FKJ húsmøti 9. Juli 2022


Leinki til tekstin sum pdf er her >



Týtt úr bókini: THE ANSWER BOOK

– A Helpbook for Christians, eftir Dr. Samuel C. Gipp


Kapitul 28

SPURNINGUR: Er King James Bíblian íblást ella varðveitt?

SVAR: Upprunahandritini vóru íblást. King James Bíblian er tey somu upprunahandritini varðveitt fram til í dag.

FRÁGREIÐING: Tann besti mátin til einfalt at greiða frá íbástri og varðveitslu Bíbliunnar er sum fylgjandi:
Íblástur er tá ið Guð tekur eitt blankt pappír (papyrus, vellum osv) og brúkar menn at skriva síni orð.
Varðveitsla er tá ið Guð tekur tey orðini, sum longu eru skrivað, og brúkar menn til at varðveitta tey fram til í dag.

Báðar hesar handlingar eru GUDDÓMLIGAR og tryggjaðar av Guði, so sum skrásett er í Psálmi 12:6-7:
Orðini hjá HARRANUM eru skír orðˇ: sum silvur roynd í einum bræðsluovni av jørð, skírgaði sjey ferðir.
Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir.

Í Psálmi 12:6 vissar Guð okkum um, at hansara upprunahandrit eru fullkomin. Sjálvt um tey vórðu skrivað av feilandi monnum, sum framdu ræðuligar syndir so sum morð (Móses og Dávid), siðloysi (Dávid), avgudadýrkan (Sálomon), og avnoktan av Harranum Jesusi (Pætur), so eru Guðs orð óblettað av syndunum hjá skrivarunum.

At upprunahandritini vóru íblást fullkomiliga í síni heild, er ein óumdeild trúgv millum fundamentalistar í dag.

Men teir flestu fundamentalistarnir føra fram, at bara” upprunahandritini” vóru fullkomin. Teir siga, at í dag hava vit einkið uttan avrit og týðingar av teimum eintøkunum. Teir verða vreiðir yvir tankan, at ein týðing skuldi verðið mett sum eitt fullkomið eintak av upprunahandritunum. Teir hevda, at avrit og týðingar eru framleiðslan av ikki-íblástum monnum og mugu tí innihalda feilir.

Fundamentalistar, sum halda henda lærusetning, eru villleiddir. Teirra dárskapur í at taka við hesi feilandi læru er fjórføld.

1) Tað er ørkymlandi og ófatiligt, at ein persónur skuldi hevdað, at Guð ikki kundi brúkt syndafullar menn at varðveita síni orð, tá ið nú allir fundamentalistar trúgva, at hann brúkti syndafullar menn at skriva síni íblástu orð. Vissuliga kann ein Guð, sum hevði makt nokk at íblása síni orð, eisini hava makt nokk at varðveita tey. Eg ivist stórliga í, at hann skal hava mist henda førleika ígjøgnum árini.

2) Hví skuldi Guð íblást upprunahandritini, og so mist tey? Hví geva eina fullkomna Bíbliu til menn so sum Pætur, Jóhannes, Jákup, Judas og so víðari, men ikki okkum? Teir høvdu sæð og nomið við Harran (I. Jóh. 1:1). Tað hava vit ikki! Um nøkrum tørvar eina fullkomna Bíbliu, so er tað vit, næstan tvey túsund ár frá Frelsaranum sum vit ikki hava sæð!

Hví íblásti Guð fullkomin upprunahandrit, um hann ikki ætlaði sær at varðveita tey? Kundi hann havt loyvt sær onkrar feilir í sínum upprunahandritum, júst sum summir trúgvandi trúgva at hann hevur loyvt feilir í dagsins Bíbliu? Ella trúgva kritikarar av Guðs fullkomnu Bíbliu, at Guð ikki var førur fyri at koma í vegin fyri feilum í avritum? Tað tykist sum ein hálvur Guð, sum hevði makt til at gera tað eina, men so ikki hitt.

3) Tað er ein “hent” trúgv, sum ikki kann testast? Við øðrum orðum, so er tað heldur trygt at siga seg trúgva á eitt fullkomið sett av upprunahandritum, sum ikki eru til. Eftir sum at tey ikki eru til, so kann eingin nakrantíð bjóða eini slíkari trúgv av. Eftirfylgjarar av eini so grunnari sannføring kunnu hvíla trygt í, at teir ongantíð verða prógvaðir at hava feil, við tað at prógvið, sum skal til fyri at vísa teir hava feil (“upprunahandritini”), ikki finst.

