30 opinberingar um Jesus Christ í Hebrearabrævinum kapitul 1



1 Guð hevur talað viðˆ Syni sínum, sum er størri enn prophetarnir (v. 1-2)

Smb.v. Matth. 17:5: Meðan hann enn talaði, sí, eitt bjart skýggj skuggaði yvir teir: og sí ein rødd út úr skýgginum, sum segði, Hesin er mín háttelskaði Sonur, í hvørjum eg eri væl toknaður; hoyrið tit hann.


2 Sonurin er arvingi til øll ting (v. 2)

Smb.v. Matth. 21:38: Men tá ið víngarðsmenninir sóu sonin, søgdu teir sín ámillum, Hetta er arvingin; komið, latum okkum drepa hann, og latum okkum leggjast á arv hansara.


3 Guð Faðir skapaði verøldirnar viðˆ Syninum (v. 2)

Smb.v. Jóhannes 1:3: Øll ting vórðu gjørd av honum; og uttan hann varð ikki nakað ting gjørt, sum varð gjørt.
(honum = Orðinum, Jesusi Chrisi)
(verøldirnar = tríggjar verøldir í trimum hæddum: Himinin, jørðin, helviti.


4 Sonurin er bjartleikin av dýrd Guðs (v. 3)

Smb.v. II. Corinth. 4:6: Tí at Guð, sum skipaði ljósinum at skína út úr myrkri, hevur skinið í hjørtum okkara, til at geva ljósið av kunnleikanum til dýrd Guðs í andliti Jesu Christs.


5 Sonurin er úttrykkiliga myndin av persóni Guðs (v. 3)

Smb.v. II. Corinth 4:4: Í hvørjum gudurin av hesum heimi hevur blindað hugarnar á teimum sum trúgva ikki, at ikki ljósið av dýrdsama gleðiboðskapi Christs, hvør er mynd Guðs, skuldi skína at teimum.

Colossu. 1:15: Sum er mynd hins ósjónliga Guðs, hin fyrstiføddi hjá hvørjum skapningi


6 Sonurin heldur uppi øllum tingum viðˆ orði kraftar sínar (v. 3)

Smb.v. Psálm 33:6: Við HARRANS orði vórðu himnarnir gjørdir; og alt herliðið av teimum við andadráttinum av hansara munni.


7 Sonurin reinskaði, við sær sjálvum, okkara syndir (v. 3)

Smb.v. Jóh. 18:8: Jesus svaraði, Eg havi sagt tykkum at eg eri hann: um tí tit søkja meg, latið hesar fara sín veg:

I. Cor. 5:7: Reinskið út, tessvegna, tað gamla súrdeiggið, at tit mega verða nýggjur klumpur, eins og tit eru ósúrgaðir. Tí at enntá Christus – umleyp okkara – er sláturofraður fyri okkum

Esaiah 53:5,8,10,11,12: Men hann varð særdur fyri okkara misbrotˇ, hann varð knústur fyri okkara misgerðir: agingin til okkara frið var uppiá honum; og við hansara fleingjum vit eru grøddir.
8 Hann varð tikin frá fongsli og frá dómi: og hvør skal kunngera ætt hans? tí at hann varð skorin av úr landi teirra livandi: fyri brot fólks míns varð hann sligin.
10 Tó toknaði tað HARRANUM at knúsa hann; hann hevur sett hann til harm: tá ið tú skalt gera hansara sál til eitt offur fyri synd, skal hann síggja sáð sítt, hann skal framleingja hansara dagar, og HARRANS fragd skal framganga í hond hansara.
11 Hann skal síggja av strevinum hjá síni sál, og skal verða mettaður: við sínum kunnleika skal mín rættvísi tænari rættvísgera mangar; tí at hann skal bera teirra misgerðir.
12 Tí vil eg skifta honum ein skamt við hinum miklu, og hann skal skifta herfongin við hinum sterku; av tí at hann hevur helt út sína sál at deyða: og hann varð upptaldur við brotsmonnunum; og hann bar syndina hjá mongum, og gekk í forbøn fyri brotsmonnunum.


