Jesus Christus reis upp likamliga (1); fór upp inn í himin likamliga frá Olivinfjallinum (2); og HESIN SAMI Jesus kemur aftur niður á Olivinfjallið likamliga (3)

1
2
3
4
1) Likamliga uppreisn Jesu Christs:
Jóhannes 20:1-9
Jóhannes 20:19-22
Jóhannes 20:26-29
I. Cor. 15:12-15 & 17-18


2) Likamliga himinsferð Jesu Christs:
Matthæus 28:16-20
Markus 16:19-20
Lukas 24-50-52
Gern. Ap. 1:9-11


3) Likamliga afturkoma Jesu Christs:
I. Thess. 4:13-18
I. Cor. 15:50-53
Zech. 13:1 & 6
Zech. 14:4
– sí aftur Gern. Ap. 1:11
13 Men um tað veri eingin
uppreisn av hinum deyðu, tá er
Christus ikki risin:
14 Og um Christus veri ikki
risin, tá er prædikan okkara fáfongd,
og trúgv tykkara er eisini
fáfongd.
15 Ja, og vit eru funnir følsk
vitnir um Guð; av tí at vit hava
vitnað um Guð at hann reisti upp
Christ: hvønn hann reisti ikki
upp um so veri at teir deyðu rísa
ikki.
16 Tí um teir deyðu rísa ikki, tá
er ikki Christus reistur:
17 Og um Christus veri ikki
reistur, trúgv tykkara er fáfongd;
tit eru enn í syndum tykkara.
18 Tá eru teir eisini sum eru
sovnaðir í Christi glataðir.
( I. Cor. 15:13-18 FKJ )
Ein, sum ikki trýr uppá likamligu afturkomu Jesu Christs, kann eiheldur trúgva uppá hansara likamligu himinsferð, og eiheldur uppá hansara likamligu uppreisn.

Guðs orð sigur, at ein, sum ikki trýr uppá uppreisn Jesu Christs, sum jú var likamlig, ER ENN Í SYNDUM SÍNUM; altso: ikki frelstur, ikki ein trúgvandi, ikki ein Christin.

Vend tí um til sanna Christna trúgv í dag.

Christi likamliga uppreisn – og tí eisini okkara likamliga uppreisn – er eitt hitt týdningarmiklasta lyklapunktið í Guðslæru Christs, apostlanna og skriftarinnar. Hann, ið stendur uttanfyri hesa Guðslæru, er einfaldliga ikki Christin.


Og tey hildu áfram støðufastliga
í apostlanna Guðslæru
og samfelagi, og í breyðbróting,
og í bønum.
( Gern. Ap. 2:42 FKJ )

Altso fýra ting:
1) Guðslæra apostlanna
2) samfelagið
3) breyðbrótingin
4) bønirnar


.. men fyrst var altso Guðslæran!
Er Guðslæran virkiliga so týdningarmikil?
Sótu tey virkiliga og terpaðu Guðslæru?


– Ja, hygg bara her, hvat Paulus sigur við unga pastorin, Timotheus:


1) Guðslæran nørir ein trúgvandi upp, t.e gevur vøkstur:

Um tú seti brøðurnar í afturminning
um hesar lutir, skalt tú
vera ein góður tænari Jesu Christs,
nørdur upp í trúar-orðunum og av
góðari Guðslæru, hvarframat tú
hevurt náað.
( I. Tim. 4:6 FKJ )
2) Guðslæran stendur nevnt sum eitt, sum skal serliga gevast gætur eftir!

Gev gætur eftir tær sjálvum,
og eftir Guðslæruni; halt áfram í
teim: tí við at gera hetta skalt tú
frelsa bæði teg sjálvan, og tey sum
hoyra teg.
( I. Tim. 4:16 FKJ )
3) Rætta Guðslæran vísir, hvør ið er ein sannur Christin bróður:

3 Um nakar maður frálæri
øðrvísi, og ájátti ei til heilnæmra
orða, enntá orða várs Harra Jesu
Christs, og við ta Guðslæru sum
er samsvarandi við gudiligleika;
4 Hann er hástórur, vitandi
einkið, men sjúkur eftir spurningum
og orðastríðum, av hvørjum
kemur øvund, stríð, útskeldanir,
óndir illgrunar,
5 Rangvørgir orðadráttir av
monnum av spiltum hugum, og
eiðasørir fyri sannleikanum, haldandi
at vinningur er gudiligleiki:
frá slíkum hav teg undan.
( I. Tim. 6:3-5 FKJ )
4) Guðslæran stendur fyrst í hesi ramsuni:

10 Men tú hevurt til fulnar kent
mína Guðslæru, lívsførslu, endamál,
trúgv, langmóð, vælvild, tolmóð,
11 Atsóknir, líðingar, sum komu
til mín í An-ti-o´-chi-u, í I-co´-nium,
í Lys´-tru; hvørjar atsóknir
eg útstóð: men út úr teim øllum
Harrin útfríaði meg.
( II. Tim. 3:10-11 FKJ )
5) Guðslæran stendur aftur fyrst í hesi ramsuni:

16 Øll skrift er givin við íblástri
av Guði, og er gagnlig til Guðslæru,
til írættasetingar, til rættleiðingar,
til undirvísingar í rættvísi:
17 At Guðs maðurin má vera
fullkomin, fullvegis útgjørdur at
øllum góðum verkum.
( II. Tim. 3:16 FKJ )


Onnur tíðindi