Men um teir skuldu dittað sær at sett sína trúgv á eina Bíbliu sum finst í dag, ja so vita teir, at teir heilt víst høvdu fingið blóð á seg í verjuni av síni trúgv.

Tað, at trúgva á eitt fullkomið sett av upprunahandritum, men ikki at trúgva á eina fullkomna Enska Bíbliu, er tí í veruleikanum ikki at trúgva nøkrum yvirhøvur.

4) Uttan mun til teirra argumentir ímóti Guðslæruni um eina varðveitta, fullkomna Bíbliu, so er ein slík sannroynd líka nógv garanterað av Skriftini sum likamliga afturkoma Jesu Christs (Áp. Gern. 1:8).

Psálmur 12:7 sigur greitt: Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir.

Soleiðis lovar Guð at varðveita tey somu orðini sum hann íblásti. Hetta er ikki ein gerð, sum er so ring, at hon kundi tikið almáttuga Guð av bóli.

Krampaktigi fundamentalisturin ger tvey álop á Guðslæru skriftarinnar í Psálmi 12:7.
1. Teir hevda, at: “Vers 7 talar um Jødarnar, ikki Bíbliuna”. Og fyri at læna trúvirði til sína hevdan, so skunda teir sær at geva út eina týðing sum sigur júst tað í Psálmi 12:7. Lat okkum hyggja eftir hesum versinum í New International Version (Vit hyggja í Dahls týðing):

“Tú skalt tey varða, Harri, okkum verja mót hesi slekt, allar ævir.”

Hetta er ein ábyrgdarleys og óerlig týðing. Tað Hebráiska orðið “shamar”, sum merkir “at varðveita/varða”, sum NIV og Dahl týða sum “okkum verja”, finst í øðrum persóni eintali, framtíð, “ tú skalt varðveita”, og peikar til TRIÐJA persón fleirtal “tey”, IKKI til fyrsta persón fleirtal “okkum”, so sum NIV og Dahl skriva.

Soleiðis síggja vit, at tað er King James Bíblian, Guðs fullkomna, varðveitta Bíblia, sum neyvt hevur varðveitt lesiháttin í upprunahandritunum, ikki óálítandi týðing NIV, Dahls, v.m.

Psálmur 12:7 er ikki Guðs lyfti um at varðveita Jødarnar, eitt lyfti sum er ríkiligt aðrastaðni í Skriftini. Tað er Guðs lyfti um at varðveita síni orð, og er ein beinleiðis tilvísing til tey orðini, sum longu vórðu umtalað í Psálmi 12:6.

2. Ofta vil ein Christin, hvørs trúgv er ov veik til at góðtaka bókstavliga sannleikan í Psálmi 12:6-7, so fromt sitera Psálm 119:89:

“Um ævir, O HARRI, títt orð er grundfest í himni.”

So siga tey, at Guð í veruleikanum meinti, at hann varðveitti sína fullkomnu Bíbliu í himni, ikki á jørð. Og hetta standa teir altso og siga so beint fram! Men henda eitisgrundgeving er flóvisliga stuttlig.

Fyri tað fyrsta, so er tað býttisligt hjá nøkrum at trúgva, at Guð íblásti fullkomin uppfunahandrit á jørð, so at hann kundi fáa tey førd til himmals. Skal tað vera grundin fyri, at hann skrivaði upprunahandritini? Svarið er flóvisliga einfalt. Bíblian er stílað til manna, ikki til Guðs. Guð skrivaði ikki eina fullkomna bók, stílað til manna, og setti hana síðan á eitt bókasavn í himni, har menn ikki kunnu fáa gagn av at hon er til. Uppaftur spyrja vit: Hvat gagn hava vit, her og nú, av eini fullkomnari bók sum er innilokað og óatkomilig í himni?

Fyri tað næsta, so ger Psálmur 12:6 tilvísing til, at orðini hjá honum eru á jørð; (roynd í einum bræðsluovni av jørð). At varðveita tey nakra aðrastaðni enn á jørð, er ikki at varðveita tey yvirhøvur. So vit síggja altso, at Guð íblásti fullkomin upprunahandrit. Síðan hevur hann, ígjøgnum øldirnar, varðveitt tey somu orðini fram til í dag. Tey finnast í Authoriseraðu Versjónini.