8 Sonurin settist niður við høgru hond Hátignarinnar á hæddini (v. 3)

Smb.v. Markus 16:19: So síðan eftir at Harrin hevði talað við teir, varð hann móttikin upp inn í himin, og settist við høgru hond Guðs.

Smb.v. Gern.Áp. 7:56: Og segði, Sí, eg síggi himnarnar opnaðar, og Menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs.


9 Sonurin er gjørdur mætari enn einglarnir (v. 4)

Smb.v. Opb. 19:10: Og eg fell við hansara føtur at tilbiðja hann. Og hann segði við meg, Síggj til at tú geri tað ei: eg eri samtænari tín, og brøðra tína sum hava Jesu vitnisburð: tilbið Guð: tí at vitnisburður Jesu er andi prophetis.

Einglar lata okkum ikki tilbiðja seg, men Josjua slapp at tilbiðja høvuðsmannin av herliði HARRANS. Hetta var tí ikki ein eingil. Hetta var Jesus, tí at herliðini eru herliðini av einglum, men Harri herliðanna er hann, ið ræður yvir einglunum, sum er Jesus. Tað síggja vit her:

Josjua 5:13-15: Og tað bar á, tá ið Josjua var við Jericho, at hann lyfti upp eygum sínum og hugdi, og sí, tað stóð ein maður yvir av honum við svørði sínum drignum í hond síni: og Josjua fór at honum, og segði við hann, Ert tú fyri okkum, ella fyri mótstandarum okkara?
14 Og hann segði, Nei; men sum høvuðsmaður av herliði HARRANS eri eg nú komin. Og Josjua fell á andlit sítt til jarðarinnar, og tilbað, og segði við hann, Hvat sigur harri mín við tænara sín?
15 Og høvuðsmaðurin av herliði HARRANS segði við Josjua, Loys skógv tín uttan av fóti tínum; tí at staðið, hvará tú stendurt, er heilagt. Og Josjua so gjørdi.


10 Sonurin hevur lutast eitt meiri avbært navn enn einglarnir (v. 4)

Smb.v. Colossu 1:15: Sum er mynd hins ósjónliga Guðs, hin fyrstiføddi hjá hvørjum skapningi:

Philippibrævið 2:9-11: Hvørsvegna Guð eisini hevur háttligani upphevjað hann, og givið honum eitt navn sum er omanfyri hvørt navn:
10 At fyri Jesu navni hvørt knæ skuldi boyggja seg, av tingum í himni, og tingum á jørð, og tingum undir jørðini;
11 Og at hvør tunga skuldi játta, at Jesus Christus er Harri, til dýrdar Guðs Faðirsins.


11 Tað var við arvi, at Jesus lutaðist eitt meiri avbært navn enn einglarnir (v. 4)
Sonur arvar, tað gera tænandi andar ikki

Smb.v. Devt. 21:15-17: Um ein maður havi tvær ektakonur, eina elskaða, og eina aðra hataða, og tær havi borið honum børn, bæði hin elskaða og hin hataða; og um hin frumborni sonurin veri hennara sum varð hatað:
16 Tá skal tað verða, tá ið hann fær synir sínar at arva tað sum hann hevur, at hann má ikki gera sonin hjá tí elskaðu frumbornan framum sonin hjá tí hataðu, sum í roynd og veru er hin frumborni:
17 Men hann skal viðurkenna sonin hjá tí hataðu sum hin frumborna, við at geva honum ein tvífaldan skamt av øllum sum hann hevur: tí at hann er byrjanin av hansara styrki; rætturin hjá tí frumborna er hansara.


12 Jesus er Sonur Guðs (v. 5)

(Guð Faðir gat Jesus í móðurlívi Mariu, við kraft hins Hægsta, Halga Andanum)
Smb.v. Psálm 2:7: Eg vil kunngera avráðingina: HARRIN hevur sagt við meg, Tú ert Sonur mín; henda dag havi eg gitið teg.

