FKJ er nú endiliga farin til prentingar.
Vit fingu tríggjar mánaðir at fínraka tekstin heilt reinan. Tað hevur nú verðið gjørt, allan tekstin ígjøgn, av trimum monnum. Eisini fóru vit tveir menn ígjøgnum ein 960 síður langan orðalista, har orðini stóðu í alfabetiskum ordan, og funnu soleiðis orð og nøvn, sum onkustaðni í tekstinum vóru rangt stavað.
FKJ fór til prentingar í fyrradagin, 15. august 2016. Útgávuárið er enn 2015, tí at tá varð allur teksturin fyrst lagdur út í talgildum formi: tað var tann 28. marts 2015. Nú líti eg Guðs heilagu bók upp í Guðs almátts hendur og upp í hendurnar á prentarunum. Teir prenta hana í teirri stødd teir velja, og binda hana inn soleiðis sum teir vilja. Eg líti á, at útkoman verður góð: men nú eru eygu míni móð.