Viðmerking:
Viðvíkjandi “íblástari týðing”, so kann viðmerkjast, at dupulti sannleikin í Genesis 22:8, sum í King James Bíbliuni klárt er opinberað sum ein prophetisk tilvísing til Jesus Christ, er burturi í slíkum veikum týðingum so sum New King James, NIV, og NASB, Victor, Dahl osv.
AV sigur: God will provide himself a lamb (#1: Guð fór at skaffa sær eitt lamb; og #2: Tað lambið var Guð sjálvur; sum aftur merkir, at Guðs Lamb, Jesus Christus, er Guð). Tað sama finnur tú í FKJ, sjálvandi.


Kapitul 1

SPURNINGUR: Eiga vit ikki at vera trúgv ímóti “upprunahandritunum”, og ikki eini týðing?

SVAR: Vit eiga at legga líka nógv virði í “upprunahandritini” sum Guð ger.

FRÁGREIÐING: Tað er ómøguligt at vera trúgvur ímóti upprunahandritunum, tí at upprunahandrini eru langt síðani burturi, – ikki eitt av teimum er til!. Henda væl grundaða sannroynd skuldi verið nokk til at fáa tann ærliga studentin av Skriftini at innsíggja, at eitt játtandi svar til henda spurning er ómøguligt.

Men tað gevur tó ikki eitt svar til spurningin omanfyri. Júst hvussu stórt virði leggur Guð í upprunahandrit?

Fyri at fáa svar til hetta, fara vit kanna nakrar kapitlar í Jeremiah bók, byrjandi við tí kenda kapitli 36, sum viðvíkur bókarrulluni sum Jeremiah hevði skrivað.

Í vers 21 verður rullan førd framfyri Jehoiakim kong og lisin av tænara hansara Jehudi.

Vers 23 sigur okkum, at Jehudi las trý ella fýra bløð, og so skar Jehoiakim kongur rulluna sundur við einum pennaknívi og kastaði hana inn í eldin á grúgvuni, inntil hon var upptærd.

Soleiðis endaði UPPRUNAHANDRIT #1!

So rørdi Harrin Jeremiah til at endurskriva rulluna, og leggja onkur orð afturat (sí Jeremiah 36:32).

Soleiðis varð UPPRUNAHANDRIT #2 til.

Vit fáa at síggja tekstin av upprunahandriti nummar tvey í Jeremiah kap. 45-51, har tað verður endurgivið fyri okkara gagn.

Jeremiah bað Seraiah lesa hesa rulluna, tá ið hann kom til Bábylon (sí Jeremiah 51:59-61). Síðan skipaði Jeremiah at Seraiah, eftir at hann var liðugur at lesa rulluna, skuldi binda ein stein til hana og kasta hana í Evphrátes ánna (Jeremiah 51:63)!

Soleiðis endaði UPPRUNAHANDRIT #2!

Men bíða líka! Vit hava eitt kopi av tekstinum í hesi rulluni í kapitlum 45-51. Hvar kom hann frá? Hann kom frá einum avriti av upprunahandriti #2, sum vit bara kunnu kalla UPPRUNAHANDRIT #3!

So at tey, sum leggja ovurstóra áherðsla á upprunahandrit, hava altso tveir ovurstórar trupulleikar.

1) Hvør Bíblia, sum nakrantíð er prentað, við einum avriti av Jeremiah í henni, hevur ein tekst í kapitlum 45-51, sum er týddur eftir einum avriti av upprunahandriti #2, ella upprunahandriti #3.

2) Tínæst, so kann eingin síggja framvið teirri sannroynd, at Guð hevði ikki minsta áhuga í at varðveita upprunahandritið, eftir at tað var avritað og tess boðskapur givin. So HVÍ skuldi vit lagt størri áherðslu á upprunahandrit enn Guð ger? Ein áherðsla sum heilt greitt er óskriftlig?

Soleiðis at, við tað at vit hava tekstin av upprunahandritunum varðveittan í King James Bíbliuni, so hava vit ongan tørv á upprunahandritum, – um tey so vóru til taks.


Kapitul 15

SPURNINGUR: Eru ikki dagsins lærdu betri útgjørdir til at týða Bíbliuna enn King James týðararnir vóru?

SVAR: Nei.

FRÁGREIÐING: Svarið til spurningin er nei, av tveimum grundum.

