðloysi.
(Eisini hetta er brot á Guðs 7. boð: tú skalt ikki fremja hordóm)

(5) Kvinnulátigir,
t.e. menn, sum ikki vilja vera menn, men láta sum kvinnur, t.e. transvisitar, pervertar.
(Eisini hetta er brot á Guðs 7. boð: tú skalt ikki fremja hordóm)

(6) Misbrúkarar av sær sjálvum við mannkyni,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum hava ónáttúrliga kynsliga samveru við fólki av sama kyni, og harundir alt annað misbrúk, t.e. kynsligur
perversitetur og óreinleiki. Hetta umfatar so sanniliga samkynd.
(Eisini hetta er brot á Guðs 7. boð: tú skalt ikki fremja hordóm)

(7) Tjóvar,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum stjala ella avpressa ting frá øðrum.
(Hetta er brot á Guðs 8. boð: Tú skalt ikki stjala)

(8) Gírigir,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum ikki elska sín næsta, men sum bara liva fyri at gleðast í marglæti hvønn dag.
(Hetta er brot á Guðs 1., 2., og 3. boð, tí hesin elskar og tilbiður mammon, ikki Guð)

(9) Drykkjumenn,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum drekka rúsandi løg, gersat drukkin, og gera syndir, sum tey ikki eingong vita av sjálvi, at tey gera, men sum tey hóast hetta eru teir seku gerararnir av.
(Ein drukkin maður brýtur øll Guðs Guðs 10 boð, – og hevur onga umbering).

(10) Illmælismenn,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum uppfinna og/ella spreiða lygnir og søgur um onnur, sum ikki eru sannar.
(Hetta er brot á Guðs 9. boð).

(11) Peninganoyðarar,
t.e. kallmenn & kvennmenn, sum avpressa pening av øðrum við makt og órættvísi.
(Eisini hetta er brot á Guðs 8. boð).
Hasar 7 católsku deyðssyndirnar, meini eg, koma úr grikskari philosophi; í øllum førum ikki úr Bíbliuni.
Góði Theodor, ver nú ein Guðs prestur, ikki ein grikskur philosophur.
(Hasar sjey católsku “deyðssyndirnar” eru altso falslæra.)


Má Harrin Jesus signa teg og frelsa teg.
Rættleiðingarkvøður í Jesusi CHristi,
Sjúrður kjv Højgaard.
Niðurstøða:
At standa fram í Guðs navni og siga, at ting eru synd, sum Guð ikki sigur vera synd, er at gera seg sjálvan til ein svikaprophet.
P.S.
Falslærarar verða hiðanífrá ikki spardir, men fáa ein teldupost sendandi um sína falslæru, við rættleiðing úr Guðs orði, og verða nevndir við navni á kjv.fo
Her verður einkið gjørt í loyndum, men sannleikin verður kunngjørdur opinlýsligani.
Jesus svaraði honum, Eg
talaði opinlýsliga fyri heiminum;
eg alsamt lærdi í synagogunum,
og í templinum, hvagar Jødarnir
altíð leita; og í loyndum havi eg
einkið sagt.
( Jóh. 18:20 FKJ )


Men til fánýtis tilbiðja tey
meg, frálærandi fyri Guðslærur
boðini av monnum.
( Matthæus 15:9 FKJ )
Fyrrverandi católskur “prestur” avdúkar, at teir læra næstan bara grikska philosophї, og fullkomiliga vanvirða Guðs orð á teologї-skúlum, har teir ikki eru persónliga frelstir:

Onnur tíðindi