7 Tí misgerðar-loyndardómurin
virkar longu: einans hann hvør
nú heldur aftur vil halda aftur,
inntil hann verði beindur burtur
av veginum.
8 Og tá skal hasin Vondi verða
opinberaður, hvønn Harrin skal
upptæra við anda munns síns, og
skal oyðileggja við bjartleikanum
av komu síni:
9 Enntá hann, hvørs koma er eftir
virkan Satans við allari kraft og
tekinum og ljúgvandi undurum,
10 Og við øllum villleiðiligleika
av órættvísi í teimum sum glatast;
av tí at teir móttóku ikki kærleikan
til sannleikans, at teir máttu verðið
frelstir.
11 Og fyri hesa grund skal Guð
senda teimum kraftmikla villu, at
teir skuldu trúgva eini lygn:
12 At teir allir máttu verða
heldømdir sum trúðu ikki sannleikanum,
men høvdu hugnað í órættvísi.
( II. Thess. 2:7-12 FKJ )
Góðu tit!
Haldið tykkum LAAAAAAAANGT vekk frá “Emergent Church”. Hatta er kirkja McLarens og Satans, als IKKI kirkja Jesu Christs tað allar fjernasta.
Um tín kirkja fer handan vegin, so er tíðin komin til at rýma.
So einfalt er tað.
So einfalt er tað.
Tá er alt deiggið vorðið til súrdeiggj og tú mást rýma fyri at bjarga tær sjálvum, júst sum Lot mátti renna flýggja niðan í fjøllini, tá ið Guð fór at oyða Sodomu og Gomorruh.