Hin fyrsta er, at lærdómurin hjá teimum monnunum, ið týddu King James Bíbliuna, kann bókstavliga ikki røkkast framum av dagsins lærdu. Tvær bøkur, sum best lýsa hetta og sum skuldu verðið lisnar av hvørjum tí, sum vil seta seg inn í hetta evni, eru: Translators Revised eftir Alexander McClure, Maranatha Publications; og The Men Behind the King James Version, eftir Gustavus Paine, Baker Book House.

Menninir í King James týðingarnevndini vóru lærdir menn, við førleikum sum ikki kunnu javnast. Ein stutt lýsing av teirra førleikum finst í einum øðrum undanfarnum broti í hesi bók.

Fyri tað næsta, so hevði tað verið dársamt og mótsigandi at trúð, at dagsins lærdu nakrantíð kundu javnað ella farið framum teir í Authoriseraðu Versjónini.

Flest øll Christin eru samd um, at heimurin avskeplast og gongur afturá við tíðini. Moralur hevur gingið afturá síðan 1611. Karakterur hevur gingið afturá síðan 1611. Sjálvt okkara lofthav er gingið afturá. Eiga vit tá at trúgva, at lærdómur er vorðin betri? Bert ein tilbiðjari av lærdómi kundi funnið uppá at trúð slíkum ævintýri. Lærdómur er gingin afturá, saman við allari heimsskipanini, og kundi aldri endurframleitt ein lærdan, sum kann javnast við teir frá fýra hundrað árum síðani.


Kapitul 21

SPURNINGUR: Tilbiðja ikki King James Bíbliu trúgvandi Bíbliuna? Oyddi Guð ikki upprunahandritini, tí hann ikki vildi, at fólk skuldu hámeta tey?

SVAR: Nei og nei.

FRÁGREIÐING: Mangir atfinnarar av fullkomnu Bíbliuni eru vorðnir sera ørkymlaðir tey seinnu árini. Hetta kemst av teirri orsøk, at alt teirra argument ímóti Bíbliuni hevur hvørt eftir øðrum verðið oyðilagt av søguligum sannroyndum, teirra egna skorti á lærdómsligum førleikum og eisini av støðugu signingini av King James Bíbliuni av Halga Andanum.

Tað er av tí at teir eru sjúkir eftir at tveita runu eftir Bíbliu trúgvandi, at teir koma við omanfyristandandi útsøgn (í spurninginum).

Tilbiðja King James Bíbliu trúgvandi Bíbliuna? Nei. Vit biðja ikki til hana, eins og vit biðja til Jesus Christ. Vit prædika ikki, at “Bíblian frelsir”, men at Harrin Jesus frelsir. Fegnir skriva vit viðmerkingar í okkara Bíbliu, men eingin av okkum hevði gjørt tað við Jesus Christ.

Tað finst ikki nokk av próvgrundum fyri, enntá av misgáum, at trúð, at King James Bíbliu trúgvandi tilbiðja Bíbliuna. Tí er ákæran tíverri gitin av illvilja, ikki í falsloysi.

Oyddi Guð upprunahandritini, fyri at halda King James Bíbliu trúgvandi frá ein dag at farið at tilbiðið tey? Nei. Einkið kundi verið fjarri frá sannleikanum.

Guð læt upprunahandritini hvørva, tí at teirra virði var teirra orð, hvørji hann varðveitti við avritum. Tá ið upprunahandritini høvdu uppfylt sítt endamál og vóru avritað, so móttóku tey onga meira trúgva virðing frá Guði ella hansara fólki.

Um upprunahandritini á onkran undursamligan hátt skuldu birtst í dag, so høvdu tey verið av lítlum áhuga fyri okkum Bíbliu trúgvandi, eftirsum at vit ikki gera nógv úr teimum nú (tí vit hava jú Guðs orð).

Um nakar hevði hávirt tey, so hevði tað helst verið tann hópurin sum ger so nógv úr teimum í dag: Bíbliu kritikararnir.


Kapitul 22


SPURNINGUR
: Eru King James Bíbliu trúgvandi ikki ein kult?

SVAR: Nei.

FRÁGREIÐING: Ákæran, at King James Bíbliu trúgvandi eru ein kult, líkist ákæruni um, at vit skuldu tilbiðið Bíbliuna. Tað er ein avleiðing av somu ørkymlan og misnøgd, og er gitið av sama illvilja. Tíverri er tað so, at tá ið teir ikki kunnu prógva seg hava rætt við sannroyndum, so lækka teir seg niður til karaktermorð.

Kultir eru eitt sindur ringar at skilgreina, men tað finnast tvey týðilig eyðkenni, sum eru sjónlig í øllum kultum.

