28 prophetiir—givin og uppfylt—um Jesus Christ, Guðs Messias
Umleið 332 prophetiir gingu út í Jesusi Christi
1) Føðing
2) Lívi
3) Krossfesting / deyða
4) Gravlegging
5) Uppreisn
6) Himinsferð
7) Afturkomu (enn ókomin)
N.T. í G.T. er goymt og afturlatið
G.T. í N.T. er opinlýst, og speglar hvørt annað
(Hebr. 10:1)
Lógin = skuggin / evangeliitíðin, túsundáraríkið & ævinleikin = tingini sjálv.
Møguleikin fyri, at ein persónur uppfyllir bert 8 av hesum prophetiunum, er: 1:100.000.000.000.000.000
(Altso, í føðing, lívi, deyða …)
1) Av avkomi Ábrahams
Genesis 18:18 | Gal. 3:8 & 29
2) Av avkomi Ísaaks, ikki Ísmaels
Genesis 17:19 | Matth. 1:1-2 & 15—17
3) Av avkomi Jákobs, ikki Esavs
Nummur 24:16—17 | Luk. 3:23 & 34
(Sí viðheftu mynd: Ættarlinjan frá Ábrahami til Jesu Christs)
4) Av avkomi Judah, eini av teim 12 stammunum sum komu av Jákobi
Genesis 49:10 | Luk. 3:23 & 33
5) Skuldi verða føddur í Bethlehem
Mikah 5:2 | Matth. 2:1 & 6
6) Immanuel skuldi verða føddur av eini jomfrú
Esaiah 7:14 | Matth. 1:18
7) Sonur Guðs skuldi vera í Egyptalandi eitt skifti, tí út úr tí skuldi Guð Faðir kalla hann
Hósea 11:1 | Matth. 2:13—15
8) Tænasta Christs skuldi vera fyri tað mesta við Galileu-vatnið, og Jordans á
Esaiah 9:1—2 | Matth. 4:12—17
9) Messias skuldi verða vrakaður av sínum egna fólki
Esaiah 53:1—4 | Jóh. 1:10—11
10) Messias skuldi koma av Ísais (faðir Dávids) rót, og skuldi vera fyltur við allari fylling Anda Guðs
Esaiah 11:1—2 | Luk. 2:52 & Gern.Áp. 10:38
11) Messias skuldi ríða sigurssælur inn í Jerusalem á einum asnarfyli
Zech. 9:9—10 | Jóh. 12:12—16
12) Messias skuldi verða seldur fyri tríati stykkir av silvuri
Zech. 11:12 | Matth. 26:14—16
13) Endin á blóð-peninginum propheteraður
Zech. 11:13 | Matth. 27:3—10
(N.B. Ikki hugsaði Judas um tað, tá ið hann gjørdi tað …)
14) Messias skuldi verða ákærdur av lygivitnum
Psálmur 35:11 & 109:2—5 | Matth. 26:59—60
14) Messias skuldi vera tigandi, meðan hann leið
Esaiah 53:7 | Matth. 26:62—63
16) Messias skuldi vera syndoffur fyri okkara synd
Esaiah 53:4—6 | Matth. 8:16—17 & Hebr. 1:3
17) Hin líðandi Messias skuldi verða roknaður sum ein annar misgerðarmaður
Esaiah 53:11—12 | Mark. 15:25—28
18) Messias skuldi, við deyða sín, biðja fyri misgerðarmonnunum
Esaiah 53:12 | Luk. 23:39—43
19) Hendur og føtur Messiasar skuldu verða gatað (gjøgnumstungin)
Psálmur 22:15—17 | Jóh. 20:24—28
20) Messias skuldi skuldi verða spottaður og háðaður av fólkinum, á krossinum
Psálmur 22:7—9 | Matth. 27:39—42
21) Dávid propheterar, at ávís veska skuldi verða boðin Messiasi á krossinum
Psálmur 69:20—22 | Jóh. 19:28—30
22) Zecharjah propheterar, at Messias skuldi verða stungin í síðuna við einum spjóti
Zech. 12:10 | Jóh. 19:34—37
23) Hermenninir skuldu kasta lut um klæðir hansara
Psálmur 22:18 | Matth. 27:35
24) Einkið bein skuldi verða brotið í honum
Exodus 12:46 & Psálmur 34:20—21 | Jóh. 19:31—33(36)
25) Messias skuldi verða jarðaður, ikki í síni egnu grøv, men í grøv hjá ríkum manni
Esaiah 53:9 | Matth. 27:57—60
26) Dávid propheteraði uppreisn Messiasar
Psálmur 16:8—10 | Matth. 28:1—10
27) Dávid sigur eisini, (1000 ár fyrifram), at Messias skuldi verða lyftur upp inn í himin
Psálmur 68:18—19 | Luk. 24:50—52
28) Gleðiboðskapurin um Messias og hansara fullgjørdu frelsu skuldi røkka at Heidningunum eisini
Esaiah 49:6 & Psálmur 22:31 | Gern. Áp. 13:46—47