Smb.v. Lukas 1:35: Og eingilin svaraði og segði við hana, Halgi Andin skal koma uppá teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg: tí skal eisini hin heilagi lutur, sum skal verða føddur av tær, vera kallaður Sonur Guðs.


13 Jesus er gitin av Guði (v. 5)
… tá ið hann kom inn í heimin; men í himni er hann ikki føddur, eiheldur skaptur, eiheldur gitin, men er ævigur, eins og Faðirin er

Smb.v. Matth. 1:18: Nú, føðing Jesu Christs var á hesa vís: Tá ið sum móðir hansara, Maria, var trúlovað Jósephi, áður enn tey komu saman, varð hon funnin við barn av Halga Andanum.


14 Jesus er Guðs frumgitni (v. 6)
… tá ið hann leiðir hin frumgitna inn í heimin, t.e. tá ið Orðið varð gjørt kjøt, sí Jóh. 1:14.
Minst til, at Jesus Christus er sannur maður, og sannur Guð.

Smb.v. Jóh 1:1: Í BYRJANINI var Orðið, og Orðið var hjá Guði, og Orðið var Guð.
Jóh 1:14: Og Orðið varð gjørt kjøt, og dvaldist okkara millum, (og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrdina sum av tí eingitna av Faðirinum,) fulla av náði og sannleika.


15 Jesus er tilbiðin av øllum Guðs einglum (v. 6)

Smb.v. Lukas 2:13-14: Og brádligani var tað hjá einglinum ein fjøld av tí himinska herskaranum, prísandi Guði, og sigandi,
14 Dýrd til Guðs í tí hægsta, og friður á jørð, góður vilji móti monnum.


16 Sonurin, Jesus, er Guð (v. 8)

Smb.v. Psálm 45:6-7 (Um Sonin): Títt hásæti, O Guð, er um ævir og ævir: sproti kongadømis tíns er ein rættur sproti.
7 Tú elskart rættvísi, og hatart vondsku: tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað vil gleðisoljuni uppum tínar felagar.
(í vers 6 er Guð = Jesus. Í vers 7 er Guð = Guð Faðir)

Genesis 32:24-30: Og Jákob varð eftir einsamallur; og tað bardist ein maður við hann inntil lýsnan dagsins.
25 Og tá ið hann sá, at hann hevði ikki yvirvág ímóti honum, nam hann við hansara mjadnarskál; og mjadnarskálin hjá Jákobi var úti úr liði, sum hann bardist við hann.
26 Og hann segði, Lat meg fara, tí at dagurin lýsnar. Og hann segði, Eg vil ikki lata teg fara, uttan tú vælsigni meg.
27 Og hann segði við hann, Hvat er navn títt? Og hann segði, Jákob.
28 Og hann segði, Títt navn skal ei meira verða kallað Jákob, men Ísrael: tí at sum ein prinsur hevurt tú mátt hjá Guði og hjá monnum, og hevurt havt yvirvág.
29 Og Jákob spurdi hann, og segði, Sig mær, eg biði teg, navn títt. Og hann segði, Hvørsvegna er tað, at tú spyrt eftir navni mínum? Og hann vælsignaði hann har.
30 Og Jákob kallaði navnið á plássinum Peniel: tí at eg havi sæð Guð andlit til andlits, og lív mítt er varðveitt.

Ein maður í v. 24 er Guð í v. 28 og 30.
Hvør maður er hetta?
Jú, hetta er Guð-maðurin Jesus Christus!


17 Tróna Sonarins er um ævir og ævir (v. 8)

Smb.v. Psálm 45:6: Títt hásæti, O Guð, er um ævir og ævir: sproti kongadømis tíns er ein rættur sproti.


18 Ein veldissproti av rættvísi er veldissproti kongadømis Jesu Christs (v. 8)

Smb.v. Psálm 2:8-9: Umbið av mær, og eg skal geva tær hinar heidnu til arv tín, og hinar ytstu partar jarðarinnar til ogn tína.
9 Tú skalt bróta teir við einum stavi av jarni; tú skalt smekka teir í stykkir eins og eitt pottamakara ker.

