JHWH = JeHoWaH (H’ið skal vera í endanum, annars er tað IKKI Guðs navn! So “Jehova” vitnir hava ikki Guðs navn; eiheldur hava tey Jesus Christ, tíverri!)
JE-HO´-SJU-A > JO´-SJU-A > JE´-SJU-A (Jesus á Hebraiskum; merkir JE-HO´-VAH ER FRELSA)
JE-HO´-VAH er í JE-HO´-SJUA (júst sum JEHOVAH kom í og við Jesusi Christi)
JE-HO´-SJA-PHAT (JE-HO´-VAH sæst í JE-HO partinum av navninum)
E-LI´-JAH (Guðs navn JAH sæst í endanum av navninum)
JE-RE-MI´-JAH (Guðs navn JAH sæst í endanum av navninum)
ZEPH-AN´-JAH (Guðs navn JAH sæst í endanum av navninum)
ZECH-AR´-JAH (Guðs navn JAH sæst í endanum av navninum)
Elohim er pluralis háttur av E´-li.
í Genesis skapaði Elohim (allir tríggir til staðar); men á krossinum segði Jesus: E´-li, E´-li, la´-ma sa-bachtha´-nï? (sí Matth. 27:46 FKJ), altso tosaði Jesus, (sum er Guð), við Faðir sín, (sum er Guð), í eintali, av tí at Jesus sjálvur er Guð.
Hví so fáir av okkum King James Bíbliu trúgvandi tíma at kjakast við menn sum James White?
Er tað av tí at vit hava okkurt at krógva?
Nei; tað er av tí at vit hava ikki tíð til at tosa við dárar.
Annars eisini av komu grund sum Eva ikki skuldi havt tosað við ormin, og av somu grund sum Paulus dró seg tilbakar frá teimum, sum vórðu herdaðir og stóðu ímóti orðinum, og fór so og helt møtir í skúlanum hjá Týrannusi:
Men tá ið ymsir vórðu herdaðir,
og trúðu ikki, men talaðu ilt
um tann vegin frammi fyri mannfjøldini,
fór hann avstað frá teimum,
og skildi lærusveinarnar frá,
samrøðandi dagliga í skúlanum
hjá einum Ty-ran´-nus-i.
( Gern. Ap. 19:9 FKJ )
My son, fear thou the Lord and the king: and meddle not with them that are given to change:
( Proverbs 24:21 KJB)
.. change; sum tað at tykjast kunna broyta Guðs navn alt í einum. Nei, Guð broytist aldri, og hann eitur enn JE-HO´-VAH.