Fyri tað fyrsta, so hevur ein kult eina ávísa kjarnu, sum tekur avgerðir fyri allar hennara lærusveinar. Flest allir King James Bíbliu trúgvandi eru øgiliga sjálvstøðugir og eru mangan ósamdir í øðrum læruspurningum, enntá sín ámillum. Men teir hava hetta til felags: Teirra einasti megin myndugleiki er Bíblian, ikki nakar lærustovnur.

Fyri tað næsta, so óttast kultir, at teirra lærusveinar skulu fara at kanna tað, sum teirra mótstandarar trúgva, og so verða umvendir til at fylgja tí. Tí gera teir strangar reglur, sum banna bøkur og tilfar, sum mótstríðir teirra læru.

Men hinvegin, eftir sum at sannroyndirnar styðja Authoriseraðu Versjónini, so eru King James Bíbliu trúgvandi ikki ræddir fyri at studera ákærurnar frá teirra mótstandarum. Ja, sjálvt henda bók er ein roynd at svara ákærum frá Bíbliu kritikarunum, við fullkomnum opinleika og gjøgnumskygni.

Men sigast má, at tað finnast Bíbliu skúlar og lærustovnar, sum hava eina venju í at leggja hald á bøkur ið styðja sjónarmiðið um eina fullkomna Bíbliu. Sjálvt henda bókin kann væl vera á tí listanum ein dag.

Tað fær ein at hugsa um, hvør ið er “kultin” og hvør ikki er.


Kapitul 23


SPURNINGUR
: Er tað falslæra at trúgva, at King James Bíblian er fullkomin?

SVAR: Nei.

FRÁGREIÐING: Tað er stuttligt og samstundis ræðuligt, at ein King James Bíbliu trúgvandi, sum TRÝR at Bíblian er uttan feil, verður kallaður ein “falslærari” og ein “kettari” av fólki sum HEVDA at tey trýgva at Bíblian er uttan feil.

Sambært Webster, so er falslæra: “ein meining ella læra, sum er mótsatt sannleikanum, ella tí, sum sum heild er viðtikið”.

Tað er “sum heild viðtikið”, at Bíblian er Guðs fullkomna orð. Eg havi mangan sagt við fólk: “Eg trúgvi ikki at King James Bíblian er Guðs ófeilbæra orð. Eg trúgvi at BÍBLIAN er Guðs ófeilbæra orð. Men um tú biður meg geva tær eitt eintak av teirri Bíbliuni, so gevi eg tær eina King James Bíbliu.”

Kritikarar av King James Bíbliuni trúgva at Bíblian er Guðs ófeilbæra orð. Men bið teir geva tær eitt eintak av teirri ófeilbæru Bíbliuni sum teir trúgva á, og tú finnur útav at teir halda, at hon ikki finst nakrastaðni á hesi jørð!

Vit King James Bíbliu trúgvandi einfaldliga trúgva tí sum teir HEVDA at teir trúgva. Og fyri tað verða vit kallaðir “kettarar”.

Í veruleikanum er kettara-spjaldrið ætlað meira til at ræða ungar viðhaldsmenn burtur frá ófeilbæru Bíbliuni, enn til ærliga at lýsa kenslur og hugsanir hjá honum ið kallar okkum so. Tað er vónin hjá Bíbliu kritikaranum, at óttin fyri at verða kallaður ein kettari skal halda vandlátum Christnum frá at VERULIGA trúgva tí sum Bíbliu kritikararnir hevda at teir trúgva.

Men um tað “sum heild verður hildið av fundamentalistum, at Bíblian er Guðs ófeilbæra orð,” og ein Bíbliu kritikari kann finna feilir í hvørji Bíbliu tú gevur honum í hondina, hvør er tað so sum veruliga er kettarin?


Kapitul 25


SPURNINGUR
: Hvat er munurin ímillum ein “Textus Receptus mann” og ein “King James mann”?

SVAR: Ein TR maður fær síni handrit úr Antiochiu og sín hugsunarhátt úr Alexandriu.

FRÁGREIÐING: Vit hava áður víst á, viðvíkjandi Antiochiu og Alexandriu, at vit heinta tvey ting frá hesum báðum støðunum. Vit heinta handrit og ein hugsunarhátt (ideologi), sum vit døma handrit útfrá.

Úr Alexandriu fáa vit spilt handrit, blettað av kristisku hond Origens. Vit fáa eisini ein hugsunarhátt, sum trýr at Bíblian er guddómlig, men ikki fullkomin, ikki uttan feil.

