Hann breyt glasið! Føroyska fólkasálin hevur loksins aftur í nútíðini fingið ein rætt-boðandi prophet
Og sum altíð, so verða teir sonnu prophetarnir útflentir, háðaðir, og settir til viks; tí fleirtalið vil altíð hoyra tað mjúka, tað lætta, tað órætta, tað lifrandi..
Ja, ein maður langt frammanfyri síni samtíð: ein rættur Føroyingur við stórum F, og hartil við sannari, ótvíbýttari tungu, tað er hvat Zakaris Vang vísti seg at vera í sendingini í andglettinum í kvøld.
Má Guð frelsa hansara sál og vælsigna hann, gjøgn Harra og Frelsara váran Jesus Christ.
Má Guð í himninum hartil vælsigna hans alrøstu eistu, og má sáð hans fúka út um land alt, og bera almiklan viðvarandi ávøkst: tess biði eg í navni várs Harra Jesu; uttan eingong at blunka, eiheldur mukka.
Zakarias Vang hevur bæði høvdið og hjartað í lagi.
Men hann velji eg ikki.
Eg velji Jenis.
Men, var Vangurin persónliga frelstur, so valdi eg hann.
Veldisstavin fekk Jóannis Patursson frá HARRANUM Guði. Hvussu kundi geldi føroyingurin loyva dananum aftur í ’46 at stjala hann?
Reis teg nú, Føroyingur: reis teg tú innan; ja, ger tað nú.
Sjeyti eitt ár eftir at Íslendingar loystu, siga teir enn:
FJANDINN BÝR Í DANMÖRKU.
.. Tað er ikki uttan grund.
Ísraelsmenn fóru út úr Egyptalandi;
nú skulu vit Føroyingar út úr ríkisfelagskapi Sodomu.
Tá ið Føroyar einaferð skjótt fara at gerast ein sjálvstøðug tjóð, tá verða menn sum Zakaris Vang, Nólsoyar Páll, Tróndur Patursson, og eg, hetjurnar og reformatørarnir langt undan okkara tíð; og allir hasir ræðuskítarnir, sum bert vilja súgva danmarkar bróst, nakrar verri skommir, sum verða fjónaðir úr søgubókunum. Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale vóru ongantíð ennað enn ein wannabe Føroyingar. Klókir vóru teir, men teir høvdu einkið hjarta, eiheldur eistu. Jamen, – gev mær kraft, – teir LIVA AV danatingi, ár eftir ár! Sendið Zakaris niður, skrivið honum EINA TALU, sum hann heldur á Føroyskum, sum danir kunnu týða fyri sær sjálvum, um nakar er so frægur at hann dugir, og lat Vangin so koma heim aftur sama kvøldið. Edmund skal ikki sleppa heimaftur við flúgvaranum. Hann skal burtvísast sum landasvíkjari og njósnari. Hann kann vera skeinkjari hjá drotningini, og skógvapussari hjá gemalinum, og ganga túr við hundunum runt um Amaliensborg, og jarðast í donskum sandi, har hansara steindeyða, danska sál hoyrir heima.
Dagin eftir kann hatta ríkisumboðið rýma við hala millum bein, kvísl undir arm.
Danin, sum so býr her, hann gerst Føroyingur, og má reinsa sær hálsin, – svølgja handan danska froskin, og skvetta hann út.
Ja: Vangurin var góður: men mangir eru vargarnir.
Zakaris hevur hjarta,
Høgni fekk reyv,
– flestu eru deyv!
Einaferð var Høgni sum Zakaris
Hvat geldi hann?
Man ikki mammon?
Ajú. Tann gudur spillir mangan;
tí aftanfyri hann stendur Satan.
Magni Arge kann trampa aftaná Zakaris.
Mussaskøðið eigur hann smurt.
Má hansara hjarta nú vakna,
og má hann reinsa seg frá alski av mammon,
sum hann nokk eigur nokk av, og sum nokk eigur hann.