9  Og hin triðji eingilin fylgdi
 teimum, sigandi við harðari rødd,
 Um nakar maður tilbiðji djórið
 og mynd hans, og móttaki merki
 hans í enni sítt, ella í hond sína,
  10  Hin sami skal drekka av víninum
 av vreiði Guðs, sum verður
 helt út uttan blanding inn í bikar
 harmavreiðis hansara ; og hann
 skal verða pínslaður við eldi og
 svávuli í nærveru hinna heilagu
 eingla, og í nærveru Lambsins:
  11  Og roykurin av pínslu teirra
 stígur upp um ævir og ævir : og
 teir hava onga hvíld dag ella nátt,
 hvørjir tilbiðja djórið og mynd
 hansara, og hvørsumhelst ið móttekur
 merki navns hansara.
 ( Opb. 14:9-11  FKJ )
 
				