Úr Antiochiu móttaka vit ta skíru linjuna av handritum, sum nær sítt hámark í tí sum verður kent sum “Hin móttikni teksturin”, ella Textus Receptus. Vit móttaka eisini ta hugsjón, at Bíblian ikki bara er guddómlig, men hartil fullkomin, uttan feil.

1) Flestu Bíbliu kritikarar trúgva ikki, at Bíblian er fullkomin. Hetta er Alexandriska hugsjónin. Vanliga halda teir eisini at Alexandrisku handritini eru hægri enn tey Antiochisku.
2) Ein King James Bíbliu trúgvandi sigur, at Antiochisku handritini ella Textus Receptus eru hægri enn tey Alexandrisku. Vit standa eisini við Antiochisku hugsjónina í at vit siga, at Bíblian er ófeilbærlig, og vit trúgva ikki at hon inniheldur nakran feil ella mistýðingar, og at hon ikki kann betrast uppá.
3) Ein Textus Receptus maður tekur eisini støðu við, at Antiochisku handritini ella Textus Receptus eru hægri enn tey Alexandrisku, men hann sær uppá tey við Alexandriskari hugsjón. Hann góðtekur onga týðing sum fullkomna og uttan feil. Yvirhøvur heldur hann, at King James er tann besta týðingin, men at hon kann betrast uppá. Ein slíkur snávar t.d. um Ápostlanna Gerningar 12:4 og hevdar, at tað er ein mistýðing.

Henda mótsøgn er ikki endiliga úrslítið av einum óndum ella óerligum hjarta, men er kanska heldur sum oftast úrslit av ringari upplæring. Teir flestu Textus Receptus menninir hava verðið lærdir av øðrum, sum hava verðið villleiddir til at taka við Alexandrisku hugsjónini, og tað mangan ótilvitað.


Kapitul 26


SPURNINGUR
: Vil ein Bíbliuskúla útbúgving loysa deilumálið um eina fullkomna Bíbliu?

SVAR: Nei. Umleið níti níggju ferðir út av hundrað vil ein Bíbliuskúla útbúgving annaðhvørt ørkymla ella oyðileggja trúnna hjá einum manni á fullkomnu Bíbliuna.

FRÁGREIÐING: Tað finnast ávísir ágóðar av eini Bíbliuskúla útbúgving. Hin lesandi kann læra virðismiklar lærdómar í at vera hirði og um at planta samkomur. Ein, sum er veikur í Guðslæruni, kann gerast meira grundfestur. Vinskapir og upplivingar frá Bíbliuskúla tíðini vara mangan alt lívið.

Tíverri, so verður trúgvin á, at Guð hevur eina fullkomna Bíbliu, oftari enn ikki eitt offur fyri Bíbliuskúla útbúgving, heldur enn ein ágóði av henni. Orsøkin er einføld. Teir flestu Bíbliuskúlarnir hava vælmeinandi starvsmenn, sum mangir elska Harran, men sum eru offur fyri Alexandriskum lærdómi og hugsan.

Aðrir, sum hóast teir síggja rætt uppá røttu handritsfamiljuna, so verða teir plágaðir av eini bíbliutrúgv sum er viknað av Alexandriskari hugsjón. Teir kunnu ikki góðtaka trúnna á at Bíblian, tann teir halda í hondini, av sonnum er fullkomin. (væl at merkja um teir hava eina KJB í hondini).

Viðhvørt verða skúlar, sum lýsa seg at vera “King James Einans”, ella “Textus Receptus Einans”, kortini plágaðir av hesum sjúkdómi. Soleiðis upplivir hin lesandi seg ørkymlaðan, tá ið hann fær at hoyra sína Bíbliu rættaða uppá á einum skúla sum hevdar at hann góðtekur Bíbliuna sum fullkomna. Oftast vil hann geva eftir fyri hesum ógvisliga álopi og eisini gerast ein kritikari av tí fullkomnu Bíbliuni. Um hann ikki góðtekur støðu skúlans, so verður hann sum oftast stemplaður sum ein “fanatikari”, skúgvaður til viks, ella burturvístur.

Hetta merkir ikki, at ein Bíbliuskúla útbúgving ikki hevur sínar fyrimunir. Tað merkir tó, at ein Bíbliuskúla útbúgving sjáldan styrkir trúgv hins lesandi á, at Bíblian (King James) er fullkomin.

Onnur tíðindi