At inna rættvísi og at elska bróður sín eru tveir neyðugir ingrediensir í suppuni

 
 10  Í hesum eru børn Guðs
eyðsýn, og børn djevulsins:
hvørsumhelst ger ikki rættvísi er
ikki av Guði, eiheldur hann sum
elskar ikki bróður sín.
( I. Jóh. 3:10  FKJ )

Guðs børn:

1: Gera rættvísi
2: Elska bróður sín.

Frá beinharðari rættvísi til treytaleyst at elska, enntá fíggindan:
( Tekstur: St. Matthæus 5:19-48 FKJ )

1: Rættvísi (bein harðar gerðir. (Fysiskar gerðir))
 19  Hvørsumhelst ið tessvegna
skal bróta eitt av hesum minstu
boðum, og skal læra menn so,
hann skal verða kallaður hin minsti
í kongadømi himins: men hvørsumhelst
ið skal gera og frálæra
tey, hin sami skal verða kallaður
mikil í kongadømi himins.
 20  Tí eg sigi tykkum, At uttan
rættvísi tykkara skal bera av rættvísi
hinna skriftlærdu og Pharisearanna,
skulu tit í ongum føri ganga
inn í kongadømi himins.
 21 ¶ Tit hava hoyrt at tað varð
sagt av teimum frá gamlari tíð,
Tú skalt ikki drepa; og hvørsumhelst
ið skal drepa skal verða í
vanda fyri dóminum:

2: Firtni og orð (meira andaligar gerðir)

 21 ¶ Tit hava hoyrt at tað varð
sagt av teimum frá gamlari tíð,
Tú skalt ikki drepa; og hvørsumhelst
skal drepa skal verða í
vanda fyri dóminum:
 22  Men eg sigi tykkum, At
hvørsumhelst er vreiður við bróður
sín uttan grund skal vera í vanda
fyri dóminum: og hvørsumhelst
skal siga við bróður sín, Ra´-ca,
skal vera í vanda fyri ráðinum:
men hvørsumhelst skal siga,
Tín dári, skal vera í vanda fyri
hel-eldi.

3: Hjarta motiv
 27 ¶ Tit hava hoyrt at tað varð
sagt av teimum frá gamlari tíð,Tú
skalt ikki fremja hordóm:
 28  Men eg sigi tykkum, At
hvørsumhelst hyggur at eini kvinnu
fyri at girnast eftir henni hevur
framt hordóm við henni longu í
hjarta sínum.

4: Kærleiki #1 (treytaður kærleiki)
 31 Tað hevur verðið sagt,
hvørsumhelst skal koyra burtur
konu sína, lat hann geva henni
eitt skilnaðarskriv:
 32 Men eg sigi tykkum, At hvørsumhelst
skal koyra burtur konu
sína, undantikið fyri grundina av
siðloysi, veldur henni at fremja
hordóm: og hvørsumhelst skal
giftast við henni sum er fráskild
fremur hordóm.

5: Ótti fyri Guði (og praktiskur kærleiki til Guðs)
 33 ¶ Uppaftur, tit hava hoyrt
at tað hevur verðið sagt av teimum
frá gamlari tíð, Tú skalt ikki
forsvørja teg, men skalt útinna
Harranum eiðir tínar:
 34  Men eg sigi tykkum, Svørjið
ikki yvirhøvur; hvørki við himin,
tí hann er tróna Guðs:
 35  Ella við jørðina; tí hon er fótskammul
hansara: eiheldur við
Jerusalem; tí tað er staður hins
mikla Kongs.
 36  Eiheldur skalt tú svørja við
høvur títt, av tí at tú kanst ikki
gera eitt hár hvítt ella svart.
 37  Men latið samskifti tykkara
vera, Ja, ja; Nei, nei: tí hvatsumhelst
er meir enn hesi kemur av
illum.

6: Kærleiki #2
 38 ¶ Tit hava hoyrt at tað hevur
verðið sagt, Eyga fyri eyga, og
tonn fyri tonn:
 39  Men eg sigi tykkum, At tit
geri ikki mótstøðu ímóti illum:
men hvørsumhelst ið skal sláa teg
á høgra vanga tín, vend honum
hin við.
 40  Og um nakar maður vilji
kæra teg hjá løgrættinum, og taka
burtur kyrtil tín, lat hann hava
kápu tína við.
 41  Og hvørsumhelst ið skal
noyða teg at ganga eina míl, gakk
við honum tvær.
 42  Gev honum sum biður teg,
og frá honum sum vildi læna frá
tær vend tær ikki burtur.

7: Kærleiki #3 (treytaleysur kærleiki, enntá til fíggindar)
 43 ¶ Tit hava hoyrt at tað
hevur verðið sagt, Tú skalt elska
næsta tín, og hata fígginda tín.
 44  Men eg sigi tykkum, Elskið
fíggindar tykkara, vælsignið tey ið
banna tykkum, gerið væl móti
teimum ið hata tykkum, og biðið
fyri teimum sum meinfýsnisliga
brúka tykkum, og søkja at tykkum;
 45  At tit mega vera børn Faðirs
tykkara sum er í himni; tí hann
fær sól sína at rísa yvir hinum
óndu og yvir hinum góðu, og
sendir regn á hini rættvísu og á
hini órættvísu.
 46  Tí um tit elski tey sum elska
tykkum, hvat endurgjald hava tit ?
gera ikki enntá tollararnir hitt
sama?
 47  Og um tit heilsi brøðrum
tykkara einans, hvat gera tit meir
 gera ikki enntá tollararnir
so?
 48  Verið tit tessvegna fullkomin,
enntá eins og Faðir tykkara sum
er í himni er fullkomin.

Onnur tíðindi