Gern.Áp. 17:31: Av tí at hann hevur útpeikað ein dag, í hvørjum hann vil døma heimin í rættvísi við tí manni, hvønn hann hevur fyriskipað; hvarum hann hevur givið øllum monnum fullvissu, í at hann hevur reist hann frá teimum deyðu.

Opb. 12:5: Og hon bar fram eitt sveinsbarn, sum varð at stjórna øllum tjóðum við einum stavi av jarni: og hennara barn varð rykt upp at Guði, og til trónu hansara.


19 Jesus elskar rættvísi (v. 9)

Smb.v. Psálm 45:7: Tú elskart rættvísi, og hatart vondsku: tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðisoljuni uppum tínar felagar.


20 Jesus hatar misgerð! (v. 9)

Smb.v. Psálm 45:7: Tú elskart rættvísi, og hatart vondsku: tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðisoljuni uppum tínar felagar.


21 Jesus er salvaður við gleðisoljuni (v. 9)

Smb.v. Psálm 45:7: Tú elskart rættvísi, og hatart vondsku: tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðisoljuni uppum tínar felagar.


22 Jesu felagar (vit) eru eisini salvaðir við gleðisoljuni, men Jesus er meira (v. 9)

Smb.v. Psálm 45:7: Tú elskart rættvísi, og hatart vondsku: tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðisoljuni uppum tínar felagar.


23 Guð Faðir er Sonarins Guð (v. 9)

Smb.v. Psálm 45:7: Tú elskart rættvísi, og hatart vondsku: tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðisoljuni uppum tínar felagar.

Sonurin kallar Faðirin fyri Guð, meðan hann er á jørð, eisini beint ímillum uppreisn sína og sína himinsferð (Jóh. 20:17)

Smb.v. Jóh 20:17: Jesus sigur við hana, Nem ikki við meg; tí at eg eri ikki enn stigin upp til Faðirs míns: men gakk til brøðra mína, og sig við teir, Eg stígi upp at Faðir mínum, og Faðir tykkara; og til Guðs míns, og Guðs tykkara.

Innan tríeindina er rang, á tann hátt, at Sonurin lýðir Faðirin, gevur seg undir hann, men Faðirin, Sonurin, og Halgi Andin, eru líka nógv Guð

Smb.v. Matth 26:39: Og hann fór eitt sindur longur, og fell á andlit sítt, og bað, sigandi, O Faðir mín, um tað veri gjørligt, lat hetta bikar fara um meg: hóast hetta, ikki sum eg vil, men sum tú vilt.

I. Cor. 15:18: Og tá ið allir lutir skulu verða undirlagdir hann, tá skal Sonurin eisini sjálvur verða undirgivin hann sum legði allar lutir undir hann, at Guð má vera alt í øllum.

Men Sonurin gavst ikki at vera Guð, tá ið hann kom til jarðar; nei, tá tók Guð á seg tænara mynd, og varð funnin sum maður. Hann mátti gerast sum vit, fyri at kunna frelsa okkum.

Smb.v. Philippi: 2:5-10:
Latið henda huga vera í tykkum, sum eisini var í Christi Jesusi:
6 Hvør, verandi í formi Guðs, helt tað ikki rán at vera javnur við Guð:
7 Men gjørdi seg sjálvan av ongum umdømi, og tók uppá seg formin av einum tænara, og varð gjørdur í líkleika manna:
8 Og, verandi funnin í sniði sum maður, eyðmýkti hann seg sjálvan, og gjørdist lýðin at deyða, enntá deyða krossins.
9 Hvørsvegna Guð eisini hevur háttligani upphevjað hann, og givið honum eitt navn sum er omanfyri hvørt navn:
10 At fyri Jesu navni hvørt knæ skuldi boyggja seg, av tingum í himni, og tingum á jørð, og tingum undir jørðini;

I. Tim. 3:16: Og uttan stríðsmál, mikil er loyndardómur gudiligleikans: Guð varð givin til kennar í kjøtinum, rættvísgjørdur í Andanum, sæddur av einglum, prædikaður Heidningunum, trúðin á í heiminum, móttikin upp inn í dýrd.

