Eru Sinaiticus og Vaticanus so gomul sum lærdir hevda at tey eru, ella varð Sinaiticus skrivað av Constantin Simonides í 1840’unum, sum hann segði seg hava, í brævaskifti við Tischendorff greiva í blaðnum The Guardian?
Dr. Jack Moorman viðger hetta evnið í hesum avbera áhugaverda sjónbandi:
Sjeynda týðingin av skriftini á Føroyskum – Føroyska King James, onnur útgáva, 2024 – fæst nú í bókhandlum kring landið. Hon stendur væl og grundiga á Textus Receptus, Guðs varðveitta streymi av orði sínum. Hildin varð útgávufundur í Løkshøll í Runavík, 10. oktober 2024, har eingin prestur og eingin frá hvørgum bíbliufelagi møttu upp, hóast hetta varð væl kunngjørt í fjølmiðlum í fleiri dagar áðrenn. Vanvirðingin kundi ikki verið størri. Guð sá tykkum, og eftirtíðin sjálv man døma.
Í hesum sjónbandi samanberi eg týðing Schrøter’s av Matthæusi við FKJ og hinvegin Dahl og Victor, sum báðir standa á kritiska tekstinum, sum kom út í 1881, hvørs grundsúlur eru Sinaiticus og Vaticanus, sum, eftir øllum at døma, og sum eg sjálvur veit, eru endurlívganir av falsanum úr Alexandriu og hinvegin nýliga gjørdar falsanir eftir Simonides.
Bókin “Føroyskt kirkjumál 200 ár” hevdar, at evangeliið eftir Matthæusi er týtt til føroyskt seks ferðir. Men Guðs orð er sjey ferðir skírgað, stendur í Psálmi 12:6-7.
Hvør er so hin sjeynda?
– FKJ, sum kom út í 2017, á sjálvum reformatiónsárinum, og nú útgivin í skírgaðari útgávu í 2024.
Í Christi, (og um ævir uttanfyri økumenisku, ælabogalittu skøkjukirkju pávans og Jógvans)
Sjúrður Højgaard.
Hav ein sálarrannsakandi dag.