Tá ið Jesus kom til jarðar, kom Guð til jarðar.
Jesus er Guð, hann er Sonur Guðs, og hann er Menniskjusonurin.


24 Jesus, í byrjanini, legði grundvøll jarðarinnar (v. 10)

Smb.v. Psálm 102:24-27: Eg segði, O Guð mín, tak meg ikki burtur í miðjum døgum mínum: tíni ár eru út gjøgnum allar ættir.
25 Úr forðum hevurt tú lagt grundvøllir jarðarinnar: og himnarnir eru verk handa tína.
26 Teir skulu farast, men tú skalt vara við: ja, allir av teimum skulu vaksa gamlir líkasum eitt klæði; sum ein kappa skalt tú skifta teir, og teir skulu verða skiftir:
27 Men tú ert hin sami, og tíni ár skulu ongan enda fá.

Guð í Psálmi 102:24 er altso Jesus!


25 Himnarnir eru handaverk Sonarins (v. 10)

Smb.v. Psálm 102:25: Úr forðum hevurt tú lagt grundvøllir jarðarinnar: og himnarnir eru verk handa tína.


26 Himnarnir ganga undir, men Sonurin verður verandi (v. 11)

Smb.v. Opbinberingina 21:1: OG eg sá ein nýggjan himin og eina nýggja jørð: tí hin fyrsti himin og hin fyrsta jørð vóru gingin undir; og tað var eingin sjógvur meira.


27 Himnarnir verða umskiftir, men Sonurin er hin sami (v. 12)

Smb.v. Heb. 13:8: Jesus Christus – hin sami í gjár, og í dag, og um ævir.

Malachi 3:6: Tí at eg eri HARRIN, eg broytist ikki; tessvegna tit synir Jákobs eru ikki upptærdir.


28 Sonarins ár skulu ikki víkja (v. 12)

Smb.v. Lukas 1:33: Og hann skal ráða yvir húsi Jákobs um ævir; og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.


29 Jesus situr við høgru hond Faðirsins, inntil Faðirin ger hansara fíggindar til fótskammul hansara (v. 13)

Smb.v. Psálm 110:1: Ein Psálmur av Dávidi. HARRIN segði við Harra mín, Sit tú við høgru hond mína, inntil eg geri tínar fíggindar til fótskammul tín.


30 Jesus er ikki ein eingil (v. 4, 7 & 14)

Orðini: “Men um einglarnar sigur hann” vísa greitt, at einglarnir eru éitt, men Sonurin er nakað heilt annað; hann ber av, tí hann er ikki skaptur, hann er Skaparin!

Smb.v. Hásongin 5:9-16:
Hvat er tín háttelskaði meir enn ein annar háttelskaður, O tú fagrasta millum kvenna? hvat er tín háttelskaði meir enn ein annar háttelskaður, at tú áleggurt okkum so?
10 Mín háttelskaði er hvítur og reydligur, hin fremsti millum tíggju túsund.
11 Hans høvur er sum hitt fínasta gull, hansara lokkar eru buskutir, og svartir sum ein ravnur.
12 Hans eygu eru sum eyguni á dúgvum við løkirnar av vøtnum, tvigin við mjólk, og fittliga sett.
13 Hansara kinnar eru sum ein kryddurta song, sum søt blomstur: hansara varrar sum liljur, dryppandi søtt angandi myrrhu.
14 Hans hendur eru sum gullringar, settir við beryllinum: hansara kviður er sum bjart fílabein, yvirklætt við sapphirum.
15 Hansara leggir eru sum súlur av marmori, settar uppá soklar av fínum gulli: hans ásjón er sum Libanon, frálík sum sedristrøini.
16 Hansara munnur er mest søtur: ja, hann er aldeilis yndisligur. Hesin er mín háttelskaði, og hesin er mín vinur, O Jerusalems døtur.

Onnur tíðindi